hósdagur 19. september 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 20. septmeber 2013 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein vøkunátt í Ribarhúsi
Set teg niður í Ribarhúsi
og blunda eina vøkunátt.
Lat tín huga fara um skuggarendur -
taka um Lorvíksfjall, Tyrlarnar , Kamb
Gjógvaráfjall, Blábjørg
Hestin, Slætnafjall, Tjóðafellið, Brosmutúvuna
Húsafellið, Borgina og Eysturskarð.
Far við tínum hondum
og nem við andlitsbrøgd
í skarðlendi , torvum, flotkeldum
bergi, skorðum, steinamosa og
Eliasarkonu og í Ryskihjalla.
Hetta er títt skriftmál, Bárður Jákupsson.
Ja, tað er eitt undur,
at tú sært hetta
eina vøkunátt í Ribarhúsi.
Tað vætir undan tínum hondum
Í vatnlitsmyndum.
Vætan dreiv
úr Kirkjugjógv,
Botnsbrúgv, Gráubrúgv og Svartakletti.
Hetta inniliga strok
livir á veggum í Ribarhúsi
og neglir seg fast í huga og sál
sum skyggjandi stál
og morlittur mosagróður
um heygar, gil og vál.
Frits
Heiðursorð til
Bárð Jákupsson,
listamann
Bárður Jákupsson hevur eina
málninga/vatnlitssýning í
Ribarhúsi hesar dagar
Til minnis um Henning Funderud
Trúgvur tænari farin
Tung vóru tíðindi, sum frætt
ust týsmorgunin 20. au
gust, um at lívstráðurin hjá
Henningi var slitin, alt ov tíð
liga. Henning var bert 57 ára
gamal, og hevði lívsmót og
stórar ætlanir fyri framman.
Tann 25. juli í fjør høvdu
hann og Sólvá silvurbrúdleyp,
og dagurin var hildin saman
við familjuni og nærum 300
gestum í bygdahúsinum á
Strondum. Ein fantastiskur
dagur, sum Henning og
familjan vóru sera glað fyri.
Henning kom sum eitt
frískt lot inn í okkara lítla
bygdasamfelag, tá ið hann
og Sólvá við trimum børnum
fluttu heim til Føroya, eftir
at hava búleikast í Noregi
í nógv ár. Ikki tí, vit kendu
Henning væl frá nógvum
vitjanum, og vit gleddust
saman við teimum, tá ið tey
valdu at flyta heim.
Henning og Sólvá keyptu
hús uppi í Eyrgøtu, ið er ein
av nýggjaru býlingunum á
Strondum. Fleiri yngri familj
ur, við nógvum børnum, fyltu
gerandisdagin við lívi og
gleði, og har komu Henning
og Sólvá, og børnini, Olaf,
Paula og Ragna at vera ein
partur av einum sera góðum
grannalagi, við samanhaldi
og felagskenslu, og teirra
vakra heim, listarliga dagført
av gávuríku evnunum hjá
Henningi,
gjørdist
teirra
trygga borg og friðstaður.
Eitt sera snøgt og vakurt
heim, ið prógvaði, at Henning
var familjumaður og vildi
gera umstøðurnar hjá sær
og sínum so góðar sum gjør
ligt. Ein góður maður og
pápi og sera hollur stuðul
hjá Sólvu og børnunum í
teirra gerandisdegi. Nógvir
tímar blivu eisini brúktir til
at innrætta salongina í sunn
ara enda á húsunum, soleiðis
at Sólvá kundi reka sítt virk
semi, og hjálpti hann eisini
sera væl til við hennara virk
semi.
Henning gav sær altíð
tíð til at steðga á, tá ið hann
møtti fólki, og gekk prátið
óføra væl. Hann kundi fara
sera víða í prátinum, og
hann hevði eina meining
um tey flestu evni. Henning
hevði framúr góð evnir til
tað listarliga, og hansara
evnir at eygleiða vóru sera
góð. Alt, ið hann fekst við
hevði eina listarliga ond
yvir sær, og tað standa fleiri
varðar eftir hann, ið vit
kunnu gleðast um og njóta.
Ofta snaraði prátið yvir á
kommunal viðurskifti, og
serliga fríðkan og tað vakra
hevði hansara stóra áhuga.
Eisini stóð hansara hugur
til tað mentunarliga lívið,
og tá ið tað blivu skipaðar
ymsar konsertir og onnur
tiltøk runt um í landinum,
bleiv alt lagt til síðis, og Sólvá
var altíð klár at koma við.
Eisini stuðlaðu tey ítróttini í
økinum sera væl, og luttóku
sum stuðlar og áskoðarar.
Tá ið familjan ognaði sær
neyst í Miklagarði, bleiv frí
tíðin hjá Henningi brúkt til
at fríðka um, og tað vit eru
nógv, ið gleðast um, at bygdin
hevur fingið vakrasta neyst
í Føroyum. Henning var
eisini sera stoltur av neyst
inum, og eg fekk persónliga
eina rundvísing eitt kvøldið
- aftaná miðnátt - , tá ið eg
var á vitjan uppi í Eyrgøtu.
Hetta var stutt eftir at síðsta
hond var løgd á neystið, og
eg mátti koma við oman at
skoða verkið, sum hann við
hepnari hond hevði fríðkað.
Hann gleddist eisini um, at
børnini trivust væl í neyst
inum, og nógvir ungdómar
á Strondum og her um leið
ir hava síðani sitið væl í
neystinum, ið hevur allar
hentleikar. Ein perla fyri um
hvørvið.
Tá ið Henning og familjan
á sumri í 2000 komu til
Strendur at búgva, fekk
hann arbeiði hjá Sjóvar
kommunu. Arbeiðsdagurin
fall honum lættliga, og hann
møtti glaður til arbeiðis.
Hann fekk høvi at seta sín
egna dám og fingramerki á
gerandisdagin í kommunala
arbeiðstoyminum, og gekk
hann sera høgt upp í síni
ábyrgdarøkir.
Hansara
ábyrgdarøkir vóru millum
annað fríðkan og tey grønu
økini í kommununi, so sum
kirkjugarðar og minnisvarðar
o.a., og harumframt hevði
hann samábyrgd av teimum
ungu, ið fingu summararbeiði
hjá kommununi og vetrar
haldi av vegunum hjá komm
ununi. Sum partur av einum
lítlum arbeiðstoymi, vóru
arbeiðsuppgávurnar
sera
ymiskar, bæði innandura
og uttandura, og var hann
altíð fúsur til verka og vildi
síggja úrslit. Hansara per
sónur ríkaði um huglagið
í arbeiðstoyminum, og tí
gjørdist tað so ómetaliga
hugstoytt hjá okkum at
uppliva tey myrku skýggj,
ið komu rekandi inn á hans
ara lívsleið, og gjørdu sein
asta strekkið so trupult hjá
Henningi og familjuni ann
ars. Ikki varnaðust vit hesar
brotasjógvar, tá ið sjúkan av
fyrstan tíð bankaði uppá, og
hann var sera positivur og
lívsfúsur allatíðina.
Henning hevði sera stóran
áhuga og evni fyri handverki.
Áðrenn hann kom til Føroya,
arbeiddi hann í samfull 23
ár hjá Noral Lightning AS
í Noregi, sum útviklar og
framleiðir
hákvalitetsvøru
bæði til privata og almenna
marknaðin. Hansara fyrrver
andi arbeiðsgevari í Noregi
hevur givið honum bestu
viðmæli, og endar viðmæli
við, at “Henning er en an
svarsbevisst person med en
positiv innstilling som ut
fører sitt arbeid til alles til
fredshet.” Hendan lýsingin av
Henningi er sera beinrakin, tí
okkara upplivingar eru júst
tær somu og saknurin og
tómrúmið tykist so ómetaliga
stórt í hesum døgum.
Sjóvar
kommuna,
og
serliga grannalagið uppi í
Eyrgøtu,
hevur
upplivað
nógvar
ógvisligar
brota
sjógvar tey seinastu árini.
Fyri okkum er tað ótrúliga
meiningsleyst og trupult at
skilja, hvussu tað kann bera
til, at okkara lítla kommuna
kann vera so hart rakt av
sjúku og deyða. Nógvir
sessir standa tómir í dag,
og sorgin og saknurin býr
í nógvum hjørtum í Sjóvar
kommunu.
Henning
var,
hóast sín unga aldur, í eldra
endanum í røðini av fólki í
bestu árum, sum eru farin
innanfyri tey síðstu fáu árini,
og gerandisdagurin blívur
ongantíð tann sami aftur.
Dagarnir tykjast myrkir og
daprir, men sjálvt um vit
hava trupult við at síggja
nakað ljós fyri framman, og
vit hava trupult við at skilja,
at tað er ein meining við øll
um hesum, so vita vit innast
inni, at sorgin og kenslur
sum vreiði, órættvísi og
maktarloysi, fyrr ella seinni
mugu víkja og tað fer at lýsa
í aftur.
Vit í Sjóvar kommunu
minnast okkara kæru, sum
farin eru, og drýpa høvur í
samkenslu. Sorgin og sakn
urin er lættari at bera, tá ið
vit ikki føla okkum so einsa
møll, so gævi at hvør ein
stakur av okkum hugsar um
tey, ið mist hava, og á besta
hátt vísir sín stuðul.
Í dag syrgja vit saman við
tykkum, Sólvá, Olaf, Paula og
Ragna, familjuni annars og
øllum tykkara. Kórsetingin,
og løtan í heiminum, við rík
um orðum og sangi, áðrenn
vit fóru í kirkjuna, var sera
nemandi
og
jarðarferðin
var so ómetaliga vøkur og
virðilig. Tað eru ikki nógvar
jarðarferðir, ið hava savnað
størri mannfjøld, og tann
stóri skarin til jarðarferðina
vísir, at tit eiga ómetaliga
nógvar vinir nógvastaðni
frá, sum eisini syrgja við og
hugsa um tykkum. Tað er
fløvandi, at so nógv vilja vísa
samkenslu og eg veit, at tit í
sorgini høvdu yvirskot til at
gleðast um hetta.
Vit fegnast um tíðina
vit fingu loyvi til at hava
Henning sum part av ar
beiðstoyminum hjá Sjóvar
kommunu.
Saknurin
er
stórur nú røddin er tagnað,
men vit sita eftir við einari
kenslu av, at hann hevði
tað gott hjá okkum. Hann
var ein fyrimynd og eitt
virðiligt umboð fyri okkara
kommunu, og vilja vit takka
fyri trúgva og dygdargóða
tænastu.
Ærað veri minnið um
Henning Funderud
Sjóvar kommuna
Artur Johansen,
borgarstjóri