týsdagur 11. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 11. mai 2004
21
Guri Poulsen og
Bjartur Lamhauge,
sum bæði eru úr HBF,
vunnu um vikuskiftið
FM-heitið í badmin-
ton fyri einstaklingar
BADMINTON
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta hendi leygardagin, tá
finalurnar vóru á skránni,
eftir at innleiðandi dystirnir
vórðu leiktir fríggjadagin.
Serliga var tað í mans-
finaluni, at spenningurin
undan
kappingini
var
stórur. Meistarin frá í fjør,
Bjartur Lamhauge, hevði
ligið sjúkur undan viku-
skiftinum, og við eini
finalu móti Ragnari Ras-
mussen, vóru ikki ráð til
mistøk av nøkrum slag.
Fyrsta settið tóktist tað
heldur ikki, sum um Bjartur
hevði
nakran
livandi
møguleika, men í teimum
báðum næstu settunum
gjørdist alt meira spenn-
andi. Leingi stóð mest sum
á púra jøvnum, men í báð-
um førum eydnaðist kortini
Bjarta at toga seinastu
kreftirnar fram, soleiðis at
hann eftir meira enn ein
tíma kundi staðfesta, at
hann aftur í ár kann rópa
seg føroyameistara.
Úrslitini í finalunum
vóru annars hesi:
Einmansleikur,
kvinnur
Guri Poulsen-Ingun
Hansen 2-0 (11/2, 11/8)
Einmansleikur, menn:
Bjartur Lamhauge-Ragnar
Rasmussen 2-1 (2/15,
15/10, 15/12)
Tvímansleikur,
kvinnur:
Guri Poulsen & Guðrun
Jacobsen – Ingun Hansen
& Borglis Fagradal 2-0
(17/15, 15/3)
Tvímansleikur, menn:
Bjartur Lamhauge & Aksel
Poulsen – Ragnar Rasmus-
sen & Rani í Líð 2-0 (15/3,
15/4)
Blandaður
tvímansleikur
Aksel Poulsen & Ingun
Hansen – Rani í Líð &
Guri Poulsen 2-0 (15/11,
15/6)
»Eg eri HB-fan« hoyrast
soleiðis á leið helvtin av
havnarfólki í hesum døg-
um ganga og murra, og
nú hava hesi so eisini
fingið sína egnu heima-
síðu.
Mítt
Havnarlið
er
nevnliga ein nýggj fjepp-
arasíða, sum júst hevur
sæð dagsins ljós, og er
tað fyrst og fremst – ella
skuldu vit sagt bara –
HB, sum er á skránni í
hesari.
Enn er tó ikki tað heilt
stóra, sum er komið upp
á innihaldið á síðuni,
men eitt kjak-forum er so
til teirra, sum vilja sleppa
sær av við eitt sindur av
luft. Slík kjakforum hava
annars verið roynd á
flestu síðunum, men tær
almennu hava tó mest
sum allar stongt fyri hes-
um aftur, tí óhøvisku við-
merkingarnar gjørdust ov
nógvar í tali.
Í so máta hava óal-
mennu síðurnar ikki heilt
sama trupulleikan, og so
fæst at síggja, hvørt kjak-
ið á hesari fer at verða
eins nógv nýtt, sum tað
var á almennu HB-síð-
uni.
Leinkjan til nýggju
síðuna er,
www.hb1904.tk
-jm
Nýggj HB-síða
Guri og Bjartur gjørdust
meistarar
Bjartur Lamhauge sæst her uttast til høgru við sjónliga tekininum um, at hann aftur í ár kann
rópa seg besta badmintonleikara í landinum
21
20
Nr. 88 - 11. mai 2004
Við at vinna á Curt
Hansen í seinasta
umfari í Sigeman-
kappingini, eydnaðist
tað Peter Heine
Nielsen at fáa deilt
fyrsta pláss saman við
júst Curt. Norska
undurbarnið Magnus
Carlsen varð nummar
trý
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Sjáldsamur
vinnaravilji
merktist í sterku stórmeist-
arakappingini
í
Keyp-
mannahavn, sum endaði
sunnukvøldið. Fáir skjótir
javnleikir undir 25 leikir,
og hinvegin nógv telving
við offrum og taktiskum
finessum.
Serliga vórðu tað væl-
kendi Tiger H. Persson,
Curt Hansen og 13 ára
gamli Magnus Carlsen úr
Noregi — ið júst er vorðin
stórmeistari — sum telvaðu
sera fantasiríkt og settu sín
dám á kappingina. Curt,
sum eftirhondini er gamal í
garði í slíkum kappingum,
telvar vanliga heldur varið.
Men ikki sást varligi stíl-
urin aftur í Sigeman, tvørt-
urímóti. Tíbetur tykist tað
sum um hann hevur broytt
stíl, eins og Peter Heine
gjørdi fyri 3 árum síðani,
og úrslitið sæst hareftir.
Curt solo
Eftir at Peter Heine fyri
tveimum árum síðani yvir-
hálaði Curt á ratinglistan-
um, hevur Curt nú svarað
aftur;
undan
Sigeman,
hevði fyrrnevndi 2628,
meðan Curt hevði 2635.
Báðir fara nakað fram eftir
góða úrslitið í kappingini.
Tað varð eingin sum
væntaði, at Curt fór at
takast aftur. Hann legði seg
á odda í 3. umfari, og fram
til níggjunda og seinasta
umfar hevði hann trygga
leiðslu. Munurin var eitt
stig niður til Peter Heina,
sum sjálvur lá hálvt stig
framanfyri tríggjar telvarar,
eitt nú Magnus Carlsen.
The Big Dane, sum Peter
Heine
mangan
verður
nevndur, hevði hvíta fólkið
í sonnum endabraki móti
oddamanninum. Púra ó-
væntað telvaði Curt stak
illa, og varð blástur av talv-
borðinum eftir einans 24
leikir. Longu í 9. leiki leikti
hann skeivt og misti rók
fyri bisp. Skelkurin varð
somikið stórur, at longu
fáir leikir seinni misti Curt
eina finnu, og gavst. Tískil
mátti Curt taka til takkar
við deildum fyrsta plássi.
Endaliga støðan:
Peter Heine Nielsen
(2628)
6,0
Curt Hansen
(2635)
6,0
Magnus Carlsen(2552)
5,5
Alexander Beljavsky
(2667)
5,0
Eduardas Rozentalis
(2619)
4,5
Jonny Hector
(2512)
4,5
Evgeny Agrest (2601)
4,0
Tiger H. Persson (2513)
3,5
Nick de Firmian (2542)
2,5
Jacob Aagaard (2400)
2,5
Beljavsky, 50, leikti seg
væl innaftur í hitan, eftir
eina ringa kappingarbyrjan.
Tó er úrslit hansara ikki
nøktandi.
Somuleiðis
kunnu Agrest og de Firm-
ian ikki vera nøgdir við
avrikini.
Talvið hesa vikuna
Peter Heine Nielsen (2628) — Curt Hansen (2635)
Sigeman (9. umfar) 09.05.04
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 4.Fc2 d5 5.a3 Be7 6.Rif3 0—0 7.Bf4 Ribd7?
(Ófatiligt at ein so royndur telvari sum Curt yvirsær komandi leikrøð) 8.Rib5!
(Sjálvandi) dxc4 (hetta hjálpir heldur ikki: 8...c6 9.Bc7 Fe8 10.Rid6 Bxd6 11.Bxd6]
9.Bxc7 Fe8 10.Rid6 Bxd6 11.Bxd6 b5 12.g3 (Rókafongurin kann bíða) 12...Bb7
13.Bg2 Rib6 14.0—0 Rd8 15.Bxf8 Kxf8 16.Rfd1 Be4 17.Fd2 (Peter Heine hevur
sjálvsagt vinnandi fyrimun, men Curt roynir sjálvsagt at sprella, eftirsum 1. pláss
stendur uppá spæl) 17...Ria4 18.Rie5 Bxg2 19.Kxg2 Fe7 20.f3 Fd6 21.e4 Rie8
22.Fc2 f6? (Enn ein stórur feilur) 23.Rixc4! Rc8 Støðumynd
Støðumynd eftir 23...Rc8
24.Fxa4! og Curt gavst í vónleysari støðu 1-0
Vunnu á
heimabeiti
C
M
Y
K
20
Televarpið
tel 340340
televarp@televarp.fo
team85
Einastandandi mai-tilboð
frá Televarpinum!
Televarpið vísir:
Champions League
SAS-liguna
FA-Cup
Seriu A
Premier League
Bundesliguna
Primera División
*Tilboðið
er treytað
av 12 mðr.
Televarpshaldi
Frá 1. - 31. mai
Televarpsmóttakari
vanl. prísur 1.695,-
spar 700,-
995,-*
fyri einans
SAS LIGAN
CHAMP. LEAGUE
BLUFF - hvørt týskvøld á TV3
Einastandandi mai-tilboð
frá Televarpinum!
Veitst tú at:
· tilboðið gevur tær
Televarp í mai 2004
· tú fært
kortleiguna
· tú fært digitalt signal, sum gevur tær
· við Televarpinum er tað
at stovna og broyta hald
ókeypis
bíligastu
bestu góðskuna
lætt
28 fjølbroyttar rásir til
alla familjuna
m.a. TV3, 3+ og Viasat Sport
Hygg inn og fá eitt rás- og
prísyvirlit við heim