mánadagur 16. september 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Tríggir bóltar á vøllinum Tað er ikki heilt ókent, at tveir bóltar
eru á vøllinum í senn, tá bóltadreingirnir hava gjørt eitt sindur skjótt
av. Men í gjár hendi tað skemtiliga, at tveir mans kastaðu innkast
í senn, umframt at ein triði bóltur hoppaði inn á vøllin. Dómarin
hevði sjálvandi ongan annan møguleika steðga dystinum.
H E S A V I K U N A
Tórður Thomsen: 4
Kundi lítið gera við málini hjá Víkingi.
Spældi annars ein miðal góðan dyst í
málinum hjá B36.
Høgni Eysturoy: 3
Spældi ein miðal dyst á høgra bakki.
Skaraði ikki burturúr, men datt
hinvegin heldur ikki niður í millum.
Robert Heðin Brockie: 2
Tað byrjaði við, at hann ikki rakti
bóltin, tá hann skuldi sparka vekk.
Tók nakrar skeivar avgerðir, men
aftur var samansetingin í verjuni hjá
B36 broytt. Tað kann ikki verða lætt
fyri ein ungan mann.
Súni Olsen: 4
Mundi gjørt dagsins brølara, tá hann
var óansin við afturlegging. Spældi
annars væl. Tryggur á bóltinum,
sterkur í uppspælinum og ein hóttan í
deyðbóltunum.
Ámund Nolsøe: 2
Spældi tí Símun Joensen ikki er
klárður. Er ikki til reiðar til Effo-
fótbólt enn og sá í løtum út sum
veika punktið hjá B36, men stóð seg
væl yvirfyri Kaj Leo, sum sjáldan
slapp framvið. Bæði málini hjá
Víkingi koma gjøgnum hansara síðu
eftir innlegg, sum hann tó ikki kann
lastast fyri.
Evrard Ble: 3
Var ikki so sjónligur á miðvøllinum,
men hevði alíkavæl nógv bóltin. Vísti
í løtum góða bóltførleikan, men tað
bleiv ongantíð til meir enn tað.
Róaldur Jakobsen: 3
Var somuleiðis á miðvøllinum,
men uttan av álvara at seta seg á
dystinum. Fleiri góðar renningar
og kom í brennidepilin viðvíkjandi
avgerandi málinum.
Høgni Midjord: 2 (▼78.)
Var ein av teimum, sum var um at
missa høvdið í dystinum. Kom til
nøkur innlegg, men megnaði sjáldan
at hótta.
Gilli Sørensen: 2
Megnaði somuleiðis sjáldan at hótta
víkingarnar, og fekk ov lítið burtur úr
nógvu ferðini. Blandaði seg ov lítið í
spælið og spældi undir miðal.
Lukasz Cieslewicz: 4
Skuldi helst verið útblakaður, tá hann
at síggja til stútaði Bárð Hansen.
Var annars millum eyðsýndastu
spæalrarnar á vøllinum og Hans
Jørgen skuldi fingið reytt fyri at hálan
Lukasz niður. Skoraði eisin gott mál
til 1-1.
Adeshina Lawal: 5 (▼90.)
Ein støðug hóttan móti verjuni hjá
Víkingi og helt høvdið kalt allan
dystin. Fekk løn fyri stríðið, tá hann
skoraði til 2-2. Vann nógvar tvídystir
og altíð til reiðar at taka móti
bóltinum.
Jákup á Borg: 4 (▲78.)
Kom inn í eitt korter og gjørdi mun.
Legði upp til málið hjá Lawal og
gav liðnum viljan at vinna seinastu
løtuna.
Benjamin Heinesen: (▲90.)
Kom inn seinastu minuttirnar. Ov
stutt tíð til at gera eina meting.
Avrik: tøl 1 til 6
B36
3 (1)
Víkingur 2 (1)
Tróndur Arge - Gundadalur
Meðan vaktarfólk tvísporaðu
inn a vøllin fyri at verja dóm
ararnar, so óðir víkingir ikki
blivu ov nærgangandi, gekk
maðurin við 7 talinum á
rygginum hjá B36 róligur
av vøllinum. Hóast hann er
liðskipari hjá vinnandi lið
num, so hevur hann tamar
hald á støðuni, meðan aðrir
stórfegnast millum rasandi
víkingarnar.
Hann er eitt tað størsta
navið í føroyskum fótbólti
og hevur nú vunnið sær
fasta plássið á miðvøllinum á
landsliðnum aftur. Eftir tveir
harðar landsdystir stóð hann
aftur klárur í B36 troyggjuni.
Liðið varð umskipað og tí var
frísparkssnillingurin fluttur í
miðverjuna.
Alt bendir á, at liðskiparin
hjá B36, tann navnframi gøtu
maðurin, Súni Olsen, verður
at síggja í Gøtu komandi
kappingarár.
Ikki tikið avgerð
Millum B36 viðhaldsfólkini,
sum Sosialurin hevur tosað
við, so tykjast tey longu hava
gjørt seg til reiðar at missa
landsliðsmiðvallaran,
sum
hevur spælt í B36 seinastu
trý árini. Hann er nú fluttur
til Gøtu og tí er upplagt, at
hann fer aftur til røturnar.
– Tað er ov tíðliga at byrja
at hugsa um tað nú, men
tað er ongin loyna, at eg eri
fluttur til Gøtu aftur. Eg havi
ikki tikið støðu um nakað
enn. Fyribils vil eg bara gera
mítt besta fyri B36 og vísa
teimum loyalitet. Eg havi
havt trý góð ár í B36, sigur
Súni Olsen róligur á mál
inum.
Tað er serliga langi túr
urin úr Gøtu til Havnar, sum
spælir inn.
– Tað melur í høvdinum,
at tað kann blíva strævið at
skula koyra í eina tíma til og
frá venjing hvønn dag. Tað
er sjálvandi betri um tú bara
skal ganga lítlan túr fyri at
koma til venjing heldur enn
at koyra ein tíma, sigur Súni
víðari.
Torført at ímynda sær
í ÍF ella NSÍ troyggju
Tað er fleiri feløg í eystur
oynni, sum kundu brúkt evn
ini hjá Súna Olsen. ÍF stendur
til at missa fleiri spælarar, KÍ
hevur brúk fyri royndum
spælarum, ið klára at standa
móti trýstinum, NSÍ er í
stórari menning og nærkast
toppinum, B68 verður helst
nýtt lið í bestu deildini og
EB/Streymur stríðist við at
halda fast í heitinum sum
topp 2 til í føroyskum fót
bólti.
Hóast nógv er broytt í
fótbólti seinnu árini, so er tað
ikki alt, sum kann keypast
fyri pengar.
– Eg havi torført at
ímynda mær, at eg komi
at spæla í eini NSÍ ella ÍF
troyggju. Soleiðis eri eg
uppdrigin, men fótbóltur er
broyttur nógv seinnu árini.
Tað eru komnir pengar upp í
spælið, sigur Súni og leggur
tó afturat:
– Eg eri blivin eitt sindur
eldri nú og ræðist ikki líka
nógv at skifta, sum eg gjørdi
fyrr. Nú er tað familjan, i
verður ræðfest hægst. Eg
vil vera saman við teimum
so nógv sum eg kann, sigur
miðvallarin.
Alt bendir á, at Súni Olsen komandi
ár verður víkingur. Í gjár spældi
hann, helst, fyri seinastu ferð í
móti Víkingi, tá hann saman við
B36 vann umstríddan dyst 3-2
móti komandi
liðfeløgunum
Súni spældi