Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 88 - 11. mai 2004 Nr. 88 - 11. mai 2004 7 Sagt verður frá einum heldur buldraligum vikuskiftistúri við Norrønu á rund- ferðini til Danmarkar seinasta vikuskifti. Løgreglan var um- borð eftir einum ferðamanni, tá skipið koma aftur til Havnar RUNDFERÐ Edvard Joensen Tað var nógv fólk á viku- skiftisferð til Danmarkar við Norrønu seinasta viku- skifti. Fólk, sum vóru við, greiða frá, at tað gekk lívliga fyri seg umborð. Norrøna var ein so- nevndan ungdómstúr í Danmark um vikuskiftið. Umborð vóru umleið 1.200 fólk, og meginparturin av teim-um vóru ungdómar, sum høvdu tikið av einum tilboði um bíliga ferð aftur og fram úr Tórshavn til Hanstholm. Fólk, sum vóru við Norrøna, siga fyri Sosialin- um, at tað er ógvuliga sann- líkt, at tá alt er íroknað, verður ferðin ikki so øgi- liga bílig hjá nógvum kort- ini. Sagt verður frá, at rætti- liga trongligt var við barr- irnar umborð, og mett verð- ur, at umsetingurin umborð hetta vikuskiftið var fyri fleiri milliónir krónur. Fólk hjá Smyril Line, sum Sosialurin hevur tosað við, vátta, at nógv varð selt um- borð, men vilja ikki upp- lýsa nøkur neyv tøl. Víst verður til stjóran, Jóannes á Váli, sum tað ikki eydnað- ist at fáa orð á, áðrenn blaðið fór til prentingar. Jón Klein Olsen, vara- politiinspektørur, váttar fyri Sosialinum, at løg- reglan varð boðsend at koma umborð á Norrønu, tá skipið kom aftur til Havnar mánamorgunin. Talan var um eitt mál um harðskap, sum meldað varð til løgregluna. Løgreglu- menninir fóru avstað við einum 25 ára gomlum manni, sum hevði verið harðligur á ferðini, sigur Jón Klein Olsen. Maðurin var meldaður fyri at hava givið einum av manningina á Norrønu ein alboga í andlitið, tá hesin var komin eftir honum og vildi sissa hann. Ferðafólk, sum vóru við Norrønu, greiða frá, at eitt av ferðafólkunum var uttan borðs á túrinum. Talan var um eina unga gentu, sum datt av einum dekki í erva og endaði í einum bjarg- ingarbáti, sum hekk á ein- um lægri dekki á skipinum. Ætlanin var at fáa váttað ella avsannað hesi tíðindi frá leiðsluni á Smyril Line, men tað eydnaðist ikki. Heldur ikki eydnaðist at fáa viðmerkingar frá leiðsl- uni til frásagnir frá ferða- fóki um, at ymiskt herverk varð gjørt umborð á túrin- um. Eisini greiða keldur hjá Sosialinum frá, at eitt av ferðafókunum noyddist at fara í land í Danmark or- sakað av skaða, viðkom- andi fekk av harðskapi um- borð. Talan er ikki um áður- nevnda mann, sum fekk ein alboga í andlitið. Heldur ikki hetta hevur tað borið til at fingið váttað hjá Smyril Line. Orsakað av tilboðnum um bíliga ungdómsferð, vóru eisini meginparturin av ferðafólkunum ungdóm- ar. Nógv teirra yngri enn 18 ár, sum aldursmarkið ann- ars er fyri at keypa rús- drekka í Føroyum. Kortini var ein stóru part- ur av tí, selt varð umborð á Norrønu hendan inntøku- túrin, júst rúsdrekka, siga keldur okkara, sum vóru umborð. Ætlanin var at fáa eina viðmerking frá leiðsluni á Smyril Line til, hvussu tað ber til, at felagið selir rús- drekka til so ungt fók á eini slíkari ferð. Loyvt er ikki at selja so ungum fólki rúsdrekka í Føroyum, og eitt skip, sum siglir undir føroyskum flaggi er - sambært serfrøð- ingum - eisini føroyskt lógarumráði, og skuldi tí komið undir somu reglur, sum føroyskt landaøki. Eisini var ætlanin at spyrja Smyril Line, um tað ikki er sera óheppið at leggja ein slíkan túr til vikuskiftið fyri, at næming- ar í framhaldsdeildunum skulu til roynd. Royndirnar byrjaðu mánamorgunin. Men av givnum orsøkum fingu vit heldur ikki ta við- merkingina. Í hesum sambandi hevur Sosialurin spurt onkrar skúlar, um mannfall var á skúlunum mánamorgunin. Sagt verður yvirhøvur, at tað var tað ikki. Buldraligur túrur Ungdómsúrurin hjá Norrønu um vikuskiftið var heldur buldraligur hjá nógvum, siga keldur, sum vóru við skipinum hesa rundferðina. Tá Norrøna kom aftur á Havnina mánamorgunin, handtók løgreglan ein mann, sum var meldaður fyri harðskap á túrinum Í dag fara børn úr Sjónleikaraskúlanum í Havn á pall, har tey millum annað fara at hava eina heims- premiera SJÓNLEIKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er ikki gerandiskostur, at vit í Føroyum kunnu reypa av, at vit hava heims- premieru av einum út- lendskum sjónleiki, men í dag er hetta so veruleiki. Talan er um triðju akt av leikinum "Skipið Útsynn- ingur", sum finsksvenski rithøvundurin, Irmelin Sandman-Lilius, hevur skrivað. Okkurt um 30 børn á palli Tað eru børn úr Sjónleik- araskúlanum í Havn, sum fara at sýna fyrstu og triðju akt av leikinum á pallinum í Sjónleikarahúsinum í Havn. Talan er um børn í aldrinum 7 til 12 ár, sum hava gingið á sjónleik- araskúla í ávíkavist eitt og tvey ár. Talan er um íalt okkurt um 30 børn, sum fara á pallin. At Sjónleikaraskúlin hevur fingið fyrstarætt til "Skipið Útsynningur" kemst av, at lærarin í skúl- anum, Hedvig Westerlund- Kapnas á ferð saman við Rakel Helmsdal hitti Irme- lin Sandman-Lilius, sum gav teimum søguna og rætt- in til at nýta hana, sum teimum lysti. Tær báðar, Hedvig og Rakel, gjørdu av at týða tekstin, og síðani hava næmingar í Sjón- leikaraskúlanum arbeitt við at seta leikin upp. Áður eru fyrsta og onnur akt uppsett- ar í Sjónleikarahúsinum, men í ár er so fyrstu ferð, at triðja akt verður framførd á palli nakrastaðnis í heimin- um. Umframt at spæla teir ymsu leiklutirnar, hava børnini verið við til at gjørt pallmyndina og ymiskt annað, ið verður nýtt í upp- setanini av leikinum. Rithøvundurin á vitjan Til tess at seta sín heilt ser- liga dám á framførslurnar hjá børnunum í Sjónleik- araskúlanum, hevur tað eydnast at fingið rithøv- undan, Irmelin Sandman- Lilius, at koma til Føroya á vitjan og síggja uppsetan- ina av leikinum. Í leikinum síggja vit tvinni ævintýr við skipar- anum Largustus Pinn og skyldfólk hansara, ið bæði uppliva at verða álopin av sjórænarum og at frysta fast í ísinum í Botnisku Víkini. Tey fáa tó hjálp Valla Veðurhatti, kettuni Fransisku og sjálvari Hav- heksuni millum annað. Leikurin tekur ein slakan tíma við einum lítlum steðgi, og atgongumerkir á 50 krónur eru at fáa á Kunningarstovuni og við dyrnar. Spælt verður í kvøld og annaðkvøld kl. 18.00, og hósdagin verða tvær skúlasýningar á skránni. Seinni í hesum mánaðin- um fer ein bólkur frá Sjón- leikaraskúlanum at fram- føra klassikaran Petur Pann, og í næsta mánaða fer tannáringabólkurin at spæla leikin "Heim", sum Ljudmila Razumovskaja. Sjónleikaraskúlin er eitt samstarv millum Havnar Sjónleikarafelag og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Heimspremiera í Sjónleikarahúsinum Imerlin Sandman-Lilius er komin á vitjan, nú børn úr Sjónleikaraskúlanum í Havn hava heimspremieru av leiki hennara »Skipið Útsynningur« mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6 - Lógarbundnu út- reiðslurnar, sum beinleiðis hava við fiskimenninar at gera, verða ikki skerdar sambært álitinum hjá fíggjarnevndini. Hinvegin verður gransking, menning og royndir rakt av ætlaðu skerjingunum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður SKERJINGAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnumálum, hevur í løtuni ikki hug at gera so nógvar viðmerking- ar til ætlaðu skerjingarnar á fiskivinnuøkinum, sum fíggjarnevndin leggur upp til í sínum áliti. - Álitið verður nú lagt fyri løgtingið, og tað verður tingið sum ger av, hvat endaliga úrslitið verður. Um hesi tølini verða tey endaligu – ella, um løgting- ið fremur onkrar broyting- ar, verður ikki greitt, fyrr enn álitið er endaliga við- gjørt, og fíggjarlógin er samtykt, sigur Bjørn. Hann vísir á, at sambært álitinum verða lógar- bundnu útreiðslurnar, sum beinleiðis hava við fiski- menninar at gera, ikki skerdar. - Ætlaðu skerjingarnar raka ikki inntøkutrygdina hjá fiski- og útróðrarmonn- um. Bjørn sigur, at minstaløn, dagstudningur, mánaðar- ligur minstaforvinningur og sjúkratrygd verða ikki skerd. Telefonstuðulin verður tó avtikin, 1. januar 2005. Royndir og gransking Landsstýrismaðurin vísir á, at sambært álitinum verður minni peningur til gransk- ing, fiskivinnuroyndir og menning av vinnuni á landi. Hann sigur, at ymiskar granskingarkonto’ir eru skornar og har ímillum granskingarætlanin, sum er í trimum pørtum við einum granskingarleiðara. Undir hesi skipan saman við Fiskirannsóknarstovuni liggur nú eisini kontoin, sum eitur fiskivinnuroynd- ir. Fíggjarnevndin skjýtir upp at skerja gransking- arætlanina við 800.000 krónum, fiskivinnuroyndir við 1,5 miljónum krónum og fiskivinnumenning á landi við 1 miljónum krón- um. - Tað er greitt, at tá ið hesar játtaninar verða skornar, verður minni aktivitetur á økinum, sigur landsstýrismaðurin. Bjørn heldur, at neyðugt verður sum heild at sam- skipa gransking, menning og alternativar royndir meira, soleiðis at umsiting- in verður minni, og lutfals- liga meira fæst fyri pening- in. Flutningsstuðul Landsstýrismaðurin vísir á, at sambært samgonguskjal- inum, ætlaði landsstýrið at útjavna flutningsstuðulin til fisk, soleiðis at útjaðarin ikki verður verri fyri enn aðrir partar av landinum. - Ætlanin var at lætta um hjá teimum, sum noyðast at flyta fiskin longri enn aðrir, eitt nú hjá virkjunum í Suð- uroy. Málið var at javnseta virkini í so máta og í størri mun enn higartil. Hann vísir á, at nú skotið verður upp at lækka játt- anina til flutningsstuðul við hálvari miljón, er ivasamt, um samgongan fer at røkka sínum máli við hesum. - Líkt er tó til, at aktivi- teturin við fiskaflutningi ikki er so ógvuliga stórur í løtuni, og tí fer peningurin kanska at røkka longur enn annars, sigur Bjørn Kalsø. Landsstýrismaðurin leggur dent á, at tað verður løgtingið sum ger av, um og hvørjar skerjingar verða á fiskivinnuøkinum. Chili og Kina fara nú at tosa um frí- handilsavtalu. Mett verður, at Kina kann gerast eitt rættiligt eldorado hjá feløgum sum vilja selja fiskavør- ur og aðrar vørur úr havinum til landið MARKNAÐUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kinverska stjórnin leggur nú upp til samráðingar við Chili um eina frí- handilsavtalu millum londini. Kina er stórur keypari av fiskamjøli úr Chili, sum er heimsins næst- størsta framleiðaraland av mjøli. Á fyrsta plássi liggur Peru. IntraFish skrivar, at Kina kann gerast ein stórur keypari av laksi, tí í pørtum av hesum stóra og fólkaríka landi er laksur høgt í metum. Mett verður, at so- nevndi miðal-klassin í Kina telir 60 miljónir fólk. Fer framgongdin í landinum, sum liggur um 8%, at standa við, verða hesar 60 miljónirnar, 175 miljónir menniskju um eini 5 ár. Tí verður mett, at Kina kann gerast eitt rættiligt eldorado hjá teimum, sum vilja selja fiskavørur til landið. Skerjingarnar raka ikki fiskimenn Kina kann gerast eitt eldorado Miðal-klassin í Kina veksur, so hvørt sum framburðurin í landinum heldur fram at veksa - Tað er greitt, at tá ið játtaninar til gransking, fiskivinnuroyndir og fiskivinnumenning á landi verða skornar, verður minni aktivitetur á økinum. Neyðugt verður helst at samskipa gransking, menning og alternativar royndir meira, soleiðis at umsitingin verður minni, og lutfalsliga meira fæst fyri peningin, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Her situr Ásmund Guðjónsson, sum vegna Fiskimálaráðið var granskingarsamskipari, tá ið Granskingarætlanin varð sjósett við trimum granskingarleiðarum fyri ikki so nógvum mánaðum síðan. Nú bendir alt á, at ætlanin longu verður skerd Mynd: Vilmund Jacobsen www.sosialurin.fo