Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen - Vit taka ímóti møblum, leikum, súkklum og øðrum, sum fólk seta í eina av bingjunum, sum stovnurin hevur í Klaksvík og Nesvík. Tað sigur Torgerð Hansen, dagligur leiðari á Dugna á Kambsdali. Hon vísir á, at tað, sum fólk vilja av við, men sum er ov gott at koyra burtur, hevur áhuga hjá stovninum. - Okkara arbeiðsfólk gera smáar ábøtur og reingera lutirnar, sum síðan verða seldir í handlinum. Haraftrat kunnu vit umvæla ymiskar lutir fyri privatfólk, fyritøkur og stovnar, eins og vit framleiða ymiskar lutir ella gera partar av framleiðslulutum fyri føroysk virkir. Kunnu søkja Dugni á Kambsdali hevur arbeiðs-og menningartilboð at bjóða arbeiðstarnaðum fólki. - Hesi tilboð eru ætlað fyritíðarpensjónistum, sum hava ein ávísan arbeiðsførleika og hava evni og vilja til at koma út at arbeiða. Torgerð Hansen sigur, at reglan er, at tað eru fyritíðarpensjónistar, sum eitt nú hava rørslutarn og/ ella lættari persónligar, sosialar ella sinnisligar trupulleikar, ið kunnu fáa arbeiðstilboð. Hon vísir á, at 18 fólk í løtuni eru knýtt at hesi skipan hjá Dugna, men pláss er fyri nøkrum fólkum aftrat. - Endamálið við skipanini er at hjálpa arbeiðstarnaðum fólki at fáa innihald í gerandisdagin og at fyribyrgja dapurskygni og einsemi. Strembað verður eftir at hava ein arbeiðsdag sum á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Torgerð Hansen sigur, at fólk, sum eftir hesi skipan arbeiða hjá Dugna, verða lærd upp til at taka sær av - Vit hava 18 fólk inni í skipanini, og her er pláss fyri nøkrum fólkum aftrat, sigur Torgerð Hansen, leiðari á Dugna á Kambsdali Fyritíðar­pen­ sjónistar kunnu søkja á Dugna Á Dugna á Kambsdali er endurnýtsluhøll, verkstaður og handil, og her er pláss fyri nøkrum fyritíðarpensjónistum aftrat Vilmund Jacobsen Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at seinastu tíðina hava seks línuskip verið undir Íslandi, og eitt línuskip hevur roynt undir Føroyum. Nøkur skip, sum ikki vóru til fiskiskap, tá vikuskiftið byrjaði, loysa væntandi, tá veðrið batnar. - Línuskipini undir Íslandi fáa mest av toski, blálongu, brosmu og so nakað av longu og hýsu. Vit vænta, at tvey ella trý línuskip koma inn at landa í dag og so eini tvey ella trý onnur seinni í vikuni. Skipið, sum fiskar undir Føroyum, kemur helst inn at landa í dag. Sosialurin kann leggja aftrat, at eitt av skipunum, sum hevur verið undir Íslandi, kom aftur av túri sunnudagin. Hetta var Sandshavið, men har umborð siga teir, at fiskiskapurin undir Íslandi henda túrin ikki hevur verið nakað serligur. Um útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður fyrst í hesi vikuni, men harðnar nakað, sum vikan gongur. - Veðurstovurnar eru ikki samdar um veðrið, men helst verður nakað av vindi fyrst í hesi vikuni, og síðan er væntandi, at líkindini gerast betri, sum vikan gongur. Marknaðurin væntar ikki nógvan útróður fyrst í hesi vikuni, men vónar, at onkur dagur fer at roynast hjá útróðrarbátunum, sum vikan gongur. Fleiri línuskip landa í vikuni Vilmund Jacobsen Tað regnaði í meira lagi, tá hátíðarløta leygardagin var við nýggju brúnna um Stórá, sum rennur oman millum Hvalvík og Streymnes. - Hóast hetta vóru eini 100 fólk - børn og vaksin - komin saman at hoyra nýggja navnið verða avdúkað. Tað sigur Sunda kommuna, sum vísir á, at navnið á nýggju brúnni er Vollabrúgvin eftir gamla staðarnavninum har við ánna. Eftir avdúkingina av navninum hugnaðu fólk sær við grillini. Sunda kommuna sigur, at báðu megin ánna eru gjørdar hugnaligar spákingargøtur, sum nú hava fingið gøtuljós. - Hetta er eitt frálíkt øki í frítíðini, sum verður nógv vitjað, sigur kommunan. Navnið gjørdist Vollabrúgvin BRÚGV Vollabrúgvin er navnið á nýggju brúnni um Stórá, sum rennur oman millum Hvalvík og Streymnes. Í Fuglafirði eru tankar frammi um at skipa eitt maritimt báta­umhvørvi, har egningarskúrarnir í Fuglafirði eru. Tankar eru eitt nú um at leggja út brúgvar til frítíðarbátar. Sungu og spældu Børn úr Kvívíkar skúla sungu og spældu á 100 ára haldinum, sum var í Kvívík í vikuskiftinum