Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. september 2013 · Nr. 108 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landið eigur ábyrgdina Í 2009 góðkendi Almannamálaráðið nýggjar viðtøkur fyri røktarheimið á Sýnini, sum greitt siga, at landskassin skal gjalda alt viðlíkahald av bygninginum. Táverandi landsstýriskvinna er í dag borgarstjóri í Vága Kommunu, sum eftirlýsir pengar til viðlíkahald Jón Brian Hvidtfeldt Annika Olsen, lands­stýris­ kvinna í almannamálum, biður løgtingið um loyvi at brúka 1,5 millión krón­ ur til at gera tær mest átrokandi ábøturnar á Røkt­ar­heimið á Sýnini í Mið­vági. Flestu pengarnir fara til at umvæla køkin, sum er soppafongdur av manglandi útlufting. Eisini skulu pengar brúk­ ast til at skifta síðsta trið­ ing­in av takinum á bygn­ ing­inum, umframt gera rým­ingarleiðina trygga at ganga á. Á fíggjarlógini í ár eru fýra milliónir krón­ur settar av til at høvuðs­ um­væla heimið á Sýnini. Men pengarnir eru ongantíð brúktir, tí land­ ið og kommunurnar eru ósamdar um, hvussu stóran part av samlaða um­væli­ngararbeiðinum hvør skal gjalda. Løgtingið setti sum treyt fyri at brúka pengarnar, at semja fekst um fíggjarliga býtið. Tann 1,5 milliónin, sum landsstýriskvinnan nú biður um loyvi til at brúka, verð­ur tikin av teimum fýra milliónunum, sum longu eru játtaðar til høvuðsumvælingina. Peng­ar­nir verða fluttir á játta­nina, sum Landsverk um­s­i­tur, og sum skal brúk­ast til at umvæla al­ menn­ar bygningar. Heimið á Sýnini fær 1,5 millión Eykjajáttan er komin í løgtingið, ið slóðar fyri at mest átrokandi ábøturnar kunnu gerast Jón Brian Hvidtfeldt Søgan um røktarheimið á Sýn­ini var av fyrstantíð ein sólskinssøga um eitt byggj­arí, sum skuldi hýsa teim­um gomlu og veiku í Vág­um. Heimið varð bygt í 1970 til 1972, og kostaði tá avtornaði góðar 7,9 millión­ ir krónur. Sambært byggi­ rokns­kapinum rindaði Folke­pen­sionsfonden góðar sjey milliónir av rokningini, komm­un­urnar í Vágum, sum tá vóru fimm í tali íroknað Myki­nes, rindaðu 550.000 krón­ur, meðan restin kom frá innsavnan og gávum annars. Heimið varð skipað sum ein sjálvs­ogna­rstovnur, og alt virksemið varð næstu mongu árini rikið eftir hesum leisti. Sjálvs­ognar­ stovnurin, sum fekk eina góða byrjan, ikki minst við góðum startkapitali úr Folke­ pensionsfonden, hevði tó ongantíð tað stóra av peng­ um til viðlíkahald. 2009 skuldi eldraøkið saman­sjóvast, tað veri seg røktarheimtilboð og heima­ røktin. Viðtøkurnar fyri heimið á Sýnini vórðu broytt­ ar, og alt virksemið inni í heimi­num lagt undir Nær­ verkið. Í grein-9 í reglu­gerð­ ini stendur, at ”landskassin ber allar rakstrarútreiðslur av heiminum, her ímillum við­líka­hald av bygninginum.” Eftir stóð sjálv­sogn­ar­ stovnurin, sum nú bara hevði til uppgávu at velja eitt stýri, sum so aftur skuldi hava eyguni eftir bygninginum og gera Nærverkið varug við neyð­ugar ábøtur. Tað hevur stýrið so gjørt, men higartil uttan stórvegis úrslit. Rósa Samuelsen var landsstýriskvinna í al­ manna­málum, tá nýggja regl­u­gerðin fyri heimið á Sýnini varð góðkend av Al­ manna­málaráðnum. - Alternativið var, at landið rind­aði eina ávísa húsaleigu til sjálvsognarstovnin á Sýn­ ini. Teir pengarnir kundu so verið brúktir til viðlíkahald. Men vit hildu tó, at hetta var tann rætti leisturin fyri allar partar, nevniliga at landið fekk fulla ábyrgd av bygninginum og harvið eisini skyldu til at halda hann við líka, sigur Rósa Samuelsen. Hóast tað hevur verið so sum so við við­líka­halds­ar­ beið­num síðani, so heldur Rósa Samuelsen ikki, at tað var ein skeivur leistur. - Tú kanst kanska siga, at tað var eitt sindur naivt. Men hinvegin, so kom krep­ pa í 2009, og hesi árini hava ikki verið brúktir nógv peng­ ar til at halda almennar bygn­ing­ar við líka, sigur Rósa Samuelsen, sum í dag sit­ur hinumegin borðið sum borgarstjóri í Vága Kommu­ nu. Rokningin Tað hevur í longri tíð ligið í kortu­num, at kommunurnar sku­lu yvirtaka eldraøkið. Men kommunurnar í Vágum, sum nú bara eru tvær í tali, aftra seg við at taka ímóti meira enn 40 ára gamla og niður­slitna heiminum á Sýn­ ini. Tí tá økið er yvirtikið, ligg­ur øll rokningin hjá kom­ mun­un­um. Telvingin um, hvør skal gjalda fyri umfatandi umvælingararbeiðið eftir mangl­andi viðlíkahald í ára­ vís, stendur framvegis mill­ um land og kommunur. - Kommunurnar í Vágum hava skotið upp ein leist, ið minn­ir um ta stuðulsskipan, ið er brúkt til at byggja nýggj ellis- og røktarheim kring landið, sigur Rósa Samuel­ sen. Hon sipar til løgtingslóg nr. 48 frá 2009, ið gevur lands­kassa­num heimild til at lata í mesta lagi 700.000 krónur í stuðli fyri hvørt bú­fólk­ið, ið heimið er ætlað til, tó ongantíð meira enn helvtina av samlaða byggi­ kostnaðinum. Restina skulu kommunurnar í øki­num so gjalda. Lógin frá 2009 gav landsstýrinum heimild til at lata í mesta lagi 95 milliónir í studningi, og allir pengarnir eru brúktir. Og hartil fer lógin úr gildi á nýggjárinum. Greitt er tó, at ein slíkur leistur hevði latið upp fyri møgu­leikanum at gera mun­andi ábøtur á heimið á Sýnini. Sambært eini støðu­met­ ing frá Landsverki í 2008 kosta ábøturnar á bygningin um­leið 33 milliónir krónur. Men frágreiðingin tekur eisini síni fyrivarni. Metingin er eingin trygd móti fjaldum skað­um og/ella brekum, stað­festir Landsverk. Tað fyrivarni hevur eisini fest seg hjá borgarstjóranum í Vága Kommunu. - Vit vita ikki, hvat sam­ l­aða rokningin verður. Tí haldi eg tað vera rættast at bjóða arbeiðið út og fáa nøk­ ur tilboð á borðið, áðrenn ein býtislykil fyri kostnaðin verð­ur gjørdur, sigur Rósa Samuel­sen. Hon sigur seg hava vónir um at finna eina loy­ sn, saman við Anniku Ol­ sen, landsstýriskvinnu í al­ manna­málum. Men kabalin gerst ikki lættari av, at ongir pengar eru settir av á fíggjarkørmunum til heimið á Sýnini, og gald­ andi studningslóg er sum nevnt tráðroynd og upp­ brúkt. - Fyri kommunurnar í Vág­um er støðan somikið greið, at vit taka ikki ímóti eldraøkinum og har­við heiminum á Sýnini, utt­an at pengar fylgja við til at gera umfatandi um­væli­ng­ar­ arbeiðið, sigur Rósa Samuel­ sen. vanrøkt