mánadagur 16. september 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Ferfaldi málskjúttin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, gjørdi mestsum einsamallur av við
KÍ á nýggja graslíkinum við Løkin í gjár, har NSÍ vísti, at liðið framvegis dyrgir eftir
bronsu og europeiskum fótbólti, meðan KÍ stríðist fyri lívinum í bestu mansdeildini
NSÍ
4 (1)
KÍ
3 (3)
Hilmar Jan Hansen
– Tað var ein øgiliga góð
kensla at hava skotið fýra mál
í hesum dystinum ímóti KÍ,
sum var tann fyrsti á nýggja
vøllinum hjá okkum. Men vit
skuldu fyrst og fremst hava
trý stig, og tað fingu vit, sigur
Klæmint A. Olsen, sum átti
øll fýra málini í 4-2 sigrinum,
og nú tilsamans hevur skotið
62 mál í bestu deildini síðani
2009.
– Eg havi ongantíð skorað
fýra mál fyrr í bestu deildini,
so tað var eitt sindur serligt.
Onkuntíð havi eg skotið trý
mál í einum dysti, men ikki
ofta. Tað var eisini eitt sindur
løgið, at tað skuldi blíva til
fýra mál í dag, tí eg hevði
kanska einar fimm kjansir
tilsamans.
Talan var um ein dyst, har
heimaliðið legði bragdliga
fyri og longu í sjeynda min
utti fekk fyrsta málið, tá
Jónhard Frederiksberg fekk
spælt Klæmint nokk so frían,
so hann kundi temja og trilla
bóltin millum beinini á upp
passaranum, áðrenn hann
við vinstra fóti sendi bóltin
í mál.
Hetta var ein frálík byrjan
hjá heimaliðnum á nýggja
graslíkinum, ið menn bara
hava havt eina viku til at
venja seg við, men tað vísti
seg
tó,
at
klaksvíkingar
skjótt komu eftir, hvussu
teir skuldu fáa sum frægast
burturúr, tí ikki vóru meira
enn einir tíggju minuttir
farnir, so koppaði dysturin
yvir til gestirnar.
Tøgn í steðginum
Mitt í fyrra hálvleiki gav
tað eisini úrslit fyri KÍ, tá
Hjalgrím Elttør við einum
góðum langskoti smekkaði
bóltin í mál til 1-1. Og bara seks
minuttir seinni kom Álvur F.
Christiansen ímillum, tá NSÍ-
ararnir spældu tvørturum,
og so kundi hann serverað
bóltin fyri føturnar á Páll
A. Klettskarð, so KÍ nú var á
odda.
Beint fyri steðgin økti
KÍ um leiðsluna, tá Ísak
Simonsen við einum hegnis
ligum frísparksmálið gjørdi
tað til 3-1, so nú skuldu góð
líkindi verið hjá klaksvíking
um at vunnið sín fyrsta dyst
síðani 28. apríl!
– Vit vistu allir av, at fyrri
hálvleikur hevði ikki verið
í lagi. Tað byrjaði væl og vit
pressaðu teir høgt, so vit
komu til góðar støður, men
so steðgaði tað bara púrasta
upp hjá okkum. Í hálvleik
inum var púra kvirt í um
klæðingarrúminum og eg
haldi, at eingin segði nakað,
tí vit vistu, hvussu vorðið
var. Heldur ikki fingu vit av
grovfílini frá venjaranum,
sigur Klæmint A. Olsen.
– Soleiðis sum seinni hálv
leikur háttaði seg, bleiv hetta
ein øgiliga løgin dystur, tí
allan seinna hálvleik høvdu
vit eitt langt álop, og teir
høvdu kanska ein møguleika.
Tað var undarligt, at so stórur
munur skuldi vera á, men líka
so uppiborið sum tað var, at
KÍ var á odda í hálvleikinum,
líka so uppiborið var tað
eisini, at vit vunnu dystin,
tí allur seinni hálvleikur var
bara eitt stórt NSÍ-álop.
At síggja til, var tað
kanska nokk so løgið, at
dysturin
skuldi
kúvenda
eftir
steðgin,
og
serliga
mundi hetta kennast heldur
gandakent hjá gestunum,
sum hava spælt fleiri dystir,
har teir hava verið á odda í
hálvleikinum, men allíkavæl
hava mist øll stigini ella í
øllum førum tvey. KÍ sær
snøgt sagt ikki út til mentalt
at makta tveir hálvleikir, og
í øllum førum røkka evnini
ikki til at binda fyri, meðan
tíð enn er til tað.
NSÍ heldur fram
NSÍ er hinvegin saman við
B36 formsterkasta liðið í
bestu deildini í løtuni, meðan
KÍ er tað formveikasta av øll
um, so dysturin við Løkin í
gjár fortaldi kanska eisini eitt
sindur um, hvussu týðandi
tað er at hava undanbrekku
og sjálvsálit. Og hetta síðsta
gjørdi seg ikki minst galdandi
fyri ferfalda málskjúttan hjá
teimum gulu:
– Nú hevur tað ikki koyrt
so øgiliga væl stórar partar av
hesum árinum, og eg veit ikki
sjálvur, hví so hevur verið.
Tað ræður allíkavæl bara um
at vera tolin og ikki at missa
mótið, men at trúgva upp á
seg sjálvan, tí tá málini koma
aftur, gevur tað eisini meira
sjálvsálit, sigur Klæmint A.
Olsen.
Tolinum fekk hann brúk
fyri í gjár, tí tað vóru næstan
20 minuttir millum hvørt av
teimum trimum málunum,
ið tryggjaðu NSÍ 4-3 sigurin
og góvu eitt ekta »hat-trick«.
Málini
blivu
skorað
úr
næstan sama stað, tvey við
høvdinum og eitt við ein
um hálvum saksasparki. Og
hóast dómarin legði seks
minuttir aftrat, kom ongan
tíð nakað svar frá KÍ, sum
tí framvegis stríðist fyri lív
inum.
– Tað hevði stóran týdning
fyri okkum at vinna, tí vit
hava tríggjar dystir hesa vik
una, so vit mikudagin spæla
úti ímóti EB/Streymi og aftur
um vikuskiftið úti ímóti TB.
Vit fara eftir bronsuni, og
skulu vit náa hana, mugu
vit hava trý stig hvørja ferð,
sigur NSÍ-liðformaðurin.
hilmarjan@sosialurin.fo
NSÍ - KÍ 4-3 (1-3)
1-0: Klæmint A. Olsen 7.
1-1: Hjalgrím Elttør 22.
1-2: Páll A. Klettskarð 28.
1-3: Ísak Simonsen 43.
2-3: Klæmint A. Olsen 52.
3-3: Klæmint A. Olsen 71.
4-3: Klæmint A. Olsen 89.
Dómari: Rúni Gaardbo
Vøllurin í Klaksvik broytir
nú navn til »Í Djúpum Sjógvi«
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Fýra í part til KÍ og NSÍ Í fyrra hálvleiki ígjár var líkt til, at KÍ fór at fáa
eina úrtøku uppá sjey stig ímóti NSÍ í hesum kappingarárinum, men sigur
roknskapurin millum liðini fýra stig í part. Tíðliga í ár vann KÍ ein tepran 3-2
sigur ímóti dystarenda. 26. mai møttust liðini í Klaksvík, og tá endaði dysturin
við javnleiki 1-1, og ígjár fekk NSÍ balansa í roknskapin við einum 4-3 sigri.
Klæmint kipti KÍ
Meinhardt Joensen
Sørmundur Kalsø ■ Jógvan Isaksen
Jóhan Jacobsen Heðin á Lakjuni
Heðin Klakstein Atli Danielsen
(Henry Heinesen, 80.)
Hjalgrím Elttør Álvur F. Christiansen
Páll A. Klettsskarð Ísak Simonsen
(Kristoffur Jakobsen, 77.)
Kristian Joensen
Jens Joensen Andras B. Vágsheyg
Jónhard Frederiksberg Einar Tróndargjógv
Karl Løkin Magnus H. Olsen ■
Pól J. Justinussen Árni Frederiksberg
(Meinhard Olsen, 90.)
Klæmint A. Olsen Andy Olsen
(H.R. Højgaard, 90.) (Jann M. Mortensen, 60.)
Myndir: Norðlýsið
Dysturin millum NSÍ og
KÍ í gjár var tann fyrsti á
nýggja graslíkisvøllinum
við Løkin. – Vøllurin er av
slagnum Greenfields, ið
minnir sera nógv um van
ligt gras – bæði í útsjónd
og hvussu stráini síggja
út, sigur Sølvi Reinert
Hansen, mentanarleiðari
í Runavíkar kommunu.
Magnus
Rasmussen,
borgarstjóri, helt røðu
og handaði NSÍ vøllin,
og síðani skjeyt Jákup
Mortensen, heiðurslimur,
fyrsta skotið á nýggja
graslíkinum, sum var eitt
brotsspark
ímóti
Jens
Martin Knudsen, ið slapp
at bjarga skotinum…
hilmarjan@sosialurin.fo
Nýtt graslíki
(Mynd: Lasse Klein)