týsdagur 11. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 88 - 11. mai 2004
Nr. 88 - 11. mai 2004
13
VIÐMERKINGAR
Ólavur Hátún
Tá ið talan er um tónleik í
Føroyum, hevur tað undrað,
at vit her í landinum ongi
ljóðføri hava havt og tí
ongan serføroyskan instru-
mentalan tónleik eiga frá
eldri tíð. Ymsir tankar hava
verið frammi um, hví so
hevur verið. "Ongin viða-
vøkstur og tí onki tilfar til
ljóðføri", heldur onkur.
Neyvan man tað vera or-
søkin, tí føroyingar hava
smíðað bæði hús og bátar
og ikki so lítið av amboðum
og búnyttum, so saktans
høvdu viðasprek verið fyri
hond til eisini tónleikatól.
"Vit vóru so fjarskotnir,
høvdu lítið og onki sam-
band við umheimin í teirri
tíð, tá instrumentalur tón-
leikur hevði tikið seg upp
inni á meginlandinum".
Nei, siga søgumenn, sam-
bandið fyrst og fremst við
móðurlandið Norra var ikki
so vánaligt sjálvt í teirri
myrku miðøld, og hygg at
íslendingum, teir høvdu jú
síni langspil, sum við
sínum sermerkjum sipa til
samband við kontinentalan
tónleik.
Nei, man ikki orsøkin til,
at ljóðføristónleikur ikki
hevur vunnið sær ræsur inn
í føroyskt mentanarlív í
gomlum døgum heldur vera
tann, at tað sangliga og tá
helst kvøðingin, frásøgnin í
kvæðunum og tann eggj-
andi kvæðarytman hava
havt slíkt tak á fólki her, at
tað ikki hevur verið rúmd
fyri øðrum? Tann allmikli
kvæðaarvurin frá miðøld
og upp gjøgnum øldir, sum
Emil Thomsen við sínari
snotiligu heildarútgávu nú
hevur gjørt almanna at-
komiligan, man bera sín
greiða boðskap um tann
møguleikan.
Tá ið nýtt tíðarrák fór at
bera við eisini her hjá okk-
um fyri um 200 árum síðan,
var tað tí eisini natúrligt, at
tað var kvæðayrkingin, sum
fekk sína endurføðing. Við
næsta tíðarhvarv fram móti
næstseinasta aldarskifti var
tað framhaldandi gamli
kvæðastílurin, sum eyð-
kendi nýføroyska skald-
skapin og sangmentanina.
Men um hetta mundið fóru
eisini nýggir tónar at ljóma
í samkomum føroyinga
mill-um, sangir við meira
nýtíðarligum sniði og oftast
til útlendskt, helst norður-
lendsk løg, men við rótfør-
oyskum innihaldi. Slóðari í
hesari nýggju leið mundi
vera Fríðrikur Petersen,
seinni Føroya próstur, sum
hóast tað lítla í vavi, sum
hann skaldsliga legði úr
hondum, man vera at rokna
sum kanska tann fremsti
millum okkara fosturlands-
yrkjarar. Men illa slepst
undan í hesum sambandi at
bera við tað vanlukkuliga,
at júst hesin edilingur
saman við øðrum mentan-
arligum undangongumonn-
um hálsaði so heilt um í
sínum hugsjónum, tá tví-
dráttur um tjóðskaparligu
viðurskiftini í Føroyum tók
seg upp. Ikki bert tagnaði
skaldarøddin, men hesir
góðu menn gjørdust mein-
astu mótstøðingar móti
fullari viðurkenning av
máli okkara.
Hetta verður ikki nevnt
til tess at skemma minni
um mætar menn; men júst
tann politiska viðferð, sum
føroyskum máli varð fyri,
gjørdist tann brandur, sum
meira enn nakað birti upp
til ta tjóðskaraligu veking í
Føroyum, sum júst Song-
bók Føroya Fólks er í-
myndin av. Ikki mundi tað
vera av tilvild, at hesin
hornasteinur í føroyskum
mentanarlívi, kom út á
fyrsta sinni í 1913, árið
eftir at løgtingsmenn høvdu
samtykt eina 7. lógargrein,
sum álvarsliga skerdi móð-
urmálsins rættindi innan
kirkju- og skúlagátt. Heldur
ikki var tað nøkur tilvild, at
tað júst var háskúlamaðurin
Rasmus Rasmussen, sum
var ein stigtakarin til hesa
útgávu. Tí frá fyrsta stovn-
ingardegi í 1899 var Føroya
Fólkaháskúli aðal grúgvu-
steinurin til mentanarliga
menning í Føroyum. Her
varð talað og sungið á før-
oyskum, og her komu teir
allir til orða : I. P. Gregor-
iussen, Rasmus Effersøe,
áðurnevndi Fríðrikur Peter-
sen, Jóannes Patursson,
skaldabrøðurnir Janus og
Hans Andrias Djurhuus,
háskúlamenninir
sjálvir
Símun av Skarði og Ras-
mus Rasmussen, Mikkjal á
Ryggi, Jákup Dahl, Ny-
holm Debes og aðrir fleiri
við teimum. Hesin háskúla-
sangur gav endurljóð mill-
um ungdóm og við sam-
komur úti um landið, og
hóast málsliga haftið so
ljómaði hann eisini innan
skúlaveggir víða hvar.
Mín egna sangliga tilvit-
an hevur eisini støði í
Songbók Føroya Fólks.
Minnist tær slitnu sang-
bøkurnar í Kvívíkar skúla,
tá ið vit komu hagar. Ver-
móðir Jóhanna Jensen, sum
var lærari har undan pápa
mínum, var ikki sangari;
men eg hoyrdi seinni frá
donskum sanginspektøri,
sum hevði verið á vitjan í
Føroyum, at neyvan hevði
hann hoyrt ramligari skúla-
sang enn har á staðnum. Av
fullum huga sungu vit eis-
ini hesar føroysku sangir í
mínari skúlatíð. Pápi mín
hevði onki nomið av slík-
um á læraraskúlanum í
Havn; men hann hevði
verið á háskúla, og tað var
neyvan sangur í føroysku
sangbókini, sum hann ikki
kundi læra okkum.
Minniligar vóru hesar
sangløtur frá barnaárum, og
serliga minnist eg eini jól,
tá vit bæði eldru systkin
fingu nýggjar Songbøkur
Føroya Fólks til gávis. Tær
vóru so snotiligar við
skinnpermu og silkipappíri,
onnur blá og hin svørt, og
eg kenni enn, hvussu mjúk-
ar tær lógu í hondunum, og
hvussu spennandi tað var at
blaða í teimum.
Jú,
Songbók
Føroya
Fólks hevur nú í brátt
hundrað ár fylgt føroying-
um frá barnadøgum og upp
í ellisár. Men tíðir skifta, og
tíðarinnar tonn fer ikki so
væl við øllum, sum áður
hevur havt virði og áhuga.
Tað er tí umráðandi bæði
at kunna varðveita tað
dygdargóða frá eldri tíð og
at duga at taka skilagott
ímóti tí nýggja. Tí er tað so
heppið, at hetta so væl
hevur verið havt í huga í
seinastu útgávu av Song-
bók Føroya Fólks, so at
henda okkara meginsang-
bók ikki gerst ein avoldaður
fornlutur, men støðugt hev-
ur samband við tað livandi
sanglívið í landinum.
Í fleiri áratíggju hevur
ynski verið um at fáa útgiv-
ið lagasavn til Songbók
Føroya Fólks. Fleiri hava
havt hugskot um hetta, og
fyri knappliga fjøruti árum
síðan settu vit báðir Hans
Erland í Brekkunum okk-
um fyri at fara undir upp-
gávuna. Ikki var tað Hans
Erlandi fyri at kasta, at onki
spurdist burturúr, og mang-
an havi eg iðrað meg eftir,
at mín lutur lá eftir. Men
fylgjandi
við,
hvussu
vandaliga Zacharis er farin
til verka, og nú hetta digra
bókaverk liggur á borðin-
um, er tað sanniliga bert at
frøast um, at tað var hann,
sum framdi ætlanina. Sam-
an við Mariannu Clausen,
sum fyrr í vetur læt úr
hondum sítt megnarverk
við føroyskum kvæðaløg-
um, hevur Zacharias Søren-
sen nú við hesari útgávu
vunnið sær virðiligt sæti í
føroyskari tónleikasøgu.
Jón Gaasedal
28. apr. 2004 hevði Absa-
lon í Buð eitt lesarabræv í
Dimmalætting undir yvir-
skriftini: Hvat vilja vit við
SEV?
Settist spentur at lesa,
hvat Absalon vildi við SEV,
tí sjálvur havi eg ikki dugað
at funnið nakað skilagott at
nýta SEV til. Men hetta
hevði Absalon einki boð
uppá sjálvur.
Gamaní, so tørvar mær
el-megi til so mangt, sum
so mangur annar, men um
veitarin eitur SEV ella okk-
urt heilt annað, tað er mær
so flúgvandi líkamikið.
Bara streymurin er bíligur,
álítandi og sunnur fyri Før-
oya Land og Fólk, so eri eg
nøgdur. Einki av hesum
uppfyllir SEV - og tað so
langt frá!
Absalon
skrivar,
at
49.000 føroyingar eiga 85
krónur í part í SEV, og
kunnu øll hesi fólkini tann
dagin í dag kanna sær
5.100 krónur í eginognini
hjá SEV, og at øll eiga SEV,
og ein króna í yvirskoti har
kemur hvørjum tí einasta
føroyingi til góðar.
Tað er fullkomiligur ør-
skapur at skriva slíkt! Sum
at hoyra orð frá vitleysum
manni! Hvar kann eg heva
hesar 5.100 krónurnar???
Eg veit um ein - sum
Absalon kennir øgiliga væl
- sum kundi heva 40 milli-
ónir við kassa 1 hjá SEV!
Kann palliba eisini tað?
Nei! SEV hevur skuldar-
bundið hvønn tann einasta
føroying næstu 50-100
árini við sínum vitleysu
íløgum, ið einans geva
nakað í lumman hjá ávísum
persónum við tilknýti til
SEV. Við einum KWh prísi
á uml. 1,35 krónur, so hórar
SEV so dánt undan. Og her
skal leggjast afturat, at tá
hevur landið longu goldið
helvtina av oljurokningini
hjá SEV. Í Danmark er
streymurin bíligari - hóast
risa avgjøld eru løgd omaná
el-rokningina til brúkaran.
Hugsað um hetta eina løtu.
Eg játti her alment, og
bindi meg til, at Absalon í
Buð skal eiga mínar 5.100
krónur, ið eg eigi hjá SEV,
treytað av, at hann eisini
yvirtekur mína skuld hað-
ani.
Loyvi mær at endurgeva
orðarætt: "Øll eiga SEV.
Ein króna í yvirskoti har
kemur hvørj?um tí einasta
føroyingi til?góðar.
Hóast hetta er tað onkur,
ið vil koma hesum 100%
fólkaognar felagsskapi til
lívs. Vita skulu tit profitt?-
greðingar – fyri hvørja
krónu, tit stinga í lumman
og drena SEV, tess tyngri
gera tit møguleikan fyri, at
vit klára at halda lívið í
Hattarvík, Dímun og Myki-
nesi."
Ha ha. Her sæst hvussu
kroyst monopol-fyritøkan
SEV er. Eg má flenna.
Kann ein slíkur maður sita
sum umboðsnevndarlimur í
SEV? Ei undur í, at SEV er
komið út á ytstu rók, um
hetta er tann generelli før-
leikin hjá hesum fólkum, ið
mynda leiðslu og stýri í
SEV. Eg vænti ikki, at
leiðslan á SEV er glað fyri
títt lesarabræv, og hvaðna
minni mína viðmerking.
Profitt-greðingarnir, hvørj-
ir eru teir? Man talan vera
um p/f Røkt, ella er talan
um øll tey, sum kundu
hugsa sær at liva her um 5
ár, og sum ikki blint elska
og tilbiða SEV? Hvat ó-
lukkan er SEV? Ein gudur?
Nei, SEV varð stovnað
við einum góðum endamáli
í hyggju, og varð til fyri
Føroya fólk - og ikki øvugt!
Í dag eru Føroya Fólk til
fyri SEV, og SEV er til fyri
nakrar spekulantar. Tað er
har tú skalt søknast eftir
tínum profitt-greðingum -
ikki aðrastani.
Hattarvík, Dímun og
Mykines skalt tú ikki vera
bangin um. Tær hava onga
neyð. Vit, ið eru upp-
graderaði seinastu 20 árini,
vit síggja loysnir á slíkum.
Tykkara loysn er at flyta
oljutunnur við tyrlu til
Dímunar. Hetta man vera
uml. 500 krónur fyri liturin.
Álvaratos, hetta kann ger-
ast betri og bíligari, tað
kann eg lova tær.
Absalon, sannleikin er
sjálvandi tann - sum tú
eisini vísir á, at um ein
vindorkuútbygging, ið ikki
er stýrd av SEV, fer fram
her á landi, so verður tað
eitt øgiligt framstig fyri
Føroya Land - skipaflotin
íroknaður. Men ikki fyri
SEV - tað fer so dundrandi
á heysin, og skattgjaldarin
stendur eftir við rokningini
(tað ger hann óansæð)!
Hvussu skal SEV kappast
við vindorkuframleiddan
streym fyri 1 til 12 oyru pr.
KWh?
SEV er bara ein el-veit-
ari. Eg seti Føroya Land
framum SEV - sjálvsagt, og
ein fyritøka, ið ikki ber seg,
eigur ikki at verða hildin á
lívi. Mínir kæru landsmenn
eru týdningarmiklari enn
ein lúsa el-framleiðari. Pen-
sionistarnir skulu ikki sita
kaldir, tá oljukreppan kem-
ur. Skipaflotin skal ikki
leggjast, tá oljukreppan
kemur. Hon kemur!
Tað syrgiliga er, at sjálvt
um hetta landið frameftir
fær atgongd til bíligan
streym, so mugu vit øll
framhaldandi gjalda ør-
skapin hjá SEV aftur í fleiri
ættarlið - yvir skattin. Og tí
má øll útbygging hjá SEV
steðgast - og tað í stundini!
Beint NÚ!
Eg vóni, at tú og onnur
hava fingið nakað at hugsa
um, og við vón um eina
bjarta, lýsandi og fjálga
framtíð fyri okkum øll.
Ljós yvir landið!
Hugleiðingar í sambandi við útgávu av lagasavni
til Songbók Føroya Fólks
Hvat vil Absalon við SEV?
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
11. mai. Mamertus, deyður í 475. Biskupur í Suðurfraklandi; tikin av døgum.
Góði Leon Gunnar!
Eg vil her skriva nøkur orð um
teg, soleiðis sum eg havi kent teg.
Mamma tín og eg gingu til føðifyri-
reiking saman hjá ljósmóðrini
Bjørg. Síðani møttust vit øll heima
hjá øllum einaferð. So steðgaði tað.
Men seinni gjørdust tú og sonur
mín Niels Peter bestu vinmenn. Tað
var í eina summarfrítíð – tit gingu í
2. ella 3. flokki – og allir hinar
dreingirnar í flokkinum vóru farnir
út at ferðast. Tá funnu tit báðir
saman sum vinmenn.
Eg minnist, tá tit vóru her hjá
okkum, at tit altíð spældu við lego.
Tit bygdu uppi á loftinum og oman
gjøgnum trappurnar – tosaðu og
ímyndaðu tykkum alt møguligt. Ja,
onkuntíð lurtaði eg eftir tykkum,
uttan at tit vistu av tí.
Skjótt vuksu tit frá at spæla við
lego, og aftaná tað vóru tit mest
heima hjá tær, Leon Gunnar. Har
spældu tit m.a. við teldu og teldu-
spølum, tit vóru á verkstaðnum hjá
pápa tínum ella niðri í bátinum.
Einaferð vóru tit til útróðrar við
pápa tínum, og Niels Peter kom err-
in heim við fiski. Ofta vóru tit við
pápa tínum í bilinum runt oynna.
Hjá tykkum var mangt at takast
við, sum dreingir hava áhuga í, og
Niels Peter hevur havt óteljandi
góðar tímar saman við tær. Hann
kom næstan bara heim fyri at eta og
sova, so hann hevur følt seg væl hjá
tykkum og saman við tær.
Tú átti góð foreldur, Leon Gunn-
ar, sum gjørdu alt so væl fyri teg og
hjálptu og vardu teg. Tú kundi altíð
ringja eftir pápa tínum, so kom
hann 5 min aftaná í bilinum.
Góði Leon Gunnar, eg kom at
kenna teg sum ein sera fittan og
fyrikomandi drong, og eg var fegin
um vinskapin millum teg og Niels
Peter. Tit trivdust væl saman. Tá ið
tit onkuntíð vóru blivnir óvinir, var
tað hvørja ferð tú, Leon Gunnar, ið
rætti hondina fram, og tit blivu væl
aftur.
Mær dámdi teg so væl, Leon
Gunnar, og eg eri takksom fyri tey
árini Niels Peter fekk saman við
tær.
Ærað veri minnið um teg.
Mamma Niels Peter
Til minnis um Leon Gunnar
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður
mín, pápi, abbi, bróðir og verfaðir okkara
Dánial Chr. E. Joensen
bóndi, Á Kjalnesi
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 9. mai,
62 ára gamal.
Farið verður úr Kapellinum týsdagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14.00
úr Kollafjarðar kirkju.
Vegna tey avvarðandi
Emly, Ann,Thomas, Jóan Jakku og Eddie
Tey, ið vilja minnast Dánial, kunnu lata Krabbameins-
felagnum eina peningagávu.
Tøkk
Ein tøkk til tykkum øll, sum við gávum,
fjarritum og góðum orðum gjørdu mær 80
ára dagin so ógloymandi.
Frits Mortensen
Trongisvágur
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Elisabeth M. Mortensen
Sevmýru,Tvøroyri
andaðist og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkini á Ellis-
og Røktarheiminum á Tvøroyri,
fyri tykkara stóra hjálpsemi ígjøgnum árini.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur, og tøkk til tykkum
øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Johannes
Tøkk
Vit takka tykkum øllum hjartaliga, ið á ymsan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi,
verfaðir, abbi og langabbi okkara
Jacob Johannes Joensen
Hvannasund
fór heim til Harran.
Tøkk fyri alla hjálp, blómur, kransar og gávur.
Tøkk til samkomuna í Hermon fyri alla ta hjálp,
tit veittu okkum og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu
honum til gravar.
Familjunnar vegna
Malan, Alvilda, Gudmar,Tórmund og Thorleif
Filippibrævið 1,21
Kunngjørt verður at
Paul Kjerstad
Vestmanna
andaðist á eldrasambýlinum í Vestmanna
sunnumorgunin.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
mikudagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Jonna
Silvurbrúdleyp
Í dag, 11. mai, hava hjúnini Súsan og Anfinn Norðbúð, búsitandi í Nejstlunden 40, 9850 Hirtshals, silvurbrúd-
leyp. Dagurin er hildin.
C
M
Y
K
13
12