Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 88 - 11. mai 2004 Nr. 88 - 11. mai 2004 17 Fróðskaparsetur Føroya Setursráðið Skulu Føroyar verða tiknar fyri fult í altjóða vísinda- ligum høpi, má játtanin til gransking, menning og hægri útbúgvingar økjast heldur enn skerjast. Hetta er somuleiðis ein fortreyt fyri at menna samstarvið millum Fróðskaparsetrið og vinnulívið. Tað tekur tíð at byggja upp, men skjótt er at bróta niður. Í nútíðarsamfeløgum eru gransking og hægri útbúgv- ingum hornasteinar í sam- felagsligum framburði. Al- tjóðafelagsskapurin OECD (Organisation for Econom- ic Co-operation and Deve- lopment) hevur tí sett sær sum mál, at limir tess í 2010 skulu seta 3 % av bruttotjóðarúrtøkuni í gransking og menning. Norðurlond seta í meðal longu 3-4 % av. Í Føroyum eru hagtøl ikki tøk, men metingar benda á, at talið fyri Føroyar er umleið 0.5 %. Politiski málsetningurin? Í valstríðnum upp undir valið herfyri løgdu allir flokkar dent á, at gransking hevur stóran týdning fyri menning og framburð í føroyska samfelagnum. Hetta sást tó ikki aftur, tá nýskipaða samgongan legði fram uppskot til fíggj- arlóg fyri 2004. Játtanin til gransking v arð skerd munandi. Fíggjarnevndin hevur nú skert fíggjar-lóg- aruppskotið enn meira á hesum øki. Hetta afturstig bendir á, at politiski mál- setningurin ikki er at nærk- ast grannalondum, tá ræður um íløgur í gransking, menning og hægri útbúgv- ingar. Tey høgu gransking- arligu mál, sum landsstýrið setti sær í samgonguskjal- inum, síggjast ikki aftur í fíggjarlógaruppskotinum. Umleið 350 ung fólk fáa hvørt ár eitt miðnámsskúla- prógv. Av teimum fara nógv burtur at lesa og í miðal fara eini 30 hvørt ár undir lestur á Fróðskaparsetrin- um. Málið hjá Fróðskapar- setrinum er at bjóða út fleiri útbúgvingar, soleiðis at ungdómurin kann fáa sær førleikar og samfelagið fáa meira høgt útbúna arbeiðs- megi at grunda nýggjar vinnur. Eitt føroyskt universitet? Eitt av politisku málunum í samgonguskjalinum er menna hægri útbúgvingar- møguleikar í Føroyum. Undir yvirskriftini Hægri lestur stendur, at "Fróð- skaparsetrið skal hava hóskandi umstøður og hava møguleikar at geva fleiri útbúgvingartilboð." Tí undrar tað stórliga at júst játtanin til Fróðskapar-setr- ið er skerd munandi. Fróð- skaparsetrið fær verri um- støður og verður noytt at minka um lestrartilboðini. Fróðskaparsetrið er ein av stovnunum, har skerj- ingarnar á fíggjarlógini eru ógvusligar. Í verandi upp- skotinum er játtanin skerd við umleið 10 % í mun til í 2003. Í uppskotinum frá mars var játtanin skerd við 800 tús. krónur, og í upp- skotinum frá mai er játtanin lækkað við 1 millión krón- um aftrat. Á hesum grund- arlagi er trupult at tosa um, at Føroyar hava ella virka fyri at menna eitt føroyskt universitet. Fróðskaparsetrið og vinnulívið Fróðskaparsetur Føroya er tann stovnur í landinum, har flestir granskarar eru savnaðir. Teir eru býttir millum náttúruvísindi, tøkni og hug- og samfe- lagsvísindi. Í ljósinum frá orðaskiftinum um týdning- in av gransking og mink- andi og spjaddu játtanirnar til hennara er vert at geva gætur, at tað serliga eru tøknifrøði og náttúruvís- indi, sum hava vinnuligan áhuga. Hesi øki eru ment so mikið seinnu árini á Fróð- skaparsetrinum, at stovn- urin kann bjóða seg fram sum samstarvspartur við vinnulívið. Fróðskaparsetr- ið ynskir at menna vinnu- ligar samstarvsmøguleikar, t.d. við KT-vinnuna og biotøkniligu vinnuna, men fortreyt fyri tí er eyðsæð, at myndugleikarnir játta vís- indastørv til hesi evnisøki á Fróðskaparsetrinum. Har- við hevði borið til at givið ungdómi okkara hægri útbúgving á hesum økjum, og tey høvdu við síni út- búgving sum grundarlag kunna ment vinnulívið enn meira. Hetta hevði verið í samsvari við tað, ið verður sagt um vinnupolitikk í samgonguskjalinum. Har stendur, at "fortreytir fyri vøkstri verða millum annað skaptar gjøgnum gransking og menning, t.d. innan KT, gen- og biotøkni." Samanumtikið Fróðskaparsetrið vil heita á tingfólk um at líta aftur at málsetningunum í sam- gonguskjalinum og økja játtanina aftur til Fróðskap- arsetrið. Á einum universi- teti verður vitan framleidd við gransking. Undir út- búgvingini heysta tey ungu fruktirnar av granskingini gjøgnum undirvísingina. Gransking og hægri út- búgvingar eru íløgur í framtíðina. Væntaði ikki at síggja prinsin aftur Komandi danska krún- prinsessan Mary Donald- son ímyndaði sær ikki, at hon skuldi flyta hálvan teinin kring knøttin, tá ið hon fyrstu ferð hitti Fríðrik Krúnprins undir olympisku leikunum í Sydney. – Tá ið Fríðrikur fór heim, roknaði eg ikki við, at eg fór at síggja hann aftur, og eg var kedd um, at hann ikki var úr Australia, sigur Mary Donaldson í samrøðu við Danmarks Radio. Men gjøgnum telefonsamrøð- ur, teldubrøv og brøv eydnaðist tað teimum at halda sambandið við líka. Mary Donaldson sigur eisini í samrøðuni við Danmarks Radio, har danski krúnprinsurin fyrst spurdi pápa henn- ara, um hann kundi gifta seg við henni. -ek Saddam Hussein var særdur av bumbum Fyrrverandi forsetin í Irak, Saddam Hussein, varð longu í 1991 særdur í einum amerikanskum bumbuálopi. Hetta er komið fram, eftir at læknin hjá Hussein hevur tosað við ein arabiska avís. Saddam Hussein sjálvur situr eisini í amerikanskum varðhaldi í Irak, men fyri 13 árum síðani var tað um reppið, at amerikumenn gjørdu av við hann. Læknin Ala Bashir sigur, at hann varð í skundi boðsendur at koma á eitt sjúkrahús, sum var ætlað irakiskum leiðarum, og har lá Sad- dam Hussein á opera- tiónsborðinum. Hann bløddi illa, og læknin helt, at hann var deyður. Men tað var hann ikki, og hann varð skurðvið- gjørdur í vinstru síðu av andlitinum og í øðrum lítlafingri, og hann kom seg. Tá varð sagt, at irakiski leiðarin hevði fingið skaða í einum bilóhappi, men læknin var ikki í iva um, at hann var særdur í einum bumbuálopi. -ek Ísland hevur besta kappingar- førið Ísland er tað landið í Europa, sum hevur besta kappingarføri. Tað kemur fram í bókini The World Competitiveness Year- book for 2004, sum verður gjørd av IMD- instituttinum í Sveis. Øll tey norðurlendsku londini verða mett at hava gott kappingarføri og liggja frammanfyri tey stóru ES-londini Týskland, Frakland, Italia, Spania og Stóra- bretland. Og ovast av øllum er so Ísland, sambært hesi uppgerðini. -ek Forelskilsi ger menn og kvinnur eins Tá fólk gerast forelskaði, kemur rumbul í hormon- ini. Tað ger, at nýfor- elskað pør gerast meira lík hvørjum øðrum. Ein italiensk kanning vísir, at testosteronstøði hjá bæði kvinnum og monnum broytist í mun til tað vanliga, tá tey ger- ast forelskað. Forelskaðir menn høvdu eitt lægri støði av hormoninum, testoste- ron, sum stýrir aggre- sjónini og kynshuginum. Harafturímóti høvdu kvinnur eitt hægri støði av testosteron í kroppin- um, enn samsystrarnar, ið ikki vóru forelskaðar. Hetta uppdagaði granskarin, Donatella Marazziti, tá hon kann- aði 24 forelskað pør. - Tað sær út til, at náttúran roynir at beina burtur størstu munirnar millum kvinnur og menn, sigur hon. Men, tá somu pør tvey ár seinni - eftir at ástarrúsurin var av - vórðu kannaði, var tes- tosteronstøðið aftur við tað gamla. Og hvør veit, kanska er einasta vón fyri javn- støðu eitt ævigt for- elskilsi... r.s. Kelda: Nettavisen VIÐMERKINGAR Gransking og hægri útbúgving HØG MÁL - SKERD JÁTTAN Tórstein Christiansen Seinastu nógvu vikurnar hevur nógv verið skrivað um teilendingar, ið eru í Skálavík og arbeiða. Teir skulu bæði taka arbeiðs- megi frá føroyingum og tað, ið eg ikki ætli at koma inn á, líða neyð. Verður søgan vend á høvdið og hugsað um okkum føroy- ingar, sum í langa tíð hava havt dagligu arbeiðsgongd- ina uttanlands, er tað so ikki eitt sindur ov nógv gjørt av, at skula senda út- lendingar avaftur landin- um? Eg trúgvi tað hevði verið minst líka nógv skrivað, um tað vóru før- oyingar, ið blivu útvístir úr eitt nú ES og EØS londum, hóast her eru greiðar av- talur í lagi. Hví fara vit før- oyingar út í heimin at arbeiða? Tað er ikki tí lønin er verri, umstøðurnar at ar- beiða undir eru verri ella ikki at vera væl móttikin av samfelagnum har. Heldur tvørturímóti. Noreg Sjálvur havi eg verið 2 summarsesongir í Noregi og arbeitt. Eg arbeiddi á einum hotelli saman við 50-80 øðrum útlendingum. Nevnast kann, at tað ikki vóru fleiri enn 10 norð- menn, ið arbeiddu á hotell- inum. Sum søgan ljóðaði har, vóru norðmenn ikki nóg effektivir, gjørdu alt fyri at fáa eina undirskrift frá arbeiðsgevaranum, so tey kundu brúka ta sosialu skipanina úr einum enda í annan. Vit tóku ikki ar- beiðsmegi frá norðmonn- um heldur, tí har vit ar- beiddu, høvdu tey undir ongum umstøðum kunnað fingið mannað hotellið bert við norðmonnum. Vit høvdu góð og greið viður- skifti at arbeiða undir, so sum løn, skattur, tryggingar og frítíð. Vit fingu ikki minni í løn enn norðmenn, men harafturímóti goldu vit minni í skatti. Nevnast kann eisini, at lønarskipan- in ikki er heilt tann sama sum her, men hon er heldur til okkara fyrimun. Í síðsta enda var tað upp til okkum sjálvi, hvussu væl vit kundu liva undir teimum norsku lógunum og rætt- indunum. Hetta er eitt norðurlendskt land, men føroyingar høvdu ikki havt nógv verri kor at arbeitt undir, um tað var í øðrum londum. Hvør vinnur so mest? Tað er bæði til fyrimun hjá tí fremmanda arbeiðar- anum og hjá tí respektiva samfelagnum at hava út- lendingar í arbeiði. Útlend- ingurin vinnur meiri, enn hann hevði gjørt heima, og samfelagið fær ágóðan av skattinum. Samfelagið fær ikki bert ágóðan av skattin- um, men eisini av tí livi- kostnaði útlendingurin krevur, so sum innkeypi, flutningi osfr. Hinvegin sleppur samfelgið í nógv- um førum frá nógvum sosialum veitingum, ið krevjast av útlendinginum. Her verður mest hugsað um barnagarðsplássi, skúla og uppihaldspeningi. Á teim- um smáu plássunum skal heldur ikki so nógv til at fáa hjólið at mæla betur runt. Vansin við at senda teilendingarnar avstað Verða teilendingarnir send- ir avstað, so missir Skála- vík eitt virkið, ið hýsir nógvum arbeiðsplássum. Tað eru ikki nóg nógv fólk at taka av at manna virkið bert við føroyingum. Tei- lendingarnir hava lagt grundarlag fyri, at tað hava verið nóg nógv fólk at manna virkið. Teir taka ikki arbeiða frá fólki, heldur hinvegin geva arbeiði, tí verða teir ikki her, so verð- ur heldur einki arbeiðspláss til føroyingarnar, ið knýttir eru at virkinum. Nú er tað so bara upp til myndugleikarnar at avgera, hvussu langa teirra tei- lendsku verður. Hevði verið hugsað hinvegin, so trúgvi eg ikki, at myndugleikarnir vildu gjørt líka nógv við at fáa allar teir fleiri túsund føroyingarnar heimaftur at arbeiða, sum eru uttan- lands. Miðstaðarøkið er við at vera fult. Útjaðarin er alt ov veruleikafjarður at koma aftur til. Men er tað ikki akkurát har, ið teilending- arnir eru og stuðla undir menningini og virksemin- um har? Hvat er munurin á, at útlendingar arbeiða í Føroyum og føroyingar uttanlands? Amerikanarar og bretar leitaðu sær ráð hjá ísraelsmonnum fyri at læra, hvussu muslimskir fangar skulu mýkjast PÍNING Árni Joensen fartekst@mail.dk Bretskir fjølmiðlar vilja vera við, at ísraelsmenn hava lært amerikanarar og bretar, hvussu teir skulu fara við irakskum fangum fyri at "fáa teir á glið". Sambært fjølmiðlunum kærdu teir amerikonsku og bretsku hermenninir seg um, at teir fingu ov lítið at vita frá teimum iraksku fangunum, og at teir tí leitaðu sær góð ráð úr Ísrael, har myndugleikarnir hava drúgvar royndir í at avhoyra palestinar og aðrar muslimar. Ein bretskur heryvirmað- ur segði við blaðið The Guardian sunnudagin, at teir bretsku fangavørðarnir í Irak fingu boð um at mýkja teir iraksku fang- arnar, so teir skuldu verða betri at fáast við, tá CIA ella bretska fregnartænast- an, MI6, skuldi avhoyra teir. Sambært heryvir- manninum høvdu her- menninir fingið útbúgv- ingina á skeiðum á einari herstøð í Kent, men seinni varð útbúgvingin flutt til eina fyrrverandi ameri- kanska herstøð í Bretlandi, sigur hann. Sum dømi um píning nevnir heryvirmaðurin, at teir iraksku fangarnir fingu ein posa smoygdan niður yvir høvdið, teir sluppu ikki at sova og vórðu hóttir alla tíðina. Hann sigur, at bretski herurin hevur eitt yvirlit yvir, hvussu mus- limskir fangar skulu mýkj- ast. Sum dømi nevnir hann, at fangarnir ofta ganga naknir, og at teir verða noyddir til ymiskt kynsligt virksemi, meðan kvinnu- ligir hermenn standa og hyggja at teimum. Nógv afturat Samstundis stúra ameri- kanarar og bretar fyri, at fleiri avdúkandi myndir og sjónbond fara at avdúka, hvussu amerikanskir og bretskir hermenn fara við teimum iraksku fangunum. – Vit kunnu vænta at síggja nógv afturat - eisini tað, sum er uppaftur verri enn tað, sum vit longu hava sæð, segði amerikanski verjumálaráðharrin, Don- ald Rumsfeld, leygardagin. Samstundis harðar trýstið á teir ráðandi, tí fleiri av teimum skuldsettu ameri- konsku hermonnunum vilja vera við, at teir fingu boð um at pína fangarnar. Boð- ini komu frá teirri hern- aðarligu fregnartænastuni, siga teir. Amerikanski hermaðurin Charles Graner kann koma fyri ein krígsrætt, tí hann er skuldsettur fyri at hava farið illa við irakskum fangum. Men avvarandi hjá teimum skuldsettu hermonnunum vilja vera við, at teir eru syndabukkar, og at teir gjørdu bara tað, sum teir fingu boð um Mynd: Reuters UTTAN ÚR HEIMI Verður hevnt Í Russlandi hevur Vla- dimir Putin, forseti, gjørt greitt, at teir russisku myndugleikarnir fara at hevna morðið á kekenska forsetan, Akhmed Kadyr- ov, sum doyði í einari bumbuatsókn í Grosny sunnudagin. Russisku myndugleik- arnir ivast ikki í, at tað vóru kekenskir uppreist- rarmenn, sum løgdu bumbuna. Bumban brast á ítróttarvøllinum í Grosny, har fólk vóru komin saman at minnast sigurin á Týsklandi undir seinna heimsbardaga. Sjálvur var Putin á einum tilsvarandi hátíðarhaldi í Moskva, og hann var ikki seinur at lova hevnd, tá hann frætti um tilburðin í Kekenia: – Eingin skal vera í iva um, at vit fara at hevna tað, sum er hent. Yvir- gangsmenninir skulu vita, at teir sleppa ikki undan hevnd okkara, segði russ- iski forsetin. Um tann myrda Akhmed Kadyrov segði Putin, at hann hevði víst, at munur er á brots- monnum, yvirgangsmonn- um og tí kekenska fólkin- um. Læra av Madrid Bjargingarmyndugleik- arnir í Danmark hava sett sær fyri at taka við læru av tí, sum teir sponsku mynd- ugleikarnir lærdu av teirri blóðugu atsóknini í Mad- rid fyri tveimum mánað- um síðani, ið kravdu um- leið 200 mannalív. Skrivstovustjórin hjá donsku tilbúgvingarleiðsl- uni, Jørn Devantier, sigur við Jyllandspostin, at sjálvandi er tað umráðandi hjá teimum donsku mynd- ugleikunum at læra sum mest av tí, sum hendir aðrastaðni. Í fyrsta umfari er ætlanin, at ES skal kanna, hvussu teir sponsku myndugleikarnir samskipaðu bjargingarar- beiðið aftan á atsóknina, og ætlanin er so, at hini limalondini skulu fáa nið- urstøðuna og taka við læru av henni. Jørn Devantier sigur, at hevur niðurstøðan ikki nóg mikið at siga dønum, fer danska tilbúgvingin at gera sína egnu kanning av tí, sum hendi í Madrid. Bjargingararbeiðið har var sera umfatandi, tí umframt tey 200, sum doyðu, fingu meiri enn 1.000 fólk skaða av bumbunum. 20 skulu verja Saddam Fyrrverandi irakski leið- arin, Saddam Hussein, verður ikki einsamallur við ákærubonkin, tá rætt- armálið ímóti honum kemur fyri einaferð. Kona Saddam, Sajida, og tær tríggjar døturnar hava útvegað gamla leið- aranum tjúgu verjar. Tað sigur jordanski sakførarin Mohammad Al-Rachdane, sum sjálvur verður ein av verjunum. Næstan allir verjarnir eru arabar, men í hópinum eru eisini ein amerikanari, ein frans- maður og ein sveitsisku sakførari. Tað hevur leingi ljóðað, at tann kendi franski sakførarin Jacques Verges skal verja Saddam Hus- sein, men hann er ikki ímillum teir tjúgu, sum nú verða nevndir. Jacques Verges hevur verið verji hjá yvirgangsmanninum "Carlos", nazistaleiðaran- um Klaus Barbie og fyrr- verandi jugoslaviska for- setanum Slobodan Milo- sevic. Hann hevði eisini boðað frá, at hann var til reiðar at verja Saddam Hussein. Rátt skúlamál Danskir skúlanæmingar eru farnir at nýta eitt so rátt mál innan og uttan skúlagátt, at lærararnir eiga at gera okkurt við tað. Tað heldur Niels Egelund, sum er professari á Dan- marks Pædagogiske Uni- versitet. Hann heldur, at lærar- arnir lata alt ov nógv um seg ganga, tá tað snýr seg um málbrúkið hjá skúla- næmingunum. Orð sum "fuck dig", "luder" og "perker" eru vorðin vanlig í skúlagarðinum og aðra- staðni, og tað hvørki eigur ella kann skúlaverkið góð- taka, sigur Niels Egelund. Hann heldur, at lærararnir eiga at gera av, hvørji orð skúlin kann góðtaka, og at teir tosa við næmingarnar og foreldrini um tað. Formaðurin í danska foreldrafelagnum, Thomas Damkjær Petersen, er samdur við professaran- um. Hann sigur við Jyl- landspostin, at málið hjá nógvum skúlabørnum er komið niður á eitt so lágt støðið, at hann ivast í, at børnini yvirhøvur vita, hvat tey siga. Hann ásann- ar, at tað er kanska ikki uppgávan hjá foreldrunum at læra børnini, hvat tey kunnu siga í skúlanum, men hann heldur kortini, at foreldrini eiga at gera sítt og at arbeiða saman við lærarunum fyri at gera børnunum greitt, at slíkt orðalag verður ikki góð- tikið. Verður Thule-málið ikki lagt fyri evrope- iska mannarættinda- dómstólin innan 29. mai, fer tað í søguna THULE-MÁLIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Felagsskapurin hjá Thule- fólkinum, Hingitaq 53, ætlar sær at leggja tað sonevnda Thule-málið fyri tann evropeiska manna- rættindadómstólin. Tað ætlar sakførarin hjá felag- num, Christian Harlang, eisini. Thule-fólkini taptu málið í danska Hægstarætti, men Hans Enoksen, landsstýr- isformaður, hevur sagt, at landsstýrið er sinnað at útvega Hingitaq 53 pening til at leggja málið fyri mannarættindadómstólin í Strasbourg. Enn hevur landsstýrið ikki játtað peningin, og nú hevur tað skund. Christian Harlang sigur við grønlendska út- varpið, at skal mannarætt- indadómstólurin viðgera málið, skal tað lætast dómstólinum í seinasta lagi tann 28. mai. Annars fer Thule-málið í søguna, sigur hann. Í Strasbourg ætlar sakfør- arin at leggja dent á tann partin av úrskurðinum hjá Hæøgstarætti, sum sigur, at teir donsku myndugleik- arnir høvdu rætt til at geva grønlendingum øðrvísi viðferð enn dønum. – Hendan munin vilja vit ikki góðtaka, og hann skal mannarættindadómstólurin taka støðu til, sigur Christ- ian Harlang við KNR. Óvissa um Thule-málið Hermenn fingu skeið í píning C M Y K 17 16