mánadagur 16. september 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgmaður sum ein óður tarvur
Frank Davidsen
Í sínum totala politiska
maktaloysi, enn tá av Løg
tingsins røðarapalli, er nú
als eingin ivi um, at vit hava
ein stjórnarleiðarar, ið bæði
politiskt og persónliga er á
veg út av politisku eggini.
Í staðin fyri at viðurkenna
veruleikan og sakliga taka
broddin av teimun nógvu
ákærunum, so uppførir hann
seg sum ein politiskan lorta
unga.
Høgni Hoydal skal verða
takksamur fyri, at Løgmaður
stóð á røðarapallinum, og
ikki nærhendis honum, tí
annars hevði Løgmaður givið
formanni Tjóðveldisins ein
orduligan skallara. Ístaðin
fyri sakliga at svara upp á
fyrispurningin frá Høgna
Hoydal, so vísti Løgmaður
eitt sovorðið politiskt makta
loysi, ið tú valla hevur sæð á
Føroya Løgtingi.
Hæddarpunkti av hans
ara royndum at lúgva seg
burtur úr sínari politisku
trongstøðu var herfyri, tá
hann av sjónvarpsvertinum
varð spurdur um, hvørvítt
hann var á tí famøsa fund
inum, tá CIP var játtað eina
millión fyri "tort og svie",
um sáttmálin ikki var undir
skrivaður áðrenn 31. august.
Eisini spurningurin við
víkjandi
"gloymdu
skjøl
unum" varð havdur á lofti.
Honum líkt svaraði løgmaður,
at hann kendi einki til at
hava verið á nevnda fundi,
eins og hann ikki visti um
milliónina, sum CIP skuldi
fáa fyri "tort og svie".
Tá so sjóvarpsverturin
greiddi honum frá, at tann
hendingin hevði staðið á
forsíðuni á Sosiallinum fleiri
vikur frammanundan, so
svaraði hann arrogant aftur,
at hann als einki kendi til,
hvat Sosialurin hevði á sínari
forsíðu. Eingin ivi er um, at
her vísti løgmaður enn eina
ferð, hvussu lætt hann fer
um sannleikan.
Tí á heimasíðuni hjá Inn
lendismálaráðnum
stend
ur svart uppá hvítt, at løg
maður var á nevnda fundi.
Tá so hann enn einaferð av
sjónvarpinum verður spurd
ur, hvør sigur ósatt í hesum
máli, so er hann noydd
ur at krúpa til krossin og
viðurkenna, at hann hevði
sagt ósatt. Tað vil siga tað
sama, at meðan Kári P. Høj
gaard skrivaði undir sátt
málan, at landskassin skuldi
gjalda eina millión í "tort
og svie" til CIP, so sat Løg
maður við síðuna av inn
lendismálaráðharranum,
tá hesin váttaði at so skuldi
verða.
Tá hann yvir fyri sjón
varpinum váttaði, at hann
alment hevði sagt ósatt fyri
Føroya fólki, so hevði hann
samstundis møguleikan at
geva føroya fólki eina um
bering, og at tað harmaði
hann nógv, at hann hevði
sagt ósatt.
Men so litil er virðingin
fyri
veljarnum,
og
so
arrogantur er hann, at tað
kom honum ikki til hugs sum
Føroya Løgmaður at biðja
Føroya fólk um umbering tí
hann hevði sagt ósatt. Men
hetta var ikki fyrstu ferð, at
løgmaður alment hevði sagt
ósatt
Men tað sum seinast vísti
Føroya fólki, hvussu ótrú
verdugur okkara løgmaður
er, var tá hann í almenna fjøl
miðli var spurdur, um hann
fór at koyra innlendismála
ráðharran úr starvið. Tað
kundi hann ikki svara uppá,
fyrr enn hann hevði fingið
øll tey skjøl, ið hann hevði
fyri neyðuni.
Aftan á at hann hevði
fingið neyðugu skjølini, so
greiddi løgmaður fjølmiðl
unum frá, at hann ikki sum
fyrr sagt hevði fyri neyðuni
nevndu skjølum, tí hann
hevði tikið støðu fyri fleiri
døgum síðan, at loysa inn
lendismálaráðharran
úr
starvi.
Kann politiska skipanin,
samgongan, andstøðan ella
fyri sovítt veljarin liva við, at
vit hava ein so ótrúverdugan
stjórnarleiðara,
sum
ferð
aftan á ferð verður tikin í at
lúgva, bert fyri at bjarga sín
um politiska maktaloysi, ella
hvat?
Seinasta politiska bragdið,
hann gjørdi, var at stinga
sínar egnu partamenn í
ryggin. Sambært Bárði Niel
sen, so var tað ein greið av
tala, at Fólkaflokkurin ikki
skuldi kanna sær tey stóru
politisku málini í Innlendis
málaráðnum. Men sum øll
vita, so hevur Løgmaður
síðan
løgtingsvalið
verið
voks í hondunum á Fólka
flokkinum. Tað er kanska
orsøkin, at hann hevur latið
Fólkaflokkinum tey stóru
málini í Innlendismálaráð
num. Samstundis so er hann
so nógv politiskt viknaður
í sínum egna flokki, at løg
maður styðjar seg polit
iskt meira og meira upp at
Fólkaflokkinum. Tí er tað
ein stórur spurningur, um
hansara dagar sum formaður
Sambandsfloksins eru við at
vera taldir.
Ikki-umboðandi parlamentarisma
Jógvan Olsen
handan Á
Tórshavn
Janus Rein fekk 250 atkvøður
á løgtingsvalinum í 2011.
Aðrar 717 atkvøður fekk
hann frá borgarum, sum
ikki høvdu valt hann. Janus
Rein fekk sostatt 74 procent
av sínum atkvøðum frá
borgarum, sum ikki valdu
Janus Rein. Millum annað
frá undirritaða, men hetta
hendi uttan mítt samtykki!
Eg atkvøddi fyri lista F; fyri
einum fólki, sum ikki kom
inn. Tað er í lagi. Eg hevði
gjarna atkvøtt fyri ymsum
fólkum á lista F, hevði eisini
verið til reiðar at atkvøtt fyri
ávísum øðrum listum. Men í
hvussu er síðan løgtingsvalið
í 2011 og til og við skrivandi
løtu hevur listi A verið tað,
sum eg av øllum helst ikki vil
síggja í Tinginum. Kortini fer
mín atkvøða nú til júst - lista
A. Hetta prógvar í ólukkumát,
at okkara valskipan ikki
tryggjar at borgararnir verða
umboðaðir í Løgtinginum.
Í mínum føri er tað øvugt
umboðan: mín atkvøða fer
nú til at umboða tað øvugta
av mínum sjónarmiðum.
Suff!
Hvat skulu borgarar gera
at tryggja seg móti at slíkt
kann henda? Kundi man
gjørt gjølligar kanningar av
arbeiðshættunum í teimum
listunum, man hevur hug
at atkvøða fyri? Hetta fyri
at vita um listarnir hava
procedurur at tryggja, at tað
bert eru loyal valevni, sum
koma á listan? Tað hevði
tikið fleiri tímar, helst dag
ar, av kanningararbeiði hjá
hvørjum einstøkum borg
ara. Eitt er, at listarnir høvdu
borið seg undan at verið
tøkir til slíkt. Nakað annað
er hetta: Um vit sum borg
arar skulu brúka stóra orku
uppá at tryggja at okkara
umboðan er verulig umboð
an, hví skulu vit tá bara vera
umboðaði? Hví kunnu vit tá
ikki heldur hava beinleiðis
fólkaræði í staðin? Um vit
borgarar skulu leggja næstan
líka nógv arbeiði í at tryggja
at vit eru rætt umboðaði,
sum
beinleiðis
fólkaræði
vildi kravt, tá vildi tað verið
betri við beinleiðis fólka
ræði. Nú á døgum hava vit
tøknina, sum ger tað gjørligt;
tað finnast ikki longur prakt
iskar forðingar, sum kunnu
brúkast sum undanførsla.
Kortini ynski eg mær ikki
beinleiðis fólkaræði. Men
broyt-ingar mugu gerast.
Í allarminsta lagi mugu vit
hava atgongd til at fáa framt
nýval. Tað eigur ikki at vera
neyðugt at hava til dømis
15.000 undirskriftir fyri at
hava rætt til nýtt val. Øllum
kunnugt finst nú á døgum
fyribrigdið veljarakanningar.
Tað er ongin grund til at
slíkar ikki eru partur av
eini mannagongd at meta,
hvørt tað finst grundarlag
fyri nývali. Ein møgulig
mannagongd kundi verið
hendan: Um ein borgari
kemur við undirskriftum
frá 100 borgarum, skal lands
stýrið lata gera óhefta mein
ingakanning. Um meininga
kanningin
vísir,
at
ein
meiriluti av veljarafjøldini
ynskir nýval, skal løgmaður
útskriva nýval.
Betur vildi verið, um
vit høvdu eitt ráð, óheft av
Løgtinginum, at gera broyt
ingar í valskipanini. Eitt tí
líkt ráð burdi verið virkið í
hvørjum valskeiði at meta
um tørvin á tillagingum ella
størri broytingum til næsta
val. Hetta ráð kundi har
umframt verið tann mynd
ugleikin, sum ásetti løn og
starvsviðurskifti fyri løg
tings-
og
landsstýrisfólk.
Við fyrimuni kundi eitt
slíkt ráð verið valt við luta
kasti millum allar valbærar
borgarar. Sjálvandi kundi
eisini verið valt við atkvøðu
seðli samstundis sum valið
til Løgtingið.
Tað er ikki nøktandi at tey,
sum ynskja sær at verða vald
á Ting við tað fylgjandi valið
eru tey somu, sum skulu við
gera møguligar broytingar í
vallógini.
eblaðið
sos.fo