Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 14. september Zakarias Wang Tann 14. september 1946 er týdningarmesti dagurin í Før­oya søgu. Tá var fólka­at­ kvøða um, hvørt vit skuldu við­urkenna at liva undir donsku stjórnarskránni (grund­lógini) ella gerast eitt sjálv­støðugt ríki. Tíbetur valdu vit at vraka donsku stjórn­arskránna og vildu heldur, at vit gjørdust eitt sjálv­støðugt ríki. Summi halda, at henda fólkaatkvøðan ongan týdn­ ing hevur havt, tí vit eru ikki vorðin eitt sjálvstøðugt ríki enn. Einki kann vera skeivari enn hetta, tí øll tíðin síð­ani 1946 hevur verið ein fyri­ reikingartíð til at seta fólka­ atkvøðuna í verk, og hvør tægr í samfelag okkara er merkt av tí rætta vali, sum vit gjørdu tá. Vit kunnu bara eina løtu hugsa okkum hvat ið hevði verið okkum fyri, um so var, at vit høvdu valt hin lutin, og høvdu viðurkent, at danska stjórnarskráin eisini var okk­ ara stjórnarskrá. So høvdu vit verið danskir ríkisborgarar við somu rætt­ indum og skyldum sum ein­ hvør annar dani. Umframt skatt til komm­ unur og amtskomm­unu høvdu vit goldið statsskatt eft­ir somu skattalógum sum í Danmørk. Lóg um verndarskyldu hevði verið galdandi fyri okk­um, og teir, ið skuldu seta livið í veð fyri Danmørk, høvdu verið fluttir niður. Vit høvdu ikki havt pen­ ingaseðlar og frímerki. Sum danskur landslutur høvdu vit verið í ES. Vit høvdu einki ræði havt á sjóøkinum rundan um Før­ oyar. Hvør ið slapp at fiska og hvar hevði verið avgjørt av Mariu Damanaki. Funnu oljufeløgini nakað rakstrarvert í undirgrundini, fór vinningurin lúkst í danska stats­kassan. Vit høvdu ikki havt nakra altjóða skipaskráseting. Vit høvdu ikki havt nak­ ran møguleika fyri at tikið lut í altjóða ítrótti sum føroy­ ing­ar. Hetta er nóg mikið til at gera einum og hvørjum greitt, at vit hvønn guðsskapta dag kunnu vera teimum takksom, sum tann 14. september 1946 so manniliga vardu borg og róku burtur tað tilboð vit fingu um at sita við ytstu brík í tí ríki, vit aldrin hava verið partur av. Ófólkaliga atkvøðan verður fólkapensionistur Virgar Dalsgaard Í dag verður fólkaatkvøðan frá 1946 sjeyogtrýss ár og fólkapensionistur. Dagurin verður helst hildin við risa­ orð­um, fagnaði og lógva­ bresti av søguskaddum monn­um, eitt nú Zachariassi Wangi, Høgna Hoydali og øðr­um fantastum. Hetta eru menn, sum principielt hata virkuligheitina og ongantíð vilja seta seg inn í hvørki mate­matikk ella logikk. So hjá teimum verður hesin dagur framvegis hildin sum ein katólskur halgidagur, ein Erlendsparanoia-messa. Men matematiskt og jurid­ iskt VAR als IKKI nakar meir­i­luti fyri loysing í Før­ oy­um í 1946, sjálvt um vit loypa tær heimvendu asfalts- atkvøðurnar um. Hatta er, sum Petur Mohr Dam tók til, eitt óreingiligt faktum, men fakta rína ikki við og inte­ressera heldur ikki para­ noidar loysingar. Teir skiftivís grenja og gorra tessvegna øgiligt á hesum degi, - teir hittast, háls­fevnast, fella tár og jamra um, at vit enn eru saman við Danmark, sum stórt sæð eigur lívið í teim­ um øllum somlum. Men apro­pos fólkaflyting, so hildu allarflestu skilamenn, og teir, sum vóru nationalt edrúiligir í 1946, at tað valla høvdu búð meira enn 15 til 20.000 fólk í Føroyum bara tíggju ár seinni, um loysingin bleiv realiserað. Tessvegna eiga vit at fegn­ast øgiligt um, at hes­in dagur ikki fekk tær kata­ strofalu avleiðingar, sum ábyrgd­arleysir heimvendir útisetar vildu lokka okkum til. Sáttligir heimaføroyingar góvu teimum heimvendu asfalts-fanatikarunum við teirra donsku konum dura­ fjórð­ingin. Asfaltarar, sum ikki kendu føroysk heima­ viður­skifti, áttu moralskt slett ikki at havt valrætt! Tá vóru argumentini er­lendsk, kirkjubíggjar- hyster­isk og illa gjøgnum­ tonkt - í dag eru tey zacha­rid­isk-høgnes­isk og heilt uttan nak­að sak­ligt tanka­góðs, bara følilsir, knapp­erpni og para­noia.. Tal­blindir menn eru líka far­ ligir demagogar í Før­oy­um, sum á Balkan, har man enn dyrkar eitt árstal frá 14. øld við somu sakralu argu­ment um móti einum granna­fólki, sum okkara loysingar. Tann "knái" fólkapension­ ist­urin fær kortini eisini eina skál frá mær, men tað er nokk ein ødrvísi slurkur, enn tann sum leskar loys­ ingargómarnar hjá Zachariasi og Høgna H. 14. sept. – a masterpiece of inconclusiveness Johan Petersen duconsulutes furei seris possultodi skírir enski søgu­ frøðingurin John F. West fólkaatkvøðuna 1946, sum Zakarias Wang sigur vera týdn­ingarmesti dag­urin í Føroya søgu. Skyldmaður mín Zakarias Wang er ikki vaksin frá fólka­ atkvøðuni 14. sept. 1946, sum hann í grein um dagarnar sigur vera týdningarmesti dag­urin í Føroya søgu. Tá var fólkaatkvøða um, hvørt vit skuldu viðurkenna at liva undir donsku stjórnarskránni (grundlógini) ella gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Tíbetur valdu vit at vraka donsku stjórn­arskránna og vildu held­ur, at vit gjørdust eitt sjálv­støðugt ríki, sigur hann. Men hetta passar sjálv­ andi ikki. Úrslitið varð, at bert ein triðingur valdi loys­ing, ein triðingur valdi stjórn­ar­uppskotið og ein trið­ingur valdi slett ikki. Og fólkaatkvøðan var øll sum hon var ein fløkja ella sum enski søgufrøðingurin sigur eitt meistarastykki av eini fløkju (”a masterpiece of inconclusiveness”). Og tí segði hon hvørki eitt ella ann­að. Ella at føroyingar sum vanligt ikki vóru samdir um nakað sum helst. Og so fer ZW at hugleiða um, hvussu ring vit høvdu havt tað í Føroyum, um úr­ slitið hevði verið eitt annað og tá hevði Maria Damanaki enntá útskrivað fiskiloyvir. Men hetta er altsamalt nakað verri tvætl. Hygg eftir grønlendingum. Teir hava sama rætt, sum vit. Og Maria Damanaki útskrivar ikki fiski­loyvir í Grønlandi. Haldi ikki, at vit skulu gera ein fløkjudag til okkara týdningarmesta dag. Vit hava betri uppiborið. www.gevidblod.fo Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo