mánadagur 16. september 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Fleiri ár eftir sum
fótboltsspælari
Tíðin stendur ikki í stað og
tað ger aldurin á Súna Olsen
heldur ikki. Hann spældi sín
fyrsta dyst í bestu deildini
í føroyskum fótbólti í 1997,
men háost tað, so metir hann
seg hava fleiri góð ár eftir.
– Eg var nógv skaddur
áðrenn eg kom til B36, men
hesi seinastu trý árini hevur
tað gingið væl viðvíkandi
skaðum. Sjálvt um eg eri 32
ár og verið 33 til komandi
kappingarár, so kenni eg á
mær, at eg havi nøkur góðar
ár eftir sum fótbóltsspælari.
Tað haldi eg eisini at eg havi
prógvað á landsliðnum sein
astu tveir dystirnar, sigur
Súni Olsen.
Til dystin í gjár var Súni
fluttur aftur í miðverjuna,
men
frísparkssnillingurin
hevur ongan ætlan um at
enda sum miðverji.
– Eg havi bara spælt í
miðverjuni, tí menn hava
verið skaddir. Eg havi onga
ætlan um at blíva umskúlaður
til verjuspælara. Eg havi eftir
hondini spælt øll plássini í
hesum
kappingarárinum.
Sjálvt sum málverji, sigur
Súni skemtandi.
Býr millum
mótstøðuspælararnar
Eftir hondini hevur Súni
spælt nógvar dystir móti
Víking og tað nervar heldur
ikki B36 spælaran, at spæla
móti tí, sum í dag best kann
lýsast sum barndómsfelagið.
– Hetta var bara ein dyst
ur sum allir aðrir. Eg eri altíð
uppsettur líka mikið um tað
er Týskland ella Víking eg
spæli ímóti, men nú búgvi
eg rundan um teir flestu á
liðnum hjá Víkingi, so tað
ger tað sjálvandi eitt sindur
serligt.
Súni Olsen skal ganga í
skúla í Havn til í summar,
men tað er bara tveir dagar
um vikuna. Hetta tykist tó
ikki verða nokk til at lokka
gøtumannin at taka eitt ár
aftur at í Havn. Hann hevur
tó ikki tikið eina avgerð.
– Eg vil vísa B36 loyalitet
og stríðast fyri felagið til
tað seinasta. So kunnu vit
taka eina avgerð, sigur Súni
Olsen.
Øði í Gundadali
Súni Olsen var mitt í roka
num, tá dysturin í Gundadali
í gjár gjørdist nakað heitur.
– Tað gjørdist nakað heitt
í seinna hálvleiki og eg bíðaði
bara eftir at onkur fór at
fáa reyða korti. Tað kom so
ongantíð, sigur Súni Olsen,
sum var langt frá hendingini,
tá B36 fær sigursmálið, sum
tað verður tosað so nógv
um.
– Eg helt fyrst, at hjálpar
dómarin vinkaði fyri aftur
legging. Tað helt eg so ikki tað
var, men sá so, at hann byrjaði
at renna móti miðjuni. So
gjørdist eg sjálvandi glaður,
sigur Súni at enda.
Víkingur bert eitt stig ímóti B36 Dystirnir hjá Vìkingi ímóti B36
í hesum kappingarárinum góvu bert eitt stig. Ígjár tapti Víkingur 3-2
í Gundadali. Fyrst í kappingarárinum vann B36 heili 4-0 á Víkingi.
Tað eina stigið ímóti B36 fekk Víkingur á heimavølli í Sarpugerði í
Norðragøtu, tá liðini í einum dysti tann 26. mai spældu javnleik 1-1.
Geza Turi: 3
Er sjálvandi íblandaður í avgerandi
málinum og tað má so ella so telja
niður. Spældi annars ein fínan dyst
og kundi einki gera við hini bæði
málini.
Bárður Hansen: 5
Legði upp til tað fyrsta málið við
einum dreyma innleggi. Hevði sum so
ongar trupulleikar av Gilla og hevði
rímuliga gott tak á Lukasz. Millum
teir bestu hjá Víkingi.
Erling Jacobsen: 4
Er ótrúliga trúgvur í rennidystunum
og stríddist við Lawal og Lukasz.
Hevði liðskiparabandið á og spældi
eisini sum ein liðskipari.
Hans Jørgen Djurhuus: 3
Skuldi verið útblakaður fyri at fella
ein leysan Lukasz, og fekk gult
fyri aðra ógvusliga takling móti
sama Lukasz. Stóð seg annars
væl meginpartin av dystinum sum
avloysari hjá Atla í miðverjuni.
Dánjal Pauli Lervig: 3
(▼90.)
Hevði ikki stórvegis trupulleikar av
Høgnunum báðum í høgru hjá B36.
Spældi ein miðal dyst uttan at gera
so nógv um seg.
Sølvi Vatnhamar: 4
Var javnvágin á miðvøllinum hjá
Víkingi. Vinnur nógvar bóltar og
sleppur væl av við teir. Vísti yvirskot
í mótálopunum í seinna hálvleiki, tá
Víkingur skuldi havt lukkað dystin.
Heðin Hansen: 2 (▼71.)
Skoraði málið tíðliga í dystinum og
tað var eitt gott mál. Men megnaði
ongantíð at koma ordiliga við í dystin
og var útskiftur tjúgu minuttir fyri
tíð. Hevur ikki fingið møguleikan
í seinastuni og tóktist ikki 100%
í form.
Jann Ingi Petersen: 4
(▼90.)
Líkist meiri og meiri einum spælara
hjá Víkingi. Arbeiddi hart og átti lut í
framrættaða spælinum. Er nú follin
til á liðnum.
Hanus Jacobsen: 3
Fluttur fram á vongin og tað gekk nú
á eini góðari leið. Er altíð garantur
fyri hart og gjøgnumført arbeiði,
men kom ikki í vandastøðurnar hann
plagar sum miðvallari.
Kaj Leo Í Bartalsstovu: 2
Helst nakað hart at geva honum
eitt 2-tal, men hann megnaði í alt
ov lítlan mun at bjóða umskipaðu
verjuni hjá B36 av. Er pill etandi
fullur av góðum evnum, men tey
mugu umsetast til meir á vøllinum.
Finnur Justinussen: 4
Mál telur altíð upp fyri ein áleypara
og Finnur fekk sítt mál. Hann hevði
eisini onkrar góðar aktiónir, men
spældi sum so ikki nakran branddyst.
Magnus Janskor: 3 (▲71.)
Kom inn á høgra vong seinastu tjúgu
minuttirnar. Smæddist ikki burtur,
men kom ikki í so nógvar spentar
støður, men tykist vera ein spennandi
spælari.
Svein Justinussen: (▲90.)
Ov stutt inni til at gera eina meting.
Hjartvard Hansen: (▲90.)
Ov stutt inni til at gera eina meting
Avrik: tøl 1 til 6
Fimm mál
og undirhald
fyri allar
pengarnar.
Dysturin var ikki væl
spældur, men tað er
altíð gott við spenningi
og intensiteti.
Tað má so verða
áskoðararnir, sum
mistu høvdið. Millum
annað tók ein maður
ein bólt frá einum bóltadreingi
og tveitt hann inn á vøllin. Altíð
gott við íðnum áskoðarum,
men tað er eitt mark.
Gesa Turi
Hans Jørgen Djurhuus ■ Erling Jacobsen
Bárður Hansen ■ Dánjal Pauli Lervig
(Svein Justinussen, 90.)
Jann Ingi Petersen Heðin Hansen
(Hj. Hansen, 90.) (Magnus Jarnskor, 71.)
Sølvi Vatnhamar ■ Kaj Leo í Bartalsstovu
Finnur Justinussen Hanus Jacobsen ■
Tórður Thomsen
Robert Heðin Brockie Súni Olsen
Høgni Eysturoy Ámund Nolsøe
Róaldur Jacobsen ■ Evrard Blé
Høgni Midjord Gilli Sørensen
(Jákup á Borg, 78.)
Lukasz Cieslewicz ■ Adeshina Lawal
(Benjamin Heinesen, 90.)
B36 - Víkingur 3-2 (1-1)
0-1: Heðin Hansen 2.
1-1: Lukasz Cieslewicz 45.
1-2: Finnur Justinussen 71.
2-2: Adeshina Lawal 87.
3-2: sjálvmál 89.
Dómari: Eiler Rasmussen
Myndir: Álvur Haraldsen
Javel! Skurðarnir halda at dómarapisurnar
ikki eru floygdar. Uha uha
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Rok
Dysturin í Gundadali gjørdist nakað heitur, og serliga aftaná
dómarin hevði bríksla av, var rok mitt á vøllinum
Víkingarnir vóru í øðini yvir avgerandi málið í evstu løtu
Reytt kort?