týsdagur 11. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 11. mai 2004
15
14
Nr. 88 - 11. mai 2004
24. árið á rað varð familjulega fyri brekað
hildin í frálíka náttúruumhvørvin-um á
Zarepta á Vatnsoyrum, og sum vanligt var
uppmøtingin sera góð. 135 brekað luttóku á
leguni, og við avvarðandi, starvs- og
hjálparfólki vóru tilsamans 310 fólk savnað
frá hósdegnum til sunnudag.
Nógvir aktivitetir
Tey brekaðu høvdu hesar dagarnar møgu-
leikar fyri eini øðrvísi uppliving samanborið
við gerandisdagin, sum samstundis er ein
umlætting fyri starvsfólkið á stovnum kring
landið, og skráin var fylt við alskyns
aktivitetum. Leguluttakarar kundu svimja,
gera fimleik, spæla fótbólt, rógva, klippa,
tekna, syngja, spæla tónleik, ríða á hestbaki
o.s.fr.
Meðan leguluttakararnir á henda hátt eru
upptiknir, eru eisini møguleikar fyri inni-
haldsligari gósðsku hjá starvsfólkið og av-
varðandi. Skipað varð fyri fyrilestrum, sum
faklærd fólk hildu, har viðkomandi mál
135 brekað í hopla á Zarepta
Øssur er ikki í iva, tá hann verður spurdur, hvør besti fótbóltsleikarin í heiminum er: Michael Owen úr Liverpool! Vinstrumegin
síggja vit Herfinn, sum ikki tykist vera eins áhugaður í Owen
Maðurin við teimum góðu hálvthundrað landsdystunum, Allan Mørkøre, var hetjan av øllum
hetjum. Her er Eyðstein sloppin framat stjørnuni eina løtu
Jimmy situr á rossi, sum Holgar Jacobsen eigur og hevur fingið vestur á Zarepta. Ríðing er ein fastur táttur hvørt árið, sum er
vorðið eitt hæddarpunkt á leguni
Júst í Túni »in action« á fótbólsvøllinum, meðan Øssur eygleiðir í bakgrundini. Ikki sama støði,
Øssur er vanur við sunnudagar kl 15 í Gundadali, men lad gå…
Leygardagin var
klovnavitjan í
góðveðrinum, og setti
hetta veruliga gongd á
stemningin. Ikki verður í
hesi syftu avdúkað, hvør
goymir seg handan
málingina og
klovnaklæðini
Súkklubátarnir er eftirhondini vorðnir eitt vørumerki fyri legurnar á Zarepta, og er hørð kapping
millum leguluttakararnar at royna súkklubátarnar, har henda myndin er tikin, ella á Leitisvatni
Øssur, hesaferð í Chelsea outfit, við liðini á Esther Mariu niðri við tjørnina frammanfyri
fótbóltsvøllin
Tað var sera forvitnisligt fyri fleiri leguluttakarar, at ein ikki sá út sum øll hini. David Lukama í miðjuni er úr Zambia og giftur til
Klaksvíkar, og Eyðstein er farin undir at kanna, hvør myrki fremmandamaðurin er. Høgrumegin sæst Sunneva Østerø, og høgru-
megin í bakgrundini síggja vit Jón Gregersen
Um vikuskiftið vórðu
310 fólk á familjulegu
fyri brekað á Zarepta
á Vatnsoyrum. Njótið
myndirnar…
LEGA
Orð og Myndir:
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
vórðu greidd frá. Ymsu fyrilestrarnir vóru
m.a. annað um tunglyndi (depressión),
royndir hjá foreldrum við sálarsjúkum børn-
um, brekað í skaldskapi og um at liva við
sklerosu.
Leygardagin varð skipað fyri Grand Prixi
og framsýningum uttanfyri í sólini, har brek-
aðu luttakararnir høvdu høvi at sýna fram
tað, tey síðani Dýra Biðidag (hósdagin)
høvdu arbeitt við.
Í kjalarvørrinum av kjakinum um nakka-
foldskanningar og tilboðini um at avmarkað
t.d. mongolar rennur einum í hug ígjøgnum
eitt vikuskiftið saman við hesum veika sam-
felagsbólki,
hvussu
fátækari
okkara
samfelag hevði verið uttan hesi øðrvísi, men
litríku og stuttligu menniskju. Vit »normalu«
hava nógv at læra frá hesum fólkum, sum
ikki gera eini flugu mein og livandi í
nú´inum njóta ein dag í senn. Gævi vit øll
høvdu ein lítlan mongol í okkum.
Eitt frálíkt vikuskiftið, og vit lata myndirn-
ar tala fyri seg…
C
M
Y
K
14