Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. september 2013 · Nr. 107 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Mín uppgáva miseydnaðist – Tað er sjálvandi ein niðurtúrur, at tað ikki gekk, sum eg hevði hugsað mær. Tá eg hyggi aftur, so haldi eg ikki, at eg kundi gjørt nakað øðrvísi. Ikki við tí vitanini eg hevði tá. Soleiðis sigur tann nú fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Føroya elstu avís, Dimmalætting, sum kom út fyri seinastu ferð fríggjadagin Rannvá G. Fossaberg Mánamorgunin varð greitt, at Dimmalætting ikki long­ur kemur út á gøtuna. Dimma­ lætting, sum er elsta avísin í landinum, hevur leingi ligið í tungum sjógvi, og starvs­ fólk­ini hava ikki fingið løn og eftirløn í eina tíð. – Eg kom aftur úr feriu mána­dagin í síðstu viku, og eg sá beinanvegin, at støð­an var ikki góð, og at vit stóðu framman fyri stórum av­bjóð­ ingum. Vit arbeiddu so alla vikuna við nýggjum ætlan­ um, um hvussu vit kundu loysa trupulleikan, men tað gekk bara ikki, sigur 61 ára gamli Árni Gregersen, ið tók við sum stjóri á Dimma­ lætting 1. apríl 2007. Tað hevur leingi staðið illa til hjá Dimmalætting, og tískil kom tað ikki sum eitt sjokk fyri Árna Gregersen, at Dimma ikki fór at koma út­aftur. – Eg havi vitað, at tað stóð illa til, og tí bleiv eg sum so ikki kløkkur, tá tað mána­dagin varð greitt, at Dimma steðgar, greiðir Árni Gregersen frá og heldur fram: – Eg síggi hetta sum eina uppgávu, ið er miseydnast. At dríva Dimmalætting víðari og fáa pengar at leypa av. Og tað er ein niðurtúrur. Gjørdu feilkeyp Raksturin av blaðnum hevði ikki givið yvirskot í nógv ár, og tí valdi nevndin hjá Dimmalætting at fáa nýtt blóð í leiðsluna í 2007. Tá Árni Gregersen tók við sum ábyrgdar­blaðstjóri í fyri seks árum síðani, fekk hann eisini fíggjarligu ábyrgdina av blaðnum. Dimmalætting hevði tá eina eginogn á beint 28,4 milliónir. Trý ár seinni vóru hesir pengarnir burtur. – Tað, sum hendi var, at vit keyptu bløðini Vinnuvitan og Vikublaðið. Eisini betaltu vit nøkur ting tá, sum eg ikki vil koma nærri inn á. Men vit mettu, at hasi bæði bløð­ini vóru eitt gott keyp tá, tí tey kundu supplera Dimma­lætting, greiðir Árni Gregersen frá. Fimm mánaðir eftir at Dimmalætting hevði keypt Vinnuvitan og Vikublaðið gekk galið. – Trupulleikin var, at botn­ urin leyp undan marknað­ inum. At vit ikki dugdu at rokna við tí frammanundan, tað er so okkara feilur, sigur Árni Gregersen. Dimmalætting hevur mist omanfyri 40 milliónir sein­astu seks árini. Árni Gregersen heldur ikki, at tað er ein einføld forkláring til tær mongu mistu milliónir­ nar. – Tað er ikki bara ein orsøk til, at tað gekk galið, men størsta orsøkin er sjálvandi skrallið í 2008, tí tá hendi tað, at vit fingu ikki nóg nógvar lýsingar til bløðini og íløgan í Vinnuvitan og Vikublaðið fór fyri bakka, greiðir Árni Gregersen frá. At so nógvar milliónir eru farnar fyri skeytið er ikki nakað, sum ávirkar hann stór­vegis. – Altso eg havi tað gott. Eg havi ikki tikið allar avgerðir einsamallur, men havi havt nevndir aftan fyri meg . Tú kanst siga, at eg havi havt ein fingur við í spælinum, men tað eri eg, sum einsamallur skal taka skoluna úteftir, og so­leiðis er tað bara. Stoltleikin raktur Í eina tíð hava starvsfólkini á Føroya elstu avís ikki fingið løn og eftirløn. – Vit hava fleiri ferðir verið úti fyri tí, at vit hava verið ein mánað afturúr við løn. Tað er irriterandi, men ikki meir enn tað. Eftirlønirnar snúgva eg sum eini 100.000 krónur tilsamans. Eg kann ikki siga annað enn, at tað er ein skylda, vit ikki hava yvirhildið, sigur Árni Gregersen og leggur afturat: – Eg havi havt tað av hund­unum til sjálvandi, tí vit ikki hava kunnað goldið starvs­fólkunum løn, men har hava bara ikki verið pengar, for­telur Árni Gregersen. Keðiliga gongdin hjá Dimma­lætting hevur ávirkað hann eisini persónliga. – Nógvir dagar og nætur hava verið tung at koma ígjøgnum. Hetta er nakað, sum fer inn undir húðina. Men tað, sum er ringast, er at skera inn á bein og siga fólk úr starvi. Tað, haldi eg, er ótrúliga óbehagiligt, sigur Árni Gregersen. Hann dylur tó ikki fyri, at tað á ein hátt er ein lætti, at ein avgerð er tikin. – Vit hava øll vitað tað leingi, at tað gekk skeiva vegin, og tí er tað onkurs­ vegna ein lætti. Men beint nú er tað irriterandi, og tað rakar ein upp á stoltleikan. Trýr upp á Dimmu Spurdur, um hann sær fyri sær, at Dimmalætting verður endurreist, er hann skjótur at svara. – Avgjørt. Eg fari ikki at av­dúka mínar ætlanir, men mánadagin var eg runt hjá flestu kreditorunum og for­ taldi um støðuna, og tað var ein ótrúlig vælvild, mann fekk. Tú kanst siga, at um vit byrja aftur, so eru vit klárir at vera við aftur, fortelur Árni Gregersen, sum ongar ætlan­ ir hevur um at ganga hendur í lumma næstu tíðina. – Um tað verður Dimma ella okkurt annað, tað veit eg ikki, men eg fari ivaleyst fram­vegis at vera í fjøl­ miðla­heiminum, sigur Árni Gregersen og heldur fram: – Tað snýr seg um at fáa einar 4000 haldarar, og so koyrir showið aftur. Tað er ógjørligt, at eingin av eini 47.000 fólkum ikki lesur eina avís sum Dimmu. rannva@sosialurin.fo – Eg síggi hetta sum eina uppgávu, ið er miseydnast. At dríva Dimmalætting víðari og fáa pengar at leypa av. Og tað er ein niðurtúrur, sigur Árni Gregersen Mynd: Álvur Haraldsen