Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur strong man við at fáa seinasta steinin upp á plattarnar, soleiðis at danir vunnu tryggan sigur. Dagurin endaði við, at luttakararnir skudu royna at lyfta høv, har tað tyngsta var eitt 292 kilo tungt hav úr Sumba. Men tað kvaklaði eingin av luttakarunum. Úrslitið av landsdystinum var so ein 5-0 sigur til danir. Her hava teir sterku menn­ inir fingið heiðursmerki eftir kappingina í Vági. Frá vinstru eru teir Nicolaj hansen úr Danmark, Bjarni Nielsen úr Før­oyum, Mikkel Leicht úr Dan­mark og Bogi Hammer úr Føroyum. Tætt við Bogi Hammer metir ikki, at munurin var 5-0, tí í fýra av disiplininum var munurin minni enn eitt sekund. – Eg kann sjálvandi bara tosa fyri meg sjálvan, men í tveimum teimum fyrstu disiplinunum var eg minni enn eitt sekund aftanfyri dansk­aran. Tað saman var Bjarni Nielsen, sigur Bogi Hammer, sum er nøkunlund nøgd­ur við tiltakið í Suðri. Hann leggur afturat, at hetta er neyvan seinastu ferð, at landsdystur verður mill­um hesu bæði londini. trondur@sosialurin.fo Myndir: Áki Bertholdsen