týsdagur 11. mai 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 11. mai 2004
31
31
30
Nr. 88 - 11. mai 2004
C
M
Y
K
30
Talan gjørdist ongantíð um nakra spennandi
finalu, tá liðið hjá Heðini Mouritsen í stórum
stíli tryggjaði sær steypaheitið fyri 2003
BRIDGE
Bogi Simonsen
Steypakappinging hjá Føroya Bridgesamband varð leikt
um vikuskifti. Átta lið luttóku í kappingini, sum í ár, varð
skipað á ein heldur ørvísi hátt. Tey átta liðini vóru býtt
sundur í tveir bólkar við fýra liðum í hvørjum.
Bólkur 1
Salamon Johansen, Bogi Simonsen, HH-Bókhald og
Eyðun Anthoniussen
Bólkur 2
Heðin Mouritsen, Allan Dal- Christiansen, Jóna Gruntveit
og Mortan Rasmussen
Í innleiðandi bólkaspælinum vóru tríggjir dystir á 20 spøl
leiktir. Bæði tey ovastu liðini í hvørjum bólki skuldi leika
í hálvfinaluni. Nummar eitt í bólki 1, leikti móti nummar
tvey í bólki tvey.
Liðini, ið ognaði sær sæti í hálvfinaluni vóru:
Eyðun Anthoniussen — Robert Langaard
Hans Egil Joensen — Edmund Joensen
Heðin Mouritsen — Jóannes Mouritsen
Dánjal Pauli Mohr — Per Kalsberg
Mortan Rasmussen — Einar Ellingsgaard
Finn Ougaard — Høgni Jacobsen
Jens Pauli G. Nolsøe — Jákup Hjaltalin
Høgni Hansen — Kaj Alstrup
Liðið hjá Heðin Mouritsen leikti móti Jens Paula G.
Nolsøe í tí einu hávlfinaluni, meðan hin hálvfinalan stóð
millum liðini hjá Eyðun Anthoniussen og Mortan
Rasmussen.
Heðin Mouritsen vann sín dyst sera sannførandi við ikki
færri enn 65 imp móti Jens Paula G. Nolsør, meðan hin
dysturin var nakað javnari. Eyðun Anthoniussen vann tó
trygt við 21 imp á Mortani Rasmussen.
Finalan gjørdist ikki tann mest spennandi. Liðið hjá
Heðin Mouritsen setti seg á dystin frá byrjan og hevði eina
trygga leiðslu allan dystin ígjøgnum. Úrsliti gjørdist, at
Heðin vann við 39 imp.
Eftir kappingina vóru øll samd um, at broytti steypa-
kappingarhátturin er betur enn tann áður nýtti.
Fyrireikarinir finguð stórt rós frá luttakarinum fyri
tiltakið, ið uttaniva verður endurtikið.
Spælið hesaferð
Liðið hjá Boga Simonsen, ið gjørdist Føroyameistari í ár,
hevði eina sera vánaliga kapping. Tað byrjaði longu í tí
fyrsta spælinum í kappingini, tá ið Bogi og Símin høvdu
eina meldu misskiljing.
Símin
Jórun
Bogi
Johannis
1kl
2kl1)
2rú
pass
3kl
pas
3hj2)
pass
4rú
A.p.
1)Veik hond við 5-4 í major
2)Hjartara hald, leitar eftir spar haldi til 3sans
K72
2
KB9
EKB1097
D5
DB105
ED832
D5
Sum ein sær, so eru bæði 3 sans og 5 rút í kortunum.
Hvussu høvdu tit melda. Er 4rút eitt pos. meld ella sigur
makkarin, at hann ikki hevur nakað spar hald og tríggjar
lítlar rútarar. Er 3hjart útgangskrav.
Bestu bridge-liðini
1) Heðin Mouritsen
2) Eyðun Anthoniussen
3) Jens Pauli G. Nolsøe
4) Mortan Rasmussen
5) Salamon Johansen
6) Jóna Gruntveit
Tað gjørdist 14 ára
gamli Martin Jo-
hannesen úr Havn,
Martin Johannesen úr
Havn, sum vann
fótbóltsferðina til
Dublin
FÓTBÓLTSFERÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í samband við útgávuna av
árliga fótbóltsblaðnum hjá
Sosialinum, var aftur í ár
skipað fyri kapping, har til
bar at vinna eina fótbólts-
ferð.
Atlantic Airways fer utt-
an iva at flyta hópin av
fótbóltshugaðum
føroy-
ingum til Dublin, tá Før-
oyar í heyst skulu spæla
fótbóltsdyst her, og flog-
felagið legði alt fyri eitt
tvey av plássunum av, so-
leiðis at nakað skuldi vera
til vinnaran av kappingini.
Puslispælið gekk upp
Kappingin, sum talan var,
var at savna saman eitt
puslispæl, sum at enda
skuldi vísa eina mynd av
HB-liðskiparanum, Rúna
Nolsøe. Sjálv plátan til
hetta var at finna í fótbólts-
blaðnum, meðan teir 15
puntarnir í puslispælinum
so vóru at finna í Sosialin-
um seinastu tríggjar vikur-
nar.
Men tað var nú ikki bara
sum at siga tað, at fáa hetta
vælsignaða puslispæl at
ganga upp. Tá brikkurin við
15-talinum á varð prent-
aður her í blaðnum, sótu tey
flestu framvegis bara við
14 brikkum, men mistakið
varð skjótt greitt, og í næsta
blaðnum var so tíggjundi
punturin, sum øll høvdu
sóknast eftir.
Hóast hetta, so vóru tað
tó nógv, sum høvdu savnað
sær allar puntarnar. Alt í alt
táttaði talið av innkomnum
brævbjálvum væl upp ímóti
teimum túsund, og millum
hesar skuldi vinnarin av
ferðini so finnast.
HB-leikari vann
Og nú talan var um eina
fótbóltsferð, so mundi tað
eisini vera hóskandi, at tað
gjørdist ein fótbóltshugað-
ur unglingi, sum fór avstað
við vinninginum.
Tað var nevnliga bjálvin
hjá 14 ára gamla Martin
Johannesen úr Havn, sum
kom úr posanum, og hann
kann soleiðis longu nú fara
at gleða seg til oktober
mánað, tá flogfarið til
Dublin fer avstað.
Umframt at ganga í skúla
á Adventistaskúlanum, er
Martin eisini fastur fúsur á
dreingjaliðnum hjá HB, so
tað er einki at ivast í, at
áhugin fyri bóltspælinum
er stórur.
Og nú fær hann so møgu-
leika – saman við einum
ferðafelaga – at síggja før-
oyska landsliðið í altjóða
dysti á útivølli. Og tað man
nú ikki vera so galin fong-
ur.
Tað varð brævbjálvin hjá 14
ára gamla Martini
Johannesen, sum kom fyrstur
úr væl fylta posanum
Ungur havnarmaður
til Dublin
Heðin Mouritsen tók steypakappingina
Talan gjørdist
ongantíð um
spenning í
finaludystinum
Mjølnir og TB stóru vinnararnir
TB og Mjølnir vunnu
hvør síni fimm steyp
á árligu flogbólts-
gallaveitsluni leygar-
kvøldið. Ársins spæl-
arar 2003/04 eru Gud-
rid Nolsøe og Bartal
Eliasen
FLOGBÓLTSGALLA
Páll Holm Johannesen,
pall@sosialurin.fo
Leygarkvøldið
skipaði
Flogbóltssamband Føroya
fyri árligu galla-veitsluni,
sum er endabresturin fyri
kappingarárinum í vetur.
Góð 200 fólk vóru savnað á
Hotel Føroyum.
Flogbóltssambandið
hevði lagt nógv fyri at fáa
eitt so væleydnað kvøld
sum gjørligt og tað eydnað-
ist eisini til fulnar. Hæddar-
punktið á kvøldunum var,
tá tað skuldi avdúkast,
hvørjir
flogbóltsleikarar
vóru best í flogbóltsárinum,
sum fór.
Gudrid X 2
Hjá kvinnunum gjørdist
steypavinnararnir av Tvør-
oyri
stóru
vinnararnir.
Leikarar og venjari hjá TB
vunnu í alt fimm steyp
leygarkvøldið. Hetta kenn-
ist óivað fjálgt hjá tvøra-
kvinnum, sum gjørdust just
ov stuttar í kappingini um
FM-heitið í ár.
Gudrid Nolsøe varð kos-
in ársins leikari og ársins
áleypari. Ingun Midjord og
Sólva
Dimon
gjørdust
ávikavist ársins blokkleik-
ari og ársins stjørnuskot.
Venjarin hjá TB-kvinnun-
um í vetur, Virgar Djur-
huus, varð valdur til ársins
venjara í kvinnudeildini.
Veteranurin hjá Mjølnir,
Marjun Kalsø, fekk heiður-
in sum ársins hevari og lið-
felagið hennara, Margit
Joensen varð kosin til árs-
ins verjuleikara.
Ársins útlendski leikari
varð Nicolina Alter hjá
Drátti.
Bartal bestur
Leygardagurin má sigast at
hava verið dagur í viku hjá
fuglfirðinginum,
Bartal
Eliasen.
Seinnapartin leygardag-
in hevði Bartal avgerandi
leiklut, tá hann stútaði fugl-
firðingar víðari í kapping-
ini um Løgmanssteypið. og
seinni um kvøldið varð
hann kosin til fremsta flog-
bóltsleikara farna vetur.
Liðfelagin hjá Bartali í
ÍF, Odd Eliasen, fekk heið-
urin sum ársins hevari. Sør-
vingarnir gjørdu eisini eitt
veruligt hál leygarkvøldið.
Jón Nielsen, Jóhan Petur av
Stongum og Ólavur Jensen
gjørdust ávikavist ársins
áleypari, ársins verjuleikari
og ársins stjørnuskot.
Føroyameistararnir
úr
Mjølni vóru heldur ikki við
skerdan lut á gallaveitsluni.
Veteranurin, Trúgvi Poul-
sen, varð kosin til ársins
blokkleikari. Útlendingar-
nir hjá Mjølni, Stanislav
Hristov og Vlademir Vasi-
lev fingu ávikavist heiðurin
sum ársins venjari og ársins
útlendski leikari.
Bestu flogbóltsleikararnir í landinum vórðu kosnir á stóru gallaveitsluni leygarkvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Gudrid Nolsøe og Bartal
Eliasen vóru leikararnir, sum
fram um øll onnur vórðu
kosin tey bestu
Mynd: Álvur Haraldsen
Tey bestu
Ársins áleypari (Steyp latið av Føroya Bjór)
Jón Nielsen
SÍ
Gudrid Nolsøe
TB
Ársins blokkleikari (Føroya Sparikassi)
Trygvi Poulsen
Mjølnir
Ingun Midjord
TB
Ársins verjuleikari (Tryggingarfelagið Føroyar)
Jóhan Petur á Stongum
SÍ
Margit Joensen
Mjølnir
Ársins hevari (Klaksvíkar Timburhandil)
Odd Eliasen
ÍF
Marjun Kalsø
Mjølnir
Ársins stjørnuskot (Føroya Shell)
Ólavur Jensen
SÍ
Sólvá Dimon
TB
Ársins leikari (Føroya Sparikassi)
Bartal Eliasen
ÍF
Gudrid Nolsøe
TB
Ársins venjari (Atlantic Airways)
Stanislav Hristov
Mjølnir
Virgar Djurhuus
TB
Ársins útlendski leikari (Kjølbro Heilsøla)
Vlademir Vasilev
Mjølnir
Nicolina Alter
Dráttur
So kom skipanin
Eitt sindur seinkað er hon nú loksins komin á gøtuna.
Kappingarskipanin hja FSF fyr fótbóltslandskapping-
arnar í 2004.
Sær sjálvum so líkt, so inniheldur skipanin flestu av
faktuellu upplýsingunum, sum eru hentar at hava, tá
dystir v.m. skulu leggjast til rættis. Dystarskráin fyri
ymsu deildirnar er ein sjálvfylgja, eins og yvirlit yvir
kontaktpersónar í ymsu feløgunum, dómarar, fótbólts-
umsiting v.m. er at síggja.
Skipanin fæst í flestu sølubúðunum kring landið, og
kostar hon 30 krónur.
-jm