hósdagur 19. september 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 20. september 2013 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
leggja á, men nú veit eg ikki,
hvussu verður við játtanini,
og um arbeiðið yvirhøvur
kann gerast áðrenn veturin,
leggur hann afturat.
Hendrik Olsen hevur ilt
við at svølgja, at síðsti trið
ingurin av tekjuni framvegis
stendur í túninum, nú summ
arið er av. Talan er um tak
papp, ið verður sveisað niður
á tekjuna.
- Eg skilji ikki, hví hetta
yvirhøvur er eitt mál. Tað
mátti borið til at lagt takið
á, og so kundu myndugleik
arnir togast um pengarnar
aftaná, leggur hann ilsliga
afturat.
Næstformaðurin í stýri
num fyri heimið skundar sær
tó at leggja afturat, at tað
regnar also ikki niður á tey
menniskju, ið hava Sýnina
sum sítt heim.
- Nei, tey gomlu merkja
ikki lekan. Tað lekur serliga
niður á eina gongd, har
skrivstovurnar eru og har
heimarøktin heldur til, sigur
Hendrik Olsen.
Sambært eini nýggjari
kostnaðarmeting, ið Lands
verk gjørdi í juli mánað, kost
ar tað umleið 300.000 krón
ur at skifta síðsta partin av
tekjuni.
Afturat
køkinum
og
tekjuni, so hevur Landsverk
eisini víst á, at tvær rampur,
ið verða brúktar sum rým
ingarleiðir av aðru hædd í
bygninginum, eru somikið
rotnar, at tær eru vanda
miklar at brúka. Og út
hurðirnar út til rýmingar
leiðirnar eru rotnar og leka.
Akutt
Hesi trý viðurskifti – út
luftingin í køkinum, ótætta
tekjan og rotnu rýmingar
leiðirnar, eru av Arbeiðseftir
litinum og Landsverki mett
somikið átrokandi at gera,
at tey mugu og skulu gerast
beinanvegin.
Landsstýriskvinnan í Al
mannamálum er tí farin í
løgtingið við eini eykajáttan,
har hon biður um 1,5 millión
krónur at brúka til hesar
átrokandi ábøtur. Líkt er
til, at pengarnir eisini verða
játtaðir og finna vegin fram
vestur til Miðvágs. Tí tann 1,5
milliónin verður tikin burtur
av pengum, sum longu eru
játtaðir til at høvuðsumvæla
røktarheimið á Sýnini, men
ongantíð eru brúktir til
endamálið, tí land og kom
munur framvegis ikki hava
funnið eina varandi loysn
fyri meira enn 40 ára gamla
bygningin.
jonbrian@sosialurin.fo
Framhald á næstu síðu
vanrøkt
skir
Tekjan á Røktarheiminum
á Sýnini í Miðvági lekur
framvegis, og takpappið
liggur órørt í túninum.
Pengarnir rukku ikki til
at skifta síðsta triðingin