mánadagur 16. september 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað er felagið NH Betong í
Klaksvík, sum nú er í holt
við at leggja nýtt tak á
Fuglafjarðar kirkju, og tað er
Fugl Ark, sum hevur eftirlitið
við hesum arbeiði.
Marin
S.
Thomsen,
forkvinna í kirkjuráðnum,
sigur, at arbeiðið at leggja
nýtt tak á kirkjuna varð
útboðið í 2012.
-
Sambært
ætlanini
skuldi arbeiðið verið byrjað
fyrr í ár, men síðan NH
Betong fór í gongd, hevur
tíðarætlanin hildið. Tað eru
einir 14 dagar, síðan arbeiðið
byrjaði, og sambært ætlanini
skal arbeiðið verða liðugt í
oktober í ár.
Hon sigur, at kirkjuráðið
í
Fuglafirði
longu
frammanundan hevur gjørt
av, hvat tað skal leggjast á.
- Vit gjørdu av at leggja
aluminiumstak á kirkjuna.
Eitt alternativ var kopartak,
men tað hevði bæði verið
nógv dýrari, eins og kopartak
verður sagt ikki rættiliga at
koma til sín rætt í føroyska
veðurlagnum.
Gamla liggur
Marin S. Thomsen sigur,
at upprunaliga takið, sum
hevur ligið á kirkjuni, verður
liggjandi, og nú verður lektað
av nýggjum, áðrenn nýggja
aluminiumstakið
verður
lagt á.
- NH Betong eru soleiðis
lidnir at lekta á niðaru síðu
á kirkjuni.
Forkvinnan
í
kirkjuráðnum sigur, at sjálvt
takskiftið fer at kosta millum
600.000 og 700.000 krónur, og
síðan verður ymiskt annað
gjørt við kirkjuna, soleiðis at
samlaða íløgan fer at liggja
um 1,2 miljónir krónur.
- Umframt at leggja nýtt
tak á, fær kirkjan eisini
nýggja ljósføring, tí vit halda,
at tað hevur verið ov myrkt
inni í kirkjuni. Vit hava eisini
gjørt av, at kirkjan skal málast
uttan, men nú er ivasamt,
um hetta kann gerast í heyst
– ella, um málaraarbeiðið
bíðar til næsta summar, sigur
forkvinnan í kirkjuráðnum.
Næsta ár verður kirkjan
í Fuglafirði 30 ár. Hon varð
vígd á hvítusunnu í 1984.
Nýtt tak á Fuglafjarðar kirkju
NH Betong í Klaksvík eru lidnir at lekta niðaru síðu á Fuglafjarðar
kirkju, og ætlandi verður arbeiðið liðugt í oktober
Vilmund Jacobsen
Havnarmaðurin Hans
Godtfred
Thomsen
fekk hóskvøldið hin
12. september størsta
laksin, sum nakrantíð
er fingin við tráðu av
frítíðarfiskimanni
í
Føroyum.
Laksurin, sum varð
fingin á Leynavatni,
var bæði stórur og
sterkur.
Hans
Godtfred
Thomsen sigur, at tað
tók
honum
umleið
35 minuttir frá tí, at
laksurin beit á, til hann
hevði fingið velduga
fiskin upp á land.
Laksurin var 114 cm
langur og vigaði heili
28 pund.
Størsti
laksur
nakrantíð
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki bara á tekjuni í
Fuglafjarðar kirkju, at menn
eru til arbeiðis. Sama er á
takinum á Ribarhúsi, har
arbeitt hevur verið á vestaru
síðu á tekjuni.
Pætur
Joensen,
verkfrøðingur
hjá
Fuglafjarðar kommunu, sum
eigur Ribarhús, sigur, at tað
er ikki tekjan á bygninginum,
sum er vánalig.
- Tað, sum nú verður gjørt,
er, at Ribarhús skal hava
fimm takvindeygu á vestaru
síðu, og tí varð tað hildið at
vera lættari bara at taka alt
takið av á hesi síðuni.
Pætur Joensen sigur, at nú
hølini á loftinum á Ribarhúsi
eru sett í stand og verða
brúkt til ymisk endamál,
eitt nú kvøldskúla, ymisk
skeiðvirksemi og samveru
annars, er neyðugt at fáa
meiri ljós inn á loftið.
- Tað er hetta arbeiði,
sum
nú
verður
gjørt,
sigur verkfrøðingurin hjá
Fuglafjarðar kommunu.
Ribarhús fær takvingeygu
Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at seta
fimm takvindeygu í Ribarhús í Fuglafirði
Takvindeygu verða nú sett í Ribarhús, soleiðis at meiri ljós
kemur niður á loftið, sum er sett í stand til brúks
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nú er tíð at melda
seg í samrøðubólkar
nar fyri børn og ung
í Margarinfabrikkini,
sum byrja í november
Nýggj læknamiðstøð neyðug Vestmanna kommuna sigur,
at neyðugt er við nýggjari læknamiðstøð í Vestmanna, og tí
hevur kommunan, sum skyldar meiri enn eina álíkning, nú
sent fíggjarmálaráðnum áheitan um at sleppa at byggja
læknamiðstøð í bygdini
KIRKJA Umframt at kirkjan, sum
er vígd á hvítusunnu í 1984,
nú fær nýtt tak, fær kirkjan
eisini nýggja ljósføring, og so
skal hon eisini málast uttan