Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 20. septmeber 2013 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í samband við at Marjun í Gong hevur 20 ára starvsdag sum vaskikona á Sankta Frans skúla, heiðraði borgar­ stjórin hana vegna komm­un­ una við blómum og gávu. Marjun byrjaði sítt starv­ semi í Sankta Frans skúla tann 3. september í 1993 og hev­ur hon verið trúgv í síni tæn­as­tu á skúlanum. Marjun hevur áhugamál inn­an fakfelagsarbeiði og er limur í nevndini hjá Havnar Arbeiðs­kvinnufelag. Handaligt arbeiði hevur henn­ara stóra áhuga, at bin­ da og seyma liggur ræði fyri, eisini tá talan er um jóla­sølu­ na hjá heima­virkis­felag­num, har hon hevur luttikið. Marjun er gift til við Helga í Gong og eiga tey saman eina stóra familju. 20 ár í Sankta Frans Marjun í Gong 20 ára starvsdag í Sankta Frans skúla Dávur Winther Kringvarpið er nú aftur á ferð við mikrofonini runt um í kirkju­num. Mikukvøldið varð tik­ið upp í Christianskirkjuni í Klaksvík. Væl av fólki høvdu leitað sær í kirkjuna at syngja mongu kendu og væl dámdu sálm­ar­nar. Við knøttarnar sat Finnur Hansen, meðan Kári Sólstein segði hvørjar sálm­ar, syngjast skuldu. Við urguna sat Jóhanna Jo­ han­nes­sen, meðan And­ras Sólstein spældi til við summ­ ar av sálmunum á horn. Jú, hugaligt var at síggja og hoyra so nógv sangglað fólk savnað saman at syngja sálm­ar av lívsins kreftum. Aftaná varð boð­ið til ein góðan drekka­munn í hugna­ liga kirkju­kjall­ar­an­um. Syngja av lívsins kreftum Mikukvøldið varð sungið í Christianskirkjuni til útvarpið Nógv fólk var til upptøkur til sálmasang til Kringvarpið í Christianskirkjuni í Klaksvík mikukvøldið Mynd: Dávur Winther Leygardagin fara sjálvboðin kring alt landið at savna peng­ar inn fyri Reyða Kross. Men í Havnini hava tey trup­ult við at fáa nóg nógv fólk at ganga hús úr húsi við teimum eyðkendu reyðu búss­unum. - Í Tórshavn eru 121 rutur at ganga, og tað vil siga, at í roynd og veru hava vit brúk fyri líka so nógvum fólkum. Men tað vísir seg, at vit altíð mangla sjálvbodnar inn­ savn­arar í Havn, sigur Enna Garðshorn, sum er fyri­reik­ ari og samskipari av lands­ inn­savn­ingini. - Hvørt ár eru øki í Havn, har eingir innsavnarar hava ver­ið, og tað er ógvuliga harmi­ligt, sigur Enna Garðs­ horn og leggur afturat, at tað tekur millum tveir og tríggj­ar tímar at ganga eina rutu. Í løtuni roynir Reyði Kros­s­ur at fáa fleiri inn­ savn­arar í Tórshavn eitt nú við at lýsa á heimasíðuni og á Face­book. Í Havn verða bússur og rutur útflýggjaðar klokkan 10 leygarmorgunin 21. sep­ tem­ber á Reyða Krossi, Bryggu­bakki 10. Reyði Krossur Før­ oya letur stóran part av peninginum frá lands­inn­ savningini til hjálpararbeiðið hjá Altjóða Reyða Krossi í Sýria, har tað í hesum døgum eru børn í millónatali, ið eru fangað inni í Sýria, nú tey flýggja undan ræðu­leika­ num í krígginum. Reyði Kross­ur hevur ábyrgd av at býta út neyðhjálp har, og hvønn einasta dag seta 3.000 lækn­ar, sjúkra­røkt­ar­frøð­ ing­ar og onnur sjálv­boð­in lívið í váða fyri at hjálpa ofru­n­um. Mangla innsavnarar í Havn Áki Bertholdsen Sum støðan er nú, er ikki brúk fyri einum stórum skúla í miðbýnum í Havn. Tað staðfestur Heðin Morten­sen, borgarstjóri. Hann sigur, at tað búgva so fá fólk í miðbýnum, at sum støð­an er nú, er ikki neyðugt at gera Kommunuskúlan aft­ur til skúla. Nógv kjak hevur verið um, hvat kommunuskúlin í miðbýnum í Havn skal brúk­ ast til og í hesum sambandi hava eisini býráðslimur stað­fest, at hann skal gerast til skúla aftur Men hesum er borgar­ stjórin ikki samdur í og sam­stundis hartar hann teir býráðslimir, sum í óðum verk­um hava kunngjørt, at hann skal gerast aftur til skúla. Heðin Mortensen sigur, at býráðið er í ferð við at gera eina heildarloysn á øll­ um skúlaviðurskiftunum í Havn­ini. Aðrir møguleikar Hann sigur, at allur skúla­ bygn­að­urin í kommununi má loysast undir einum. Tí harmast hann um, at býráðslimir longur hava boðað frá, at Kom­mu­nu­ skúlin skal gerast aftur til skúla. Hann sigur, at summir býráðs­limir hava ikki megnað at geva málinum eina virðiliga viðgerð. - Vit býráðslimir kunnu ikki loyva okkum at arbeiða bert fyri ein ávísan skúla, tí onkur í býnum trýstir eftir júst hesi loysnini, sigur borgar­stjórin í Havn. Hinvegin sigur hann, at í bý­ráðnum hava tey ein álvar­s­aman trupulleika at loysa, nevniliga at fáa fleiri íbúð­ar­møguleikar til allar aldur­sbólkar í miðbýnum. - Eg sjálvur havi verið skeptiskur at brúka nógv yvir 100 milliónir uppá Kom­ mu­nu­skúlan, sum hóast um­vældur framvegis er ein gamal skúlabygningur, sigur Heð­in Mortensen - Eg havi áður luftað tank­ar um aðrar møguleikar við bygninginum, sum kann vera við til at skapa meira virk­semi í miðbýin eisini sum liður í miðbýarætlanini, sum býráðið hevur sett sjøt­ ul á. Hann sigur, at ein kanning hjá undanfarna býráði vísir, at vinningurin av at um­ væla Kommunuskúlan og Venjingarskúlan, sum eisini er uppslitin og ótíðar­hóska­ ndi, stendur ikki mát við prísin tað kostar at umvæla teir og sum ein nýggjur skúli gevur lærarum og næm­ ingum. Men hetta býráðið hevur so samtykt at taka allan spurningin upp av nýggjum at finna eina heildarloysn og fyrrenn hon er samtykt, ber ikki til at siga, hvørjir skúlar vera hvar. Ikki brúk fyri skúla í miðbýnum í Havn MIÐBÝÐARSKÚLI Tað búgva so fá fólk í miðbýnum í Havn, at har er ikki tørvur á einum skúla, heldur borgarstjórin, Heðin Mortensen Enn er framtíðin hjá Kommunuskúlanum púra óviss Óviss framtíð