Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. september 2013 · Nr. 108 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Høvuðstrupulleikin er mangl­andi viðlíkahald í eftir­ hond­ini nógv ár. Hendrik Olsen ljóðar av­ gjørd­ur, nú hann skal taka saman um støðuna á røktar­ heimi­num á Sýnini í Miðvági. Røktarheimið er sjálv­s­ ogn­ar­stovnur, og Hendrik Ol­sen er næstformaður í stýri­num, umboðandi Sør­ vágs Kommunu. Hann er ør­kym­l­að­ur av støðuni á røkt­ar­heiminum, sum er heim­ið hjá 36 av gomlu og veiku borgarunum í Vágum. - Nú er ikki bara talan um viðlíkahald. Her er størri a­r­ beiði, sum skal gerast, leggur hann turrisliga afturat, með­ an hann vísir okkum runt. Og Hendrik Olsen hevur nak­að at hava orðini í. Ein um­fatandi støðumeting frá Landsverki staðfesti í 2008, at bygningurin krev­ur umfatandi ábøtur, at kalla allur sum hann er. Frá­greið­ ing­in var ikki tespiligur lesnað­ur hjá teim­um, ið vara av røktar­heimi­num á Sýnini. Her var talan um eina langa røð av størri og smærri ábøt­ um, ið skuldu gerast á tann tá stívliga 40 ára gamla bygn­ ing­in. Men nú, fimm ár eftir frá­greiðingina, er lítið og einki hent. Bygningurin, ið stóð liðugur í 1972, stendur at kalla órørdur, opin fyri tíðar­innnar tonn at gnadda burturav. - Ja, tað er eingin loyna, at vind­eygu og klædningur eru gomul. Serliga ringt er her á eystara endanum, greiðir Hendrik Olsen frá, meðan hann peikar á opin petti, har klædn­ing­urin er rotnaður burtur. Ljótar søgur av Sýnini vilja vera við, at umboð fyri meira enn tann eina polit­ iska flokkin fingu kavrotin træ­sprek av klædninginum við sær aftur, tá tey vitjaðu røktar­heimið í valstríðnum upp­undir seinasta løg­tings­val. Í køkinum eru tey við at rigga av fyri í dag. - Hetta er eitt deiligt ar­ beiðs­pláss. Onkur hevur enn­ tá arbeitt her í 37 ár, greiðir fryntliga køksdaman okkum frá. Men heldur ikki køkurin er dagførdur til dagsins krøv, síða­ni fyrsti døgurin varð gjørdur her inni fyri meira enn 40 árum síðani. - Tú kanst siga, at hann er fyltur upp innanifrá við upp­vaskimaskinu, ovnum og øðrum hentleikum. Men køk­urin er ikki gjørdur eft­ ir forskriftunum í dag, og tað sæst aftur, sigur Hend­ rik Olsen og peikar á tvær smá­ar eymhettur, sum stin­ ga niður úr loftinum, og sum einsamallar eiga ta stóru ábyrgd at súgva allan damp­ in úr køkinum. Stórur soppavøkstur og myrk­ir blettir undir loftinum eru sjónlig dømi um, at smáu eym­hett­urnar hava ongan livandi kjans. Í summar var støðan í køki­num á Sýnini so mikið vána­lig, at Arbeiðseftirlitið varð boðsent. Serkunnleikin stað­festi, at manglandi út­ súgv­ing hevur við sær soppa­ vøkst­ur og eitt umhvørvi, sum ikki er heilsugott fyri starvs­fólkið. Tí gav Arbeiðs­ eftir­litið boð um, at út­luft­ ingin skal gerast av nýggjum. Tað arbeiðið er mett at kosta eina millión krónur. Takið í túninum Hóast umfatandi støðu­ lýsing­in hjá Landsverki longu í 2008 staðfesti, at tekj­an á røktarheiminum lek­ur, so dryppar framvegis und­an loftinum á Sýnini, tá tað regnar illa. Tí hóast avgerð varð tik­ in um at skifta tekjuna og arbeiðið fór ígongd, so steðg­ aði alt upp, tá ein trið­ing­ur var eftir at leggja á. Fleiri pengar vóru ikki til hond­ verk­arar­nar. Hendrik Olsen peikar á tveir plattar við takpappi, sum framvegis standa í túni­ num. - Her er so restina av tekju­ni. Her er alt klárt at vanrøkt 41 ára gamla røktarheimið á Sýnini í Miðvági er endað í einum ongamannalandi, einum fíggjarligum tómrúmi millum land og kommunur. Manglandi viðlíkahald í áravís hópar seg upp sum ein útreiðsla, ið gerst dýrari og meira umfatandi fyri hvørt árið, ið tíðarinnar tonn ótarnað sleppur at gnadda burtur av bygninginum. Bureaukrati skuggar yvir Sýnini