týsdagur 11. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 88 - 11. mai 2004
Nr. 88 - 11. mai 2004
9
Sum væntað hækkaði
amerikanski
tjóðbankin
(FED) ikki teirra rentu týs-
dagin. FED megnaði eisini
at orða peningapolitisku
støðu teirra soleiðis, at
marknaðirnir at kalla ikki
ávirkaðust av hesum. Við-
víkjandi rentupolitikkinum,
ætlar FED at ganga hóvliga
fram og í samsvari við
komandi búskargongdina.
Umenn ein rentuhækking
er væntu, verður hendan
ikki brádlig ella ógvuslig.
Hóast hóvligu framferð-
ina hjá FED endaði vikan
við ógvusliga hækkandi
lánsbrævarentum og lækk-
andi partabrøvum. Orsøkin
var mánaðarliga arbeiðs-
marknaðarfrágreðingin,
sum aftur hesuferð gjørdist
framúr positiv. Væntað
varð, at 170.000 arbeiðs-
pláss vóru sett á stovn í
apríl men talið gjørdist heili
288.000. Samstundis varð
mars talið dagført við ein-
ari hækking.
Staðfestast kann nú, at
nýggjar tíðir eru í ameri-
kanska búskapinum og
FED hevur nú nógmikið av
próvtilfari til at hækka rent-
una. Um næsta arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingin, ið
verður kunngjørd 4. juni,
og onnur lyklatøl sum heild
eisini verða positiv, kann
roknast við, at FED hækkar
amerikonsku rentuna tann
30. juni við 0,25%-stigum í
1,25%.
Evropiski
miðbankin
hevði eisini rentufund í
farnu viku. Heldur ikki teir
broyttu rentustigið. Hóast
búskaparlig framgongd er í
Evropa er ferðin enn lítil.
Tí væntar Kaupthing fram-
vegis ikki, at ein evropisk
ella ein donsk rentuhækk-
ing verður at síggja fyrr
enn seint í ár.
Roknskapirnir, ið vóru
kunngjørdir í farnu viku
vóru sum heild bjartir. Eis-
ini
roknskapurin
hjá
Danske Bank var bjartur og
betri enn væntað, men av tí
at bankin væntar at 2004
“einans” verður eitt vet bet-
ur enn 2003, lækkaði parta-
brævið 2,5% kunngerðar-
dagin.
Gongdin í seinastu viku
fer at seta dám á hesa vik-
una. Ein mótrørðsla kann
væntast, serliga á parta-
brævaøkinum. Tá rentu-
hækkingin gerst mera vís,
kunnu partabrøv hækka aft-
ur, tí søgan vísir, at tað er
ikki rentuhækkingin sjálv,
men óttin fyri komandi
rentuhækkingum, ið leggur
marknaðirnar undir trýst.
Hesa vikuna kunngerða
m.a Cisco, Dell, GN og
Lundbeck roknskap.
Stórt sannlíkindi fyri rentuhækking í USA í juni
Vika 19, 2004
www.kaupthing.fo
Høgni Lisberg fær
góð ummæli uttanfyri
landoddarnar fyri
fløgu sína. Nú hava
íslendingar hoyrt
fløguna og ummælari
hevur føgur orð at
bera útgávuni. Eisini
aðrir føroyskir tón-
leikarar klára seg væl
í Íslandi, t.d. Eivør
Pálsdóttir
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Íslendingar vilja hoyra før-
oyskar tónleikarar syngja á
føroyskum. Teimum dámar
málið og tað verður hildið
at ljóða væl og er kanska
eisini í summum førum
"cool". Hetta sæst t.d. á, at
fyritøkur lýsa á føroyskum,
til dømis Domino’s Pizza.
Tó sleppa Týr og Clickhaze
væl frá at syngja á enskum
í Íslandi. Men hesir hava
eisini løg á føroyskum, sum
rættiliga hava sett ferð á
føroysku bylgjuna í Íslandi.
Høgni Lisberg, trummu-
leikari í Clickhaze, gav fyri
nøkrum mánaðum síðani út
fløgu, har hann roynir seg á
egnum beinum. Fleiri út-
lendskir ummælarar hava
føgur orð at bera útgávuni,
men tað venda vit aftur til í
seinni grein, - fyrst vita vit
hvat íslendingar halda:
Fløgan hevur enskan
tekst, men hon er nú ávegis
á íslendska marknaðin. Í
farnu viku varð fløgan um-
mæld í Fréttablaðnum, og
ummælarin, Smári Jósep-
sson, er hugtikin.
Góð
Hann metir hesa fyrstu solo
royndina hjá Høgna Lis-
berg vera góða og byrjar
annars við at staðfesta, at
føroyskur tónleikur er væl
dámdur í Íslandi, har Click-
haze, Eivør, Týr og onnur
hava gingið á odda.
Most Beautiful Things
fær føgur orð frá ummæl-
aranum, har hann rósar
Høgna sum bæði tónasmiði
og tónleikara. Og eisini
tekstirnir eru góðir, verður
sagt.
Men eisini hesin ummæl-
arin telist millum teirra,
sum heldur vil hoyra føroy-
ingar syngja á føroyskum,
heldur enn á enskum. Um-
mælarin
heldur
annars
nógv av fløguni og hon
gerst betri og betri, metir
hann, og hann metir hana
vera góða at leggja á fløgu-
spælaran eftir ein strævnan
arbeiðsdag.
Bestu løgini eru sambært
ummælaranum When you
get home og Fairy of Mine.
Ein vøkur og ærlig fyrstaút-
gáva frá Høgna Lisberg,
metir ummælarin. Farast
kann inn á Fréttablaðið um-
vegis
heimasíðuna
www.visir.is
Eivør og onnur
Heimmildarmaður okkara í
Íslandi, Jens Guð, er m.a.
útvarpsvertur og annan-
hvønn leygardag er hann at
hoyra á Radio Reykjavík
(www.radioreykjavik.is) .
Hóast lagt er upp til í send-
ingini, at gamlir rock klass-
ikarar eru at hoyra, so letur
Jens Guð altíð nakrar før-
oyskar tónar sleppa framat,
og har eru t.d. Høgni Lis-
berg og Eivør og mong
onnur.
Jens sigur annars úr
Íslandi, at til konsertina hjá
Eivør síðsta fríggjadag við
Graduelakórinn var so mik-
ið av fólkið komið saman,
at rúm var ikki fyri øllum.
Eivør er eisini høvuðsnavn
á Listahátíð Reykjavíkar.
Nógv verður gjørt burturúr
lýsingum og hjálpir hetta
eisini uppá fløgusøluna hjá
Eivør. Fløgan Krákan fór
síðstu viku frá einum 32.
plássi til eitt 16 pláss á
yvirlitinum yvir mest seldu
fløgurnar í Íslandi og er
fløgan nú seld í 9000 ein-
tøkum. Á 15 plássi er Bjørk
og fløgan Gling Glo, sum
er seld í 20.000 eintøkum
síðani 1990.
Jens metir, at Krákan
verður seld í 10.000 eintøk-
um, innan árið er runnið, og
fløgan er nú eisini við á
listunum yvir seldar fløgur
í Danmark og Svøríki.
Høgni Lisberg fær góð ummæli
Í løtuni samráðast
Smyril Line og The
Shetland Develop-
ment Trust um, at
hetlendski menning-
argrunnurin skal seta
meiri pening i før-
oyska felagið
ÍLØGUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á aðalfundinum hjá Smyril
Line hósdagin í farnu viku
kom fram, at føroyska fe-
lagið fer at royna at styrkja
kapitalgrundarlagið
hjá
felagnum. Tá varð sagt, at
nevndin í Smyril Line enn
ikki hevði gjørt nakað við
hetta mál, men skjótt er
borið at, tí nú er komið
fram, at samráðingar eru
millum føroyska felagið og
hetlendska
menningar-
grunnin, ið frammanundan
eigur 50 milliónir krónur í
Smyril Line.
Smyril Line stórt álit
millum hetlendingar
Hetlendska blaðið Shetland
News skrivar, at samráð-
ingar eru millum partarnar,
og stjórin í hetlendska
menningargrunninum, Neil
Grant, váttar fyri blaðnum,
at so er. Hann vil tó ikki
gera aðrar viðmerkingar til
tíðindini.
Á tíðindafundinum hjá
Smyril Line beint eftir
aðalfundin hósdagin segði
Morgan Goodlad, ið er het-
lendska umboðið í nevndini
hjá Smyril Line, at het-
lendingar hava sera stórt
álit á Smyril Line, og hann
ivaðist tí ikki í, at teir vóru
sinnaðir at gera enn ein
íløgu í føroyska felagið.
Hann segði, at eftir at
nýggja Norrøna var farin í
sigling, vóru nógv fleiri
ferðafólk at síggja í Het-
landi, og skipið hevur havt
eina sera positiva ávirkan á
hetlendska samfelagið. Tí-
skil er Morgan Goodlad
ikki í iva um, at um pening-
ur er til tað, so vilja
hetlendingar setta meiri
pening í Smyril Line.
Fyrsta árið hjá Smyril
Line við nýggju
Norrønu í flotanum
gjørdist sera vánaligt.
Ársroknskapurin, ið
var lagdur fram á
aðalfundinum hós-
dagin, vísti eitt hall
upp á slakar 35
milliónir krónur
VINNULÍV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað sær einki serligt út
fíggjarliga hjá Smyril Line.
Rakstrarúrslitið í fjør var
eitt hal upp á 34,9 milliónir
krónur mótvegis einum
yvirskoti upp á góðar 11
milliónir í 2002. Úrslitið
var munandi verri, enn hvat
leiðslan í Smyril Line hevði
roknað við, og havandi í
huga stóru lánsgjøldini, ið
fella til gjaldingar í ár, er
eyðsæð, at okkurt skal ger-
ast sum skjótast.
140 milliónir falla til
gjaldingar í ár
At talan er um eina trupla
uppgávu, ið stendur fyri
framman hjá leiðsluni í
Smyril Line, er lítið av ivast
í, tí sambært roknskapinum
hjá felagnum falla ikki
færri enn 140 milliónir
krónur til gjaldingar í ár. Av
hesum eru góðar 86 milli-
ónir veðlán og veðskuld,
meðan restin millum annað
peningur, ið kreditorar eiga
til góðar hjá Smyril Line
fyri ymsar vørur og tæn-
astur.
Klæmint Weihe, nevndar-
formaður í Smyril Line,
segði á tíðindafundinum
eftir aðalfundin hósdagin,
at úrslitið als ikki var nøkt-
andi, tí teir høvdu væntað
eitt avlop, men at teir fram-
vegis hava góðar vónir.
Hann ásannaði tó, at neyð-
ugt er endurskoða allar
fíggjarútreiðslurnar hjá fe-
lagnum til tess at lætta um
útreiðslusíðuna. Til dømis
kann hugsasat, at stóru
veðhaldslánini í nýggju
Norrønu fáa longri livitíð,
so at árliga afturgjalds-
byrðan lækkar.
Kapitalgrundarlagið
styrkjast
Til tess at styrkja Smyril
Line í hesum fíggjarligu
truplu tíðum, hevur nevnd-
in í felagnum gjørt av, at
kapitalgrundarlagið
skal
styrkjast, um tað gerst
neyðugt. Klæmint Weihe
sigur, at nevndin hevur ta
fatan, at stóru íleggjararnir
í
felagnum
framvegis
stuðla verkætlanini, og
tískil hava teir góðar vónir
um, at tað fer at bera til at
fáa nýggjar íløgur frá hes-
um, um tørvur verður á tí.
Sum tað sær út í løtuni,
verða eingir trupulleikar
við gjaldførinum hjá Smyr-
il Line í summar, men tá ið
heystið kemur, er støðan
ein onnur, og tí er spurn-
ingurin, hvat gera vit tá,
sigur Klæmint Weihe. Tá er
tað, at fíggjarligu byrðarnar
av álvara fara at merkjast,
sigur nevndarformaðurin í
Smyril Line.
Virksemi umskipast
Sum ein lið í menningini av
Smyril Line og tilboðunum
hjá felagnum, er ein nýggj
ferðaætlan ávegis, sum
verður býtt í trý. Millum
annað fer Norrøna ikki at
sigla upp á Bergen í vetrar-
siglingini komandi ár, tí tað
er neyvan nakað serligt av
fólki á rutuni millum
Bergen og Hanstholm á
vetri, og tískil kann felagið
spara nakað av útreiðslum
til havnagjøld, olju og
manning við at niðurleggja
hesa farleið í vetrarsigl-
ingini.
Ístaðin ætlar felagið at
gera meiri við íslendska
marknaðin, og serliga verð-
ur farið eftir íslendsku út-
flytarunum. Ein av nevnd-
arlimunum í Smyril Line,
Jónas Hallgrímsson, segði
á tíðindafundinum, at stór-
ur áhugi var millum ís-
lendskar útflytarar at flyta
feskan fisk av landinum við
Norrønu, tí so var fiskurin
hjá keyparunum á europe-
isku meginlandinum mána-
morgunin.
Jónas
Hall-
grímsson, ið hevur sitið í
nevndini í Smyril Line í
mong ár, sigur, at væntandi
er eisini áhugi millum
íslendingar at seta meiri
pening í felagið. Hetta skal
vónandi viga upp ímóti
minkandi føroysku útflutn-
inginum.
35 milliónir í halli
Smyril Line í samráð-
ingum við hetlendingar
Morgan Goodlad : Morgan Goodlad er hetlendskur
nevndarlimur í Smyril Line, og hann hevur óivað ein fingur
við í spælinum, nú Smyril Line og hetlendski
menningargrunnurin samráðast um nýggja íløgu í føroyska
felagið
mynd: Jens Kr. Vang
Klæmint Weihe, óli og Jóannes: Teir tríggir Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line, Óli Hammer og Jóannes á Váli,
stjórar í felagnum hava nógv at hugsa um, nú felagið er í fíggjarligum vandasjógvi
mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8