Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Debut Rói Olsen úr Vík fekk sín fyrsta dyst. Hann er liðformaður á unglingaliðnum og spælir við U17- landsliðnum. Rói er eisini beiggi Bárð Olsen, sum nú spælir við HB, og hevði 15-talið á rygginum, eins og Bárður hevði, tá hann spældi við EB/Streymi. H E S A V I K U N A René Tórgarð: 5 Var tað ikki fyri hansara bjargingar fyrstu løtuna, hevði dysturin helst sæð øðrvísi út. Og hevði gjøgnum dystin fleiri aðrar frálíkar bjargingar Gert Hansen: 3 Arbeiddi væl frameftir vøllinum, men tekur nakrar kjansir í sínum spæli, sum kunnu kosta aftureftir. Tað gjørdi tað tó ikki í gjár, men tað var ógvuliga nær við. Marni Djurhuus: 4 Hóast hann ikki er liðformaður, so er tað kollfirðingurin, sum í stóran mun stýrir liðnum. Kom eisini framvið í onkrum støðum, og tað órógvar mótstøðuliðið Pætur Dam Jacobsen: 4 Hevði saman við Marna Djurhuus gott tak á fyrst og fremst Clayton Soares, men eisini Øssur Dalbúð. Ein tryggur miðverji fyri EB/Streym Rógvi E. Nielsen: 5 Spældi ein branddyst. Arbeiddi væl bæði í verjustøðu og frameftir vøllinum. Krúnan á verkinum var ein perla av einum máli. Levi Hanssen: 4 Hevur spælt minni væl seinastu dystirnar, og tað líkist ikki honum. Í gjár var hann tó aftur at kenna aftur, arbeiddi ógvuliga væl og spældi skilagott Niels Pauli Danielsen: 3 Fekk afturval á miðvøllinum og spældi ein miðalgóðan dyst. Helt seg tó hava í so góða tíð viðhvørt, og misti tískil onkrar bóltar. Brian Olsen: 4 Stríddist væl og vann saman Levi og Niels Paula stríðið um miðvøllin. Var við í nógvum uppspæli og vísti aftur í dag, at hann eigur eitt pláss á miðvøllinum hjá EB/Streymi. Hans Pauli Samuelsen: 5 Spældi ein branddyst har hann legði upp til trý mál, og hevði fleiri naskar royndir. Dugdi eisini væl at søkja inn í vøllin og breiða spælið. Gunnar Zachariassen: 5 Eitt megnaravrik frá Gunnari, har hann umframt at fáa tvey mál, eisini var við í uppspælinum til hini trý. Dugdi væl at bjóða av og at halda upp á bóltin, tá tað var neyðugt. Leif Niclasen: 4 Sær ofta út til at detta burtur úr dystum, men norðskálamaðurin veit, nær hann skal sláa til, og tað gjørdi hann eisini í gjár. Arnar Dam: Kom inn tá eitt korter var eftir, sum er ov stutt til at fáa eitt støðumett. Men arbeiddi væl og var við at seta sín dám á dystin, tá hann kom inn. Jóhannes Hansen: Kom somuleiðis inn, tá eitt korter var eftir. Var skilagóður í verjustøðu, slapp sær væl av við bóltin og tordi eisini væl at koma framvið. Rói H. Olsen: Fekk tíggju minuttir á vøllinum í sínum fyrsta dysti, og bæði hann og venjarin eiga at vera væl nøgdir við avrikið hjá 16 ára gamla manninum úr Vík. Avrik: tøl 1 til 6 EB/Str. 5 (2) ÍF 0 (0) Rólant Waag Dam Tað, sum skuldi blíva ein javn­ur og spennandi dyst­ ur millum tey bæði fremstu liðini í deildini aftaná HB, gjørdist til ein regulerur av­ smurn­ingur, har sunda­lags­ menn nærum stóðu á rað fyri at floyngja fuglfirðingar. – Vit fóru eftir einum sigri, tí tað er tað einasta, vit kunnu brúka. Men hetta var elendigt av okkum, staðfesti liðformaðurin hjá ÍF, Høgni Zachariassen eftir dystin. Og so einfalt er tað hjá fugl­ firð­ingum. Teir hava ikki ráð til slíka niðurtúrar. Als ikki, um teir eins og Høgni segði á Rás2, ætla at geva HB skarpan gang, og neyvan heldur, um teir ynskja at varð­veita annaðplássið í deildini. Enn eru seks stig niður til EB/Streym, men hesin munur kann verða hálveraður miku­ kvøldið, tá EB/Streymur skal dystast við NSÍ. Vinna sunda­ lagsmenn henda dystin, so eru teir brádliga bara ein sig­ur frá at innheinta ÍF og næst­fremsta plássið. Niels Pauli Danielsen, mið­vallari hjá EB/Streymi sig­ur, at hetta eru tað, teir nú miðja eftir: – Vit hava kjans at fáa annað­plássið. Vit hava nú minkað um munin til ÍF niður í seks stig. Vinna vit miku­dagin, so eru bara trý stig upp, so tað fara vit eftir, sigur hann. Avgerandi løtur Hyggja vit nærri eftir sjálv­ um dystinum, so var tað meiri ella minni svarta óheld, at fuglfirðingar ikki fingu nak­að mál. Clayton misnýtti upp á tað skammiligasta, eftir at Nenad Saric dróg inn í vøllin og sendi annars vanda­mikla brasiliumannin avstað. Stutt eftir spældi Clayton Øssur Dalbúð púra leysan, men hann skeyt bóltin framvið málinum úr góðari støðu. Og í triðju atløgu var tað aftur Nenad Saric, sum setti Gert Hansen av, áðrenn hann legði inn fyri, har Clayton fekk fótin heilt undir málinum, men René Tórgarð stórbjargaði. Tríggir ovurhondsstórir kjansir, sum allir kundu og burdu givið mál, meðan nask­asta og einasta royndin hjá EB/Streymi, sum spældi undan vindinum, var eitt horna­spark frá Hans Paula Samuelsen, sum hann royndi at snúra beinleiðis í netið. Tað var eitt sindur undar­ ligt at hyggja hesa løtuna, tí hóast EB/Streymur hevði bróður­partin av spælinum og vindin í ryggin, so vóru tað fuglfirðingar, sum vóru vandameiri. So nógv vanda­ meiri! Fyrsta royndin hjá EB/ Streymi í opnum spæli kom ikki fyrr enn, at fyrri hálv­ leikur var hálvrunnin – ein vandaleysur stútari frá Levi Hanssen. Men eftir hetta fingu teir eisini skipað eitt ógvusligt trýst á ÍF, sum gav úrs­lit. Nú dugdi EB/Streymur at brúka veðrið, og løgdu eitt mið­víst trýst við nógvum deyð­bóltum, sum vórðu lagdir tætt undir málið. Tað var eisini líka við og næstan, inn til Rógvi Egilstoft Nielsen reiggj­aði sleggjuna og sendi Málini raplaðu inn meðan regnið oysti niður í Streymnesi í gjár. Alt tað, sum ikki hevur riggað hjá EB/Streymi í ár, tóktiskt at rigga, meðan einki av tí, sum hevur riggað hjá ÍF riggaði. Við stórsigrinum hevur EB/Streymur av álvara bjóðað av í kappingini um plássini, sum geva atgongd til Evropa Áarføri við Margáir