Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 11. mai 2004 27 27 26 Nr. 88 - 11. mai 2004 HB vann ein knús- andi 7-1 sigur á EB/- Streymi, tá sessurin í hálvfinaluni í steypa- kappingini skuldi tryggjast LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk, jakup@sosialurin.fo Hóast veðrið var av tí allar besta, so gjørdist talan ong- antíð um nakra sanna fót- bóltsveitslu, tá HB og EB/- Streymur hittust í Gunda- dali. Málveitslu – kanska – tí HB-viðhaldsfólkini høvdu í øllum førum sjey orsøkir at fegnast, men tann stóri fótbóltsdystin gjørdist talan so ongantíð um. Miseydnað verjuskipan Í mun til tað, sum vanliga verður roknað sum ideal- uppstilling, hevði EB/- Streymur gjørt eina hampu- liga stóra umskipan til dyst- in. Andrzej Pacek fekk nevnliga reytt kort, tá EB/- Streymur fyri viku síðani fekk javnleik móti HB, og í hansara stað hevði Piotr Krakowski valt at seta Sor- in Anghel. Ivaleyst sum eina roynd at hava eina góða skipan í verjuni, men lat tað bara vera sagt, at tann royndin miseydnaðist fullkomuliga. Saman við einum hálv- skaddum Fróða Clement- sen megnaði Sorin ongan- tíð at fáa skil á verjuspælið, og tó at HB ikki veruliga fekk sett trýst á, so lá tað alla tíðina í luftini, at her fór at enda galið. Og tað gjørdi tað so eis- ini tvær ferðir innan tveir minuttir, og hvørja ferðina tóktist verjuspælið hjá gest- unum serliga sannførandi. Hetta tók líka sum luftina úr dystinum, og ferðin – sum undan hesum hevði verið lág – fór nú heilt nið- ur í botn. Viljaleyst gestaavrik Eftir steðgin umskipaði EB/Streymur liðið nakað, og eina lítla løtu tóktust teir aftur at vilja stríðast fyri sínum møguleika. Eisini hóast HB kom upp á 3-0 eftir einum korteri, og tá Hans Pauli so minkaði við eini frísparksperlu, hómað- ist ein veruligur vilji. Men hesin var tó ikki so leingi. HB hevði nú veru- liga fingið sjálvsálitið í lagi eftir nøkur vánalig avrik í landskappingini, og tó at verjan eina løtu skinklaði nakað, so helt hon. Og so fall alt enn eina- ferð saman hjá EB/Streymi. Tað plagdi annars ikki at vera teimum fyri, men eins og í landskappingardysti- num móti B36, so fóru leik- ararnir mentalt av vølli- num, eftir at HB hevði skotið fjórða málið. Og so kundi dysturin annars akkurát tað sama endað 10- 5 sum nakað annað. HB spældi seg leikandi lætt ígjøgnum gestaverjuna, og tá HB-verjan so eisini fór at sova seinasta korterið, var víðopið í báðum endum. Her var munurin bara tann, at HB megnaði at gera nyttu úr nøkrum av sínum møguleikum, meðan EB/- Streymur ikki megnaði tað, og so endaði alt við eini eyðmýking fyri gestirnar, meðan HB fekk eitt ógvu- sligt sálarligt lyft. Trupult er at spáa Spurningurin er so, hvørja nyttu liðini duga at draga úr dystinum í strembanini frameftir. Her hevur HB sjálvandi framvegis møgu- leikan í steypakappingini, sum teir aloftast standa seg framúr væl í, og við tveim- um hálvfinalum móti VB, skuldu møguleikarnir at komið víðari at verið góðir. Og so vóna tey í HB helst eisini, at liðið kann gagn- nýta sálarligu ávirkanina av stóra sigrinum. Tað er í øll- um førum tørvur á tí, um liðið skal klintra upp í odd- in, men sum útvarpsmaður- in endaði frásøgnina, so er torført at spáa – og serliga um HB. Hjá EB/Streymi ræður nú fyrst og fremst um at leita aftur til røturnar. Eitt er, at liðið so syngjandi fór úr steypakappingini, men tað í sjálvum sær er neyvan nøk- ur vanlukka. Verri tykist vera, at stríðsviljin, sum áður hevur eyðkent liðið, nú tykist vera horvin. Tvær ferðir av trim- um hava teir í øllum førum givið skarvin fullkomuliga yvir, og sleppur hetta mátt- loysi at festa røtur í sinnun- um á leikarunum, verður talan í øllum førum um eitt strævið kappingarár fyri teirra viðkomandi. HB-EB/Streymur 7-1 (2-0): Sól og summar í Gundadali Sorin Anghel leikti fyrra hálvleik í verjuni, men hetta var ein alt annað enn væleydnað umskipan, og í seinna hálvleiki var hann aftur í álopinum mynd: Álvur Haraldsen Ov bangnir Tað er neyvan ov nógv sagt, at einasti av EB/- Streymur leikarunum, sum av røttum kundi standa við sítt avrik, var Hans Pauli Samuelsen. Ferð eftir ferð var hann maðurin, sum við fiksum fintum og góðum sendingum skapti órógv í HB-verjuni, men samanl- agt var hetta tó ongantíð nóg mikið til at skala trygga HB-sigurin. Og hóast góða avrikið, so var tað heldur ikki ein serliga nøgdur Hans Pauli, sum vit fingu orð á eftir dystin. - At vit soleiðis geva upp, er ikki gott nokk. Líka mikið, hvussu støðan er, so skal mann sjálvandi altíð stríðast víðari, men hetta er so sama søgan, sum tá vit vóru í Havn seinast. Vit fáa býtt mál ímóti okkum, og so fella vit bara í fátt. Men tað er jú ikki tað at fella í fátt, sum tú vanliga setir tykkara lið í samband við? - Nei. Avgjørt ikki. Í fjør stríddust vit hvønn tann einasta dyst, men tað tykist, sum eru vit meira bangnir í ár. Tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða við kom- andi dystirnar, staðfesti Hans Pauli Samuelsen eftir dystin. -jm Havnarveður Vagnur Mohr Mortensen er ein av teimum yngru HB-leikarunum, sum í ár veruliga hevur bitið seg fastan í hópinum. Saman við Símuni Eliasen mannaði hann leygar- dagin HB-miðverjuna, og sum vera man, so var hann væl nøgdur um úrslitið av dystinum. - Tað er veðrið. Í dag er havnarverður, og so vinna vit! - Nei, tað veit eg ikki, men tað er so í øllum førum ein staðfesting, at vit hava trupulleikar, tá veðrið ikki er av tí besta, men tað bilti so ikki í dag. Veður ella ikki, so er tað ein staðfesting, at sjey HB- mál vórðu skotin, og av hesum vóru tey fýra beinleiðis eftir deyðbóltar. Ein dygd, sum liðið eisini hevði vant undan dystinum. - Vit hava einki mál fingið upp á deyðbóltar higartil í ár, og tí hava vit vant hendan partin sera nógv sein- astu vikuna. Tí var tað eisini hugaligt at síggja, at hetta gav úrslit, sjálvt um bakgrundin í summum førum tóktist bílig. Og eg kann ætla, at ein slíkur sigur var júst tað, sum tit høvdu tørv á, nú úrslitini í landskappingini ikki hava verið so góð? - Sjálvandi. Vit vistu allir í dag, at vit høvdu nakað at prógva. Og eg haldi eisini, at eg undan dystinum visti av, at vit fóru at vinna, so hetta var avgjørt ein týdningarmikil psykologiskur sigur hjá okkum, segði altso Vagnur Mohr Mortensen at enda. HB-EB/Streymur 7-1 (2-0) 1-0: Heðin á Lakjuni, 16. 2-0: Rógvi Jacobsen, 18. 3-0: Símun Eliasen, 61. 3-1: Hans Pauli Samuelsen, 66. 4-1: Hendrik Rubeksen, 74. 5-1: Heine Fernandez, 75. 6-1: sjálvmál, 77. 7-1: Rógvi Jacobsen, 90. HB: Pól N. Joensen – Hallur Danielsen, Vagnur M. Mortensen, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Kári Nielsen, Martin Christensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni – Heine Fernandez, Hendrik Rubeksen (Rókur F. Jespersen, 78.) EB/Streymur: Gunnar á Steig – Carl H. Høgnesen, Sorin Anghel, Fróði Clementsen (Gert Hansen, 34.), Johan á Stongum (Ólavur Poulsen, 77.) – Bárður Olsen, Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen, Hallur Jacobsen (Høgni Hansen, 77.)– Hans Pauli Samuelsen, Sonni L. Petersen Gul kort HB: Eingin EB/Streymur: Jákup M. Joensen, 48 Dómari: Suni Johansen. Hevði gott tak á. FAKTA Málini 1-0: HB fær innkast í høgru. Rógvi snittar bóltin víðari inn í málteigin, har Heðin á Lakjuni nikkar niður móti nærmasta stólpa. 2-0: Langt útspark endar við at Sorin Anghel og Gunnar á Steig misskilja hvønnannan, og so kann Rógvi troka seg ígjøgnum. 3-0: HB hevur hornaspark í høgru, og har er Símun Eliasen hægstur og stútar bóltin inn. 3-1: Hans Pauli Samuelsen vinnur sjálvur fríspark á brotsteigarmarkinum, og hetta sendir hann hegnisliga upp um múrin og í kassan. 4-1: Eftir hornaspark í vinstru heilfluktar Hallur Danielsen við vinstra beininum, og so er Hendrik Rubeksen kvikur at stinga fótin fram. 5-1: Enn einaferð er talan um deyðbólt, og hesa ferð er Heine Fernandez seinastu maður at skjóta, eftir at bólturin hevur ferðast eitt sindur aftur og fram í brotsteiginum. 6-1: Heine Fernandez og Gert Hansen kappast um HB-innlegg úr høgru, og eftir at Heine fyrst hevur fótin á, endar alt við at Gert skumpar bóltin seinasta pettið í málið. 7-1: HB-uppspælið er enn einaferð í høgru, og tá bólturin kemur innfyri, er Rógvi hægstur og stútar í kassan. C M Y K 26 Skiftisspælari gjørdist hetja, og so gjørdi tað minni, at hann í síðstu løtu noyddist av vøllinum LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fyri 19 ára gamla Andy Olsen varð seinnaparturin leygardagin minnisríkur í Gøtu. Tá ið tað restaðu ellivu minuttir, varð hann skiftur inn. Tað er einki nýtt. Í fjør var hann við í tólv landskappingardyst- um. Bara í fýra av teimum var hann við frá fyrsta bríksli. Hesa ferð loysti hann Jónstein Petersen av. Tað sóu gøtumenn sum ein lætta, tí teir mettu Jónstein sum eitt tað besta álops- vápnið hjá NSÍ. Men í síðsta enda vísti innskift- ingin av Andy Olsen seg at koma væl við. Einki mál kom í vanligu leiktíðini. GÍ megnaði ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. NSÍarnir vóru tættir í verjuni, har Messias Perreira eftir leik- ligan aldudal og fleiri ferðir á bonkarendanum aftur hevði fingið møguleikan, og so dúvaðu teir ofta upp á stikkbóltar fram ímillum. Gøtumenn fingu ikki glið á miðvallarspælið. Pop- czynski kendi seg ofta noyddan at fara aftur á vøllin fyri at fáa samband millum keturnar. Harvið gjørdist Vitus Kofoed einsamallur á toppinum, og tað var ikki so heppið. Nýggja íløgan hjá GÍ hevur higartil ikki víst seg at vera púra uppløgd. Dygdirnar hjá nýggja álopsmanninum eru avgjørt ikki at temja og halda upp á bóltin, meðan bíðað verður eftir stuðli aftanífrá. Tað var hetta, sum tað oftast var neyðugt við leygardagin. Vitus Kofoed er heldur typiskur boksspælari. Tær dygdirnar var eingin møgu- leiki at gera nakað burturúr leygardagin. GÍ megnaði rættuliga sjáldan ella mest sum ongantíð at koma í so- vornar støður. Merkisvert var tað, at tá ið GÍ royndi at tiltuska sær yvirvágina, sum teir vón- aðu skuldi bera sigursmálið og harvið hálvfinalupláss við sær, tóku teir álops- mannin út. Í eykatíðini fekk innskifti Poul Arni Jacob- sen ein møguleika, men stútarin var ikki nóg neyv- ur, og Jens Martin Knud- sen, sum fyri fyrstu ferð í ellivu ár hevði leitað topp- húgvuna fram aftur, var ongantíð settur á serligar royndir. Andy í miðdeplinum Einki var at síggja til Helga L. Petersen, sum annars hevur verið fremsti álops- trumfurin seinastu árini. Teir tríggir í fremstu røð – Gert Langgaard, Jústinus R. Hansen og Jónstein Pet- ersen – eru allir heldur miðvallarar enn álopsspæl- arar. Tað gjørdi góðan mun, at Ian Højgaard var á mið- vøllinum, og hesa ferð spældi Aleksandar Jovevic í næstan 70 minuttir. NSÍ møguleikarnir vóru rættuliga fáir, men tá ið innskifti Andy Olsen fekk ein, var tað nóg mikið. Í umdystinum leyp GÍ høv- uðleyst á við nógvum fólki. Fleiri ferðir kundi Jens Martin við bleytum út- spørkum seta vandamikil mótálop í gongd. Í hesum førinum stakk ein annar av nýggjaru NSÍ monnunum, Jústinus R. Hansen, stakk fram í høgra borð, Andy Olsen sneiddi framvið mótstøðumann- inum, vinkulin tóktist at gerast í so spískur, tá ið hann kom í brotsteigin, og fyritreytirnar vóru einki serligar, tá ið tað var kalda høgra beinið, sum skuldi brúkast. Men Andy rakti væl, og bólturin fór flatt framvið Halli Hansen og í handara síðunetið. Ógvusligur rómur innan fyri vøllin, meðan heima- áskoðararnir ytru megin stóðu sum kánus. GÍ gjørdi alt fyri at spíska seg, og NSÍ ofraði seg. Í tólv landskappingardystum í fjør fekk Andy Olsen einki gult kort. Ta løtuna, hann leygardagin var á vøllinum í Sarpigerði, sá hann gult tvær ferðir og harvið reytt. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann verður ikki tøkur, tá ið NSÍ sunnudagin skal spæla landskapping- ardyst á heimavølli, men tað munnu hann og lið- felagarnir ikki leggja so nógv í. Eftir trilvandi fyrstu umfør í landskappingini og einki serligt bólkaspæl í steypakappingini er NSÍ komið í hálvfinaluna. Tað ráddi um at halda tætt NSÍ venjarin, Jógvan Martin Olsen, var ovurfegin eftir steypa- sigurin. Eitt er hálv- finaluplássið og tveir spennandi dystir ímóti ÍF. Men Jógvan Martin leggur meiri í avrikið enn so: – Hjá okkum ráddi tað fyrst og fremst um at halda tætt í verju- partinum. Har hava vit havt stórar trupulleikar higartil. Leygardagin megnaðu vit fyri fyrstu ferð í ár at fara av vøll- inum, uttan at mót- støðuliðið hevði fingið mál. Avrikið og úrslitið vóni eg fara at bera við sær, at spælið fer at gerast betur. Higartil hevur tað als ikki riggað, staðfestir NSÍ venjarin. Helgi L. Petersen var ikki hundrað pro- sent klárur. Tí valdi venjarin at halda hon- um uttanfyri. – Faktiskt spældu vit við trimum miðvall- arum í álopinum. Vit hava ikki aðrar møgu- leikar. At vit hildu tætt í verjupartinum hevði við sær, at tað var nóg mikið, at vit sjálvir skoraðu eitt mál. -jm Fakta um dystin GÍ–NSÍ 0–1 (0–0) 0–1: Andy Olsen 117. Dómari: Páll Augustinussen GÍ: Hallur Hansen – Leivur Hansen, Atli Gregersen, Poul Ennigarð, Poul Henning Jacobsen – Hans Pauli Petersen, Súni Olsen, Símun Louis Jacobsen, Magnus Skoralíð – Krzystof Popczynski, Vitus Kofoed (Poul Arni Jacobsen, 70.) Gult kort: Súni Olsen, Vitus Kofoed, Hans Pauli Petersen, Atli Gregersen, Poul Arni Jacobsen NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen – Ian Højgaard, Kári Hansen, Aleksandar Jovevic (Eddie Mikkelsen, 69.) – Gert Langgaard (Dánial Hansen, 80.), Jústinus R. Hansen, Jónstein Petersen (Andy Olsen, 85.) Gult kort: Kári Hansen Reytt kort: Andy Olsen 119. Gøtumenn royndu støðugt at bróta niður væl skipaðu NSÍ-verjuna. Hetta eydnaðist ongantíð, og í longdu leiktíðini slerdi NSÍ so kontra GÍ–NSÍ 0–1 (0–0): NSÍ snýtti gøtumenn