Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 11. mai 2004 19 Í góðveðrinum í Havn sunnudagin noyddust B36 og VB út í longda leiktíð og brots- sparkskapping, áðr- enn ein vinnari var funnin av fjórðings- finaluni teirra millum LØGMANSSTEYPIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eingin ivi er um, at B36 var stórfavorittur undan fjórð- ingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið móti VB, og kanska vóru teir so stórir favorittar, at teir sjálvir hildu seg hava vunnið dystin, áðrenn farið var út á vøllin. Ov seint uppspæl Sera lýtt var í Gundadali undir dystinum sunnu- dagin, og tað hevði við sær, at lítil ferð var á dystinum longu frá fyrsta bríksli. B36 hevði hug til at leypa á, men vágbingar stóðu væl á vøllinum, og tað sást á øllum brøgdum, at teir lúrdu upp á tey skjótu mót- álopini. Heimaliðið royndi at spæla seg ígjøgnum væl skipaðu verjuna hjá VB, men tað gekk ógvuliga striltið. Alt ov nógvar millumstøðir vóru nýttar á veg úr verjuni og fram í álopið hjá B36, og tískil høvdu vágbingar góða tíð at fáa liðið hjá sær upp á pláss. Eisini kann tað undra, at heimaliðið ikki spældi bóltin meiri niðan gjøgnum síðurnar, tí tað var ov mikið av plássi í rúm- inum aftan fyri bakkarnar hjá VB. Vágbingar høvdu kanska ikki bóltin eins nógv og heimaliðið, men teir vóru minst líka vandamiklir. Teir fangaðu ofta bóltin í upp- spælinum hjá B36, og tá gjørdist tað ofta vanda- mikið, tí at menninir hjá heimaliðnum vóru ikki serliga skjótir at koma aftur. Mangan var rættuliga tunt í verjuni hjá B36, og høvdu leikararnir hjá VB ikki nýtt so nógvar bóltrør- ingar á veg fram eftir vøll- inum, høvdu teir allarhelst verið væl vandamiklari. Tað vóru ikki nógvir opnir málmøguleikar í dystinum, og tí vóru tað ofta einmansavrik ella deyðbóltstøður, ið førdu til vandamiklar atsóknir á bæði málini. Einir 20 minuttir vóru farnir, tá ið John Petersen hegnisliga snýtir ein verjuleikara hjá VB stutt uttan fyri brots- teigin og langar til, men Bjarni í VB-málinum fekk boksað bóltin upp um tvør- stongina. Lítla løtu seinni kom tað, ið leingi sá út til at gerast einasta málið í dystinum. Vágbingar spæla seg skjótt fram eftir vøllinum, og eitt innlegg kemur úr høgra borði. Bólturin fer tvørtur við málinum, og við hand- aru stong stútar Mindaugas bóltin stutt útfrá, har Birgir Jørgensen er klárur og potar bóltin framvið Tróndi í málinum hjá B36. 1-0 til VB og stóra áskoðarafjøld- in í B36-skýlin var sum lamsligin. Lítið hugflog Leiðslumálið hjá vágbing- um førdi við sær, at teir trektu seg longur aftur á vøllin. B36 royndi at trýsta, men heimaliðið megnaði als ikki at spæla seg til nakrar opnar møguleikar, og tað var so at siga onki hugflog í uppspælinum hjá teimum. Alt ov ofta blivu bóltarnir bara lossaðir nið- an móti brotsteiginum hjá VB, og har tóku teir báðir sera vælleikandi miðverjar- nir hjá vágbingum, danin Anders Sørensen og lið- skiparin Eyðun Jacobsen, ímóti og sendu bóltarnar av vandaleið. B36 yvirtók alsamt meiri og meiri av spælinum, men miðjan hjá høvuðsstaðar- liðnum hekk ikki saman, og tað var sjónligt, at heima- liðið manglaði ein stýr- mann á miðvøllinum. Í eini roynd at fáa útjavnandi málið var Áki Mørk sendur á vøllin, og tað gav beinan vegin álopinum meiri tyngd, men framvegis gekk tað striltið við at spæla seg til opnar málmøguleikar. Størsta partin av seinna hálvleiki var bólturin á VB- hálvuni, og leingi hevði tú varhugan av, at tað fór at kosta hjá vágbingum, at teir høvdu flutt seg so langt aftur á vøllin. Men tíðið gekk, og offensiva satsn- ingin hjá B36 gav eisini pláss til álopsleikararnar hjá VB. Okkurt um fimm minuttir fyri leiklok var líka við, at VB gav heima- liðnum mønustingin. Ein langur bóltur bleiv sendur fram móti brotsteiginum hjá B36, og har misskilja verjan og málverjin hvønn- annan. Palli Augustinussen kemur ímillum við høvdin- um, men fær akkurát ikki beint bóltinum í tóma mál- ið. Ístaðin kundu B36arnir halda fram við at stríðast fyri útjavnandi málinum, og tá ið farið var út um vanligu leiktíðina bragdaði endiliga. Í einari ikki ser- liga vandamiklari støðu í brotsteiginum hjá VB skýtur Ronnie Samuelsen bóltin í hondina á einum verjuleikara hjá VB, og dómarin, Lassin Isaksen, ivaðist ikki og dømdi brots- spark. Vágbingar vóru alt annað enn nøgdir við dóm- in, men tað gjørdist einki við. Brasiliumaðurin, Alex, var settur at skjóta, og hann fekk akkurát sent bóltin undir Bjarna í VB-málinum til javnleik 1-1. Nú var rómur í B36-skýlinum, og tey flestu ivaðust ikki í, at nú fór B36 at vinna um- dystin. So var tó ikki, hóast teir trýstu óført og vóru nær við. Millum annað hevði innskifti Áki Mørk ein stútara, ið streyk beint fram við øðrum stólpanum. Tí- skil var neyðugt at fara til brotssparkskapping. Her eydnaðist tað vág- bingum at skora upp á fýra av sínum fimm royndum, meðan B36 bert megnaði at skora tríggjar ferðir, og tá ið Símun Samuelsen hjá VB setti seinasta brots- sparkið í netið, var rómurin øgiligur á vágbingunum í Gundadali. VB er í hálv- finaluni, har teir í tveimum royndum skulu royna at basa hinum høvuðsstaðar- liðnum HB. Dysturin í tølum B36-VB 1-1 (0-1) 4-5 eftir brotsspørk 0-1 Birgir Jørgensen 1-1 Alex Jose dos Santos brts. Brotssparksskapping 1-2 Mindaugas 2-2 Egil á Bø 2-3 Anders Sørensen 3-3 Bárður Mortansson 3-4 Jákup Olsen 4-4 John Petersen 4-5 Símun Samuelsen – Vit tóku ikki uppgávuna í álvara Ein av ágrýtnastu leikar- unum á liðnum hjá B36 sunnudagin var vongurin Bárður Mortansson. Eftir dystin helt hann, at B36 bert høvdu sær sjálvum at takka fyri, at teir ikki komu víðari – Bárður segði eftir dystin, at teir vóru øgi- liga skuffaðir, men at teir áttu at havt avgjørt dystin til egnan fyrimun, og tað dugdu teir ikki, millum annað, tí at teir vóru ov óneyvir. Byrjanin upp á dystin var sera vánalig hjá okk- um, heldur Bárður, og tá ið teir so hava skorað, velja teir at leggja seg aftur á vøllin, og vit megna als ikki at spæla verjuna hjá teimum sundur. Eisini helt Bárður, at vágbingar vóru dugnalig- ir, tí tað eydnaðist teim- um at seta leikferðina niður, og tað var avgjørt til fyrimuns fyri VB. Vit vóru ikki klárir frá fyrsta bríksli, og tað revsaðu teir, segði skjóti vongurin hjá B36. Bárður Mort- ansson fýltist á avrikið hjá sær og liðfeløgunum, og hann helt, at teir vóru alt ov lítið uppsettir upp á at vinna dystin, meðan viljin at vinna var ein heilt annar á liðnum hjá VB, og tí var tað kanska eisini uppiborið, at tað eru teir, sum eru komnir í hálvfinaluna, tí vit tóku ikki uppgávuna í fullum álvara,heldur Bárður Mortansson at enda. Ætla okkum allan vegin Lagið var gott á liðskip aranum hjá VB, Eyðun Jacobsen, eftir at vág- bingar høvdu spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið Eyðun helt talan verða um ein sannan arbeiðs- sigur til VB, har allir mans kempaðu væl og arbeiddu fyri hvørjum øðrum. Veteranurin hjá VB var tó ikki imponer- aður av B36, sum hann ikki helt spæla serliga væl. Tað var lætt hjá okkum at verja fyri, og teir spældu seg ongantíð ígjøgnum verjuna hjá okkum, sigur hann. At VB fyri ein stóran part spældi upp á skjót mótálop, viðgongur Eyðun og leggur afturat, at vágbingar lógu langt afturi á vøllinum, men við so skjótum vong- spælarum (Símun Sam- uelsen, Mortan úr Hørg og Palla Augustinussen blðm. ) kunnu vit loyva okkum tað, heldur Eyðun Jacobsen. Somuleiðis dylur hann ikki fyri, at VB í umdystinum lúrdi upp á brotssparkskapp- ingina, og hann fegnast um, at teir ungu leikar- arnir hjá VB bjóðaðu seg fram at skjóta, tá ið venj- arin skuldi finna fram til, hvørjir fimm skuldu skjóta brotsspørkini hjá vágbingum. Hetta eru góð tekin, heldur Eyðun, ið væntar sær nógv av unga fólkinum hjá VB næstu árini. B36-VB 4-5 efitr brotssp. 1-1 (0-1): Vágbingar koppaðu B36 Serliga á miðvøllinum tóktist striltið hjá B36 at fáa nakað í lag, soleiðis at talan ongantíð gjørdist um eitt nóg skipað trýst á væl skipaðu VB-verjuna Mynd: Álvur Haraldsen 19 Nr. 88 • týsdagur • 11. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Sambært Morgun- blaðnum vísti HB í síðstu viku tilboði frá íslendsku meistarun- um upp á landsliðs- spælaran frá sær, men HB formaðurin og Rógvi Jacobsen siga seg einki kenna til hesa søguna ÍSLAND Jóannes Hansen Íslendska meistaraliðið, KR úr Reykjavík, vil hava Rógva Jacobsen úr HB og til Íslands at spæla fótbólt. Tað veit Morgunblaðið at siga, og størsta íslendska blaðið hevur meiri í posan- um. Teir siga, at KR í síðstu viku sendi tilboð til HB upp á Rógva, sum er sáttmála- bundin hetta kappingarárið, men sambært Morgunblað- ið segði HB neit takk. Sjáldan rýkur av ongum brandi, plagar at vera tikið til. Men bæði HB og Rógvi Jacobsen avsanna staðiliga, at nakað er í íslendsku tíðindunum. – Tá ið teir vóru her og spældu í Atlantic Cup, vóru vit saman við leiðsluni í felagnum. Tá var einki nevnt um keyp og sølu av nøkrum spælara, og síðani hava vit ikki verið í sam- bandi við KR, sigur Birgir Enghamar, formaður í HB. Tað kemur púra óvart á Rógva Jacobsen, tá ið hann hoyrir søguna um íslendska áhugan fyri honum. Eg havi so einki hoyrt. Hvørki frá HB ella KR. Hugsar tú um yrkis- fótbólt í útlandinum? – Als ikki. Ein mánað eftir kappingarlok síðsta heyst vóru Jákup á Borg og eg í Herfølge og royndar- vandu. Tað var stuttligt at uppliva. Vit vandu nakrar fáar ferðir og spældu á eykaliðnum móti FCK. Vit vóru sjálvandi ikki í topp- venjing, men tað gekk hampuligt, og teir vóru positivir, men vit hoyrdu einki aftur, og eg tók tað bara sum eina spennandi uppliving. Men hvat hevði tú sagt, um íslendsku meistararnir løgdu eitt gott tilboð á borðið? – Tað hevði valdast um tilboðið. Um tað hevði verið av einum sovornum slagi, at tað ikki hevði borið til at sagt nei til tað, so hevði eg umhugsað tað. Men, sum sagt, so hugsi eg einki um fótbólt í útlandin- um. Nú ræður um at halda fram í HB við tí, sum vit vístu leygardagin, sigur Rógvi Jacobsen, sum stendur í timburlæru hjá Høgna Mikkelsen og verð- ur liðugur í september í ár. Hvat heldur tú um íslendskan fótbólt? – Eg havi spælt á lands- liðnum ímóti teimum, og vit í HB hava spælt tvær ferðir ímóti KR. Føroysku spælararnir, sum eru har yviri, hava sagt tað sama, sum eg havi upplivað. Tað er, at teir eru kropssterkir, og at fótbóltsspælið ikki er á hægri støði enn okkara. Eg haldi, at íslendskur fót- bóltur hevði passað væl til mín, sigur Rógvi Jacobsen, sum er 25 ára gamalur. Skoraði báðu ferðirnar Sambært Morgunblaðnum var tað, tá ið Føroyar og Ísland í fjør spældu tvær ferðir í EM undankapping- ini, at teir í KR serliga løgdu Rógva Jacobsen til merkis. Rógvi skoraði báðu ferðirnar, og í báðum før- unum var tað við høvdin- um, at hann fekk bóltin í málið. Rógvi er hávaksin og kraftmikil 25 ára gamalur miðjumaður, sum hevur spælt umleið 30 landsdyst- ir, og hann er lyklaleikari á HB liðnum, sum vann á KR í kappingini um Atlantic bikarið. Tað var eftir tann dystin, at KR gav HB til- boð, veit Morgunblaðið at siga. Íslendingarnir hava lisið uppá, men landsdystartalið er ikki heilt rætt. Ímóti Hollandi 1. juni fer Rógvi at spæla fyri 25. ferð á landsliðnum. Birgir Enghamar undir- strikar, at í HB hava teir ongantíð forðað spælarum at sleppa at royna seg uttanlands. – Jákup á Borg er nýggj- asta dømið um hetta. Tað hevði verið gott hjá okkum at havt hann á liðnum, men vit hava góðtikið, at hann er í OB og roynir seg. Vit gleða okkum at fáa hann aftur um mánaðarskiftið. Sáttmálin við OB er liðugur 29. mai. Vit høvdu vónað, at hann fór at spæla við okkum 2. hvítusunnudag, sum er 31. mai, men nú er tað umfarið lagt til hvítu- sunnuaftan, sum er 29. mai, tí landsliðið skal av landin- um. Tað mugu vit eisini taka við. Men vit hava ongan fyrispurning fingið frá KR upp á Rógva Jacob- sen, undirstrikar HB for- maðurin. KR vil hava Rógva NSÍ og ÍF skulu telvast um annað finaluplássið, og VB, sum gjørdi enda á steypavinn- arunum úr B36, skal spæla ímóti HB, sum var í hopla, tá ið teir høvdu fingið hol á ímóti EB/Streymi LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Eysturoyggin hevur tryggjað sær annað finaluplássið Ólavsøku- dag. Samstundis er tað greitt, at møguleikin fyri hundrað ára føðingardegi millum HB og KÍ á Ólavsøku er burtur. KÍ megnaði ikki at koppa ÍF, sum við 2–1 sigrinum setti enn eina striku undir, at teir ikki ætla sær at vera kanón- føði í bestu deildini. Nú skulu fuglfirðingar spæla tvær hálvfinalur ímóti NSÍ. Næstsíðsta sunnu- dag vann ÍF á heimavølli 4–2 í landskappingar- dysti ímóti júst NSÍ. Hóast alt skuldi av- gerast í einum dysti, so var tað bara í Fuglafirði, at báðir partar av fullum huga vístu álopsspæl. Í Gøtu, har NSÍ var mótstøðuliðið hjá GÍ, tóktist tað fyrst og fremst at ráða um ikki at tapa. NSÍ skoraði, tá ið eyka- tíðin var um at vera lið- ug. Harvið hevði Gí lagt rygg til fyrsta tapið á árinum, og tað kostaði framhaldandi luttøku í steypakappingini. Havnin eigur ikki trygd fyri finaluplássið. Lagt varð upp til hálvfinalu millum B36 og HB, men árstalsfelag- ið kiksaði ímóti VB, sum ikki hevur vunnið steypakappingina síðani 1974. Í 1997 var VB í steypafinaluni ímóti GÍ, men vágbingar taptu 6–0. HB reisti seg eftir stigamissin í málleysa javnleikin á Mølini. – Tá ið vit spæla sovornar dystir, ræður tað um at skjóta mál beinanvegin. Um tað eydnast, so kann talan gerast um stórsigrar. Um tað ikki eydnast, so vísir tað seg ofta at vera tor- ført, sigur Rógvi Jacob- sen, sum skoraði tvey av HB málunum í 7–1 sigrinum á EB/Streymi. HB og VB vóru saman í bólkaspælinum. Á Sev- mýri vann VB 4-0, og í Gundadali vann HB 7-0! Fyrru hálvfinalurnar verða annan sunnudag. Sambært skipanina, sum kom út undan vikuskift- inum, skulu seinnu hálv- finalurnar spælast 2. hvítusunnudag. Men hetta er seinni broytt. Orsaka av landsliðsferð- ini til Sveis, har Føroyar týsdagin 1. juni, sum er 3. hvítusunnudagur, skulu spæla vinardyst ímóti Hollandi. Hvør skal spæla finalu á Ólav- søku verður í staðin avgjørt fyrsta vikuskiftið í juli. Henrik Larsen, lands- liðsvenjari, var í Føroy- um um vikuskiftið. Hann sá dystin í Fuglafirði leygardagin og umdystin í Gøtu. Sunnudagin var hann í Gundadali og hugdi at B36 og VB. Sambært morgunblaðnum vil íslendska KR hava hendur á Rógva Jacobsen, men HB-formaðurin sigur seg einki hava frætt um nakran fyrispurning úr Íslandi Eysturoyggin eigur annað finaluplássið C M Y K 18