Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur 07V 2 (0) TB 1 (1) Pætur Albinus Botnbrak var í Sørvági sunnu­dagin, tá ið aftasta lið­ið, 07 Vestur, tók ímóti TB, sum var á næstaftasta plássi. Nógvur vindur var kring alt landið henda dagin, og hetta sama var støðan í Sørvági, har ein hópur av TB- viðhaldsfólkum vóru komin allan vegin vestur í Vágar at stuðla aldursforsetanum. Bæði liðini høvdu fyri neyðini at fáa øll trý stigini, og tað kanska serliga heimaliðið, sum lá greitt aftast og hevur tørv á nógvum stigum fyri at lív­bjarga sær í Effodeildini. TB á odda Nógvur vindur var í Sørvági sunnudagin og í løtum eisini oysregn, og forðaði hetta góð­um fótbóltsspæli. Ættin var soleiðis, at 07 Vestur hevði vindi undan í fyrra hálv­leiki, og var tað eisini heima­liðið, sum hevði bóltin mest og royndi at gagnnýta við­vindin. Serliga royndu teir seg umvegis innlegg, men TB-miðverjan, Martin Tausen og Óli Johannsen, høvdu tamarhald á hesum at­sóknum. Í fyrstu veruligu mál­ roynd­ini eydnaðist tað TB at leggja seg á odda 1-0. Tað var eftir innlegg úr vinstru, at Ndende setti innaru síðuna á og skumpaði bóltin í málið. Eftir hetta setti 07 Vestur seg enn meiri í dystin. Tór- Ingar Akselsen var íðin við gjøgnumbrotum, men serliga var tað Ivan Stojkovic í TB- málinum, sum spældi væl í fyrra hálvleiki og forðaði fyri teimum báðum ella trimum atsóknunum, sum 07 Vestur hevði í fyrra hálvleiki. TB slapp til hálvleiks við 1-0-leiðslu. Heimaliðið vendi øllum Í seinna hálvleiki hevði TB nógva vindin undan, og fyrstu løtuna dugdu teir eis­ ini væl at gagnnýta vindin. Størsta møguleikan fingu teir eftir fimm minuttum, tá ið Ndende breyt ígjøgnum í vinstru og legði bóltin tvørtur­um til Poul Inagason. Hann setti bóltin í málið, men veittrað varð fyri rangstøðu. Í sama spælisteðgi varð Ndende út­skiftur vegna smærri skaða. Fyrru helvt av seinna hálvleiki var tað TB, sum hevði bóltin mest, men 07 Vestur gav seg als ikki og kýtti seg í hvørjum nær­ dysti. Tá ið góður hálvur tími var leiktur av seinna hálv­leiki gav tað úrslit hjá heima­lið­num. Jovan Panic vann bóltin á miðjuni, sendi Tór-Ingar Akselsen avstað í høgru síðu, haðani hann legði bóltin innfyri til ein leysan Holgar Durhuus, sum javn­aði til 1-1. Eftir hetta tóktist tað eins og fjáltur kom í TB-leik­ ararnar. Hinvegin tevjaðu heima­menninir øll trý stigini og fleiri ferðir leikaði hart á í TB-brotsteiginum. Í evstu løtu eydnaðist tað eisini 07 Vesturi at fáa øll trý stigini, tá ið innskifti 18 ára gamli Hørður H. Johansen við sínum fyrsta máli í bestu deildini kundi kalla seg sigurs­harra í einum sera týdn­ingar­miklum dysti. Meðan 07 Vestur otaði seg nærri bjargingini, so kom hetta illa við hjá TB, sum við einum sigri hevði lyft seg upp um niðurflytingarstrikuna. »Vit trúgva upp á tað« Ungarski málverjin hjá 07 Vesturi, Andras Gango, var eftir dystin væl nøgdur við øll trý stigini. Um upp­skrift­ ina til sigurin segði hann so­ leiðis: – Í fyrra hálvleiki høvdu vit vindin undan, men eg haldi, at spælið var rættiliga vánligt hjá báðum pørtum. Í hálv­leikinum práta vit um, at tað ikki nyttaði at gera langar sendingar í mótvindinum, men at vit heldur máttu spæla fótbólt og royna at fáa bóltin inn um aftastu ketuna hjá TB. Eg føldi, at vit høvdu tamarhald á støðuni, og teir royndu bara langskot og lang innkast frá Arthuri, segði Andras Gango og metir nú um næsta dyst. – Vit trúgva upp á, at vit kunnu vinna ímóti Víkingi mikukvøldið. Eg hugsi ikki longri enn tann dystin, segði Andras Gango at enda. albinus@sosialurin.fo 07 Vestur vann botnbrakið Hóast TB var á odda og tóktist hava tamarhald á støðuni, so vendi 07 Vestur dystinum og Hørður H. Johansen gjørdist sigursharri í evstu løtu. 07 Vestur vann 2-1 07 Vestur - TB 2-1 (0-1) 0-1: Ndende Adama Guéye 10. 1-1: Holgar Durhuus 76. 2-1: Hørður H. Johannesen 89. Dómari: Dagfinn Forná 07 Vestur hevur fingið helvtina av sínum stigum ímóti TB, teir burdu spælt oftari ímóti TB Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Seks til 07 Vestur og trý til TB Higartil hevur 07 Vestur fingið seks av 14 stigum ímóti TB. Tíðliga í ár vann 07 Vestur heili 4-1 á TB, og ígjár megnaðu teir at venda einum hóttandi 0-1 tapi til ein 2-1 sigur. TB vann heimadystin ímóti 07 Vestur við 2-0. Um TB verður skeivu megin niðurflytingarstrikuna kunnu dystirnir í Sørvági verða dýrir í tí samlaða roknskapinum. Ivan Stojkovic Martin Tausen Óli Johannesen Teitur Olsen Eirikur Magnusarson (Aron Sørensen, 90.) Babacar Ndiour Nicholas F. Diverdics Ndende A. Guéye (Teitur Justinussen, 52.) Rógvi Joensen Arthur Poulsen Poul Ingason Andras Gango Emil Mikkelsen Gunleif Olsen Petur G. Dalbø Jákup G. Joensen (Høgni E. Nielsen, 86.) (Ámund Hansen, 71.) Tór-Ingar Akselsen Jovan R-Panic Torstein Mýlingstind Holgar Durhuus Ibrahima Camara Jákup Olsen (Hørður H. Johannesen, 59.) Myndir: Álvur Haraldsen Eftir dystin fingu vit orðið á ein vónbrotnan TB-vete­ ran, Óla Johannesen. – Vit spældu ikki ein góðan dyst. Í fyrra hálv­ leiki vóru vit ávirkaðir av mót­vindinum, men vit megna at halda málið reint og fáa so eisini eitt mál. Í seinna hálvleiki hava vit so undanvind og fáa eisini nakrar møguleikar at gera tað til 2-0, men eg haldi, at teir dugdu betur at spæla ímóti vindinum, segði Óli Johannesen eftir dystin. Vit spurdu hann, um hann og felagar hansara í verjuni tóku tað á sín kappa, at 07 Vestur fekk tvey mál í nógva mót­vind­ inum. – Alt liðið má taka tað á sín kappa. Tað fyrra var eitt mótálop og tað seinna var eitt ófantaligt mál, har vit halda, at hann fer út, men dettur beint fyri føturnir hjá teimum, segði hann. Heppið var tað fyri TB, at KÍ eisini tapti. – Sjálvandi er tað gott fyri okkum, at KÍ tapti, og AB er eisini beint oman­ fyri. Vit fara at koyra á so leingi møgu­leikin er har, og enn er møgu­ leik­in góður, segði Óli Johannesen at enda. – Teir dugdu betur í mótvindi