Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. september 2013 · Nr. 108 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Búskaparráðið hevur valt at ganga nýggjar leiðir við at skipa fyri evnisdøgum kring landið, har vinnulívið í øki­num saman við pen­inga­ stovn­um og kommunu hava hvør sína framløgu. - Vit vilja fegin koma lokala vinnulívinum nærri, og hava tí valt at skipa fyri evnisdegi runt um í landi­ num, og fyri okkum var tað nátt­úr­ligt at byrja í Klaks­vík, sig­ur formaðurin í Bú­skap­ar­ ráð­num, Sverri Hansen. Dagurin byrjaði við, at Regin Jacobsen, stjóri á Bakka­frost, greid­di eitt sind­ ur frá út­bygg­ing­ar­æt­lan­un­ um hjá felagnum. Hann legði dent á, at Før­ oyar sum alitjóð fekk mest burtur úr sínari framleiðslu. Reg­in nevndi, at Føroyar í fjør fekk sjey krónur fyri kilo av laksi, sum vórðu flutt út, meðan talið hjá norð­mon­ num lá á tveimum krón­um. Í Kili lá tað talið á null ella enntá á minus. Regin vísti eisini á, at saml­aða talið av starvs­fólk­ um hjá Bakkafrost lá á 1103, meðan heilárs starvs­fólka­ tal­ið liggur um 600. - Av hesum arbeiða oman fyri 200 fólk hjá Bakkafrost í Klaksvík, segði Regin Jacob­ sen. Hann greiddi eisini frá, at nýggi brunnbáturin, sum felag­ið legði fram í sínari fram­tíð­ar­ætlan, nú er undir sát­t­mála í Turkalandi, at bát­ ur­in verður leveraður í 2015, og at hann tá fær navnið, »Hans á Bakka«. Ráðið farið til verka Nýggja búrksparráðið tók við á nýggjárinum, og limirnir eru Sverri Hansen, sum er for­mað­ur, Thomas Dam, ið er fyrrverandi formaður, og Herit V. Albinus, ið er nýggj í Búskaparráðnum, eins og Sverri Hansen. Búskaparráðið hevur gjørt sína fyrstu frágreiðing. Ráðið er sum kunnugt flutt út á Hagstovuna, og hetta er fyrsta frágreiðingin undir nýgg­ju umstøðunum. At ráðið nú hevur valt at ganga nýggjar leiðir, sæst aft­ ur í evnisdegnum, sum varð hildin í Klaksvík hós­dag­in. Næstur til framløgu var JFK. Í skránni stóð, at Hanus Han­sen skuldi standa fyri teirri framløguni, men hann var burturstaddur, og í hans­ ara stað var tí Jógvan Han­ sen og Niels Winther komnir inn. Teir greiddu frá, at JFK hevur megnað at spjeitt sítt virk­semi til Grønlands eisini, har teir eiga trý virkir á landi, um­framt tríggjar trolarar. - Grønlendingar síggja við ljós­um eygum upp á okkum, tí vit hava megnað at skapt arbeiðs­pláss, ikki bert á sjón­ um, men eisini á landi, segði Jógvan Hansen. Hann vísti eisini JFK við undir­feløgum, sum bæði u­m­ fataði Kósina umframt eina røð av skipum, bæði trolarar og línuskip. Framleiða umborð Kristian Martin Rasmussen hevði eisini eina framløgu, har hann greiddi frá virk­ semin­um hjá reiðarínum, sum eigur Christian í Gróti­ num og Norðborg. Hann greiddi frá, hvussu reiðaríið hevði ment seg frá teirri tíðini, tá teir keyptu Norð­borg frá Ejler Jacobsen til dagin í dag, har reiðaríið ræð­ur yvir nøkrum av mest fram­komnu nótaskipunum í heimi­num. Hann legði tó dent á, at neyðugt er at yggja fram eft­ ir, og at ein endurnýggjan av verandi skipum fer at kosta einar 500 milliónir krónur. Tá er eisini talan um eitt fram­leiðsluskip. - Tað er leiðin at ganga, og tað hava vit eisini sæð gjøg­ num tíðirnar, segði Kristian Martin Rasmussen. Eisini Poul Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Spar­i­kassa, og Jógvan Skorð­ heim, borgarstjóri í Klaksvík, høvdu framløgur á degnum. Eftir døgurða legði Sver­ri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, fyrstu frá­greið­ing ráðsins í hesum skeiði­num, fram. Hetta skapti nakað av kjaki, sum formaðurin eisini legði upp til skuldi vera. Fundarluttakarar høvdu fleiri viðmerkingar so hvørt, sum frágreiðingin varð gjøgnumgingin, og tað gjørd­ ist til eitt gevandi kjak mill­ um Búskaparráðið og fund­ ar­lut­tak­ar­ar. Dagurin endaði við, at Bú­ skaparráðið og fundar­fólk­ið vitjaðu á JFK/Kósini, reiðarí­ num Hvalnes, North Pelagic og Bakkafrost. Tað vísti seg bert at verða tálmaður áhugi mill­ um politikarar at vera við á degnum. Bjørn Kalsø, Kar­sten Hansen og Jákup Mikkel­sen vóru eina løtu fyrra­part, onkur fór á døgurða. Sverri fingið nógv burtur úr Hósdagin var evnisdagur, sum Bùskaparráðið skipaði fyri í Klaksvík, og fyrraparturin gekk, við at vinnufyritøkur, Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar býráð høvdu framløgur innan teirra yrki Leo Poulsen Hóttanir móti tænastu­ manni. Soleiðis var ákæran móti einum ungum manni í Føroya Rætti miku­morgun­ in. Søgan var í stuttum, at ungi maðurin, ið býr á stov­ni, hevði prátað eitt av starvsfólkunum til at hjál­ pa sær at fáa eina song, sum hann hevði fingið frá mam­mu síni, inn í kamarið á stovni­num. Men tá leiðarin varnaðist hetta morgunin eftir, vóru boð­ini greið: Seingin skuldi út aftur. Hetta fekk ungi maðurin boð um frá leiðaranum á morgni, og tað førdi til skeld­an og ungi maðurin rysti í leiðaran og koyrdi hana út úr kamarinum. Nakað seinni kom ein pedag­og­ur inn í kamarið við boðunum um, at seingin skul­di út. Hann læt seg úr troyggju­ni, og hetta fekk un­ga mannin at kenna seg so hóttan, at hann legði á pedagogin. Hesin fekk tó syft unga mannin niður í seing­ina, og hildið honum. Ungi maðurin greiddi í rættinum frá, at hann á onkr­an hátt fekk beinið leyst og fekk sparka eftir peda­gogi­num. Tað vísti seg, at hann rakti pedagogin í høvd­ið so meint, at tað eftir øll­um at døma sortnaði fyri honum. Ungi maðurin fekk so snúð sær á, so hann kom at liggja oman á, og hann sló tá 4-5 ferðir pedagogin í høvdið so meint, sum hann ork­aði. Hetta førdi til, at peda­go­ gurin endaði á skaðastovuni og politiið á gólvinum á stovni­num. Ein møguleika aftrat Ungi maðurin greiddi í Føroya Rætti frá, at hann skammaði seg um tað, hann hevði gjørt, tí hann var í verueikanum væl við hesi bæði starvsfólkini. Hann greiddi somuleiðis frá, at hann hevði fingið staðfest ADHD, og í eina tíð tók heilivág móti sjúkuni. Hann tók tó ikki heilivág longur, tí hann hevði lært at stýra sjúkuni. Ákærin var sinnaður at geva unga manninum ein møguleika aftrat, og gjørdi tí av, at frásiga sær vitnisfrágreiingarnar frá øðrum pørtum í málinum og mælti tí í staðin til, at revsingin gjørdist treytað. Heilt ítøkiliga kravdi hon, at revsingin gjørdist upp á tríggjar mánaðir, sum tó skuldu gerast treyt­að­ir í tvey ár. Hartil skul­di ungi maðurin útføra sam­felags­ tænastu á 40 tímar innan fyri komanri árið - hetta í mun til teir seks mán­að­ irnar, ið er vanliga treytin. Verjin tók undir við ákæranum og vísti á, at ákærdi skammaði seg um tað, hann hevði gjørt. Dómurin kom at ljóða upp á tað, sum ákærin mæl­ ti til, og ákærdi tók beinan­ vegin við dóminum. 40 tímar samfelagstænastu Ákærin vildi geva einum ungum manni ein møguleika aftrat, eftir at hann stóð til tríggjar mánaðar fongsul Búskaparráðið í samskifti við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Frá vinstru Thomas Dam, Sverri Hansen, Regin Jacobsen og Herit V. Albinus Mynd: Leo Poulsen Ein røð av politikarum skuldu verið við til evnisdagin, men tá tað var komið til døgurða, vóru bert Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn eftir, umframt Óluvá Klettskarð, aðalstjórnarformaður hjá Tjóðveldi