Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juni 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 119 - 24. juni 2000 16 Nr. 119 - 24. juni 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Ny-Rip-Rap-Rup Eg havi ikki verið so illur síðani 1981, sum fríggja- kvøldið seinast, tá eg setti meg við leygardags-Sosial- inum. Stendur ikki hasin ósjarmerandi apukatturin á síðu tvey undir heilsuni “Kære færinger” og tosar um at hava “levet sammen i tykt og tyndt” í hundraðtals ár, og um hvussu “anerkendt” hetta felagslív er “af os alle”. Søgu kann hann ikki hava lisið. Hetta felagslív “kan ikke gøres op i tal”, sigur sami maður, sum loyvdi donsku pressuni at misnýta eit vemmiligt og rasistiskt útreiðsluroknistykki av føroyingum í Danmark. YYYNei, “vi skelner ikke mellem jer og andre danske statsborgere”, sigur hetta ólátaða tvørtræið, sum í sama andadrátti vil draga okkum niður á portugálskt livistøði og annars “ligestille færøske statsborgere med andre nordiske statsborgere”, uttan mun til um hesir hava búð og arbeitt í Danmark alt sítt lív. Forrestin, “kære” sigur ein bara um tey, ein er góður við. Og at siga, at hasin maðurin elskar føroyingar, har hann í sínum ófatuliga yvirlegni gongur og slettur uppá nakka at hvørjum føroyingi, ið kemur hon í nánd, man vera mongum ovboðið. Men hvat vil hann við hesum fríggjarabrævinum til tey sambandssinnaðu? Jú, júst tað. Hann vil leggja seg út í bæði fólkaatkvøðu og eitt komandi valstríð. Í sama andadrátti, hann hámetir føroyska “retten til selvbestem- melse”, bjóðar hann okkum “udvidet selvstyre indenfor rigsfællesskabets rammer”, har danski staturin “positivt spiller med”. Og aftaná at hava leflað við hesum, spýtir hann út afturvendandi frasuna um, at “det færøske folk bestemmer selv retningen”. Og fyri at gardera seg mótvegis sínum egnu veljar- um, slongir hann enn einaferð tápuliga pástandin út um, at hann “ikke kan yde støtte til en suveræn stat”, (tað kann hann mótvegis so mongum øðrum), og at hann ikki “kan forpligte sig til over en længere årrække at yde et fast bidrag til levefoden på Færøerne”. Samstundis “gloymir” hann at fortelja sínum egnu veljarum, at alternativið til suverenitetin er at blokkstuðulin – sum hansara egnu skattgjaldarar skulu bløða fyri – heldur fram. At Lykketoft nú ætlar at avtaka blokkstuðulin kortini eru einglaboð – so verður eingin broyting í búskapinum, um vit velja fullveldi, og so eru øll argu- ment Nyrups burtur og allar hóttanir deyðar. Og so elskar hann at tosa um “skibsinspektion”, tað ger hann eisini hesaferð. Hon kostar danska skattgjald- aranum 180 miljónir árliga — sambært Hvítubók kann fiskiveiðieftirlitið rekast fyri 10 miljónir. Hinar 170 miljónirnar fara til nakað, danir í sínum markleysa frekleika hava loyvt sær at kalla “Færøernes Kom- mando” og “Flyvestation Thorshavn” — sum sjálvandi eru greið dømi uppá, at danir ongar NATO-fyrimunir hava av Føroyum. Bara útreiðslur, skilst! Vit skulu ikki selja skinnið, fyrrenn bjørnin er skotin, verður sagt. Millum Føroyar og Hetland liggur Het- landsrennan. Alt bendir á, at líka nógv olja er hesu- megin sum hinumegin. Hinumegin verður pumpað meira olja upp, enn Ghadaffi pumpar upp í Libya. Hetta er eitt ríkidømi so ófatuligt, at tað kann gera Føroyar til uttan samanbering heimsins ríkasta land per capita. Og er tað nakað, danir í løtuni øvunda norðmonnum útyvir fót- bóltsavrikini, so er tað almenna oljugrunnin. Tað er høvuðsorsøkin til vrøvlið um “samhørighed”, “udvidet selvstyre” og “at spille positivt med” – einki annað. Men leggi til merkis, tit sum vitja í Hetlandi: Het- lendingar eru fátækir í mun til okkum. Var tað ikki fyri skomm skyld at eitt oyggjaráð kanaliseraði nakrar krónur úr Edinburgh og London til okkurt hissini “development” á oyggjunum, so merkti hetlendingurin einki til oljuna uttan náttúruspillu og velafrakkar á Shetland Hotel. So nógv fyri sambandið, “samhørigheden”, og so nógv fyri “at leve sammen i tykt og tyndt”. Jú, sanniliga, “ethvert valg har sine konsekvenser”! “Jeg græmmes” (Sitat: Nusser) Óla Jákup Rólantsson, útvarpsmaður Í 1974 kom ungur tónlista- maður úr Wien til Føroya at kanna líkindini fyri eini konsertferð hendanvegin. Maðurin var Werner Schulzer, og hann fekk stór- an tokka til Føroyar og før- oyingar. Síðani hevur hann mest sum á hvørjum ári vitjað aftur til Føroya. Hann hevur verið her saman við ljómliði sínum, Eysturrísku Blásara- kvintettini, duo síni, Duo Zwio, og við Vienna Logos Kvartettini. Hann hevur eis- ini vitjað Føroyar sum ferðaleiðari fyri størri eyst- urríkskar ferðabólkar, og hann hevur verið hjálpar- maður í sambandi við størri føroyskar tónleikafram- førslur. Werner Schulze er føddur í Wiener Neustadt í Eyst- uríki í 1952. Í árunum frá 1968 til 1976 fekk hann sær útbúgving í fagottspæli og tónleikafrøði á Tónleika- háskúlanum í Wien. Hann nam sær samstundis kunn- leika í bæði sálarfrøði og heimsspeki á lærda háskúl- anum, har hann tók dokt- arastig í heimspeki í 1976. Hjálpt føroyingum í Wien Werner Schulze hevur skrivað bøkur og hópin av ritgerðum um filosofisk og tónleikafrøðilig evni. Fyri síni tónaverk, sum hava ver- ið spæld víðar um í hemi, hevur hann vunnið sær við- urkenning og fleiri heiðurs- prísir, millum annað fyri symfoniina Snúningur, sum hann skrivaði saman til ís- lendska symfoniorkestrið, har hann millum annað eis- ini gjørdi nýtslu av føroysk- um kvæða- og vísuløgum. Ungir føroyingar – mill- um annað okkara gitni klaverleikari, Jóhannes Andreasen – bera Dr. Schulze størstu tøkkina fyri hjálpsemi og praktiskan stuðul, sum teir fingu í síni lestrartíð í Wien. Nú Werner Schulze vitjar aftur hendanvegin, er tað í sambandi við, at seinasta stóra kompositión hansara, LLULL, verður framførd á tónleikastevnuni Summar- tónar. Um trúboðara og mystikara Hetta fjøltáttaða tónaverk, ið fevnir um lítið symfon- iskt orkestur, ið telur strúk- arar, træ- og messingblás- arar við slagverki, klaveri/ orguli, solosangi og upp- lestri, greiðir frá lívssøguni hjá mystikaranum, skaldin- Werner Schulze vitjar aftur TÓNLEIKUR. Tónlistamaður úr Wien, sum hevur fingið serligan tokka til Føroyar, vitjar nú aftur í Føroyum um og trúðboðaranum, Ra- mon Llull. »Llull. Ein Logo- Mysterion«, sum Werner Schulze nevnir sítt nýggja tónaverk er í 9 pørtum. I: Forleikur. Veitsla á kongsgarði Jákups Fyrsta av Aragónia (1246) II: Danza. Unglingarnir Ramon Llull og Jákup (1249). III: Amor. Í eldsloga kær- leikans. IV: Conversio. Umvend- ing til átrúnarligt lív. V: Amor Dei. Kærleiki Guds og bøn. VI: Intuitio. Listin mæta veitir íblástur á fjallinum Randa. VII: Consilium interfici- ende. Arabisk húsalærarin roynir at myrða Llull. VIII: Oratio. Prædika í Tunis. Hóttan. Fongsul. IX: Steinanin í Bugia - Ævinleikans glæma. Í Fuglafirði og Havn Hendan Summartóna-fram- førsla, har mezzosopranin, Dagmar Hødl, leggur fyri við at Antifona eftir halgaða skaldið Hildegard von Bingen (1098-1179) verður í Fuglafjarða Kirkju mána- kvøldið 26. juni kl. 20.00 og í Norðurlandahúsinum týskvøldið 27. juni kl. 19.30. Orkesturlutin hevur Austrian Art Ensamble við Wim van Zautphjem sum leiðara. Á konsertunum luttekur eisini Danmarks Radio Pigekor við trúgva Føroya- vininum, Tage Mortensen, sum kórleiðara. Werner Schulze úr Eysturríki hevur serligan tokka til Føroyar Eyðun Klakstein Føroyska fólkakirkjan eigur at gera nýtslu av internetinum í sínum arbeiði, men tað er ikki alt av prestaarbeiðnum, sum hóskar seg til internetið, har maskinan er ímillum prest og fólk. Hetta eru presturin, Bergur Debes Joensen, og Hans Jacob Joensen, bispur, samdir um. – Fólkakirkjan er, sum heitið eisini leggur upp til, ein kirkja fyri fólkið. Hon skal royna at koma út við boðskapinum, og hetta ber til at gera rættiliga beinleiðis gjøgnum internetið. Men tá hugsað verður um bein- leiðis sálarrøkt, so mæli eg framhaldandi til at brúka sam- taluna í einarúmi, sigur Bergur Debes Joensen, prestur í Havn. Bispur er samdur við Bergi um, at sálarrøkt helst skal fara fram við beinleiðis sambandi við fólk og prest. – Í fyrstu atløgu eri eg iva- samur viðvíkjandi sálarrøkt umvegis internet og teldupost. Tað er er avgjørt best, at fólk og prestur sita andlit til andlit, tá tey hava týðandi viðurskifti at tosa um, sigur Hans Jacob Joensen. – Eg stúri fyri, at tað kemur avstandur millum fólk og prest, um internetið skal brúkast til slíkt, og so rýkur samstundis gamla fatanin av, at tú hevur ein ávísan prest, sum er tín prestur, og sum tú altíð kanst venda tær til, sigur bispur. Bispur ivasamur Internetið hevur skapt óteljandi nýggjar møguleikar, tá talan er um samskifti, og aðrastaðni hevur kirkjan gjørt sær dælt av hesum møguleikum. Í Danmark bjóðar fólkakirkjan á triðja ári sálarrøkt umvegis internetið, og alsamt fleiri brúka hendan møguleika. Danir hava eisini ein sokallaðan webprest, sum tekur sær av at samskipa arbeiðið á netinum. Føroyska fólkakirkjan hevur eisini eina heimasíðu, men hon bjóðar ikki fólki nakra tænastu, sum kann líknast saman við tí donsku. Eitt kjakforum er á heimasíðuni, har áhuga kunnu kjakast um andalig viðurskifti, men tað ber sum so ikki til at venda sær til kirkjuna á internet- inum. – Vit eru nakrir prestar, sum brúka teldu, internet og teldu- post sum er, og um fólk hava hug at venda sær til okkara á hendan hátt, so eru tey eisini vælkomin til tað. Tá tað snýr seg um vanligar fyrispurningar ella ivamál, so er kann hetta vera ein góður máti at samskifta, sigur Bergur Debes Joensen, prestur. Hans Jacob Joensen, bispur, er ivasamur mótvegis internetinum. Hann heldur, at tað kann vera vandi á ferð, um avstandur kem- ur millum prest og fólkið. – Vit hava tosað um internetið á onkrum bispafundum, og tað hava verið sera ymiskar mein- ingar um hetta. Eg dugi væl at síggja møguleikarnar í at brúka internetið, men tað eru eisini vansar við tí, sigur bispur. –YTað kann vera ein fyrimun- ur, at fólk kunnu venda sær anonymt til prest og fáa ráð ella vegleiðing, men tá missur tú gomlu fatanina av, at tú hevur ein ávísan prest, sum tú kanst venda tær til. Tørvurin fer at vaksa Bergur Debes Joensen heldur, at tað er tørvur á ymiskum tænast- um í kirkjuni –Ytil dømis dia- koni, familjuterapi og internet- tænastu. – Eg rokni við, at tørvurin á eini internettænastu í kirkjuni fer bara at vaksa, tí fleiri og fleiri fólk hava teldu og brúka inter- netið. Tí er tað upplagt, at tey eisini kunnu leita sær ráð og vegleiðing umvegis internetið, sigur høvuðsstaðarpresturin. Hann heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot at sam- skipa eina kirkjuliga tænastu á internetinum, men um tað skal koma áðrenn ein diakon ella familjuterapeut er ein spurningur um raðfesting, heldur hann. – Tað er í hvussu so er týdn- ingarmikið, at alt samskifti mill- um fólk og prest fer fram í trún- aði, men tað eigur at lata seg gera við telduposti. Bergur Debes Joensen heldur, at tá fólk brúka so nógva tíð á internetinum og gjarna vilja møtast har, so verður kirkjan eisini noydd at brúka hendan møguleika, um tað er tað, sum fólkið vil. – Tað ber væl til at brúka internetið og teldupost til allar vanligar fyrispurningar og ráð- geving, men eg dugi illa at síggja, at tað skal bera til at hava beinleiðis sálarrøkt umveg- is internetið. Tá haldi eg, at beinleiðis samband millum fólk og prest er týdningarmikið, sigur hann. Hans Jacob Joensen, bispur, sigur, at tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at fáa í lag nakra veruliga tænastu umvegis inter- netið. –YPrestur eigur ongantíð at vera so langt burturi, at fólk ikki kunnu ringja til hann og fáa eina tíð hjá honum. Men kanska eiga vit at umhugsa at brúka inter- netið afturat teimum møguleik- um, sum frammanundan eru í kirkjuni. Men at fara at seta ein internetprest burturav er ikki grundarlag fyri, heldur bispur. – Tað er eisini týdningar- mikið, at ein internettænasta verður røkt væl, tí verður hon ikki tað, so tíma fólk ikki at brúka hana. Tí er tað eisini um- ráðandi, at kirkjan hugsar seg væl um, áðrenn hon ger av at brúka internetið meira. Tað verður altíð ein spurningur um orku og raðfesting, sigur Hans Jacob Joensen. Tørvur á kirkjuni á internetinum ÁTRÚNAÐUR. Prestur heldur tørvur er á eini kirkjuligari tænastu á internetinum, men bæði prestur og bispur halda, at sálarrøkt skal ikki fara fram umvegis netið