Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Trý umfør eru eftir av ársins landskapping í næstbestu deildini. Eftir 24. umfar er B68 sjey stig frammanfyri FC Suðuroy, sum kappast við Skála um seinna upp­ flytingar­plássið. Eingin ivi tykist vera um, at B68 fer at endur­vinna plássið í bestu deildini, sum toftamenn mistu í fjør. Um eina lítla viku skal B68 til Klaksvíkar. Um tað tá eydnast at vinna, ella um FC Suðuroy samstundis ikki megnar at vinna fulla úrtøku á útivølli við Margáir ímóti illa sperda EB/Streymi, so tryggjar B68 sær plássið í bestu deildini. Leygardagin átti B68 heima­vøll ímóti HB, sum leingi var topplið. Eftir fimm tap á rað eydnaðist tað heldur ikki hesa ferð HB at vinna úrtøku. Tá ið Skála samstundis vann heima­ dystin ímóti KÍ 2-1, broyttist støðan soleiðis, at tað nú er Skála, sum er næstfremst, og HB er á bronsuplássi. Í gjár átti FC Suðuroy heima­vøll ímóti B71. Fimm ymiskir spælarar skoraðu fyri heimaliðið, tá ið FC Suðuroy vann 6-2. Úrslitið ber við sær, at sandoyingar næsta ár skulu spæla í triði bestu deildini. Tað eru níggju stig frá B71 og fram til 8. plássið, sum TB er á, og mál­ mun­urin hjá B71 (-51) er væl verri, enn hann er tað hjá TB (-24). Leygardagin vann TB tryggjan 5-2 heimasigur ímóti Víkingi. Tá ið EB/Streymur samstundis tapti ímóti B36 í Gundadali, er tað EB/ Streymur, sum nú er undir strik­uni saman við B71. joannes@sosialurin.fo Toppliðið skal bara vinna trý stig burtur úr trimum teimum seinastu umførunum fyri at tryggja sær rættin til aftur at spæla í fremstu røð FM avgjørt á mikkjalsmessu B68 á gáttuni til bestu deildina fótbóltur 1. deild kvinnur støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 EBS/Skála 16 14 0 2 58 8 +50 42 2 KÍ 15 13 1 1 76 9 +67 40 3 HB 14 9 1 4 48 13 +35 28 4 B36 15 7 2 6 19 23 -4 23 5 ÍF 15 4 0 11 16 66 -50 12 6 AB 15 1 2 12 9 43 -34 5 7 Víkingur 16 1 2 13 4 68 -64 5 8 B68/NSÍ 0 0 0 0 0 0 0 0 1. deild menn støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B68 24 13 8 3 63 28 +35 47 2 Skála 24 12 6 6 59 36 +23 42 3 HB II 24 13 3 8 56 39 +17 42 4 FC Suðuroy 24 12 4 8 58 45 +13 40 5 B36 II 24 11 3 10 56 48 +8 36 6 Víkingur II 24 10 3 11 44 45 -1 33 7 KÍ II 24 9 2 13 48 51 -3 29 8 TB II 24 8 3 13 38 62 -24 27 9 EB/Streymur II 24 7 5 12 37 54 -17 26 10 B71 24 5 3 16 21 72 -51 18 EBS/Skála - Víking 5-0 (4-0) 1-0: sjálvmál 9. 2-0: Íðunn Magnussen 17. 3-0: Kára Djurhuus 25. 4-0: Sólja T. Eiðisgard 31. 5-0: Ansy Sevdal 72. ÍF - B36 0-2 (0-1) 0-1: Elisabeth Vang 13. 0-2: Vár Næs 51. AB - HB útsettur B68 - HB 3-1 (2-1) 1-0: Jónleif Højgaard 19. 2-0: Jónleif Højgaard 30. 2-1: Tróndur Jensen 39. 3-1: Niklas Joensen 50. Reytt kort: Sverri Mohr Mortensen, HB, 86. (2 gul) Skála - KÍ 2-1 (1-0) 1-0: Jákup Johansen 33. 2-0: Jákup Johansen 65. 2-1: Jens Martin Pauli Mohr 74. B36 - EB/Str. 3-1 (1-1) 1-0: Milan Kuljic 11. 1-1: Hanus Olsen 37. 2-1: Sandri Færø 71. 3-1: Milan Kuljic 89. TB - Víkingur 5-2 (3-1) 0-1: Andreas Djurhuus 7. 1-1: Ragnar Tausen 12. 2-1: Ragnar Tausen 17. 3-1: Ragnar Tausen 31. 3-2: Andras Dalbø 47. 4-2: Teitur Justinussen 66. 5-2: Teitur Justinussen 82. Reytt kort: Kim Roest, TB, 45. (beinleiðis reytt) FC Suðuroy - B71 6-2 (4-1) 1-0: Patrik Johannesen 13. 1-1: Johan Hendrik Lydersen 26. 2-1: Reidar Dahl Joensen 43. 3-1: Búi Egilsson 44. 4-1: Jón Krosslá Poulsen 45. 5-1: Teitur Mortensen 60. 5-2: Dan í Soylu 62. 6-2: Patrik Johannesen 69. Jóannes Hansen Tveir dystir í bestu kvinnu­ deildini vóru sunnudagin. EBS/Skála avgreiddi sín setning soleiðis, sum tað kundi roknast við. Víkingur vitjaði og fór til hús við 5-0 tapi. Longu tá ein hálvur tími var farin, var støðan 4-0. Hin dysturin var í Fugla­ firði, har B36 vann 2-0. Granna­uppgerðin á Argjum mill­um AB og HB varð útsett. Orsaka av landsliðs­avbjóð­ ingini verður ikki spælt næsta vikuskifti. 29. september ella á mikkjalsmessu skal KÍ, sum mikukvøldið vann toppdystin í Klaksvík ímóti EBS/Skála 1-0, í Gundadal at dystast við HB. Hetta tykist vera ein­asta rættuliga forðingin hjá KÍ í strembanini fram ímóti fjúrtanda FM heitinum á rað. joannes@sosialurin.fo Milan Kuljic gjørdi tvey mál fyri B36 í heimasigrinum á EB/ Streymi í næstbestu deildini Mynd: Álvur Haraldsen