hósdagur 19. september 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 20. septmeber 2013 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leith. Helst hevur hetta eisini verið
fyri at bunkra.
Í hvussu er í 1873 var rutusam
band til Leith. Sambandið hevur
verið lagaligt, bert tríggjar dagar,
nógv styttri enn til Danmarkar.
Hetta gjørdi sítt til, at føroyskur
ungdómur longu tá gjørdi tað, sum
framvegis nógv verður tosað um,
nevniliga at fara aðra staðni enn til
Danmarkar at útbúgva seg.
Í 1889 fór tann 18 ára gamli havn
ardrongurin Dánjal Jákup Daniel
sen til Skotlands at læra til maskin
meistara.
Hansara søga kom at gerast
meira “skotskt” enn hetta. Tá ið
hann kom aftur úr Congo í 1903
búði hann í Glasgow, og tað var í
Edinburgh at hann sama ár byrjaði
sína søguligu fundarrøð, sum førdi
til, at belgiski kongurin Leopold
2. mátti geva Congo frá sær í 1908.
Henda søgan er lýst í undanfarnum
Miðvikum.
Hann fekk eisini konu í Leith,
(Nico)linu, sum hevði føroysk for
eldur.
Lina var dóttir Katrinu Henrikku,
f. Viderø, av Viðareiði og Jógvan
Niclassen av Skálatoftum. Tað er
ein áhugaverd søgu um, hvussu tey
endaðu í Leith.
Jógvan var føddur 2. januar 1846.
Tá ið Katrina var ung, hevði hon
fingið eyga á henda unga drong
á Skálatoftum. Hetta dámdi als
ikki foreldrunum. Hon var bónda
dóttir í Miðstovuni, sum var eitt
valahús, stórur bóndagarður og
nógv jørð. Men hesin drongurin av
Skálatoftum átti einki. Tað sá ikki
væl út at koma saman hjá teimum
báðum.
Katrina tænti í Prestagarðinum
á Viðareiði, har Ernst Wesenberg
var prestur. Hann doyði í 1871, og
nakað eftir fer einkjan av landinum.
Katrina er helst farin avstað við
einkjuni til Danmarkar.
Nú mundu øll rokna við, at tey
vóru atskild med alla. Hann lá við
sama lag í Haraldssundi og fiskaði
goggur til skotsk skip, sum javnan
komu inn at keypa agn.
So einaferð sleppir Jógvan út at
fiska við einum av hesum bátunum,
og hann fer við honum til Leith.
Nú kemur samband aftur millum
Katrinu og Jógvan. Katrina fer til
Leith, og tey giftast. Tey fingu tvær
døtur, Linu og Elspu. Elspa giftist
við Zakaris hjá Polla Vilhelm úr
Havn. Tað hevur ikki eydnast at fáa
uppspurt, um nøkur ætt er eftir tey.
Skálatofta Jógvan starvaðist
sum „stevedore“, formaður fyri
havnararbeiðsmonnunum í Leith
Hann doyði í 1895. Føroyinga
tíðindi gav honum tað ummæli, at
“hann var ein trúfastur føroyinga
vinur, sum í mong ár hevur verið
búsitandi í Leith. Hann verður
saknaður av mongum, sum hann
hevur víst blíðskap og verið góður
stuðul fyri.”
Einkjan kom heim aftur til Før
oya, helst saman við Dollanum og
Linu. Her doyði hon í 1907 og varð
jarðað á Svínaryggi.
Aðrir føroyingar í Leith hesa
tíðina vóru Julianna og Tummas
Askham. Tey kendu og komu
saman við familjuni hjá Annette
Joensen í Leith. Hon giftist við
keypmanninum, Hans Joensen, í
Havn, sum fekk útbúgving í Leith,
og sum komin heim aftur hevði
nógv handilssamband við Leith.
Føroyingar og norðmenn plagdu
at hittast hjá norska sjómansprest
inum. Her komu eisini Katrina og
Jógvan Niclassen, verforforeldrini
hjá Dollanum.
Askhamfólkini komu heim til
Føroya aftur í 1898.
Tá Anette og Dollin við konu síni,
Linu, komu higar at búgva, hildu
tey øll á at koma saman.
Í røðini Hendur ið Sleptu
høvdu vit fyri kortum søguna um
Johannes Jeremiassen, Elduvíks
Jóannes, sum seinast í 1800-talinum
flutti til Leith við øllum húskinum.
Bara sonurin, Niels Johannessen,
kom aftur til Føroya.
Jóhannes á Trøllanesi
Jóhannes Joensen av Trøllanesi, f.
30. juli 1829, var við til at stovna
fyrsta fiskivinnufelag í Norðoyggj
um ”Norderø Fiskeri- og Skibs
selskab af 1865.” Millum parta
eigararnar vóru eisini beiggjar
hansara, Elias, Mikkjal og Símun.
Felagið keypti "Caprice" í 1865,
men tað gekk ikki serliga væl, og
nógvir trupulleikar vóru. Tað endaði
við, at Jóhannes yvirtók skipið í 1871.
Hann flutti til Skotlands og búði
í Leith. Tað seinasta, sum frættist
frá Jóhannes var, at hann fekk ein
skaða umborð og doyði í 1875. Tað
er eingin ivi um, at Jóhannes hevur
verið ein merkismaður, men hann
var eitt sindur framman fyri sína
tíð. Millum annað verður sagt, at
hann lærdi børnini á Trøllanesi at
lesa langt áðrenn nakað var, sum
æt almennur skúli.
Funnu ættina aftur
Her kundi søgan enda, men fyri
einum 45 árum síðani var farið at
kanna hvat ið var hent ætt hansara
Við hjálp frá góðum fólki fingust
upplýsingar um hana.
Í 1859 giftist Jóhannes, 32 ára
gamal, við 18 ára gomlu Jane McKay.
Í 1861 fingu tey sonin John McKay,
og nú er Joensen blivið til Johnson.
Tey trý vóru eisini í Føroyum eina
ferð, tá sonurin John var heilt lítil.
John, yngri, giftist 58 ára gamal
í 1919 við 33 ára gomlu Martha
Halliday. Tey bæði fingu tvey børn,
John og Elfredu, kallað Freda.
Tað kom púra óvart á hesi bæði,
tá tey umleið 1970 fingu at vita,
at abbi teirra var føroyingur. Tað
vistu tey einki um. Tey hildu, at
hann var úr Helgolandi. Men hetta
førdi til eitt samband við Føroyar,
sum helt til teirra deyðadag. Ættin
úr Føroyum hitti fleiri ferðir Fredu
og mann hennara Gordon, sum hon
giftist við í 1964. Tey fingu ikki børn
saman.
John doyði fyri nakað nógvum
árum síðani. Hann átti tvey børn.
Dóttrina Dorothy, sum býr í
Australia og sonin Bill, sum býr
sunnarlaga í Onglandi.
Vit báðir eru fermenningar.
Hann hevur verið í Føroyum, og vit
hittust í Onglandi í juli í ár.
Ein framúr kvinna
Tey bæði Freda og Gordon búðu í
Edinburgh nærum alla teirra tíð
Gordon hevði verið hermaður
undir krígnum. Hann var annars
prentari og hevði sera avgjørdar
hugsanir um samfelagsviðurskifti.
Prestur segði um Fredu, tá ið
hon fór til gravar, at tað var nakað
háborðið yvir henni. Hon hevði
ein so elskiligan persónleika, var so
mild, ímøtikomandi, tolin, fólkalig,
umsorgsfull, gávumild, klagaði ong
antíð og takksom fyri alt. Góðskan
strálaði frá henni. Freda var ein
sameining av eginleikunum hjá
bæði Marthu og Mariu í Nýggja
Testamenti. At vera saman við
henni gav einum ein serstakan frið
í sálina.
Men Freda hevði eisini avgjørd
ar støður. Hon kundi ikki torga
royking. Eina ferð fekk hon í boði at
arbeiða í einum handli, men tá hon
kom eftir, at sigarettir vórðu seldar
her, vildi hon ikki taka av. Hon fekk
sær seinni starv aðrastaðni, har hon
slapp undan at selja slíkt eitur.
Freda var eisini nær knýtt at
kirkjuni, og her gjørdi hon nógv
sjálvboðið arbeiði, sum t.d. at taka
sær av fremmandafólki, sum komu
til gudstænastu. Hetta gjørdi hon
uttan hóvasták. Alt hetta gjørdi, at
hon fekk eisini nógvar vinir.
Hon var eisini av góðum bergi
brotin.
Úr Edinburgh og
Leith til Føroya
Men tað er eisini mótsatt, at fólk
úr Leith/Edinburgh eru endað í
Føroyum og hava myndað okkara
samfelag. Hetta er galdandi fyri
Brockie ættina. Tann fyrsti Brockie
í Føroyum var Robert P. Brockie
(1904-1980). Hann var føddur í
Edinburgh og kom ungur til firma
Charles Mauritsen í Leith, har hann
fekk handilsútbúgving. Henda fyri
tøkan hevði longu tá nógv samband
til Føroya.
Tá ið kreppan kom í 1930 komu
nógvar føroyskar fyritøkur í trupul
leikar. Tískil noyddist Charles
Mauritsen at yvirtaka ognirnar
hjá Ludda Kristian í Tinganesi. Í
1932 kom Robert Brockie til Føroya
at stýra fyritøkuni, og tað dugdi
hann sera væl. Hann bleiv verandi
í Føroyum saman við børnunum og
konu síni Cis.
Hetta endaði við, at Brockie yvir
tók hetta virksemi undir navninum
p/f Robert P. Brockie & co.
Undir
seinna
heimsbardaga
hevði fyritøkan tvey skip í sigling
millum Føroyar og Skotland, Ba
randa og Barjama, og kom fyritøkan
tá at at hava alstóran týdning fyri
vøruflutningin til Føroya. Hesum
stóð Bob, sum hann var kallaður, á
odda fyri, og tá var ofta arbeitt dag
og nátt fyri at fáa hetta avgreitt
skjótt undir teimum serligu um
støðum, sum tá vóru. Robert gjørd
ist bretskur varakonsul.
Fyritøkan er nú farin á aðrar
hendur, men framvegis er tann nú
økta Brockieættin virkin á ymiskum
økjum í okkara samfelagi.
Komandi partur
Í komandi parti verður komið
til Dalry nærindis Glasgow. Her
var funnið fram til húsið, har
William G. Sloan varð føddur
júst 175 ár frammanundan.
Robert P. Brockie (1904-1980),
kom úr Leith til Føroya í 1933. Her
eigur hann fitt av eftirkomarum
Jóhannes og konan Jane saman
við soninum John, hvør ætt
framvegis hevur samband
við sína føroysku ætt
Jógvan Niclasen, kendur
føroyingur í Leith
Hans Joensen fann konuna, norsku Annette, í Leith, har hann eisini arbeiddi