mánadagur 16. september 2013síða 63
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Vilmund Jacobsen
Í fjør skipaði kommunan fyri eini rætt
iliga umfatandi mentanarviku, sum
fólk tóku væl ímóti. Alt gekk so mikið
væl tá, at avgjørt er at taka tiltakið
uppaftur í ár.
Í sambandi við mentanarvikuna í
ár hevur Fuglafjarðar kommuna sett
34 ára gamla fuglfirðingin, Hergeir
Eldevig sum samskipara.
Hergeir er royndur fyriskipari av
tiltøkum og var ikki í iva um at taka
uppgávuna upp á seg.
- Eg tók beinanvegin av tilboðnum
um at samskipa mentanarvikuna í ár.
Avgerðin hevði ikki minst við tað at
gera, at eg hoyrdi um mongu og posi
tivu afturmeldingarnar frá tiltakinum
í fjør heyst.
Hergeir Eldevig sigur, at hóast
góðu afturmeldingarnar í fjør leggja
eitt ávíst trýst á hann sum samskipara,
tók hann kortini við hesi avbjóðing.
- At tiltakið var so mikið væl móttikið
í fjør heyst, merkir, at ein mentanarvika
í Fuglafirði eigur at vera afturvendandi,
og eg gleði meg til at bjóða øllum
vælkomnum
til
mentanarvikuna
hesaferð, sigur hann.
Ókeypis tiltøk
Flestu tiltøkini á mentanarvikuni,
sum er nakað minni í ár enn í fjør,
eru ókeypis. Tó eru nøkur tiltøk sum
kosta, og hetta sæst eisini í skránni,
sum Vikublaðið prentar í dag.
Ein
týðandi
viðspælari
á
mentanarvikuni
í
Fuglafirði
er
Mentanarhúsið, og her er tað leiðarin,
Ólavur Larsen í góðum samstarvi
við Hergeir Eldevig, Fuglafjarðar
kommunu og aðrar partar, sum hjálpa
til við tiltakinum, ið bjóðar øllum
vælkomnum á gátt.
Mentanarhúsið skapar góðar
karmar fyri Mentanarviku
Mentanarvika verður í Fuglafirði í døgunum, 16.-22. september, sum er í hesi vikuni
Hergeir Eldevig, samskipari og Ólavur Larsen,
leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Mynd: Vilmund Jacobsen