Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

september 2013 SosialurinHondbóltur 2013 - 2014 Nú enn ein hondbóltsvetur stendur fyri durum, hava vit loddað dýpið og fregnast hjá ymsu liðunum, hvussu tey eru fyri. Burtur úr tí eru komnar hesar síður, ið vón­ andi geva hondbóltsáhugaðum fólki ein varhuga av, hvat rørist, nú bíðað verður eftir fyrsta bríksli og bólturin verður givin upp. Síðsta kappingarár var talan um nokk so einsíðugar kappingar, tí bæði hjá kvinnum og monnum vóru tað tvey lið, ið skaraðu burturúr ígjøgnum alla landskappingina. Og tá avtornaði, vóru tað eisini kvinnurnar hjá Neistanum og menninir hjá KÍF, ið vunnu hvør sína greipu og fóru avstað við øllum gullinum. Tí eru tað hesi bæði liðini, øll hini fara at jagstra í vetur, og sum tað sær út, kundi nógv bent á javnari og meira spennandi kappingar hjá bæði kvinnum og monnum. Tað er eisini best fyri allar partar, tí er okkurt at spæla um í hvørjum dysti, økist áhugin og umrøðan, og í síðsta enda kann tað bara gagna føroyska hondbóltinum. Miðlahúsið hevur við hesi hondbólts­ upp­taktini givið sítt fyrsta íkast, men vit ætla okkum eisini ígjøgnum veturin at fylgja við hondbóltinum við øllum okkara miðlum, og tí kunnu vit bara siga tað sama sum so mong onnur, nú kappingin av álvara nærkast: Vit gleða okkum! Lagt til rættis: Hilmar Jan Hansen Myndir: Álvur Haraldsen Umbróting: Simona Weihe snið: Pætur Eyðunsson jensen Lýsingar: Eyðun Samuelsen Hini jagstra Neistan og KÍF