Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðbýurin settur á dagsskrá Bogi Andreasen býráðslimur Fólkaflokkurin Tað var hugaligt at taka lut í stóru hugarokanini um miðbýin, sum býráðið hevði sett á dagsskrá í Østrøm í dag og í gjár. Verkstovan var karmur um góð hugskot og birti vónina fyri einum livandi og spennandi mið­ býi í komandi tíðum. Tíðin var væl givin út, tá ið fólk sessaðust í Østrøm í dag og gjár at viðgera mið­býin í høvuðsstaðnum frameftir. Verkstovan, sum býráðið skipaði fyri, var sera væl greidd úr hondum, og her var nógvur íblástur at heinta til ein livandi og spennandi miðbý í høv­uðs­ staðnum í komandi árum. Í 2010 orðaði býráðið eina visjón fyri Tórshavnar komm­unu, sum hevði til enda­máls at skapa menn­ ing, tryggleika og trivnað í høvuðsstaðnum. Allir bý­ ráðs­limir tóku undir við visjónini, og verkstovan í Østrøm um miðbýin er eitt stig víðari á hesi leiðini. Tað er sera hugaligt at síggja, at sitandi býráð í breiðari samgongu heldur kósina, sum var sett í 2010. Visjónin frá 2010 og ”Mið­ býarverkstovan” í dag og í gjár eru dømi um gott polit­ iskt stev, sum eina helst letur seg gera, tí málini eru greið. Vit ar­beiða øll fyri menning, trygg­leika og trivnaði í okk­ara fram­úr­ skarandi høv­uðs­staði. Hugskotini og orða­ skift­ini á verkstovuni góvu eina greiða mynd av, at vit vilja veruliga gera okk­ara høvuðsstað til ein fjálg­an stað, har fólk hava hug at búgva og virka. Mið­bý­urin er hjarta í okk­ara høv­uðs­ staði, og nú er at halda fast og arbeiða víðari við nógvu, góðu hug­skotunum í sama góða anda, sum merkti verk­ stovuna hjá Tórshavnar bý­ ráð í Østrøm. Næsta stigið eigur at vera ein heildarætlan fyri mið­býin, soleiðis at hesin týð­andi býarparturin verð­ ur skipaður í samsvari við tíðina, vit liva í. Um vit fáa sett upp eitt greitt mál fyri miðbýin, verður so nógv lættari at fara til verka. Miðbýarverkætlanin er m.a. liður í at gera Tórs­havn til ein fjálgan lest­rarbý, har fólk hava møgu­leika at búleikast í einum liv­andi og mennandi um­hvørvi. Ein livandi og spenn­andi miðbýur kann eisini verða við til at venda fólka­frá­flyt­ ing til fólkatilflyting Tað snýr seg fyrst og fremst um, at vit politik­ arar áhaldandi hava yvir­ skriftina ”Menning, trygg­ leiki og trivnaður”, í hásæti. Tað er okkara politiska lógva­tak, sum fer at bera høv­uðs­staðin framá í nógv ár. Hví gudfrøðingar, Karsten? Góði Karsten Hansen Heini Reinert Heimspekingur Skrivari fyri Gudloysi Eg las herfyri í Dimmalætting (nr. 207, 13. september, s. 2), at nýggj skipan skjótt skal koma í gildi, har ráðgeving verður áløgd øllum kvinnum, ið ynskja fosturtøku. Í hes­ um sambandi segði tú sam­ bært Dimmu, at eftir nýggju reglugerðini skal kvinn­an hava ráðgeving frá heilsu­ systir. Harumframt kann hon, um hon ynskir tað, “leita sær meir hjálp hjá eitt nú sála­r­frøðingi, gudfrøðingi ella øðrum.” Henda útsøgnin undrar meg, og kundi eg tískil hugs­ að mær svar upp á nakrar spurningar. Í fyrstu atløgu kundi eg hugsað mær at vita, hvørt hendan víðari ráð­gevingin eftir ynski er fullkomiliga sjálvboðin og óheft heilsuverkinum? Er ætl­an­in, at hon t.d. skal fáa pen­ingaligan stuðul ella ávís­ ing til hesa? Tí um so er, at kvinnan av sínum eintingum eisini kann leita sær víðari ráðgeving frá t.d. eini vaskikonu ella einum timburmanni, undrist eg á, hví tú kendi tað neyðugt at nevna sálarfrøðingar, gud­ frøð­ingar ella nakrar –frøð­ ingar yvirhøvur. Sigur tað ikki seg sjálvt, at ein og hvør í ein­um fríum landi til eina og hvørja tíð eftir egnum ynski kann leita sær ráðgeving frá hvørjum, tað skal vera, uttan atlit at útbúgving ráð­ gevans? Tað spurt, so kundi eg hugsað mær at vitað, hví tú í hesum høpinum javn­setir gudfrøðingar við sálarfrøð­ ingar á henda hátt. Hvørj­ar ser­ligar førleikar ímynd­ar tú tær, at ein gud­frøð­ingur hevur fram um aðrar aka­ dem­ikarar á sama stigi til at vera ráðgevi hjá kvinn­um, ið umhugsa fostur­tøku? Hvat er tað, sum gjørdi gudfrøðingin verd­an at nevna sum møgu­ ligan ráðgeva saman við sálar­frøð­inginum fram um eitt nú ein støddfrøðing? Hvørji teljast í tínum huga millum “onnur” í útsøgn tíni :  “(...) hjálp hjá sálarfrøðingi, gudfrøðingi ella øðrum?” Lat okkum ímynda okkum, at ein anti-freudiansk, gud­ leys kvinna umhugsar fostur­ tøku. Hon fær ráðgeving frá áðurnevndu heilsusystrini, ið hon er víst til, men hevur sjálvandi ikki hug at práta við hvørki sálarfrøðing ella gudfrøðing. Hevði tað, eftir tínum tykki, so verið henni líka gagnligt at leita sær meiri hjálp frá einum heimspekingi, einum søgufrøðingi, einum samfelagsfrøðingi ella einum málfrøðingi? Um so er, at tín útsøgn merkir, at almennur stuðul kann veitast til meiri hjálp hjá sálarfrøðingi ella gud­ frøð­ingi, kann slíkur stuðul so eisini veitast til hjálp frá nevndu verðsligu alterna­tiv­ unum? www.Gudloysi.fo Postur@Gudloysi.fo Góði Karsten Ása Johannesen Tíverri var eg útiseti tá lógin um tvungna ráðgeving til kvinnur, ið ynskja fosturtøku, var viðtikin. Var eg heima, hevði eg sagt okkurt tá eisini. Tó kann eg ikki við góðari samvitsku halda munn, tá eg lesi útsøgnir sum hasar hjá tær endurgivnar í Dimmu (13. september 2013). Eitt er, at eg haldi ómynduggerðin av kvinnum, sum fylgja av teirra ynski um at ikki vera mamma, er langt úti. Hetta er tó ikki tað einasta, sum fær meg at reisa mínar uggafjarðar. Tú sigur, at tilboðið frá Sjálvhjálpini um ráðgeving til kvinnur sum ynskja fostur­ tøku, ikki hevur virkað sum ætlað, tí tað var so lítið brúkt. Tí heldur tú, at ráðgevingin má vera tvungin. Hevur tú nakrantíð hugsað um, at tilboðið frá Sjálvhjálpini var so lítið brúkt, tí kvinnurnar, hetta tilboðið var til, høvdu ikki ráðgeving fyri neyðini? Hevur tú nakrantíð hugsað um, at kvinnur, ið ynskja fost­ ur­tøku, kanska longu hava tosað við onkran, áðrenn tær venda sær til heilsuverkið? Eg kann ikki ímynda mær, at tú veruliga ikki hevur hugsað tann tankan. Taki eg so stórt feil í mínum mistanka um, at tað tú í grundini meinar, er at ráðgevingin ikki riggaði, tí hon forðaði ikki kvinnum í at taka fostrið? Hví kanst tú ikki bara siga tað bart út? Vit vita øll tað er tað hetta handlar um. Hví er tað so ringt fyri teg at viðganga, at tú vilt ómyndug­ gera kvinnurnar soleiðis at tú kanst forða teimum í at taka eitt fostur? Hví sigur tú ikki bara bart út, at henda tvungna ”ráðgevingin” er fyri at steðga kvinnum í at ”myrða eitt óføtt barn”? Er tað so vit ikki skulu uppdaga, at vit verða viðfarnar sum sinnis­veik, kriminell ella børn? Gloymdi eg nakran ann­an bólk av fólki, ið vera so ógvusliga tikin av ræði? Er tað fyri at vit skulu finna okk­um í vanvirðingini tit vísa okkum? Tað er so øgiliga lætt at siga ”Her er eitt tilboð til kvinnur í eini truplari støðu – og forrestin er tað tvungið” heldur enn ”Fosturtøka er skeiv, og tí skulu kvinnur fyri ein og hvønn prís forðast í at taka eitt óynskt fostur”, men hví kallar tú ikki bara ein spaka fyri ein spaka, so vit síggja hvat tað er, vit eru uppi ímóti? Inntil seksualundir­ví­sing­ in livir upp til ein standard, sum kann hjálpa 14 ára goml­um at sleppa undan at blíva uppá vegin. Inntil hítir, p-bollin og øll onnur preven­ tión er ókeypis. Inntil ein­ ligar ungar mammur uttan ú­tbúgving fáa ta hjálp tær hava uppiborið. Inntil alt hetta er komið uppá pláss skal ongin billa mær inn, at tey eru ímóti fosturtøku tí tey vilja verja ósek børn. Tann 14 ára gamla er eisini eitt ósekt barn. Barnið, sum hevur eina móða mammu við ongum pengum er eisini ósekt. Tit kunnu líka so væl viðganga, at tit hava nakað ímóti at kvinnum dáma sex. Harafturat halda tit, at kvinnur skulu revsast við einum óynsktum barni, um tær ditta sær at liva sum menn. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo