Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. september 2013 · Nr. 106 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ikki-umboðandi parlamentarisma Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið. Fingið mína egnu grøv, áðrenn eg doyði. So kundi eg longu nú farið og sett niður ymiskt á leiðið. Eg hevði sett niður blómuleykir, og fyrireikað moldina til ta súrligu og beisku sevjuna úr mær. Eg hevði fingið krokus og tulipanur at vaksa og fyrireikað moldina til tann milda og droymandi angan úr innasta hjartakamari mínum. Sett niður eitt sindur av persillu, so maðkarnir kundu køvt tann herskna rákan av ósøgdum orðum. Eg hevði við vissu sett niður páskaliljur, og fyrireikað moldina til sál mína, til anda mín. Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið. Fingið mín egnu grøv at vitjað hvønn dag, so at moldin kundi vant seg við rødd mína, andadráttin, kropsluktin, eygnakøstini, tey eymu beinini, ið varisliga ganga kring grøvina og hjúkla um tann vøkstur, ið skal gerast ein partur av ævinleika mínum. Eg hevði sett upp ein vakran gravstein úr føroyskum gróti, og rist egna navn mítt í hann. Á steininum skuldi staðið: Oddfríður Marni Rasmussen 1969 - Latið okkum granska út, hvat rætt er, latið okkum sameintar royna at skilja, hvat gott er! (Job, 34, 4). Pláss skuldi eisini verið til konuna. Hon hevði fingið sólina at skilt, hvagar hon skuldi skinið, og mjørkan at andað vátliga á gravargrasið. Ongin gráklødd dúgva við høvdinum undir øðrum vonginum skuldi kúrt á steininum, men ein lítil eskja við seinasta balsameraða hjartaklappi okkara skuldi prýtt umhvørvið við sínum djúpa undirtóna. Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið, so eg kundi vant meg við deyðan, vant meg við árstíðirnar og vindarnar, ið krydda tankar mínar við lívinum, eg havi livað. Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið, og tá ið eg var vorðin gamal, hevði tað verið gott, um annað beinið varð tikið og lagt í grøvina, so at moldin og tað, sum í henni býr, veruliga kundi vant seg við smakkin av mær. Eg klári ikki tankan um at liggja úti og rotna. Tí kundi eg hugsað mær mína egnu grøv at hildið; at vant meg við moldina, bara til eg doyggi. Yrking eftir Oddfríð Marna Rasmussen Í næstum gevur Sprotin út nýtt yrkingasavn eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Savnið hevur fingið heitið Eg eri næstur. Her er fyrsta stakyrkingin úr savninum, sum væntandi kemur út um ein mánað. Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo ...til kamarið, grovkøkin, gongina, skrivstovuna, baðirúmið, o.a. Flottar Skjótihurðar Frá BorG -40%