mánadagur 16. september 2013síða 64
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 38 | 16. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
32
Vilmund Jacobsen
Tað hevur verið rættiliga nógv virksemi
á havnalagnum hjá Fuglafjarðar havn
í summar og í heyst, og sjáldan - ella
kanska ongantíð - áður hava so mong
skip vitjað á Fuglafirði í ein mánaða
sum í august í ár.
– August er í øllum førum størsti
mánaði í mínari tíð í Fuglafirði.
Tað sigur Rólant Højsted, havna
stjóri.
Nógv virksemi
Hann vísir á, at í august í ár hevði
Fuglafjarðar havn vitjan av 134
skipum, harav 40 vóru útlendsk. Til
samanburðar vóru 104 skip á Fugla
firði í august í fjør, harav 42 vóru út
lendsk.
– Í bruttotonsum (brt.) var munurin
ávikavist 298.942 í august í ár og
274.400 í august í fjør.
Havnarstjórin sigur, at eisini juli
mánaði í ár vóru nógv fleiri vitjanir enn
í sama mánaði í fjør.
– Vit høvdu 119 vitjanir í juli í ár og
72 í juli í fjør, leggur Rólant aftrat.
Samanløgd tøl
Hyggja vit samanlagt eftir árinum í ár
fram til endan av august, var samlaða
talið av skipum á Fuglafirði 577 móti
507 somu tíð í fjør.
– Samanlagt er talan um ein
vøkstur í bruttotonsatalinum (brt.) í ár
á umleið 62.000 tons, sigur Rólant.
Havnarstjórin vísir á, at Havsbrún
hevur tikið móti nógv meiri fiski í ár
enn í fjør, skip hava verið á Fuglafirði
og bunkrað, farmaskip hava verið
eftir fiskavørum og úrdráttum úr fiski,
onnur hava verið við og eru komin
eftir reiðskapi, og síðan hava russiskir
trolarar og farmaskip rættiliga støð
ugt verið á Fuglafirði í sambandi við
umskiping.
Havnarstjórin væntar, at september
mánaði verður góður, eins og hann
væntar, at oktober og november verða
tað eisini.
– Í september mánaða í fjør høvdu
vit 90 skip, og í oktober høvdu vit 80,
sigur Rólant Højsted, havnarstjóri.
14-15 miljónir
Vikublaðið kann leggja aftrat, at stóru
íløgurnar, sum Fuglafjarðar kommuna
hevur gjørt í havnalagið gjøgnum árini,
rættiliga eru farnar at geva inntøkur.
Inntøkan hjá Fuglafjarðar havn
liggur nevniliga um einar 14-15
miljónir krónur um árið.
Nógv fleiri skip í ár
enn somu tíð í fjør
Fuglafjarðar havn er eitt stórt aktiv hjá
Fuglafjarðar kommunu og stóru íløgurnar,
sum lagdar eru í betong og jarn, geva nú
fleiri miljónir krónur í inntøkum um árið
Tað hevur ging
ið væl hjá verk
smiðjuskipinum
Ólavi Nolsøe,
síðan skipið fór
fyrsta túrin um
hálvan juli í ár
Vilmund Jacobsen
Tá Vikublaðið vitjaði í Fuglafirði
í síðstu viku, kundi Rólant Høj
sted, havnarstjóri, fegnast um,
at verksmiðjutrolarin, Ólavur
Nolsøe hjá Jón Nolsøe Olsen
hevur gjørt fimm góðar túrar
á makrelveiði, síðan skipið fór
fyrsta túrin um miðjan juli í ár.
– Ólavur Nolsøe tekur um
leið 450 tons, og allar túrarnar
hava teir havt fult skip. Veiðan
er løgd upp til Bergfrost í
Fuglafirði.
Havnarstjórin veit at siga, at
Ólavur Nolsøe landaði fyrstu
ferð hin 22. juli.
– Síðan gjørdu teir tríggjar
túrar í august, og landaðu so
aftur í Fuglafirði hin 5. sep
tember, sigur Rólant Højsted.
Við avskurði
Eitt skip, sum javnan hevur siglt
millum Tvøroyri og Fuglafjørð í
ár, er Tinganes, sum er hoyra
heimandi í Havn.
– Hetta er fyrrverandi Hav
sand, og teir sigla við avskurði
frá framleiðsluni hjá Varðanum
Pelagic á Tvøroyri til Havsbrún
í Fuglafirði, sigur havnarstjórin
hjá Fuglafjarðar havn.
Tað hevur gingið væl
hjá Ólavi Nolsøe, síðan
skipið fór fyrsta túrin
um hálvan juli
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fult
skip
fimm
túrar
á rað
Tað hevur verið nógv virksemi við bryggjukantin í Fuglafirði í summar og í heyst
Mynd: Vilmund Jacobsen
– August mánaði er hin størsti til skipavitjanir, síðan eg byrjaði
á Havnarskrivstovuni í Fuglafirði, sigur Rólant Højsted
Mynd: Vilmund Jacobsen