Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 11. mai 2004 29 29 28 Nr. 88 - 11. mai 2004 C M Y K 28 Bartal Eliasen, sum fleiri ferðir var í brennideplinum, skoraði ÍF sigurs- málið so mikið seint, at klaksvíkingar so at siga ikki høvdu møguleika at svara aftur ÍF–KÍ Jóannes Hansen Hýrurin á heimamonnun- um í Fuglafirði var góður leygardagin. Eftir tætt stríð, sum var stak undirhaldandi og í løtum væl spælt, hevði ÍF kneykað KÍ 2–1. Harvið fóru fuglfirðingar annað vikuskiftið á rað av heima- vøllinum sum sigursharrar. Tað hava teir nógvu tey seinnu árini ikki verið vanir við, tá ið mótstøðan hevur verið úr bestu deildini. Marginalirnir vóru við, og tað plagar at boða frá góðum. Sigursmálið skor- aði Bartal Eliasen, tá ið tað restaðu fimm minuttir. KÍ royndi at svara aftur. ÍF liðformaðurin, Eyðolvur R. Petersen, sum við kanón- fluktara við vinstra beini dygst undan steðginum hevði javnað til 1–1, sá gult fyri aðru ferð og harvið reytt, men Marek Vierbiczki sendi frísparkið úr átjan metrum og høgt yvir málinum. Sigursmálið hjá Bartali var hegnisligt. Tað vóru onkrar ábendingar um, at KÍ síðstu løtuna skuldi trýsta fyri at fáa sigursmál- ið. Á veg í álop mistu teir eitt sindur aftanfyri mið- strikuna, og støðan endaði við frísparki til ÍF. Áki Petersen legði innfyri, og Bartal stútaði dygst inn við handara stólpanum. Bartal hevði havt aðrar møguleikar. Tvær ferðir í 1. hálvleiki spældi Magni á Lakjuni, sum aftur hesa ferð var mest eyðsýndi álopsmaðurin av øllum, hann leysan innanfyri ikki sannførandi KÍ miðverjuna, sum hevði ilt við at finna røttu støðurnar og oftast tapti kapprenningina við mótstøðumenninar. Bartal royndi at slíta seg leysan, men Jákup bjargaði báðu ferðirnar. Í 2. hálvleiki var tað tætt við, at Bartal stútaði horna í málið, og so er spurningur- in, um vandamikli maðurin yvirhøvur átti at spælt síðstu stóru løtuna. Við nógvari ferð leyp hann eftir horna inn í kropsskinnið á Atla Danielsen, sum hevði tak á støðuni og skuldi við høvdinum beina bóltinum burtur. Atli lá flatur, og fleiri mundu halda ondini. Bartal hevði frammanund- an tiltuskað sær gult kort, og dómarin hevði ivaleyst komið við ostaflísini, um sami maður ikki hevði sæð hana frammanundan. Tíbet- ur fyri fuglfirðingar fór dómarahondin ikki í lumm- an. Trupulleikar í báðum endum KÍ hevði sínar møguleikar, og tað vóru eisini teir, sum fingu hol á. Eftir horna úr høgru smekkaði Niclas Niclasen til úr stuttari fjar- støðu. Verjuspælarin bjarg- aði á strikuni, men bólturin fór til Stig Aksnes, sum úr stuttari fjarstøðu smekkaði í kassan. Bara lítil løta var eftir til steðgin, og tað tókt- ist sum um KÍ undir hvíld- ini skuldi eiga týdningar- mikla sinniliga yvirskotið. So var tað, at Eyðolvur R. Petersen fluktaði so væl, sum hann neyvan hevur gjørt áður, og harvið vóru tað fuglfirðingar, sum vóru serliga væl nøgdir, tá ið fyrra umfarið var liðugt. Serliga í 1. hálvleiki gekk skjótt úr øðrum endanum og í hin. Atli Danielsen og Arnold Joensen høvdu góð- ar royndir, og tíðliga í 2. hálvleiki hevði Erling Fles risa møguleika eftir innlegg frá Stig Aksnes, men hon- um eydnaðist ikki at stýra bóltinum innanfyri mál- karmin. ÍF miðverjan var ikki sannførandi, men tað kom væl við hjá teimum, at tyngdin í álopspartinum hjá KÍ ikki var tann, sum hon var hjá heimaliðnum. Fakta um dystin ÍF–KÍ 2–1 (1–1) 0–1: Stig Edvin Aksnes 43. 1–1: Eyðolvur R. Petersen 45. 2–1: Bartal Eliasen 86. Dómari: Birgir Sondum ÍF: Kartin Joensen – Árni Petersen, Viggo Johanne- sen, Áki Petersen, Rúni Elttør – Eyðolvur R. Peter- sen, Roy Róin (Eyðun Ryggshamar, 64.), Hanus Elia- sen (Bárður á Lakjuni, 72.), Fritleif í Lambanum – Magni á Lakjuni, Bartal Eliasen Gult kort: Bartal Eliasen, Árni Petersen, Reytt kort: Eyðolvur R. Petersen 90. (tvey gul) KÍ: Jákup Mikkelsen – Jan Andreasen, Niclas Nicla- sen, Aleksander Djordjevic, Marek Vierczbicki – Arnhold Joensen, Jan Joensen, Atli Danielsen, Símun Joensen – Erling Fles, Stig Edvin Asknes (Leon Bjartalíð, 87.) Gult kort: Marek Vierczbicki, Atli Danielsen Fótbóltslagið er betri í Fuglafirði, enn tað hevur verið í nógv ár. Tað sást og kennist á øllum brøgdum. Áskoðararnir vóru leygardagin væl fleiri, enn teir plagdu at vera, tá ið ÍF var í 2. deild. Úrslitini higartil í ár hava við sær, at tað ikki bara eru spælararnir, men eisini áskoðararnir, sum hava fingið sjálvs- álit. Tað hoyrdist aftur, tí teir vóru væl mælskari, enn teir plaga at vera. Leikskráin, sum árini í næstbestu deildini hevur verið fotokopierað, telist nú millum tær frægastu, og bæði lokalt og aðra staðni frá er eydnast at fáa lýsingar, sum eru við til at økja um inntøkurn- ar hjá felagnum. Í ítróttarhúsinum er lív í. Har verður skipað fyri sølu av øllum tí, sum hoyrir fótbóltsdysti til, tað ber til at atkvøða um besta spælaran og at vinna, og so varð fram til steðgin leygardagin skip- að fyri serligari luta- seðlasølu. Seðlasølu er ikki heilt rætt. Fyri 30 krónur fekst ein tennis- bóltur. Meðan spælararn- ir hvíldu seg, var møgu- leiki at tveita tennisbólt- in á vøllin. Tann, sum megnaði at tveita tennis- bóltin nærri mittuni á vøllinum enn nakar ann- ar, vann ein ferðaseðil til Keypmannahavnar frá Atlantsflog. Ferðaseðilin fór hesa ferð til Klaksvíkar, men tað mundu teir í Fugla- firði ikki leggja so nógv í, tí teir fingu hálvfinalu- plássið í sín lut. jh Fótbóltsfepur í Fuglafirði KÍ hevur verið meistari seytjan ferðir. Steypa- sigrarnir hjá klaksvík- ingum eru nógv færri. KÍ var fyrstu ferð steypavinnari í 1966 og so aftur í 1967. Síðani hava teir vunnið Løg- manssteypið í 1990, 1994 og í 1999. Eftir tapið í Fuglafirði er greitt, at KÍ fer ikki at hátíðarhalda 100 ára dagin sum steypavinn- ari. ÍF hevur ongantíð vunnið steypakapping- ina. Fuglfirðingar hava tvær ferðir verið í final- uni, og teir hava báðu ferðirnar tapt ímóti HB. Fyrra ferðin var í 1976. Tá fevndi finalan um tveir dystir. Í Fuglafirði vann HB 5–1, og í Gundadali var úrslitið 2–2. Seinna ferðin var í 1987, tá ið ÍF spældi í 2. deild. Úrslitið var 2–2, og tá ið spælt varð tvær ferðir eitt korter kom einki mál. So var neyð- ugt við nýggjum dysti, sum HB vann 3–0. Í 1998 og í 2001 spældu ÍF og KÍ fjórð- ingsfinalur í Klaksvík. Fyrru ferðina vann KÍ 3–1, og seinnu ferðina vunnu klaksvíkingar 2–1. Leygardagin var fjórðingsfinalan í Fugla- firði, tí ÍF stóð seg betri í bólkaumfarinum, enn KÍ gjørdi. -jh Hava ikki verið steypalið ÍF-KÍ 2-1 (1-1): Nú hava fuglfirðingar marginalirnar við sær Bartal Eliasen gjørdist enn einaferð dagsins maður í Fuglafirði. Hesaferð tá hann fimm minuttir fyri leiklok stútaði frísparksinnlegg í kassan Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Esbjerg 29 17 - 8 - 4 63 34 29 59 2 FCK (M) 29 17 - 7 - 5 48 24 24 58 3 Brøndby (S) 29 17 - 7 - 5 48 25 23 58 4 OB 29 14 - 7 - 8 56 43 13 49 5 AaB 29 14 - 7 - 8 44 37 7 49 6 FCM 29 12 - 6 - 11 56 43 13 42 7 Viborg 29 10 - 8 - 11 42 37 5 38 8 AGF 29 10 - 3 - 16 41 57 -16 33 9 FC Nordsj. 29 7 - 8 - 14 31 53 -22 29 10 Herfølge 29 7 - 6 - 16 28 44 -16 27 11 Frem 29 7 - 3 - 19 33 54 -21 24 12 AB 29 6 - 2 - 21 25 64 -39 20 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jákup á Borg (OB) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Silkeborg 23 16 - 4 - 3 47 17 30 52 2 AC Horsens 23 16 - 3 - 4 40 15 25 51 3 Randers FC 23 15 - 3 - 5 61 35 26 48 4 Sønderjyske E 23 14 - 4 - 5 60 31 29 46 5 Køge 23 12 - 6 - 5 43 33 10 42 6 Skjold 23 11 - 4 - 8 45 39 6 37 7 Nykøbing 23 11 - 3 - 9 36 33 3 36 8 Ølstykke 23 10 - 3 - 10 47 42 5 33 9 FC Nordjylland 23 8 - 6 - 9 26 33 -7 30 10 Fredericia 23 7 - 8 - 8 30 33 -3 29 11 Fremad Amager 23 6 - 6 - 11 32 42 -10 24 12 B 93 23 5 - 6 - 12 31 41 -10 21 13 Brønshøj 23 5 - 6 - 12 29 51 -22 21 14 Vejle 23 5 - 5 - 13 30 46 -16 20 15 FC Aarhus 23 4 - 3 - 16 22 53 -31 15 16 B 1913 23 1 - 6 - 16 15 50 -35 9 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen,(Vejle), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Dalum 23 15 - 4 - 4 57 30 27 49 2 HIK 23 13 - 6 - 4 50 34 16 45 3 Næstved 23 13 - 5 - 5 51 24 27 44 4 Holbæk 23 11 - 6 - 6 46 33 13 39 5 Kolding FC 23 10 - 6 - 7 42 37 5 36 6 Brabrand 22 9 - 6 - 7 43 31 12 33 7 B1909 23 10 - 3 - 10 43 38 5 33 8 Slagelse 23 9 - 5 - 9 40 35 5 32 9 Jetsmark 22 7 - 6 - 9 32 46 -14 27 10 Lyngby 23 6 - 8 - 9 36 46 -10 26 11 Kalundborg 23 6 - 7 - 10 47 52 -5 25 12 Glostrup 23 7 - 4 - 12 36 48 -12 25 13 Skive 23 7 - 3 - 13 41 46 -5 24 14 Hjørring 23 7 - 3 - 13 29 61 -32 24 15 Holstebro 23 6 - 5 - 12 39 51 -12 23 16 Hvidovre 23 5 - 7 - 11 25 45 -20 22 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby) Hóast FCK tapti í Herning, so eru teir framvegis eins væl fyri í DM kappingini, sum teir vóru undan vikuskiftinum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Fótbóltsáhugin í Danmark er størri, enn hann hevur verið í mong ár, og støðan á stigatalvuni, nú bara enda- spurturin er eftir, fer uttan iva at hava við sær, at tað verður uppaftur størri grav- gangur eftir at sleppa at síggja lykladystirnar næstu vikuna, enn tað framman undan hevur verið. Hóskvøldið skulu FCK og Brøndby spæla í Parkini, og sunnudagin skulu Es- bjerg, sum er oddalið, og FCK spæla í Esbjerg. Øll tey fjøruti túsund atgongu- merkini til nýklassikaran í Parkini eru rivin burtur. Hjá FCK tóktist tað leyg- ardagin sum um, at teir høvdu tveitt møguleikan sjálvir at avgera burtur. Í Herning taptu teir 2–1. Talan var um fyrsta FCK tapið á útivølli í meiri enn eitt ár. Frank Kristensen stútaði til 1–0 eftir horna beinanvegin, men stjørnu- skotið Jesper Bech, sum hesa ferð var miðvallari í vinstru, meðan Zuma og Álvaro vóru í álopinum, javnaði til 1–1. Tá ið FCK stríddist fyri at vinna, kiksaði Morten Bisgaard afturlegging, og so skoraði Mohamed Zidan FCM sigursmálið. Hetta var fjórði dysturin hjá FCM á nýggja stadion, og hetta var 10. málið hjá egyptiska spælaranum, sum hevur skorað allar fýra ferðirnar. Sunnukvøldið var FCK aftur við í meistarakapp- ingini. Oddaliðið Esbjerg hevði ikki megnað at fara frá hinum oddaliðunum. Teir taptu 4–1 í Århus. AGF fekk tvey mál fyrstu fimm minuttirnar. Nýggi ís- lendski álopsspælarin hjá AGF, Helgi Sigurðsson skoraði tvær ferðir. Brøndby megnaði heldur ikki at gera sær dælt av, at hvørki av hinum oddalið- unum hevði fingið nakað burturúr. Á heimavølli megnaðu teir 1–1 ímóti OB, sum var væl meiri sannførandi, enn teir høvdu verið ímóti FCK í lands- kappingini og steypa- kappingini. Hjá OB og fyri spenningin kom tað væl við, at OB legði seg fram- um beinanvegin. Brøndby stríddist fyri at koma afuríaftur, og tað eydnaðist at javna í síðstu løtu. Mál- skjútti var Johan Absalon- sen. Tað ljóðar rættuliga føroyskt, men enn hevur eingin funnið fram til, um ættarbondini eru til Viðar- eiðis og harvið føroyska landsliðið. Viborg átti heimavøll ímóti AaB, sum fór til hús við 1–0 sigri. Á heima- liðnum vóru teir ikki blíðir við dómaran, sum tvær ferðir hevði víst teirra monnum reyða kortið. Báðu ferðirnar var tað fyri brot ímóti David Nielsen, ið sigst vera serfrøðingur í hesum. Botnurin lætti sær á AB og Frem hava síðstu vikurnar verið mest sum dømd til niðurflyting. Sunnudagin fingu bæði liðini fulla úrtøku, og har- við er avgerðin um, hvør skal flyta niður, útsett í hvussu so er til hósdagin. AB vann 2–1 á heimavølli ímóti FCN, sum annars kom á odda. Frem vann 3–2 á heimavølli ímóti Her- følge, sum sísðtu løtuna minkaði um munin frá 3–0 og til 3–2. AGF sigurin á oddalið- num hevði við sær, at AGF er komið undan niður- flytingarvandanum. Tey bæði feløgini, sum saman við AB og Frem stríðast fyri at sleppa undan fallin- um, eru júst FCN og Her- følge. Hinir báðir føroying- arnir komu ikki á vøllin eftir steðgin, og vóru tískil ikki við, tá ið Fremad Amager skoraði tvey mál DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Eftir at tað fyrsta partin av várinum hevur verið striltið hjá Jann Inga Petersen at vinna plássið á sentrala miðvøllinum, sum hann tóktist eiga síðsta heyst, so tykist tað nú at vera gloppið hjá honum. Sunnudagin var hann á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá ið Fremad Amager hevði vitjan av FC Nordjylland og vann 2–1. Hetta var annar heimasig- urin hjá Fremad Amager á rað. Meiri striltið gongst hjá meiri framrættaðu føroysku spælarunum á Amager. Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum vóru millum teir fyrstu ellivu. Men teir komu ikki á vølllin, tá ið farið var undir seinna um- farið, og tað framvegis var málleyst. Lítla løtu seinni legði FCN seg framum eftir hornaspark, men tá ið 2. hálvleikur var fimm minuttir gamal, javnaði Thomas Myssing, sum var annar teirra, ið var inn- skiftur. Fram ímóti dystar- enda skoraði Fremad Amager sigursmálið. Hjá Johan B. Hansen og Horsens gekk tað ikki meiri enn passaligt. Á heimavølli var úrslitið ímóti Ølstykke 1–1, og tað varð ikki mett at vera nóg gott. Oddaliðið Silkeborg, sum ikki hevði tapt í átjan landskappingardystum á rað, fór úr Nykøbing Falst- er við 2–0 tapi. Spenn- ingurin um uppflytingina øktist. Randers vann 5–0 á heimavølli ímóti Skjold. Nú er Randers á triðja plássinum trý stig aftanfyri Horsens, sum er eitt stig aftanfyri Silkeborg. Tað eru sjey umfør eftir. Í botninum vaks mótið hjá Vejle eitt vet. Teir vunnu 2–0 ímóti niðurflutta B1913. Men Vejle er framvegis niðanfyri strik- una. Teir hava 20 stig, og Fremad Amager hevur 24. Ímillum tey bæði Føroya liðini eru B93 og Brønshøj, sum bæði hava 21 stig. B93 tapti 2–1 á heimavølli ímóti Køge, og Brønshøj fekk 1–1 á heimavølli ímóti Fredericia. FC Aarhus, sum er næstniðast, tapti 4–1 á heimavølli ímóti Sønder- jydske, sum hevur 46 stig og framvegis ein lítlan møguleika at flyta upp. Spenningurin størri enn nakrantíð Jann Ingi hevur fingið fótin fastan Jann Inga Petersen