mánadagur 16. september 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 38 l 16. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
Jólaborðhald
18
Tip frá Mariann og Mirjam
Myrka sminku og uppsett hár...
Um veturin er vanligt, at vit nýta meira
kvøldsminku enn dagsminku, tí í myrkrinum
er neyðugt at nýta meira av øllum
Tað merkir, at okkara sminka til eitt
jólaborðhald kann vera tyngri enn van
ligt, og húðin skal vera væl dekkað.
Haraftrat er rákið innan hármóta
hesa tíðina, at vit leita okkum aftur
til 40’ini og 60’ini at fáa íblástur.
Her eru nøkur boð uppá hvussu tú
gert teg til reiðar til jólaborðhaldini
frá Mirjam Reinert Olsen, sum
er ein av eigarunum av Make-Up
Store og Stjørnuskotinum, og frá
Mariann Klein Ivansdóttir, sum eigur
hárfríðkanarstovuna
Royal
Inter
coiffure.
Myrk eygu
og myrkar varrar
– Eyguni mugu gjarna vera
intens, antin myrk ella við
myrkum litum, og innrammað, so
eygnaliturin kemur meira fram,
og eyguni kennast intens. Tað er eisini vakurt
við følskum eygnavippum - antin heilum vippum
ella vippubukettum, sum ein setur millum sínar
egnu vippur, fyri at gera hetta natúrligt, sigur
Mirjam R. Olsen. Hon heldur eisini, at vit kunnu
nýta myrkar litir til varrarnar. – Mær dámar væl
at nýta litir sum blommu, myrkt lilla, vínreytt
ella sjokoláta fyri at geva varrunum okkurt eyka
í hesum myrku tíðum.
Dekka húðina væl
– Kvøldsminkan skal vera tyngri enn
dagsminkan. Húðin skal vera væl
dekkað, gjarna við sólputrið, fyri at
geva húðini eitt sindur av dæmið.
Tó so er tað eisini vakurt at hava
ljósa/bleika porselenshúð. Tað
týdningarmesta er bara, at húðin er
væl dekkað, og at tú hevur putur við
í taskuni, so tú kanst fríska upp, tá
ið húðin byrjar at feitta. Haraftrat er
vakurt at nýta ein »highlightara« á
kinnbeinini, undir eygnabrýrnum og
á nasaryggin, og soleiðis geva húðini
meira spæl, greiður Mirjam frá.
Hugsa um hárið og húðina áðrenn
– Fyri at sminkan skal vera eyka vøkur og sita vakurt, er tað neyðugt,
at húðin er væl røktað og er frísk at líta á, greiður Mirjam frá. Hon
vísir á, at ein kann t.d fara til kosmetolog nakrar dagar áðrenn, og
fáa sær eina andlitsviðgerð, sum t.d reinsar og peelar tær deyðu
húðkyknurnar burtur, eina viðgerð, sum gevur eitt fuktboost, ella eitt
orkuboost til húðina, um húðin kennist grá og keðilig. Mariann vísir
eisini á týdningin av, at vera væl fyrireikað til stórar veitslur. – Tað
er skilagott at hugsa um, at litingin og klippingin er í lagið áðrenn,
og at hárið hevur fingið góða viðger – eitt nú ein kur – tí veturin fer
mangan illa við hárinum og hárbotninum, og kann gera, at hárið sær
turt og slitið út. Tí er umráðandi at hugsa um, at geva hárinum vætu
áðrenn, greiður Mariann frá.
Hugsa um mótan í
40'unum og 60'unum
– Mótin í dag hevur fingið íblástur frá 40'unum og
60'unum. Tað er tað eleganta og feminina vit skulu
hugsa um. Tó skal hárið ikki vera líka stílreint sum
tá. Uppsetan riggar ógvuliga væl til jólaborðhald,
men vit skulu hugsa um, at hárið skal vera eitt
sindur meira rokaligt í dag, enn tað var í 40'unum.
Tað ger als einki
um fólk ikki duga
so væl at seta hárið
upp, tí tað skal vera
rokaligt, og alt er lov,
greiður Mariann frá.
Hon vísir eisini á, at
nógv hava seinastu
árini leitað sær til
hárfríðkanarstovur
áðrenn eina stóra
veitslu, tí fólk eru
blivin meira tilvitað
um hvussu hárið situr.
Hugsa um veðrið
Tað er ógvuliga sannlíkt, at tað fer at regna, tá ið jólaborðhaldið er á skránni,
og tí er snilt at hugsa um hetta áðrenn. – Takið okkurt við, sum tit kunnu
leggja um høvdið, um tað fer at regna. Tí regnið kann lættliga fara illa við
hárinum, so alt stríðið hevur verið til onga nyttu, vísir Mariann á. Samstundis
heldur hon tað er snilt at hava ein dunk við hárlakkið við í taskuni, so at hárið
kann frískast upp so hvørt.
Mariann
Mirjam