týsdagur 17. september 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
september 2013
Sosialurin
2
Hondbóltur 2013-2014
Sjáldan man ein einstakur spælari
hava havt so stóran týdning og so
stóra ávirkan, sum Barbara Brauer
hevur havt tað síni trý ár í Neistanum
og føroyskum kvinnuhondbólti. Hon
skjeyt eini 900 mál hesi trý árini og
gjørdi sum oftast sera stóran mun,
tí hon var sterk og hevði drúgvar
royndir.
– Einki er at ivast í, at Barbara lyfti
Neistan eitt hakk longur upp, men nú
er tað so, at vit skulu vísa, at vit klára
okkum uttan hana. Fleiri siga, at vit
ikki høvdu verið nakað síðsta ár, um vit
ikki høvdu hana, men nú fáa vit so at
síggja. Vit skulu so royna at fáa skotið
hasi 250 málini, Barbara skjeyt, og
ætla okkum í báðar finalurnar, sigur
Kári Horn, sum annað árið á rað er
venjari hjá Neistanum.
Hetta er hansara barndómsfelag,
men fyri at royna nakað nýtt, fór hann
næstsíðsta kappingarár til Vágs, har
tað bleiv til silvur í steypakappingini
og bronsu í landskappingini fyrsta árið
sum seniorvenjari. Í fjør var hann so
venjari hjá Neistanum og megnaði at
vinna tvey gullmerki.
– Tað krevur sítt at vera venjari í
einum so sigursvandum felag sum
Neistanum. Síðsta vetur var tað eitt
krav, at vit skuldu vinna gull í bæði
lands- og steypakappingini, og í vetur
er tað eisini eitt krav, at tvífalda gullið
skal verjast, sigur Kári.
– Eg skal nokk hava fleiri spælarar
við, tí vit skulu hava størri breidd
í spælið hjá okkum. Talan er um
nøkulunda sama liðið, men onkrar
ungar eru komnar aftrat, so vit eru til
dystin fús. Vit vita, at tað er okkum,
hini liðini fara at jagstra, og tað dámar
mær bara væl, tí tað vísir, at tey hava
virðing fyri okkum, um eg kann siga
tað soleiðis.
Annan spælistíl
Kvinnurnar hjá Neistanum hava í
síðstuni koyrt harðar venjingar fýra
ferðir um vikuna, og tær hava vant
eitt sindur øðrvísi enn undan síðsta
kappingarári, tí umstøðurnar eru ikki
heilt tær somu.
– Vit fara helst at broyta spælistíl,
tí tað er greitt, at vit skulu spæla upp
á ein annan máta, tá Barbara ikki
longur er har. Síðstu trý árini hava vit
spælt øgiliga nógv fimm ímóti fimm,
tí hini liðini mestsum altíð valdu at
mansverja hana, so tí fyrireika vit
okkum uppá, at tað kanska verður
øðrvísi nú, sigur Kári Horn.
– Men vit fáa at síggja, hvat hini
gera, tí eg ivist ikki í, at hini fara at
mansverja onkra aðra í staðin, men
tað hava vit so eisini fyrireikað okkum
uppá.
Neistin er søguliga nógv mest
vinnandi felag í kvinnuhondbóltinum,
og síðani 1943 er tað blivið til heili 39
meistaraheiti. Síðstu trý árini hevur
Neistin sitið á trúnuni, men tað var
eftir einki at hava vunnið í 13 ár.
– Nú vit aftur fara í gongd, so
rokni eg við, at VÍF og Kyndil fara at
verða tey, vit koma at kappast mest
við. Men øll liðini hava styrkt seg, so
kanska verður tað ein javnari kapping.
Eg ímyndi mær nógvar avgerandi og
javnar dystir hetta kappingarárið, sum
verða avgjørdir í síðstu løtu, sigur Kári
Horn.
Ár1 uttan Brauer
– Vit skulu nú vísa, at vit klára okkum uttan Barbaru Brauer, og ætlanin hjá okkum er so avgjørt
at verja gull og koma í báðar finalurnar aftur, sigur venjarin hjá Neistanum, Kári Horn
Málverjar
Fríða Petersen
Kristina D. Christensen
Útispælarar
Nicoleta Radu Hansen
Eir M. Berg
Súsanna P. Nólsoy
Birita Jacobsen
Jacklin Durhuus
Rúna Wardum
Eyðvør Á Dunga
Birita Wardum
Annika Thomsen
Rakul Augustinussen
Barbara N. Johannesen
Halldis H. Johansen
Marjun F. Danberg
Kristianna Balle
Súna Mørk
Bára Hansen
Gerda F. Heldarskarð
Kristina Clementsen
Venjari
Kári Horn