Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 11. mai 2004 23 22 Nr. 88 - 11. mai 2004 ingini er minni enn orkan, sum verður løgd í fyrireik- ingarnar. Her kundi ein møguleiki tó verið, at fing- ið Finnland við í kapping- ina. Tá verður talan í øllum førum framvegis um norð- urlendskar tjóðir, og tað er so longu staðfest, at finsku sisu-kvinnurnar høvdu ver- ið eitt sera hóskandi mót- støðulið hjá okkara at fing- ið. Menninir mugu bíða Sum landið liggur nú, so verður talan tó í fyrsta um- fari helst bara um eina endurreisn á kvinnusíðuni. Tí hóast mansliðið slapp at tjóvstarta við altjóða av- bjóðingunum, so hava hes- ar ikki víst seg at vera eins spennandi, sum nýfingna uppgávan hjá kvinnunum. Einamest tí menninir enn ikki hava funnið sær ein eins hóskandi pall at spæla á, soleiðis sum C-HM kappingarnar vóru tað. Sjálvandi kann tað vera spennandi hjá leikarunum, tá teir – sum í vetur – fáa møguleika at spæla móti stjørnunum úr stóru euro- peisku feløgunum, men samstundis má spurnar- tekin setast við, hvussu stór nytta er í at fara í holt við eina vónleysa uppgávu móti krútsterku norðmonn- unum, Og so kann í sama við- fangi setast spurnartekin við, hvørt menninir eru á sama støði, sæð í mun til kvinnurnar. Í øllum førum kann staðfestast, at tvey av mótstøðulondunum hjá kvinnunum og monnunum – Ísrael og Finnland – hava verið tey somu, men tað var í øllum førum himmastórur munur á, hvussu vignaðist hjá kynunum báðum. Her gjørdist talan klokkuklárt um 2-0 sigur til kvinnurnar, uttan at yvirritaði tó skal gera seg til serfrøðing í, hvønn status ávíkavist mans- og kvinnuhondbólt- urin hava í Ísrael og Finn- landi. Og so skerst ikki burtur, at kvinnurnar eisini hava ein annan stóran fyrimun. Tær hava nevnliga langt ífrá somu kapping frá fót- bóltinum, sum menninir hava tað, og tí kunnu tær í nógv størri mun njóta gott av tí fokus, sum tær hava møguleika at fáa – og sum tær í løtuni fáa við øktum sponsormøguleikum v.m. sum positivum hjáárini. Og so kann talan eisini gerast um eina lítla domino -effekt á tann hátt, at kvinn- urnar kunnu gerast loko- motivið, sum dregur menn- inar. Hetta er m.a. hent í bæði Danmark og Noreg, har kvinnurnar í drúgt ára- mál hava verið í avgjørda heimsoddinum, og har mennninir nú loksins eru um at vinna seg upp á sama popularitetsstøði. Enn eru tað kanska bara Stjørnan og VB her heima, sum megna at fylla heim- ligu áskoðararnar í høllina, men at ímynda sær eina fullsetta høll longu kl. 14.30, tá Neistin og Kyndil skulu takast, er kanska ikki heilt so veruleikafjart, sum tey seinnu árini annars hava borið boð um. Mugu smíða Og so er bara vóna, at Hondbóltssambandið nú smíðar, meðan jarnið er heitt. Sum sagt, so kann hetta gerast startskotið til eina velduga menning fyri føroyskan kvinnuhondbólt. Eina menning, sum uttan iva fer at føra við sær, at til- gongdin av nýggjum leikar- um fer at økjast, samstund- is sum trupulleikin við frá- fallinum fer at minka, og so kundi brádliga hent seg, at talan ikki bara verður um elitu í heimligu kappingini – men eisini um breidd. Gaman í er hetta ikki ein menning, sum hendir í ein- um, men eru karmarnir til staðar, samstundis sum av- bjóðingarnar eru nóg spennandi, so eru allar for- treytir fyri eini endurreisn av hondbóltinum til staðar. Og lat tað so bara at enda verða sagt, at tað kann væl vera, at onkur lesari nú tekur sær til høvdið. Kanska enntá flennir at vit- leysa fagnaðinum, sum kvinnulandsliðnum nú er fyri, og sum eisini hevur fingið yvirritaða at taka so dyggan til. Men júst hetta undirstrik- ar helst eisini, hvussu eina- standandi nýfingni møgu- leikin hjá kvinnuhondbólt- inum er. Var tað ikki fyri Landskrona-effektina hjá fótbóltslandsliðnum, hevði fótbóltslandsliðið helst ongantíð verið komið so langt, sum tað er komið. Ein og hjá einum góðum surfara, so ræður um at fara við aldukambinum, tá hesin er hægstur. Tað ger tað í øllum førum munandi lætt- ari at koma vegin fram, og júst tað má vera aðalmálið fyri føroyskan hondbólt! Verður rætt atborið, er einki at ivast í, at føroyskur kvinnu- hondbóltur fær eitt satt »boom« sum beinleiðis avleiðing av væleydnaðu luttøkuni í Challenge-Trophy kappingini herfyri EFTIRMETING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Challenge-Trophy kapp- ingin er av. Føroysku kvinnurnar komu heim við silvurmerkjum og bara tað í sjálvum sær staðfestir í øllum førum, at teir for- dómar, sum fleiri høvdu um tilmeldanina til kappingina, vóru púrasta ógrundaðir. Tætt og krevjandi Tað vísti seg nevnliga, at hendan kappingin var ein framúr góður pallur hjá okkara at føra seg fram. Av teimum fimm liðum, sum okkara fingu loyvi at royna seg ímóti, var tað nokk bara Italia, sum vísti seg at vera alt ov sterkt, og í veruleik- anum vóru tær sum so eis- ini alt ov sterkar til at taka lut í kappingini. Í hinum fýra dystunum var talan um uppgerðir, har okkara máttu leggja alla orku í at fáa eitt gott úrslit, og til alla lukku eydnaðist hetta so eisini. Kanska ikki í nóg stóran mun móti Let- landi, men tann dysturin bar tó brá av, at hetta ikki var ein dystur, sum okkara vóru tvungnar til at vinna. Tað vil við øðrum orðum siga, at okkara kvinnur fimm dagar á rað vórðu matchaðar fult út, uttan at verða yvirmatchaðar, og er tað nakað, sum er menn- andi fyri leikarar, so eru tað júst slíkar uppgerðir, har nervin og intensiteturin er í hásætinum. At hetta var galdandi, varð kanska einamest und- irstrikað av tí faktum, at fleiri av føroysku leikarun- um gjøgnumførdu seinastu dystirnar við eini seinastu rest av viljastyrki, heldur enn kropsligum førleika. Katrin á Neystabø var alla tíðina darvað av vødda- skaða, eins og bæði knæ og fótlið fóru at bila, so hvørt sum dagarnir gingu. Niko- lina Eyðbjørnsdóttir fekk vøddaskaða í búkinum longu í næsta dystinum, men var kortini eisini við í seinastu trimum dystunum, og týðiligasta staðfestingin var helst avrikið hjá Joan Midjord Djordjevic. Hon fekk í triðja dystin- um trupulleikar við eini fipurspreinging í lærinum, men kortini leikti hon 20 framúrskarandi minuttir móti Finnlandi í hálvfinal- uni. Og tá hon so keikti fót- in so dyggiliga í tí dystin- um, var tað ikki pínan, sum tú fyrst legði til merkis. Nei, uttan at kunna reisa seg, dukaði hon nevarnar í gólvið, samstundis sum alt annað enn vøkur orð komu úr munninum. Snøgt sagt rein irritatión um, at hon ikki longur var før fyri at geva sítt, og so mátti annars ógvusliga pínan koma í aðru røð. Fyri ikki at tosa um Anniku Ljósstein, sum við brotnari nøs varð borin av vøllinum í finaludystinum. Sjálvsagt gekk leiðin á sjúkrahúsið, men fyrst vildi hon hava sína medalju, eins og hon skuldi royna at lyfta steypið. Ikki fyrr enn hetta var avgreitt, fór hon út í sjúkrabilin, sum tá hevði bíðað í eini trý korter, men tað legði treiska klaksvíks- kvinnan líka í. Jú, sanniliga offraðu tær seg. Heppið lutakast Í hinum bólkinum var kappingin tó ikki heilt so jøvn. Bæði tí italska liðið sum sagt var ov sterkt, og so eisini tí bæði Moldova og Luksemburg ikki tóktust hava støði til at standa seg í kappingini. Nakað sum eisini varð staðfest, at tá hesi lond leiktu plaserings- dystir móti Belgia og Let- landi, sum bæði tvey vunnu stórsigrar. Tí ber illa til at staðfesta annað, enn at lutakastið lagaði seg framúr væl fyri okkara lið. Kanska eisini sum ein fylgja av, at eingin visti nakað um okkara styrki, og at Føroyar tí helst hava verið styrkismettar saman við londum sum Luksemburg og Moldova. Tað ber jú eisini til at ímynda sær, at vit endaðu í bólki við t.d. Italia, Luks- emburg og Moldova, og tá er nokk ivasamt, hvussu góða venjing dystirnir vildu givið, men lat tað fara. Komandi avbjóðingar Samanlagt er tó einki at ivast í, at hetta var ein fram- úr pallur hjá okkara liði, og tað er heldur einki at ivast í, at verður rætt borið at, so verður hetta startskotið til eitt satt boom innan før- oyska hondbóltsheimin. Fyrst og fremst innan kvinnuhondbóltin, sum við hesum brádliga hevur fingið eina framúr spenn- andi avbjóðing at líta fram til. Sjálvandi er tað ikki nóg mikið við dystum bara annað hvørt ár, men kon- taktirnar hesa ferð hava so longu givið úrslit í øðrum innbjóðingum. Tosað verð- ur so eisini í løtuni við ís- lendska og grønlendska hondbóltssambandið um at fáa í lag fasta millumtjóða kapping. Eina kapping, sum íslendingar higartil hava verið sera trekir at fáa við í, men kanska kann før- oyska úrslitið í Italia broyta um hetta. Einasti vansin í slíkari kapping tykist vera, at her er talan bert um trý lið - altso tveir dystir í part – og tá kann talan gerast um eina negativa cost-benefit met- ing. Altso at nyttan í kapp- Dømingin dró niður Skal nakað veruligt minus setast á Challenge-Trophy kappingina í Italia, so slepst ikki undan at nevna dømingina. Umframt at vera ein kapping, har hondbóltskvinnur úr átta ymsum londum stríddust um gull og æru, so var talan eisini um eitt dómaraskeið. Og tað stóð skjótt greitt, at dómararnir á hesum skeiði ikki hoyrdu heima í nakrari elitu. Kanska vóru føroysku kvinnurnar ikki tær einastu, sum kendu sviðan av hesum, men serliga í Ísraels-dystinum var tað ófatuligt at síggja, at rumenska dómaraparið als ikki tóktist vita um nakra reglu fyri drál. At somu dómarar so – hóast harðan kritik – eisini vórðu settar at døma teir báðar næstu dystirnar hjá okkara, tóktist eisini merkisvert. At dómararnir í finaluni als ikki tóktust vilja geva okkara nakað sum helst, var so kanska meira ein staðfesting av, at dystirnir vórðu leiktir í Italia, og í so máta eitt gott dømi um, at royndirnar hjá parinum vóru ov fáar, tá rópini av áskoðaraplássunum gerast ov nógv. -jm Kvinnuhondbólturin eksploderar Tað eru júst slíkar succes-upplivingar, sum tær, ið kvinnulandsliðið fekk í Italia, sum kunnu eggja bæði leikarum og leiðarum til at leggja enn meira fyri í royndunum at menna hondbóltin Talan var um nakrar framúr spennandi og krevjandi dystir Challenge-Trophy kappingini hjá kvinnulandsliðnum, har einki kundi takast fyri givið. Og so slepst ikki undan at nevna hálvfinaluna móti Finnlandi, sum bara sparkaði ... Malan Klakstein hevði úr at gera, tá eingin av leikarunum hevði hug at geva skarvin yvir móti hóttandi skaðunum. Her er tað Gurið Mortensen, sum verður »riggað til« undan finaludystinum C M Y K 22