hósdagur 19. september 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. septmeber 2013 · Nr. 108
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1.partur
Óli Jacobsen
Føroyar eru eitt so lítið land, at
tað hevur verið neyðugt allar tíðir
at hava samband við onnur lond,
serliga grannalond. Tí finnast nógv
ar slóðir eftir føroyingum í hesum
londum eins og sjáldsama nógvir
útlendingar hava gjørt seg galdandi
í Føroyum eisini.
Hetta kann hava verið íblásturin
til, at ferðamannastovan 620N í
Havn fekk tað hugskot at gera eina
líknandi ferð til Skotland. Hetta
varð gjørd í samband við ta ferð,
sum ferðamannastovan skipaði fyri
til oljumessuna í Aberdeen, og har
pláss vóru í flogfarinum, sum var
leigað til hetta endamál.
Heitt varð á meg um at koma
við sum sum frásøgumaður og at
vera við til at skipa fyri ferðini.
Eg var ivasamur at byrja við, men
kom eftir nærri umhugsan til, at
í veruleikanum hevur munandi
meira samband verið millum Føroy
ar og Skotland, enn vit hugsa um.
Úrslitið gjørdist ein ferð 2-6. sep
tember, har høvuðsendamálið var
at lýsa sambandið millum Føroyar
og Skotland.
Ferðalagið var tilsamans 35 fólk.
Tað vóru fleiri sum vóru áhugað,
men tað fekst tá ikki gistingarhús
til øll. Tey vóru við vóru sera fittlig
fólk, og aldurin var upp til 91 ár.
Men hetta darvaði ikki tað allar
minsta.
Ferðin byrjaði í Aberdeen, hað
ani var farið beinleiðis til Edin
burgh. Haðani var farið til Glasgow
og Dalry, har William G. Sloan var
føddur sama dag 175 ár framman
undan. Síðan var farið til Mallaig og
Isle of Skye, har føroyingar keyptu
sild fyri 40-45 árum síðani.
Haðani var farið til Invernessøkið
og aftur til Aberdeen, sum hevur havt
sera nógv samband við føroyingar.
Í nøkrum Miðvikum skal verða
greitt frá føroysku slóðini á hesi
ferðini. Hetta verður ikki nøkur
fullfíggjað søga, men tó so mikið,
at tað kann geva eina ábending um
hetta samband.
Pløyen setti skjøtil á
Sambandið til Skotland gongur
langt aftur í tíðina. Her kann bara
nevnast ferðin hjá amtmanninum
Pløyen í 1839. Hon gekk ikki bara
til Hetlands og Orknoyggjar, men
eisini til Skotland. Tann stak
áhugaverda frágreiðingin frá hesi
ferðini kom út í 1840, og í fjør kom
hon út á føroyskum. Her sæst, at
hetlendingar vóru munandi fremri
í fiskiskapi og fiskaviðgerð enn før
oyingar.
Seinni í somu øld byrjar føroyska
slupptíðin við keypi av hópi av
sluppum úr Bretlandi og eisini úr
Skotlandi. Hetta legði grundarlagið
fyri okkara samfelag í dag.
Skotskur og enskur fiskiskapur
undir Føroyum seinnapartin í 19. øld
kom eisini at skapa nógv samband
millum føroyingar og skotar.
Tað vóru upp til 700 hetlendskir
og skotskir fiskimenn undir Føroy
um. Men nærum eins týdningar
mikið sum fiskiskapur var smugling
av rúsdrekka. Rúsdrekka var longu
tá nógv skattað í Bretland, meðan
eingin tollur var í Føroyum. Hetta
gav nógv arbeiði hjá tollarum í Het
landi og Skotlandi.
Tað kundu vera eini 50-60 skip
inni í Havn í senn at keypa brenni
vín. Fiskimenninir stóðu eisini í
krambúðunum og drukku, og mang
an endaði dagurin í heitum bardaga,
eisini millum teir sjálvar. Men tað
hendi eisini, at havnarmenn vóru
uppi í dystunum, og tað var ikki
sjáldan, at politistarnir máttu skilja
sundur og fáa menninar umborð
aftur.
Kendi Føroyavinurin John Good
lad, fyrrverandi skrivari hjá het
lendskum fiskimonnum, er við at
skriva eina bók um hesa søgu.
Pløyen greiddi frá, at hetlend
ingar høvdu útróðrarstøðir ymsa
staðni í Hetlandi, har tað var stutt
út á fiskileiðirnar. Men teir høvdu
eisini útróðrarstøð á Strondum,
og tá ið teir fóru avstað aftur, fóru
fleiri gentur av Strondum aftaná
teimum og búsettust í Hetlandi og
Skotlandi.
Seinast í 19. øld komu bretsku
koltrolarar undir Føroyar at royna.
Hesir vóru roknaðir fyri at vera ein
hóttan móti toskastovninum og
móti útróðrarmonnum.
Petur Alberg lýsir hetta væl í síni
dagbók frá 1898 til 1901, har hann
eisini ilskast inn á sjóverjuna.
Nógvir føroyskir fiskimenn fóru
við bretskum trolarum og lærdu
henda fiskiskapin. Teir komu seinni
at sigla við føroyskum trolarum og
komu at læra føroyingar at fiska við
trol. Ein teirra var Jóannes Joensen,
Vestmanna Jóannes, sum í 1933
gjørdist fyrsti skipari á Skálaberg
hjá Kjølbro og Cristian Holm.
Sambandið til Leith
Fyrsta dagin vitjaðu vit í Leith, sum
í dag er havnabýur hjá Edinburgh.
Tað hevur verið heilt nógv samband
millum Føroyar og Leith. Rutan til
og úr Danmark gekk nevniliga um
Søguliga sambandið millum
Føroyar og Skotland
Í Miðvikuni hevur verið greitt nokk so nógv frá søguliga sambandinum millum
Føroyar og Ísland. Men vit hava eisini havt nógv samband við Skotland, og ein partur
av hesi søgu verður lýstur í hesi og nøkrum av komandi Miðvikum
Ferðaætlan 1873 millum Keypmannahavn og Ísland,
har lagt verður skiftivís inn í Leith og Lerwick
Havnalagið í Leith, har nógvir føroyingar vóru kendur