Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 88 - 11. mai 2004 Nr. 88 - 11. mai 2004 3 Ferðsluóhapp í Kunoyartunlinum Leygarmorgunin um 9 tíðina hendi eitt ferðsluóhapp í Kunoyartunlinum. Tveir bilar rendu saman beint við sjálvan tunnilsmunnan. Førarin á bilinum, sum koyrdi inn í tunnilin, varð blendaður av sólini og sá tískil ikki bilin, sum var á veg út úr tunlinum. Teir rendu saman, og stórur skaði kom á báðar bilarnar, sum seinni vórðu drignir út av kranabili. Ongin fólka- skaði hendi tó. - sae – Ófriðarligt vikuskiftið Løgreglan í Havn sigur frá ófriðarligum vikuskiftið í høvuðsstaðnum. Nógvar fráboðanir hava verið – ser- liga um full fólk, sum á ein ella annan hátt hava órógvað ella komið sær út í trupulleikar. Trý fólk hava verið inni á støðini og sovið rúsin av sær um vikuskiftið, og yvirhøvur sigur vakthavandi, at tað hevur verið sera nógv at gera hjá løgregluni í viku- skiftinum. - sae – Rúsdrekkakoyring Ein bilførari varð tikin við Bursatanga sunnumorgun- in klokkan 10.45. Hann koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort. Og tað verður hann so skuldsettur fyri. Eisini eigarin av bilinum verður skuldsettur. Fyri at hava latið bilin til ein, sum ikki kundi koyra. Løgreglan var eisini úti leygarnáttina og gjørdi ferðmátingar norðan fyri Kollafjørð. Har vórðu tveir bilførarar steðgaðir fyri at koyra ov skjótt. Annar koyrdi 126 km/t og hin 130 km/t. Teir fáa helst ein treytaðan dóm upp á koyrikortið. - sae – Heppin ungfólk Trý ung fólk sluppu væl frá einum ógvusligum ferðsluóhappi í Kollafirði hósdagin. Ein bilur kom koyrandi sunnan fyri Statoil, tá óhappið hendi. Bil- førarin, ein ung kvinna, var óansin eina løtu, og bil- urin fór út í rabattina. Hon royndi at rætta bilin upp- aftur, men hon misti tamarhaldið á honum, og hann bóltaði einar tríggjar ferðir runt á vegnum, áðrenn hann stegðaði. Ongin fólkaskaði hendi, men bilurin varð mettur at vera vrak. - sae – Harðskapur og herverk Løgreglan í Havn hevur ikki fingið nógvar fráboðanir um harðsskap og herverk í vikuskiftinum. Ein maður breyt leygarmorgunin ein rút í Komm- unuskúlanum. Eitt vitni sá tilburðin og boðaði løg- regluni frá. Løgreglan hevur tosað við mannin, og hann hevur viðgingið seg sekan. Seinni sama morgun var rok uttan fyri ein øl klubba í býnum. Tveir mans fóru til hendurs, og annar bløddi illa í andlitinum. Hesin varð so fluttur á Landssjúkra- húsið. Løgreglan veit, hvør hevur framt harðsskapin, sigur vakthavandi. - sae - Tankar eru frammi í Klaksvík um at gera ein uttanflokkalista til býráðsvalið í heyst. Torleif Sigurðsson, varaborgmeistari, váttar, at tankar eru frammi um hetta, men hann sigur onki ítøkiligt um tað enn BÝRÁÐSVAL Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: – Tað er áhugi millum fleiri av sitandi býráðslimum at skipa ein uttanflokkalista til komandi býráðsval. Hetta sigur varaborg- meistarin, Torleif Sigurðs- son í stuttari viðmerkingt til tosið um, at ein uttan- flokkalisti er í umbúnað í Klaksvík. Torleif sjálvur sigur, at hann ongantíð hevur mett, at flokspolitikkur og bý- ráðspolitikkur hoyra sam- an, og er hetta høvuðsor- søkin til, at hetta tosið nú hevur tikið seg upp. Sam- stundis avsannar hann alt tos um ónøgd. Hann sigur, at hann hevur sitið í bý- ráðnum í 12 ár nú, og tað kann tískil líka so væl hugsast, at hann als ikki stillar upp aftur til komandi býráðsval. Torleif ásannar tó, at tað hevur víst seg, at teir ópolitisku flokkarnir ikki formáa sær so nógv. – Eg meti, at um tað verður rætt framborið, so kann ein tílíkur flokkur væl gera seg galdandi, sigur hann. Men hann vil ikki siga nakað um, hvussu ítøkiligar hesar ætlaninar eru annað enn, at tað eru tankar frammi um hetta, og at áhugi er fyri tí millum fleiri av sitandi býráðspolitikkar- unum. – Um hetta verður til nakað ella ikki, fái eg onki sagt um í verandi stund, sigur Torleif Sigurðsson. Uttanflokkalisti í Klaksvík Á Skejby sjúkrahúsi í Danmark hava fýra børn fingið at vita, at tey einans hava seks mánaðir eftir at liva í, um tey ikki fáa eina skurðviðgerð, har mergur verður latin teimum. Hetta hevur givið eitt varskó í danska heilsu- verkinum, tí at tað eru einans 10.000 donorar skrásettir í danska skrá- setingarsavninum HEILSUVERKIÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tað er torført at fáa fólk at skráseta seg sum merg- donorar í Danmark. Einans 10.000 fólk eru skrásett, og tað er alt ov lítið. Tí eru fólk nú farin í holt við at gera vart við hetta eisini í Føroyum til tess at fáa so nógvar donorar sum tilber. Tí jú fleiri eru, jú størri er møguleikin fyri at bjarga einum ella fleiri lívum. Hetta, at tað er so torført at fáa fólk at lata merg, kann koma av, at fólk ikki vita, hvussu tað fer fram. Mong halda, at tað er ein pínufullur framferðarhátt- ur. Men tað er tað ikki. Tað er heilt einfalt ein blóð- roynd, sum ein letur. Um so føroyingar hava hug til at lata blóð, so er bara at fara inn á eitt av okkara sjúkrahúsum til eina blóðroynd. Hendan blóð- royndin verður so latin Ríkissjúkrahúsinum og skrásett har. Umframt at hon eisini verður skrásett í einum altjóða skrásetingar- savni í Hollandi. Um eins mergur so vísir seg at passa til ein sjúkling, so verða boð send eftir viðkomandi at koma at lata blóð. Fólk hevur vent sær til Sosialin til tess at at fáa eitt netverk upp á beinini í Føroyum fyri at fáa fleiri at lata merg. Hesi sjúku børn- ini á Skejby sjúkrahúsi eru bert ein lítil partur av teim- um sjúku børnunum í Dan- mark, sum hava tørv á mergi. Sum Sosialurin skilir, so er tað sera torført at fáa fólk at skráseta seg í Dan- mark, og tí verður nú ein roynd gjørd at upplýsa fólki, hvussu tað gongur fyri seg, tá ein skal lata merg. Tankar eru frammi um at gera ein uttanflokkalista til býráðsvalið í Klaksvík. Torleif Sigurðsson váttar tíðindini, men vil onki ítøkiligt siga um ætlanina enn Fýra børn hálvt ár eftir at liva í Ráðstevnan »Á leiðini til javnstøðu« varð sett í Norðurlandahúsinum mánamorgunin av Jóannes Eidesgaard, løgmanni. Stevnan verður skipað í sambandi við 10 ára dagin fyri javnstøðulógini. Tað er Javnstøðunevndin, sum skipar fyri stevnuni, sum hevur til endamál at lýsa viðurskifti, sum hava við javnstøðu millum kynini at gera og geva íblástur til framtíðar javnstøðuarbeið- ið, har dentur verður lagdur á samstarv og møguleikar. Heiðursgestur er fyrrver- andi forseti Íslands, Vigdís Finnbogadóttir. Á ráðstevn- uni eru eisini nógvir útl- endskir gestafyrilestrar- haldarar, eitt nú Henning Dyremose, stjóri í TDC og Gitte Larsen, frá Køben- havns Institut for Frem- tidsforskning. Um viðrar skipar Norðoya Kunningarstova fyri gongutúri av Hálsinum og oman í Føgrulíð Farið verður av Hálsinum klokkan 14 og gingið verð- ur oman á háskúlatoftirnar í Føgrulíð. Jógvan Ravnsfjall frá Norðoya Fornminnissavnið verður frásøgumaður. Gingið verður aftur til Klaksvíkar runt Klakkin. Fólk verða biðin um at hava etandi og drekkandi við sjálvi. Kostnaðurin er 30 krónur fyri hvønn. - sae - Gongutúrur oman í Føgrulíð Á leiðini til javnstøðu Vigdís Finnbogadóttir, fyrrv. forseti Íslands helt fyrilestur á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum Mynd Jens K Vang Lús- hundur fangaður Týska løgreglan tók fríggjadagin ein 18 ára gamlan telduforritara, sum er mistonkt- ur fyri at hava gjørt Sasser- ormin TELDUVIRUS Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Ein týskur forritari, mistonktur fyri at hava gjørt Sasser-ormin, sum smittaði fleiri miljónir teldur, er handtikin í Rotenburg norðarlaga í Týsk- landi, sigur ein tals- maður hjá týsku løg- regluni. Gjøgnum ónevndar áheitanir fekk Micro- soft ferilin av, hvør upphavsmaðurin til Sasser-ormin var. Fyri- tøkan vendi sær til til FBI og týsku løgregl- una, sum saman funnu fram til mannin. 18 ára gamli mað- urin hevur viðgingið, at tað var hann, sum gjørdi sær dælt av einum programfeili hjá Microsoft og gjørdi ormin, sum hevur ver- ið atvoldin til stórar trupulleikar um allan heim. Sasser-ormurin fór í álop 1. mai og minni enn eina viku seinni, hevði hann smittað fleiri enn 18 milljónir teldur um allan knøtt- in. Hesini ormurin er sera lúrin. Hann kemur nevniliga ikki inn á telduna, sum vanligt sum viðheftur fílur, men leitar sær inn á telduna, bara hon er á alnetinum. Kelda: Politikken - Minningarríkasta hendingin í mínum yrki sum enskur ambassadørur var í 1989 í Teheran í Iran, tá 12.000 iranar við brennandi fløggum kastaðu grót eftir ensku ambassaduni, vit vórðu staddir í, sigur nýggi enski ambassadørurin í Danmark, Sir Nicho- las Browne. Hann hevur júst verið á føroyavitjan og m.a. havt fund við løg- mann VITJAN Heini í Skorini heini@sosialurin.fo 56 ára gamli Nicholas Browne hevur arbeitt í bretsku stjórnini síðani 1969. Bæði sum serfrøð- ingur í uttanríkismálaráð- num í London og sum bretskur ambassadørur kring allan heim við drúgv- um royndum í fleiri turbu- lentum og vandamiklum økjum, m.a. í Miðeystri, Iran og Zimbabwe. Um- framt hetta hevur hann arbeitt fyri ensku stjórnina í Suðuramerika, Asia, Wash- ington og sum ES ráðgevi í Bruxelles. Í 2002 gjørdist Browne riddari og fekk heitið KBE (Knight of the British Empire), og í sep- tember 2003 gjørdist hann enskur ambassadørur í Danmark, sum eisini hevði við sær eina føroyavitjan um vikuskiftið. ES eitt høvuðsmál At maðurin er innarlaga í valdssirklinum í Onglandi, var skjótt greitt, tá prát varð fingið í lag við hann mána- morgun á Hafnia. - I was just chatting to Tony (Blair blðm.) this morning, and he said that…! Ok, hugsaði eg við mær sjálvum, maðurin er ikki hvør sum helst. Fyrsti spurningurin snýr seg um, hvør høvuðsuppgáva hans- ara er sum bretskur am- bassadørur í Danmark, og nevnir hann fyrst og fremst ES og komandi grund- lógina. - Ein eventuell komandi ES grundlóg setir nógv arbeiði í gongd hjá okkum, og hetta er í øllum førum nakað, sum í framtíðini helst fer at mynda mítt arbeiði, greiðir Sir Browne frá. Sambært honum hevur bretska stjórnin greiðar meiningar um, at ein felags ES grundlóg er ein neyð- ugur fyrimunur fyri euro- peisku menningina, sum í eini modernisering og sam- eining ger viðurskiftini og spælireglurnar einfaldari. - Umframt alt tað, ES fevnir um, arbeiði eg við hernaðarmálum við dansk- ari luttøku, m.a. í Afghan- istan og Irak, norðuratlant- iska handilssamstarvinum, migratiónsmálum o.s.fr., so eg eri fult bookaður, sigur sir Browne við einum smíli. Álopnir í Iran Sum sagt hevur bretski ambasssadørurin arbeitt fyri bretsku stjórnina kring allan heim, men hann er ikki í iva um minningarrík- astu hendingina í yrki hansara síðani 1969. Teir vóru júst farnir til Iran í 1989 at lata upp aftur bretsku ambassaduna í Teheran, tá prestastýrið lýsti eina Fatwa yvir Sal- man Rushdie eftir um- stríddu bók hansara, Satans Ørindi. - Meðan vit vóru staddir innanfyri á ensku am- bassaduni, savnaðist ein stór og vreið mótmælis- gonga við umleið 12.000 fólkum frammanfyri okk- um, og við brennandi fløggum steinaðu tey bygn- ingin, greiðir Sir Browne frá. Hann sigur, at hetta av sonnum var ein óhugnalig løta, og at teir eftir hetta loyniliga vórðu smuglaðir út úr Iran. Tá vit lendu í Heathrow í Onglandi, vóru hópin av pressufólkið savnaði, og eg og sonur mín endaðu á forsíðunum á fleiri av stóru bløðunum, greiðir enski ambassadørurin frá. Hetta var undir Margaret Thatch- er, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn iranski am- bassadørurin í Bretlandi varð vístur úr landinum. - Vit vórðu noydd at vísa, at vit ikki kundu samstarva undir slíkum umstøðum, greiðir riddarin frá. Hann leggur afturat, at teir fóru aftur til Iran í 1997, og tá var stemningurin nógv betri. Í dag er samstarvið millum londini batnaður, og fleiri enskar ambassadur eru nú í Iran. Sir Nicholas Browne sigur, at arbeiðið hansara er sera sjálvstøðugt í fjar- skotnu londunum, og at hann als ikki bert ger eftir boðum úr Downing Street nr. 10. - Mangan er als ikki tíð at ráðføra seg við stjórnina, serliga undir hernaðarkon- fliktum, og tí mugu vit handla her og nú og so síggja aftaná, um avgerðin varð røtt, greiðir Browne frá. ES kjakið harðnar Viðvíkjandi viðkomandi málum fyri føroyingar nevnir Sir Browne, at kreppan í alivinnuni nú skal viðgerast í ES parlament- inum, og at mest sannlíka úrslitið verður ein nýggj kvotuskipan. Sambært Browne roynir ES av øllum alvi at loysa umfatandi kreppuna í alivinnuni, sum Føroyar og fleiri onnur lond eru rakt av. Væntandi verður úrslitið eftir viðgerðina ein nýggj kvotuskipan. - Hóast tann heilt stóri peningurin ikki verður vunnin við hesi trygdar- skipan, kann hetta vera gott fyri føroyingar, heldur bretski ambassadørurin. Fyri stuttum vóru bretar í Føroyum og kannaðu før- oysku fiskidagaskipanina, sum bretska stjórnin um- hugsar at læra av og møgu- liga praktisera. Men Sir Browne metir ikki, at Ong- land bert kann isolera fiski- vinnuna frá øðrum vinnum í ES høpi. - Tað verður eitt størri stríð at ganga kvotuskip- anini í ES ímóti og innføra eina føroyska fiskidaga- skipan í Onglandi, og satt at siga vænti eg ikki, at hetta verður framt í bræði, nú vit eru so innarlaga í ES sam- starvinum, heldur Nicholas Browne. Viðvíkjandi føroyskari luttøku í ES í framtíðini heldur Sir Browne, at kjakið fer at harðna. Hann metir tað bert vera ein spurning um tíð, áðrenn Noreg fær limaskap, og so verður kjakið av álvara í fokus í Íslandi og Føroyum. - Malta er júst vorðin partur av ES limaskapi, og tað er ein smátjóð eins og tit, so fyrr ella seinni vænti eg, at føroyingar mugu taka eina støðu, sigur enski ambassadørurin. Opið grindakjak Sir Browne hevur m.a. havt fund við løgmann á síni føroyavitjan, og mælti hann Jóannesi Eidesgaard til at verið meiri opin mótvegis útheiminum viðvíkjandi umstrídda grindadrápi okk- ara. - Eg haldi als ikki, at tit skulu gevast at drepa grind, men eg segði við løgmann, at tit mugu vera meiri opin mótvegis umheiminum, so mótstøðufólk ikki halda, at tit fjala upplýsingar, sigur Browne. Trýstið veksur alsamt frá stjórnum og felagsskapum á føroyingar um at steðga grindadrápi, og tí er neyðugt at spæla við opnum kortum og upp- lýsa, hvat fer fram, heldur ambassadørurin at enda. Bretskur sendiharri vitjar: Steinaður og smuglaður úr Iran - Meðan vit vóru staddir innanfyri á ensku ambassaduni í Teheran í Iran, savnaðist ein stór og vreið mótmælisgonga við umleið 12.000 fólkum frammanfyri okkum, og við brennandi fløggum steinaðu tey bygningin, greiðir Sir Nicholas Browne frá, sum á heysti í fjør gjørdist enskur sendiharri í Danmark Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2