Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 88 - 11. mai 2004 Nr. 88 - 11. mai 2004 5 Andstøðan fingið sítt Formaðurin í fíggjar- nevndini, Anfinn Kallsberg, váttar, at andstøðuflokkarnir í fíggjarnevndini hava fingið ávís mál ígjøgnum fyri at taka undir við broytingar- uppskotinum. Hann vil kortini ikki siga, hvørji øki talan er um FÍGGJARNEVNDAR- VIÐGERÐ Páll Holm Johannesen, pall@sosialurin.fo Ein samd fíggjarnevnd kundi hósdagin boða frá, at fíggjarlógarviðgerðin í fíggjarnevndini er av. Fíggjarnevndin mælir til at skerja fíggjarlógaruppskot- ið hjá Bárða Nielsen við góðum 94 mio. krónum. Bæði samgongu- og and- støðulimir í fíggjarnevndini taka undir við tilmælinum. Anfinn Kallsberg er for- maður í fíggjarnevndini, og hann greiðir frá, andstøðu- flokkarnir hava sett síni fingramerki í tilmælið hjá fíggjarnevndini. -Andstøðulimirnar hava sæð, at tað er skilabetri av teimum at vera við í við- gerðini. Fyri tað hava teir fingið nøkur økið raðfest hægri, og úrslitið er, at tað er ein samd nevnd, sum er liðug at viðgera fíggjar- lógaruppskotið, sigur An- finn Kallsberg. Spurdur um hvørji økið, andstøðuflokkarnir hava ávirka, svarar formaðurin í fíggjarnevndini, at tað ynskir hann ikki at við- merkja. Landsstýrismenn innkallaðir Landsstýrið hevur dúgliga fundast um vikuskiftið. Sum skilst ilskast fleiri landsstýrismenn um til- mælið hjá fíggjarnevndini. Anfinn Kallsberg sigur, at fleiri landsstýrismenn hava givið til kennar, at teir ikki kunnu taka undir við tilmælunum hjá fíggjar- nevndini. Spurdur um landsstýris- menninir hava verið við í fíggjarlógarviðgerðini hjá fíggjarnevndini, svarar Anfinn Kallsberg, at allir landsstýrismenn hava verið innkallaðir á fund í fíggjar- nevndini, men fleiri teirra tóku ikki undir tilmælinum hjá nevndini. Fíggjarmálaráðharrin um tillagingar á fíggjarlógini: - Eykajáttan verður helst neyðug Fíggjarnevndin sparir í rakstri umleið 49 milliónir krónur á fíggjarlógini. Seks av hesum milliónunum skulu netto sparast í fíggjarmálaráðnum. Men Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, metir ikki, at meting- arnar av útreiðslun- um til rentustuðul koma at halda. - Tað er alt, ið bendir á at rentan fer at hækka seinna hálvár 2004, men tað er ikki pláss fyri aftaná Fíggjarnevndin hevur skert hesa játtanina við 4 milliónum, sigur Bárður Nielsen FÍGGJARLÓG Hans Kárason Mikkelsen, hans@sosialurin.fo - Vit mugu tillaga okkum tí, sum fíggjarnevndin kemur við. Men vit mugu minnast til, at starvsfólkatalið í fíggjarmálaráðnum er tað sama, sum tað var í 1996. So er spurningurin, um tað er rætt at spara í fíggjar- málaráðnum. Avleiðingin verður, at nakrar uppgávur, sum vit arbeiða við, koma at taka longri tíð. Og vit fáa ikki sett fólk ístaðin fyri eitt sum fer í summar. Men mín vón er, at vit í komandi ári fáa meir pening settan á, so at vit kunnu koma uppaftur á sama starvsfólkatal sum í 1996. Tað sigur Bárður Niel- sen, fíggjarmálaráðharri, sum ikki er samdur við fíggjarnevndini og hennara útspæli til fíggjarlóg. Før- oya Landsstýri hevði sunnudagin fund um tær 49 millióninar, sum fíggj- arnevndin sparir í rakstri. - Vit sótu á fundi sunnu- dagin, og gjøgnumgingu tær tillagingar, sum fíggjar- nevndin er komin við. Og har eru nøkur ting, sum tey ymsu ráðini illa kunnu liva við. Men nú fáa vit at síggja, hvussu árið fer at ganga, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráð- harri. - Útsagnirnar, sum er komnar úr fíggjarheimin- um seinastu vikuna, benda á, at rentan fer at hækka. Men tað hevur fíggjar- nevndin so ikki mett, og tað er teirra meting. Tað eru vit so ikki samdir í, men um hetta er tað, sum fíggjar- nevndin sigur, so er tað teirra meting. Og kunnu vit ikki liva við tí, so verður neyðugt við eykajáttan, sig- ur fíggjarmálaráðharrin. Nettosparingin í rentu- útreiðslunum er fýra milli- ónir krónur, og hetta er ein meting hjá fíggjarnevndini, sum er bygd á forsøgnir um rentuna. Men skuldi tað hent seg, at metingin hjá fíggjarnevndini er skeiv, og at rentan fer at hækka seinni í ár, so fara rentuút- reiðslurnar hjá fíggjarmála- ráðnum at hækka. Og hetta er ein lógarbundin játtan, og rentustuðulin skal gjald- ast av fíggjarmálaráðnum og teirra konto, sjálvt um játtanin er ov lítil. Tað merkir við øðrum orðum, at eitt undirskot er á veg, um rentan hækkar. - Vísir tað seg so, at rent- an fer at hækka í ár, sum alt bendir á og sum vit eisini meta við støði í útsagnum frá amerikanska tjóðbanka- num, har teir týsdagin søgdu, at rentan helst hækkar í juli-ársfjórðingi- num, so hækkar rentan utt- an iva eisini hjá okkum. Og tað meta vit ikki er ráð til, aftan á at fíggjarnevndin hevur skorið í útreiðslunum hjá fíggjarmálaráðnum. Tí- skil verður neyðugt við eini eykajáttan seinni í ár, sigur Bárður Nielsen, fíggjar- málaráðharri, um tillaging- arnar, sum ein samd fíggj- arnevnd hevur gjørt við An- finni Kallsberg sum for- manni. Vit sótu á fundi sunnudagin, og gjøgnumgingu tær tillagingar, sum fíggjarnevndin er komin við. Og har eru nøkur ting, sum tey ymsu ráðini illa kunnu liva við. Men nú fáa vit at síggja, hvussu árið fer at ganga. Tað sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, um tillagingarnar, sum ein samd fíggjarnevnd hevur gjørt við Anfinni Kallsberg sum formanni C M Y K 5 4 Skulu bora ein tunnil afturat í Norðoyggjum Tunlarnir á Borð- oynni eru ikki tíðar- hóskandi longur og tí er ætlanin at gera nýggjan tunnil bein- leiðis úr Klaksvík, heilt til Norðdepil TUNNILSGERÐ Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo Nú skal ein tunnil afturat borast í Borðoynni. Tað ætlar fíggjarnevndin hjá Løgtinginum. Ein samd fíggjarnevnd mælir tí til, at farið verður beinanvegin undir at gera forkanningar til ein tunnil Norð um Fjall á Borðoynni, sum tað eitur. Nú fíggjarnevndin hevur skrivað álit um fíggjarlóg- ina fyri í ár, skjýtur ein samd fíggjarnevnd upp at seta 500.000 krónur av til at gera forkanningar til ein tunnil Norð um Fjall á Borðoynni. Eftir ætlan skal hesin tunnilin ganga beinleiðis úr Klaksvík, heilt til Norð- depil. Ikki tíðarhóskandi Karsten Hansen, sum er limur í fíggjarnevndini, sig- ur, at tunlarnir, sum ganga úr Ánunum til Árnafjarðar og víðari úr Árnafirði til Norðtoftir eru ikki tíð- arhóskandi longur. – Teir eru einsporaðir og hartil ov lágir til bilarnar nú á døgum. Tað ger, at tað mangan er ruðulleiki í hes- um báðum tunlunum og at tað mangan tekur rættiliga langa tíð at komna igjønum teir. – Serliga góðar summar- dagar, tá ið nógvir bilar koyra, er tað ruðuleiki í tunlunum. Harafturat eru tað nógvir bussar og stórir lastbilar, sum als ikki kunnu koyra ígjøgnum teir, tí teir eru so lágir, at tað krevst serbygdir bilar, sum eru lækkaðir, fyri at ganga ígjøgnum tunnilin. – Sum er, koma stórir bussar als ikki til Norðoyar, tí teir steðga í Leirvík og lata síðani ferðafólki fara til Norðoyggjar. Karsten Hansen sigur, at hetta er til stóran ampa fyri vinnulív, ferðavinnu og fyri fólk annars. Hann vísur eisini á ætlan- in at gera tunnil undir Leir- víksfirði. – Skulu vit meta eftir Vágatunlinum, fer tunnilin undir Leirvíksfirði at føra rættiliga nógva ferðslu við sær. – Tá ið Vágatunnilin varð gjørdur, førdi tað til eitt rættiligt ferðslulop vestur í Vágar og tað er tað sama væntandi, tá ið Norðoya- tunnilin verður tikin í nýtslu um tvey ár, sigur hann. Harafturat eru Norð- oyggjar, og serstakliga Við- areiði, sera væl dámd ferðamál, so tá ið undir- sjóvartunnilin er komin, er væntandi, at rættiliga nógv ferðsla verður í Norðoyggj- ar. Ruðuleikin fullkomin – Tá ið Norðoyatunnilin er liðugur, fer tað yvirhøvur ikki at bera til at hava tun- larnar, sum nú eru,sigur Karsten Hansen. – Er ruðuleikin stórur viðhvørt longu nú, so verð- ur hann fullkomin, tá ið Norðoyatunnilin er komin, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at tí er Fíggj- arnevndin samd um, at tað er rætt at gera nýggjan tunnin, sum lýkur dagsins krøv, ímillum Klaksvík og Norðdepil. Tunnlarnir til Árnafjarðar og til Norðtoftir verða so, sum teir eru. Karsten Hansen sigur, at sostatt mælir ein samd fíggjarnevnd til, at gera for- kanningarnar nú til ein tunnil beinleiðis úr Klaks- vík til Nordepil, so at farast kann undir arbeiðið beinan- vegin. – Hesin tunnilin stóð eis- ini á langtíðar- útbygging- arætlanini hjá undanfarnu samgongu. Men nú vil fíggjarnevndin hava hetta arbeiðið framskundað, so at farast kann undir tunnilin sum skjótast. Forkanningarnar skulu vísa, hvar linjuføringin skal vera og, hvat ein slíkur tunnil fer at kosta, men so er eisini ætlanin at fara undir arbeiðið beinanvegin, sigur Karsten Hansen. Hetta verður ein rættiliga langur tunnil. Ein leyðslig máting vísur, at hann verð- ur ímillum tríggjar og fýra kilometrar langur. Kvinnur takka Jenisi av Rana Jenis av Rana hevur enn einaferð tikið spurningin um nektardans upp í Løgtingi- num og tað takkar Kvinnufelagasamskipan Føroya honum fyri NEKTARDANSUR Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo Kvinnufelagasamskipan Føroya takkar nú alment Jenisi av Rana, løgtingsmanni, fyri at hann enn eina- ferð hevur tikið spurningin um nektardans í Føroyum upp í Løgtinginum. Felagið hevði ársfund í Vági Dýrabiðidag og á tí fundinum varð einmælt smtykt at takka løgtings- manninum Í eini yvirlýsing frá fundinum, vísir Kvinnufelagasam- skipan Føroya á, at í hinum norðurlondum verður stríðst fyri at steðga skøkjulevnaði, handli við kvinnum og við at steðga pornografi eisini á alnetinum. Samsundis vísir felagið á at royndir úr Íslandi prógva at striptease endar í skøkjulevnaði. – Hetta er ikki góð fyrimynd hvørki fyri okkara ungu ella nakran annan, tvørtur ímóti halda vit tað verða sera niðrandi fyri kvinnur, sigur felagið Kvinnufelagasamskipan Føroya heitir tí á løgting og landsstýri um at skipa so fyri, at eingin ivi skal verða um at striptease er bannað í Føroyum. Tær brotnu linjurnar vísa tunlarnir í Borðoynni. Tann óbrotna linjan vísir áleið har, sum fíggjarnevndin vil hava tann nýggja tunnilin, beinleiðis úr Klaksvík heilt til Norðdepil