Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-17, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

september 2013 Sosialurin 18 Hondbóltur 2013-2014 Kappingarárið var komið væl ávegis, tá vestmenningar sendu boð eftir Henrik Gerster at hjálpa til við venjingini av mansliðnum, ið hevði trupult við at røkka hæddunum, og ikki gekk heldur long tíð, so stóð hann einsamallur við upp­gávuni. Tó er tað øðrvísi hjá honum hesaferð, tí nú er hann frá byrjan við til at seta sín dám á VÍF. – Nú kunnu vit koyra meira bein­ leiðis eftir míni hondbóltsfilosofi, so eg fái eg heilt klárt sett mín egna dám á liðið og spælið í vetur. Vit hava koyrt nógv, nógv meira við styrkivenjing, enn teir eru vanir við, og hóast tað hevur givið onkrar smærri skaðar at byrja við, tí menn kanska hava gjørt í so nógv av, fer tað í longdini at roynast, at vit hava gjørt nakað fyri at styrkja menninar, sigur Gerster. – Vit ætla at blanda okkum upp í oddastríðið og koma longur enn í fjør, og tað gera vit við fleiri ung­um monn­ um, umframt nógvum geisti og vilja, og so er talan eisini um ein breiðari hóp í ár. Vit hava fingið blandaðan styrk, men í mest møgu­ligan mun eru tað ungir spælarar, sum eru svangir eft­ir at sleppa at spæla á hægsta stigi. VÍF-venjarin ásannar, at tað er tor­ført við ættarliðsskifti, tá talan er um eitt lið við so nógvum góðum spælarum, sum VÍF hevur havt í nógv ár, men samstundis sleppur hann ikki undan, at nú banka altso fleiri 18-19 ára gamlir uppá av álvara. – Hetta eru stjørnurnar í framtíðini, og um teir so sláa til í vetur ella næsta vetur, skal eg ikki siga, men teir eru líka við at vera har, heldur hann. Ætla allan vegin Sum sagt, so ætlar VÍF í vetur at gera alt, sum gerast kann, fyri at liðið skal kunna blanda seg upp í kappingina um bæði steypafinaluna og FM-finaluna, men samstundis verður innsæð, at tað verður ikki uttan svørðslag. – Eg vænti eina javna kapping, har øll taka stig frá øllum. Tað er stuttligt at síggja, hvussu liðini hava ment seg og styrkt seg, so tey ikki eru so veik í vetur á umráðum, sum tey kanska vóru tað síðsta vetur, sigur Henrik Gerster, ið ikki beinleiðis nevnir nakran favo­ritt millum mótstøðuliðini, men bara staðfestir, hvat vestmenningar ætla sær: – Vit fara eftir øllum, sum vit kunnu fara eftir, og eg haldi eisini, at vit hava hópin til at fara allan vegin. VÍF er søguliga næstmest vinn­andi felag í manshondbóltinum, og tað verður undirstrikað av 21 meistara­ heitum og seks steypasigrum, men í Vestmanna økist svongdin, tí síðsta meistaraheitið liggur afturi í 2005 og síðsti steypasigurin heilt afturi í 1999. Men alt hetta ger tó ikki, at venjarin kennir seg trýstan: – Nei, tað kennist ikki sum eitt trýst, at liðið ikki hevur vunnið nakað longur, men heldur sum ein motiva­ tión. Kennir tú teg trýstan, so skalt tú heldur halda teg burturi. Hjá mær ræður um at geva alt tað víðari, sum eg havi at geva – vilja og annað, ið eg havi lært sjálvur. So má eg bara vóna, at tað er nokk, sigur Henrik Gerster. VÍF vil fegið víðari – Vit ætla at blanda okkum upp í oddastríðið og koma longur enn í fjør, og tað gera vit við fleiri ungum monnum, umframt nógvum geisti og vilja, sigur VÍF-venjarin, Henrik Gerster Málverjar Eli Müller Tóki Seloy Niclas Simonsen Útispælarar Agnar Joensen Bárður Brimvík Sjúrður Nielsen Magnus Müller Sámal Joensen Filip Jojic Sámal Jákup Djurhuus Joen Pauli Høgnesen Andrias Eriksen Áki Egilsnes Hanus Christophersen Julian Olsen John Nielsen Sjúrður Poulsen Áki G. Olsen Heini Hanusarson Venjari Henrik Gerster