Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 88 - 11. mai 2004 Nr. 88 - 11. mai 2004 11 Grundlógarnevndin hevur nú handað løgmanni eitt arbeiðsuppskot til eina nýggja stjórnarskipan. Uppskotið er væl úr hondum greitt, og má sigast at verða áhuga- verdur lesnaður. Tað er umráðandi, at hetta álit verður væl og virðiliga viðgjørt. Ein slík stjórnarskipanarlóg má hava breiðast møguligu undirtøkuna, og má verða orðað soleiðis, at hon ikki missir aktualitetin. Okkara stóri granni fyri sunnan, Stóra Bretland, hevur onga skrivaða gundlóg. Danmark hevur eina rættiliga generella grundlóg, meðan eitt nú USA hevur eina rætti- liga ítøkiligt orðaða grundlóg við uppískoytum. Vandin við at fylla grundlógir við ítøkiligum málum er, at tíðin skjótt kann fara frá einum slíkum skjali. Eitt nú er rætturin at bera vápn grundlógartryggjaður í USA enn, hóast tann søguliga orsøkin til hetta, fyriuttan bjarnir og kanska ræðsla fyri indianarum, var at man skuldi kunna mobilisera eina borgaramilits við stuttum skoðbráði, skuldu bretar roynt innrás. Hetta var helst neyðugt í 1776, men í dag kann man hava illgruna um eina ótíðarhóskandi áseting. Hinvegin kunnu grundlógir eisini gerast ov generellar. EU grundlógin, ið er væntandi, er eftir hvat sigst eitt dømi um hetta. Fyri at fáa so nógv ymisk lond at taka undir við hesum skjali, so hevur, til stóra irritatión millum embætis- fólk í Bruxelles, verið neyðugt at tynt út í ásetingunum, og so er spurningurin, um virðið verður nógv meira enn sym- bolskt. Ikki tí, at tað symbolska virðið í einum slíkum skjali hevur sanniliga eisini týdning. Um hugt verður eftir fyrra flaggdagsálitinum, so vil onkur meina, at ein stórur partur av innihaldinum eru sjálv- fylgiligheitir. Tað er júst tað, ið má verða endamálið. Endamálið má verða at hava ásetingar, ið skulu verða sjálvfylgiligar og fyrikoma væl skiljandi og náttúrligar fyri alt føroya fólk. Onkur hevur kritiserað, at okkurt er tikið úr Seyðabræv- inum. Ilt er at síggja, at bert tað at ein orðing er gomul, skal verða eitt kritikkpunkt í sær sjálvum. Ein stjórnar- skipanarlog tekur ongan skaða av einum hátíðarligum orðalagi, um hetta ikki tekur nakað frá, hvussu væl skilligt skjalið er. Tað er í tí sambandi ikki so týdingarmikið, hvat ónevndir juristar úti í býnum halda, men heldur hvat vanligi føroyingurin heldur. Ein slík stjórnarskipanarlóg má kunna skiljast og hava breiða undirtøku millum fólk. Breið undirtøka fæst bert, um flokkar halda seg for góðar til at royna at trýsta egin fingramerki ígjøgnum eitt slíkt uppskot. Fyribils hava vit eitt væl skilligt arbeiðsuppkot, ið nógvir lógarsmiðir kunna spegla sær í, tá tað kemur til orðaval. Vit føroyingar eru ikki forvandir við eintýðugum og væl skrivaðum lógarteksti, sum nógv mál í seinastuni bera vitni um. Breitt kjak og ikki minst breið inspiratión er mátin at koma á mál við slíkum. Uttan at taka nakað frá einari frálíkari institutión sum Universitetið í Keyp- mannahavn, so er týdningarmikið, at íblásturin til eina stjórnarskipanarlóg eisini kemur úttanfyri múrarnar á hesum stað. Ein stjórnarskipanarlóg ella ein grundlóg er eitt alt ov álvarsligt mál til at yvirlata til ein einstakan fakbólk, eitt nú bara juristar, at kjakast um, og er eisini eitt alt ov álvarlsligt mál til bert at hava eitt land sum fyri- dømi. DAGSINS MEINING Sosialurin Fyrra flaggdagsálitið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Oddfríður Marni Rasmussen Felags játtanir eru ikki felags Fregnir við Carl Johan Jen- sen, sum pennaførara, hava tvær tær seinastu vikurnar sett ljóskastaran á mein- ingarnar hjá politisku fram- søgumonnunum fyri ment- an og list. Við støði í hesum báðum viðtalum, onnur við framsøgumann tjóðveldis- floksins Torbjørn Jacobsen, og hin við javnaðarmannin og formannin í Mentanar- nevnd Føroya Løgtings, Andreas Petersen. Torbjørn Jacobsen hevur roynt at fingist við ráðið, sum verður nevnt Menta- málaráðið, har skúli og mentan í breiðastu merking verður umsitið. Og, sigur Torbjørn Jacobsen, hann royndi í teir krákumánaðar- nar, hann sat sum menta- málaráðharri, at fáa játtan- ina til skúla og mentan í breiðastu merking at hækka so, at hvørki skúli ella mentan í breiðastu merking ikki skuldi missa nakað. Nú hava lærararnir fingið eina vælunta lønarhækking á uml 9 % og hetta er tað sama, sum hinir lønarbólk- arnir í samfelagnum hava fingið, men samlaða játt- anin til skúla og mentan í breiðastu merking fylgir ikki við. Tað vil siga, at tær hækkanir, sum vórðu stungnar út í kortið av farnu samgongu, hava nú broytt kós, nú nýtt fólk er sett á brúnna at stýra. Tær hækkingar á listaøkinum, sum standa í mentanar- álitinum, tær vilja landsins kosnu menn ikki fylgja. So kann ein hugsa um hví. Í nýggja fíggjarlógarupp- skotinum skal sparast alla- staðni uttan á játtanini til Teistan. Hann fær eina millión meira, tí í valstríð- num, varð lagt fram av politisku valevnunum úr Sandoynni, at hesi 1800 tandrini mugu sleppa til høvuðstaðin um kvøldarnar at hyggja eftir list og øðrum mentanaligum tiltøkum, sum høvuðstaðurin hevur at bjóða. Men henda milliónin verður skarvað av mentan- ini, so hvat er at hyggja at hjá sandoyggjafólki. At standa í stað er betri enn at arbeiða eftir reyv Játtanin til musikkskúlan minkar eisini eftir fíggjar- lógaruppskotinum. Hon minkar so nógv, at helst mugu fólk sparast burtur - fólk, sum læra ungdómin at spæla uppá ymisk tól, og sum hevur verið við til at uppdrigið ein professio- nellan lurtaraskara í nógv ár. Nærum øll gransking á Fróðskaparsetrinum verður steðgað, tí at teir missa 10 % av samlaðu játtanini. Í samgonguskjalinum, sum bert er eitt eiti hjá Eidis- gaard og hansara monnum, verður granskingin raðfest høgt. Men hesir menn munnu halda, at tað onki bilar, um føroyingar ikki kunnu metast við onnur lond, tá ið talan er um gransking, ella, tá ið talan er um at útbúgva sítt egna fólk. Tað er kanska betri, at tey fara aðrastaðnis at nema sær kunnleika og, at onnur granska fyri okkum. Eitt mál, sum LISA hev- ur stríðst fyri og sum nú er horvið, er upphavsrættindi hjá øllum, sum fáast við at skapa eitthvørt listarligt. Tey í Mentamálaráðnum vita neyvan hvørjum borði málið liggur á, ella um tað er stungið niður í onkra skuffu. Skuffandi er, at onki verður gjørt fyri at tryggja upphavsrættarhav- arum pengar, sum fara aðrastaðnis, og aðrastaðnis er til Danmarkar. Tað er eyðsæð at yvirtøkur av málsøkjum ikki eru rað- festar ovalaga hjá sam- gonguni, men upphavs- rættindi er ein eyka inntøka hjá listafólkum og ein verja móti, at alt, sum er vart av lógini ikki verður misbrúkt. Eitt annað mál, sum LISA hevur bart fyri, eru tey sosialu rættindini hjá listafólkum. Har eru vit bókstaviliga talt á grulvu- garðsstøði. At hugsa sær til, at ein flakakvinna skar seg illa og hon noyddist á al- mannastovuna fyri at fáa pengar, tað hevði ikki komið fyri. Men um eitt listafólk kemur til skaða, er onki trygdarnet at lenda á. Tey hava somu rættindi sum tey, ið ikki kunnu hjálpast av samfelagnum - tey sjónligu, sum vit skammast av. Og flokkurin í landsstýrinum, sum eigur løggman skal eitast at ar- beiða við sosialum viður- skiftum, men teir hava eisini í hesum málinum gloymt hvaðani teir koma frá. Javnin er loystur frá javnaðarflokkinum. Sterki maðurin Hvør situr so og hálar í træðrirnar á hvørjum? Jú, nú er Anfinn Kallsberg aftur tann sterki maðurin í føroyskum politikki. Tað vísir seg, at Anfinn og hansara menn í fíggjar- nevndini, hava verið inni á hvørjari konti og sagt, hvar skal sparast og hvar ikki skal sparast. Hví skulu vit hava landsstýrismenn, tá ið Anfinn og hansara hond- langarar geva landsstýris- monnunum ordrar um, hvussu, hvør og hvar skal sparast? Tað er løgið, sum Anfinn fær skora seg fram- at allastaðnis. Samgonguskjalið og stevnuskráir Eg havi aldri fyrr sæð eitt samgonguskjal, sum hevur verið so lítið eftirfarandi sum hetta, ið samgongan hevur skrivað undir. Men tá ið talan er um mentan, var nú ikki annað væntandi. Samgonguflokkarnir hava fyri langari tíð síðani gloymt hvaðani teir eru komnir, at teir einaferð hava hildið seg til stevnu- skrá floksins, sum skal eitast at stuðla og birta upp undir eitt mennandi ment- anarlív. Mentanarálitið Á síðu 17 í mentanarálitin- um er ein mynd, sum vísir hvussu politikarar eiga at tulka mentanarhugtøk og almennar mentanarupp- gávur. Ovast er stuðul til listarligt arbeiði og skapan av list. Síðani kemur lóg- gávan fyri allmennan og privatan fjølmiðlapolitikk. Og næstniðast í pyramid- uni, er samtíðarperspek- tivið, sum er stuðul at menna virksemi í ment- anarliga fólkaræðinum, lokalmentan, áhugafeløg, ítrótt, frítíðarvirksemi o.s.fr.. Eisini er her eitt søguligt perspektiv og tað er siðsøguligt virksemi, varðveiting av mentanarar- vinum, kunning um ment- anararv. Niðast er ment- anarpolitikkur við atliti at útbúgving, nýggjari tøkni, vælferð, politiskum fólka- ræði o.s.fr. Harafturat skal sigast, at ein av megin- reglunum er reglan um armslongd. Henda reglan inniber, at "tað almenna skal stuðla uttan at stýra", sum danski mentamála- ráðharrin Julius Bomholdt orðaði seg. Tað, sum løg- tingsins Fíggjarnevnd við Anfinni Kallsberg á odda ger, er ikki bert brot á regl- una um armslongd, men eisini á áðurnevndu pyra- Visiónsleysir politikkarar Framhald á næstu síðu midu, sum sigur hvussu politikkarar áttu at tulka mentanarhugtøk og al- mennar mentanaruppgávur. Anfinn og hansara harkalið skilja neyvan regluna um armslongd, við sínum stuttu ørmum. Mentanarnevnd Føroya Løgtings Onnur viðtalan í Fregnum, hon við Andreasi Petersen, er undir alt lágmark. Yvir- skriftin er soljóðandi: Yrkislist er ein lívsstílur. Sovorði møsn! Yrkislist er at liva av at vera listafólk. Tað er ikki ein betri lívs- stílur enn at liva av at vera politikari. At formaðurin í Mentanarnevnd Føroya Løgtings beinleiðis arbeiðir ímóti at fáa mentan og list at trívast, átti at fingið summar tingmenn at reist seg upp úr dýru og bleytu stólunum í tinginum. Men sjálvandi. At siga onki, kostar onki. Eg prátaði herfyri við ein fyrrverandi landsstýris- mann, og hann lýsti nútíðar politikarar soleiðis: Teir verða noyddir at velja tvinnar kostir, seta seg niður at hugsa um teir, og velja hvørgan. Við øðrum orðum eru hesir menn po- litiskir visiónsloysingar, og hetta visiónsloysi forðar øllum øðrum fólkum, sum hava eina visión at arbeiða. Teir høvdu ikki skilt álv- aran í málinum, um teir so tóku málarakustin frá lista- málaranum og bóðu hann so mála. Andreas Petersen er ein stór umbering fyri, at hann er settur at vera formaður í Mentanarnevnd Føroya Løgting, tí hví skal ikki eis- ini sparast at mentanar- økinum eins og aðrastaðni, sigur hann ferð eftir ferð í viðtaluni í Fregnum. Tað kann eg svara honum. Mentan og list eru lunnar- nir undir fólkaræði, eisini politiskum fólkaræði, og soleiðis sum landsstýris- menn og stórur partur av Løgtinginum hugsar og tosar, so munnu hesir ikki vilja hava nakað sum helst við fólkaræði at gera og enn minni politiskt fólka- ræði. Søguna hava teir gloymt, bæði flokssøgu sína, siðsøgu og felags virði. Tað vísir seg, at polit- ikarar nú á døgum hava nóg mikið við at umbera seg, tí, at teir ikki megna at halda sína egnu stevnuskrá og enn minni samgonguskjal- ið, sum varð undirskrivað fyri stuttum. Ein skuldi trúð, at formaðurin í Ment- anarnevnd Føroya Løg- tings, arbeiddi fyri, at list og mentan í breiðastu merking høvdu sovorði góð kor at mennast undir, at vit enntá kundu reypa av hes- um uttanlands, eins og menn gera við fiskidaga- skipanina, men so er ikki. Eitt virus, kallað visións- loysi hevur sett seg í møn- una á stóra partinum av landsins politikarum og forðar boðum at finna vegin fram til heilan. Felags mentanarlína Teir fáu politikararnir, sum ikki eru befongdir av visiónsloysisvirusinum, vælsignaðir royni at fáa partapolitiskt agg og lokal- patriotismu burtur. Royni at evna eina langtíðarætlan fyri mentan í Føroyum, sum er bindandi fyri allar flokkar, og minnist til at spyrja tey um ráð, sum fáast við list og mentan. Mentan er fyri øll, eins og øll eiga fiskin, so tað burdi ikki verið so ringt at drigið eina felags mentanarlínu. Bill Justinussen, løgtingsmaður Tíðindamaðurin Heini Gaard spurdi meg í sam- bandi við greinastubba um fyrispurning mín á tingi mikudagin (fyrispurning- urin var um støðuna hjá 5- ára gomlum atferðartrupl- um smádrongi), um eg reisti fyrispurningin fyri at profilera Miðflokkin. Í síni grein hevur Heini Gaard fingið tað burturúr, at hetta málið er ein merkissak hjá Miðflokkinum, og at hetta sostatt er gjørt fyri at pro- filera flokkin. Heini hevur sostatt grundleggjandi mis- fatað tað, sum eg segði honum. Hann hevur kanska eisini ringt við at skilja, at vit politikkarar kunnu gera nakað, uttan at hava eina sjálvsøkna atvold. Tað, sum eg segði, var, at alt, sum Miðflokkurin ger, vil so ella so profilera flokkin, uttan mun til, um tað er gott ella minni gott. Gera vit onki, so er tað eisini ein profilur. Tað burdi ikki verið ringt at fatað, heldur ikki hjá einum blaðmanni. Í svari mínum um fartelefonina við Heina Gaard segði eg ikki, at vit gjørdu hetta fyri at pro- filera flokkin, og eg segði heldur ikki, at hetta er ein merkissak hjá Miðflokk- inum. Tann spurningin havi eg als ikki úttalað meg um. Tíverri kunnu stuttar viðmerkingar gerast til langar fløkjur. VIÐMERKINGAR Framhald av síðu 10 Ingeborg Vinther Tórshavn, 6. mai 2004 Í skrivi sínum leggur Høgni Hoydal Føroya Arbeiðara- felag undir ikki at taka hond um limir sínar í Skálavík ið eru útlendingar, og at fakfelagsleiðarar tosa um hesi, eins og vóru tey verri fólk enn føroyingar. Nær hevur Høgni Hoydal hoyrt FA ella undirritaða nokta at taka okkum av hesum limum ella at vit hava úttala okkum at tey eru verri enn føroyingar. Tað hevur hvørki Høgni Hoydal ella nakar annar hoyrt okkum siga, eið held- ur at vit ikki vilja hjálpa teimum, um tey venda sær til felagið. Men Høgni Hoydal gloymir at siga, at hann sjálvir sat í Landsstýrinum tá hesu somu fólk fingu uppihaldsloyvi og arbeiðs- loyvi í Føroyum, og at tað er arbeiðsgevarin ið hevur skyldu at syrgja fyri at tey hava til lívsins uppihald meðan tey eru knýtt at arbeiðsgevaranum - hvat tey júst eru, so hesin sami arbeiðsgevarin hevur skyldu at taka sær av teim- um men ikki við at lána teimum pening. Tað kundi verði passandi bæði fyri Høgna Hoydal og aðrar politikkarar at tikið hetta mál upp og syrgt fyri at útlendingalógin verður hildin, tað skuldi verði líkatil hjá teimum ið sita í Løgtinginum. Eisini skulu vit minna bæði Høgna Hoydal og aðr- ar politikkarar á, at FA gjørdi vart við seg um út- lendingarnar og tað vaks- andi arbeiðsloyvi á fundi við sama Høgna Hoydal og Bjarna Djurholm, so nú at leggja FA undir, at vit ikki gera okkara skyldu er óskiljandi. Vit kunnu somuleiðis upplýsa Høgna Hoydal og onnur um, at vit her í fe- lagnum hava arbeitt hart fyri at hesi fólk fingu tann rætt tey eiga bæði viðvíkj- andi løn, trygging og øðrum rættindum ein eigur sum limur í fakfelag. Vit hava gjøgnum árini haft fleiri útlendingar sum limir, ikki bara nú, allir hesir útlendingar hava haft somu rættindi sum allir aðrir limir okkara, og tá tað hevur verið talan um ítrótt- arfólk hava hesi haft møgu- leika at fara frá arbeiði til trening mitt í arbeiðstíð, meðan føroyingurin ikki sleppur frá í arbeiðstíðini - her hava útlendingarnir haft rætt fram um aðrir limir. Er tað rætt, at vit sum fakfelag skulu taka útlend- ingar fram um arbeiðsleys- ar føroyingar ? hesir somu føroyingar sum so sanniliga eisini hava tað smáligt vegna arbeiðsloyvi ella sjúku, hesi hava eisini brúk fyri hjálp, men tey tekur ongin politikkari uppá tunguna. Ikki kann sigast annað enna at hetta mál er blást upp, hví hevur ongin av tykkum tosa við FA og kanna hetta áðrenn tit leggja fakfelagið undir at gera mun á limunum ? tykist sum hetta er ein "fjølmiðlasensatión". Tað er ikki ein einasti politikkari, ið hevur vent sær til FA og víst á at hesu fólk líða neyð. Og hevur nakar vent sær til arbeiðs- gevaran hjá teimum og mint hann á hvat skyldu hann hevur mótvegis tí arbeiðsmegi hann hevur fingið til landi ? Tað skuldi verði ein upp- gáva fyri politiska myndug- leikan at syrgt fyri at lóg- irnar verða hildnar. Aftursvar til viðmerking hjá Høgna Hoydal um Føroyar, fakfeløg og fremmandafólk í bløðunum 28. apríl 2004 Árni Joensen Esbjerg Góði Kaj Leo! Tú fegnast um stórtíð- indini um, at ríkisfelags- skapurin nú gevur okkum føroyingum í Danmark møguleika at fáa ein turran kjøtbita. Ja, mangt kann nýtast í politikki. Vit hava nú búð her í fleiri ár, og tað hevur ongantíð staðið á at fáa ein bita úr Føroyum. Sat so seint sum í gjárkvøld- ið og piðaði ein hárygg. Tá einki er eftir á honum, verður okkurt annað tikið úr boksini. Satt at siga er hon ikki so ólík einari føroyskari frystiboks. Har eru bæði ræstur fisk- ur, tálg, mørur, livrar, rullipysla og kjøtpylsa umframt nakað av grind og spiki. Og lat meg so skoyta uppí, at einki av hesum smakkar ella luktar av ríkisfelagsskapi - heldur tvørturímóti. Kaj Leo og skerpikjøtið Ingeborg Vinther Tórshavn, tann 6. mai 2004 Á forsíðuni á Dimma- lætting tann 28.apríl 2004 verður formaður Starvs-mannafelagsins brúktur sum sannleiks- og samvitskuvitni, í sambandi við herferðina hjá Dimmalætting móti Føroya Arbeiðarafelag. Bæði Dimmalætting og Gunnleivur Dalsgarð skuldseta Føroya Arbeið- arafelag fyri at gera mun á limum felagsins. Gunnleivur Dalsgarð verður endurgivin fyri at siga, at hann øtast á at Føroya Arbeiðarafelag ikki vil fara inn í málið um útlendingarnar í Skálavík. Tað er nógv fyri at síggja, at ein fakfelags- formaður leggur onnur fakfelagsfólk undir at svíkja limir sínar, hóast hann óivað veit at hesar skuldsetingar byggja á beinleiðis ósannindi. Føroya Arbeiðarafelag er altíð til reiðar at veita limum sínum hjálp, og hetta uttan mun til húðar- lit og hvar limirnir hoyra heima. Hetta er eisini galdandi fyri útlending- arnar í Skálavík. FA hev- ur ongantíð bólka fólk soleiðis at útlendingar eru ein bólkur fyri seg, men nevnliga nýtt orku til at ansa eftir at tey fáa tær sømdir, ið tey eiga sum limir. Gunnleivur Dalsgarð kundi vent sær til felag okkara og fingið at vita støðu okkara, men hetta ynskir hann helst ikki at gera, men hann fer heldur í fjølmiðlarnar at leggja eftir øðrum fakfelags- leiðara, uttan at kanna hvat málið veruliga snýr seg um, og um Dimma skrivar sannleikan. Eingin ivi skal vera um, at Føroya Arbeiðara- felag eisini framyvir fer at stríðast fyri limir sínar, og hetta uttan mun til hvar hesir limir koma frá. Hinvegin, so gera slík- ar skuldsetingar, sum Gunnleivur Dalsgarð í Dimma-lætting hevur sett fram, at vit bæði skulu stríðast móti ar- beiðsgevarasíðuni og álopum frá pørtum av fakfelagsleiðsluni, og hóast Gunnleivur ikki tykist skilja tann skaða, sum hann við hesum ger fyri fakfelagsrørsluna sum heild, so munnu flestu aðrir fakfelags- leiðarar ásanna, at slík framfer eigur at átalast. Profilera Miðflokkin?? Stutt rættleiðing til Heina Gaard Hvat er endamálið við útspillingini hjá Dimmalætting og Gunnleivi Dalsgarð? C M Y K 11 10