Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur eitt kontrollerað og hart skot upp í handara horn. Fyrsta málið frá honum í ár – og ein sonn perla! Næsta málið var eisini gott. Øssur Dalbúð misti bóltin á miðjum vølli. Brian Olsen var kvikur at seta í gongd, lat Hans Paula bóltin, sum breiddi spælið væl og fann Gunnar í høgru, sum dróg tætt undir málið, áðrenn hann hegnisliga lyfti bóltin upp um Jákup Mikkelsen, sum hevði tveitt seg niður at verja fyri. Tvey avgerandi mál, har tað fyrsta kom eftir, at EB/ Streymur loksins hevði megn­að at lagt eitt miðvíst trýst á ÍF-málið, og tað næsta stutt fyri steðgin. Punkteringin Dysturin var framvegis opin, tá farið var til hálveleiks. Men tað var hann ikki, tá seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal. Tá var leyst og liðugt við Margáir. Fyrst hevði Leif Niclasen stútað bóltin í netið, eftir fínt og gjøgnumspælt EB/Streymaálop, har Hans Pauli Samuelsen, Brian Olsen og Gunnar Zachariassen stóðu fyri uppspælinum. Og síð­ani var tað Gert Hansen, sum sendi Levi Hanssen av­ stað við einum kvikum inn­ kasti. Levi dróg framvið Høgna Zachariassen, legði innfyri har Jákup Mikkelsen og Leivur Joensen ikki heilt kundu semjast um, hvat ger­ ast skuldi við bóltin. Hans Pauli Samuelsen var kvikur á teimum, prikaði bóltin til Gunnar Zachariassen, sum skoraði trygt. Síðsta málið fall í 72. minutti. Gunnar og Leif flyta bóltin skjótt fram í høgru, har fyrstnevndi við ein­ um frálíkum bóltin finnur Hans Paula, sum elegant lyft­ir bóltin upp um Jákup Mikkelsen, áðrenn Levi fylgir bóltin í málið. Besta verja í landinum 5-0 er ikki ein tryggur sigur. Tað er ein avsmurningur av mótstøðuliðnum. So ein­falt er tað. Hetta hóast ÍF hevði sínar møguleikar. Tað eru bóltarnir í málinum, sum telja. Og hvat bóltum í mál­ inum viðvíkur, so siga hag­ tølini, at einki lið hevur latið so fá mál ígjøgnum sum EB/ Streymur. Eitt lið, hvørs verja hevur verið fyri støðugum at­finningum gjøgnum ári, hevur einans latið 24 mál ígjøgnum. Í hinum endanum heldur Leif áfram við at vísa, at hann skal takast í størsta álvara. Og so prógvaði Gunnar eisini, at hann gott kann vísa somu styrki við EB/Streymi, sum hann plagar at gera við U21-landsliðnum. Tað gleðast tey um í Sundalagnum, tí líkt er til, at Arnbjørn Hansen í besta føri fær um endan á kapp­ingarárinum. Umframt tað, so var tað eisini hugaligt hjá fjeppar­ unum hjá felags­liðnum at síggja, at EB/Streymur kundi seta ferðina munandi niður og soleiðis spara orku til umráðandi dystin miku­ kvøldið. Seinasta korterið var ikki ólíkt innandurafótbólti – bara í hálvgum ódnarveðri. Fuglfirðingar hava hin­ vegin akkurát einki at gleð­ast um eftir dystin. Eitt stór­tap er veruleiki, argasti kapp­ ingar­neytin hevur hálað inn á teir, umframt at Fritleif í Lambanum varð fluttar á skaða­stovuna. rolant@sosialurin.fo Ein sigur, ein javnleikur og eitt tap Við knúsandi og sannførandi 5-0 sigrinum á ÍF á heimavølli við Margáir í Streymnesi ígjár, syrgdi EB/Streymur fyri, at tað er balansa í roknskapinum millum liðini. Tíðliga í hesum árinum vann ÍF 2-1 við Margáir. Tá liðini møttust 24. mai í Fuglafirði fingu liðini eitt stig í part í einum 1-1 javnleiki. Jákup Mikkelsen: 3 Lat fimm mál ígjøgnum, sum er óvanligt. Kundi ikki gera stórvegis við fýra av málunum, men sá saman við Leivi Joensen ikki serliga gott út, tá Gunnar Zachariassen skoraði til 4-0. Leivur Joensen: 2 Var ikki nóg avgjørdur og kundi ruddað burtur, tá EB/Streymur skoraði til 4-0, og varð runnin av av Briani Olsen, tá EB/Streymur skoraði til 3-0. Hevði tað trupult saman við restini av verjuni. Høgni Zachariassen: 2 Tá fimm mál fara í gjøgnum, so hevur verjan ikki havt ein góðan dag. Tað hevði Høgni heldur ikki, sum millum annað ikki sá serliga gott út, tá EB/ Streymur skoraði 4-0 og Levi rann frá honum. Bartal Eliasen: 2 Hevði tað trupult í verjuni móti kviku EB/Streyma-leikarunum. Var ikki komin aftur við, tá EB/Streymur skoraði til 4-0. Var fluttur fram móti dystarenda, har hann millum annað royndi at tveita seg í brotsteiginum ta einu ferðina, sum er ógvuliga ódámligt. Gevst við tí! Fritleif í Lambanum: 3 Var kanska frægasti maðurin í verjuni, áðrenn hann mátti út við skaða. Ein dyggur smeitur fyri fuglfirðingar at missa ein so fjølbroyttan leikara. Ari Ó. Ellingsgaard: 3 Spældi ein miðaldyst, men sá betri út við U21-landsliðnum í móti Týsklandi, enn við ÍF móti EB/ Streymi, og tað sigur helst eitt sindur um kollektiva niðurtúrin. Bogi Reinert Petersen: 2 Tað var lítið at síggja til skilagóða bóltspælara, sum datt púrasta burtur í millum í slagnum um miðvøllin. Høgni Madsen: 3 Royndi at stríðast eins og hann plagar, men eins og allir hinir á liðnum, so hevur hann eisini spælt betri, enn hann gjørdi í Streymnesi í gjár. Nenad Saric: 4 Var helst besti maðurin hjá ÍF. Gav Gert nógvar trupulleikar, var ágangandi og avbjóðandi í sínum spæli – eisini tá tað sá vónleyst út. Øssur Dalbúð: 2 Hevði eina roynd, sum fór framvið málinum, men tóktiskt annars ikki at vera serliga væl upplagdur ella nærlagdur í avgerandi støðunum. Clayton Soares: 3 Vann seg fram í tvær sera góðar støður, men rakti als ikki bóltin í fyrstu atløgu, men René stórbjargaði seinnu ferðina. Hevði ein snudd undan dystinum og fór tískil út tíðliga. Áki Petersen: 2 Ikki ein lættur dystur at koma inn í, og síðsta málið í dystinum kom eisini eftir gjøgnum í hansara síðu, eftir at Áki hevði selt seg á miðvøllinum. Poul N. Mikkelsen: 3 Kom í verjuna fyri Bartal, sum varð fluttur fram í álopið fyri Clayton, og kom eftir umstøðunum hampiliga væl frá uppgávuni. Arnold Kristiansen: Kom inn beint fyri leiklok og spældi ov stutt til at nakað støðumet ella meting annars verður gjørd. Avrik: tøl 1 til 6 Tað er trupult at framhevja positiv ting hjá fuglfirðingum eftir ein slíkan umgang. Tískil fer plussið hesaferð til Gunnar Zachariassen, sum vit hava funnist at á hesum síðum viðhvørt. Maðurin spældi ein branddyst og vísti tað, sum vit øll vita. At hann kann, um hann vil. Skaðin hjá Fritleif í Lambanum er at harmast um. Ein meina­leysur nærdystur við Pætur Dam Jacobsen endar við, at Fritleif snávar og fóturin fór úr lið. Sum skilst eru liðbondini illa farin, men hetta skal kannast nærri aftur um tvær vikur á Landssjúkrahúsinum. Maðurin spælir tó neyvan fótbólt aftur í ár. Jákup Mikkelsen Bartal Eliasen Høgni Zachariassen (Arnhold Kristiansen, 89.) Leivur Joensen Fritleif í Lambanum (Áki Petersen, 57.) Høgni Madsen Bogi R. Petersen Ari Ó. Ellingsgaard Øssur Dalbúð Clayton Soares Nenad Saric (Poul N. Mikkelsen, 60.) René Tórgarð Pætur D. Jacobsen ■ Marni Djurhuus Gert Hansen Rógvi E. Nielsen (Jóhannes Hansen, 75.) Brian Olsen Niels Pauli Danielsen (Rói Olsen, 89.) Levi Hanssen (Arnar Dam, 75.) Leif Niclasen Hans Pauli Samueslen Gunnas Zachariasen EB/Streymur - ÍF 5-0 (2-0) 1-0: Rógvi E. Nielsen 33. 2-0: Gunnar Zachariasen 39. 3-0: Leif Niclasen 51. 4-0: Gunnar Zachariasen 52. 5-0: Levi Hanssen 72. Dómari: Petur Reinert Myndir: Sofus D. Johansen High FIVE EB-Streymur Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: