Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 11. mai 2004 25 24 Nr. 88 - 11. mai 2004 Føroysku hondbóltshetjurnar Sum tað helst er sagt nú nakrar ferðirnar, so var tað eitt framúrskarandi avrik, sum hondbóltskvinnur okkara framdu í Italia. Skal skerast yvir ein kamb, so er talan snøgt sagt um reint UG yvir alla linjuna, men vit fara so kortini at gera eina stutta lýsing av hvørjum einstøkum leikara á ferðini. 1. Helena Dam Poulsen Er sjálvsagt tann mest roynda av føroysku málverjunum, og í so máta hevði hon ein sera týðandi leiklut, nú ein so stór og nýggj avbjóðing stóð fyri framman. Og serliga í teimum báðum fyrstu dystunum livdi hon upp til hetta. Móti Belgia varð tað tó steðgað av skaða, men hon kom tó aftur og stóð ein brand-dyst móti Ísrael. 12. Fríða Petersen At Fríða í finaluni varð fyrsti føroyski málverjin at byrja inni, sigur nokk nakað um, hvussu væl hon hevði staðið seg í kappingini. Ikki minst átti hon sín stóra lut í hálvfinalusigrinum á Finnlandi. Samanumtikið mundi Fríða vera ein av leikarunum, sum stóð allar sterkast í myndini, tá heildar- fatanin skal setast saman. 16. Tomma Petersen Tomma fekk ikki meira enn ein hálvleik í hesi kappingini, og tí kann vera trupult at gera ein eftirmeting. Heldur ber til at siga, at hinar báðar stóðu seg framúr væl, og at rúm sjáldan var fyri at gera royndir á málverjaplássinum. Grundað á spælið hjá Tommu fyri VÍF í vetur, so er tó einki at ivast í, at hon verður sjálvsagdur partur av landsliðnum komandi árini. 2. Gurið Mortensen Var ein av teimum, sum altíð gekk á odda, tá sigrarnir skuldu stríðast heim. Ikki minst var hon framúr í sigrinum á Ísrael, men eisini í hálvfinaluni gjørdi hon sítt. Fjølbroytni hennara sum leikari ger eisini, at hon kann røkja fleiri plás á vøllinum, og hetta gevur altíð eitt pluss, tó at tað eisini kann gera tað truplari hjá Gurið at finna sítt fasta pláss. 3. Joan M. Djordjevic Var í fleiri løtum ein av heilt stóru føroysku leikar- unum. Serstakliga tá mótstøðuverjurnar skuldu opnast við fótfintum og kreativum innsløgum. Tí var tað ein sera dyggur smeitur, tá hon skadd mátti av vøllinum í hálvfinaluni, men hóast hon sostatt misti teir báðar seinastu dystirnar, má hon metast sum ein av avgjørt bestu føroysku leikarunum á ferðini. 5. Nikolina Eyðbjørnsdóttir »Skrúvustikkurin úr Vest- manna« segði útvarpsmað- urin, og einki er at ivast í, at Nikolina sýndi stóra styrki í føroyska verju- spælinum. Eisini hóast hon seinastu dagarnar var darv- að av skaða. Plagar eisini vanliga at hava stóra styrki í kontra-spælinum, og royndi eisini at liggja fram- við her, men tann parturin av føroyska spælinum rigg- aði ov sjáldan. 4. Heidi Maria Akselsen Varð tikin við í hópin, tá avboð vórðu givin, og hon gjørdi so avgjørt sítt til at taka av møguleikanum. Hevði eitt sindur av trupulleikum við at vera sett á bakkpláss, tá hon var inni, men stríddist væl í verjuni, og skeyt eisini eina perlu av einum máli móti Ísrael. 7. Lív Sørensen Var í hópinum til allar dystirnar, har hon stríddist við Báru um plássið úti á høgra veingi. Við skjótleikanum var hon ein góður garantur fyri Her tóktist Bára tó fyri tað mesta av hava yvirtakið, men tað er tó einki at ivast í, at hon hevur neyðugu dygdirnar til eisini framyvir at vera fastur partur av hópinum. 8. Anna Maria Samuelsen Var kanska mest ókendi faktorurin í føroyska hópinum undan kappingini, tá hon ongan tíð hevur spælt í bestu føroysku deildini. Hon tóktist tó ikki at hava stórvegis trupulleikar við at fella inn í hópin, og einki er at ivast í, at vit eisini her hava ein leikara, sum tey nógvu komandi árini verður við til at mynda hópin. 10. Gunnleyg Berg Sýndi í fleiri dystum eitt fantastiska flott og ágang- andi strikuspæl, og varð uppiborið kosin sum besti leikarin í kappingini á plássinum. Við stríðsvilja sínum var hon samstundis eisini eitt upplagt val til liðskipara, og eisini hend- an leiklut røkti hon fyri- myndarliga væl. Alt í alt ein av heilt stóru føroysku leikarunum í kappingini. 11. Anna Kristina Samson Var alla tíðina í kapping við Nikolinu um plássið á vinstra veingi. Her tóktist Anna Kristina at hava munin í álopspartinum, har hon fleiri ferðir megnaði at opna mótstøðuverjuna við sínum eyðkendu liggjandi skotum. Og skjótleikin bar eisini við sær, at mótstøðan so ongantíð fekk nakað kontraspæl at koyra móti okkum. 9. Simona Hansen Byrjaði kanska ikki kappingina so øgiliga væl, men gekk skjótt framá. Ikki minst hevði hon nakrar týðandi skoringar í hálvfinaluni ímóti Finnlandi, og at hon eftir finaluna varð kosin sum besti høgri bakkur sigur helst eisini alt um, hvørja virðing mótstøðan hevði fyri henni. Kundi tó kanska verið ynskiligt, at hon nýtti skotstyrkina enn meira. 13. Una Olsen Hóast Una mátti stríðast vð Gunnleyg sum beinleiðis kappingarneyta til strikuplássið, so fekk hon avgjørt sýnt nakrar av sínum mongu dygdum. Ikki minst var verjuspælið í Ísraels-dystinum framúr. Hevur enn nógv góð ár eftir, so einki er at ivast í, at vit eisini her hava ein av komandi grundstuðlunum á landsliðnum. 14. Bára Skaale Klakstein Var alla tíðina fremsta val á høgra veingi, har tað serliga var í verju- partinum, at hon fylti nógv. Í álopspartinum var hon kanska nakað darvað av, at hon er høgrahandað, og tí ikki slapp nóg væl framat í skotroyndum sínum. Men staðfesti saman- umtikið væl og virði- liga sína støðu á pláss- inum. 15. Annika Ljósstein Hevði stóra ábyrgd á bakkinum, haðani nógvar skotroyndir skuldu koma, og fyri tað mesta livdi hon eisini upp til hesa ábyrgd- ina. Kanska ikki so nógv við skotroyndum, men kraft og saft var í gjøg- numbrotum hennara. Fyri hennara viðkomandi fekk kappingin tó ein keðiligan enda, tá hon noyddist á sjúkrahús við brotnari nøs. Men við hesum gjørdist hon eisini ímyndin av før- oyska stríðsviljanum, sum hugtók øll mótstøðuliðini. 17. Katrin á Neystabø Var alla tíðina roknað sum fremsta føroyska skothóttanin, og hevði hon tí ein sera týðandi leiklut. Ikki minst var hon í essinum í dystinum móti Finnlandi, tá hon ferð eftir ferð sendi bóltarnar heilt upp í krossin. At hon hóast skaðar eisini megnaði at lyfta nakað av arvinum, tá Joan noyddist av liðnum, sigur eisini nógv um, hvussu stórur týdningur hennara fyri liðið var. Venjararnir Flemming Raben og Rógvi Nielsen høvdu ábyrgdina av avrikinum hjá kvinnulandsliðnum og bara úrslitið í sjálvum sær talar fyri góðum arbeiði frá teirra síðu. Ikki minst tóktist tað vera sálarliga røktin av leikarunum, sum var í topp, men eisini undir dystunum sýndu teir góðar dygdir. Ikki minst við at umskipa spælið í Ísraels- og Finnlandsdystunum. Í so máta var einasta minussið, at teir ikki hildu høvdið kalt í finaluni, har bonkurin mátti taka eina útvísing á sín kappa. LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo C M Y K 24