Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur fótbóltur 1. Deild støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B68 24 13 8 3 63 28 +35 47 2 Skála 24 12 6 6 59 36 +23 42 3 HB II 24 13 3 8 56 39 +17 42 4 FC Suðuroy 24 12 4 8 58 45 +13 40 5 B36 II 24 11 3 10 56 48 +8 36 6 Víkingur II 24 10 3 11 44 45 -1 33 7 KÍ II 24 9 2 13 48 51 -3 29 8 TB II 24 8 3 13 38 62 -24 27 9 EB/Streymur II 24 7 5 12 37 54 -17 26 10 B71 24 5 3 16 21 72 -51 18 Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 21 13 6 2 53 25 +28 45 2 ÍF 22 11 7 4 44 39 +5 40 3 EB/Streymur 22 11 4 7 48 25 +23 37 4 B36 22 8 10 4 39 27 +12 34 5 NSÍ 22 9 6 7 37 39 -2 33 6 Víkingur 22 9 4 9 33 38 -5 31 7 AB 21 6 4 11 29 41 -12 22 8 KÍ 22 4 9 9 42 46 -4 21 9 TB 22 4 7 11 22 40 -18 19 10 07 Vestur 22 3 5 14 20 47 -27 14 Jóannes Hansen Tað bíðar ein stór uppgerð í Gundadali sunnudagin. FM favorittarnir í HB fáa vitjan av EB/Streymi, sum sein­astu vikurnar hevur víst spæli­ gleðina, ið liðið plagdi at vera kent fyri. EB/Streymur hevur sein­ astu vikuna spælt tríggjar ferðir, allar ferðirnar er liðið farið av vøllinum við fullari úrtøku, og málmunurin er 14- 1. Einasta málið, sum er farið ígjøgnum hjá René Tórgarð, varð skorað við brotssparki. Hetta tíðarskeiðið, tá ið teir í Sundalagnum hava vunn­ið tríggjar ferðir og við stór­um fetum hava tikið seg nærri silvurplássinum, hevur HB als ikki spælt. Tað harmar venjaran Oddbjørn Joensen. – Vit gleða okkum til at fáa vitjan av EB/Streymi. Men samstundis vita vit ikki heilt, hvussu støðan hjá okk­ um er. Í nógvar vikur hava vit bara spælt ein dyst, og tað er eitt handikapp. Vit kunnu síggja tað frá tí síðuni, at EB/Streyma menninir eru troyttir, tí teir spældu bæði í viku­skiftinum, aftur miku­ kvøldið og so ímóti okkum sunnudagin. Men tað kann væl vera, at tað er størri handi­kapp hjá okkum, at vit als ikki hava spælt. Tað ávirkar venjingarnar, og vón­andi eydnast tað at rætta fokus aftur inn á tað, sum tað snýr seg um, sigur Oddbjørn Joensen. Men hvussu skuldi tað verið øðrvísi lagt til rættis? – Eg hugsi serliga um final­una í steypakappingini. At hon skal vera orsøk til, at lands­kappingin liggur lamin eitt heilt vikuskifti í bestu fótbóltstíð, haldi eg vera við síðuna av. Lands­ liðs­terminirnar fáa vit einki gjørt við, og tað, sum hevur verið orsøk til, at dysturin ímóti AB varð fluttur, gongur fram­um alt, sum hevur við fót­bólt og alt annað at gera. Hjá HB er miðvallarin Heini Vatnsdal leikbannaður. Símun Samuelsen spælir ikki aftur í ár, og vongverjin í høgru Jógvan Rói Davidsen er eisini langtíðarskaddur. Tróndur Jensen hevur vikarierað á vongverjanum, og ímóti B36 var Kristin R. Mouritsen í ódnini, sum Símun Samuelsen plagar at vera í. Á kambinum Hetta var ikki so galið, stað­ festi EB/Streyma venj­arin Rúni Nolsøe eftir 5-1 stór­ sigurin á NSÍ miku­kvøldið, og harvið segði hann ikki ov nógv. EB/Streymur hevur verið í Gundadali tvær ferðir fyrr í ár. Í fyrra førinum varpaðu teir í Sundalagnum HB úr steypakappingini – tað var eftir brotssparkskapping – og í seinna førinum vann HB sann­førandi 2-0 sigur í lands­ kappingini. Hugsa tit framvegis um FM heitið? – Nei, vit hugsa bara um at vinna næsta dystin. Tað er ikki realistiskt at droyma um, at vit kunnu røkka heilt upp á toppin, hóast tað hevur gingið framúr væl seinastu ferðirnar. HB er átta stig frammanfyri okkum, men tað eru bara trý stig fram til ÍF, sigur Rúni Nolsøe. Aftur og aftur verður sagt, at tað er í álopspartinum, at stóra styrkin hjá EB/Streymi er at finna. Men Rúni vil fegin undirstrika, at verjuparturin eisini er stinnur: – Tølini siga, at tað er bara hjá HB, at tað eru farin eins fá mál ígjøgnum sum hjá okk­um. At verjuparturin er stinn­ur kemst m. a. av, at vit eiga ein tann besta málverjan í landinum. Saman við Jákupi Mikkelsen er René Tórgarð besti málverjin í EFFO deild­ ini. Hann er í góðum aldri, og eg skilji als ikki, at hann ikki fær landsiðsboð, sigur EB/Streyma venjarin og hevur fleiri boð upp á stinna verjupartin: – Veteranarnir í verjuni standa seg væl saman við Rógva E. Nielsen, og á mið­ vøll­inum hevur tað seinastu ferð­irnar riggað væl hjá Brian Olsen og Niels Paula Danielsen, sum er sera arbeiðs­samur og hevur nøs fyri at gera mál. Hinar fram­ rætt­aðu menninar kenna vit øll. Fara tit at leggja størsta dentin á verjupartin ímóti HB? – HB hevur skorað 53 mál, sum er hægsta máltalið av øllum. Vit hava skorað 48 mál, sum er næsthægsta talið. Hvussu dysturin fer at mynd­ast ber illa til at siga, men eg ivist onga løtu í, at talan verður um sera intensa og undirhaldandi upp­gerð, sigur Rúni Nolsøe, sum í mong ár spældi við HB, og sum nú er venjari í EB/Streymi. Arnar Dam og Gert Hansen hava skaðar at drag­ ast við, sum órógva teir nógv. Arnbjørn Hansen verður ikki við ímóti HB, og so er tað spurningurin, um Egil á Bø enn eina ferð verður togaður úr hattinum: – Nei, tað verður hann ikki. Hann hevur verið ófør­ ur at hjálpa okkum, tá ið tað hevur staðið á. Seinastu ferðir­nar hava allir sum ein víst seg frá síni bestu síðu, og tí broyta vit ikki stórvegis, nú vit fara í Gundadal, staðfestir Rúni Nolsøe. HB - EB/Streymur: Chris Johansen sunnudagin kl. 15.00 joannes@sosialurin.fo Síðsti stóri snávingarsteinurin Meðan HB í fleiri vikur hevur spælt millum lítið og einki, so fer væl upplagda og troytta EB/Streymur í Gundadal við stórum sjálvsáliti TB, KÍ og AB stríðast fyri at sleppa undan svarta per plássinum, sum so at siga er leyst omanfyri 07Vestur Fýra ferð toppur og botnur TB, KÍ og AB stríðast fyri at sleppa undan svarta per pláss­inum, sum so at siga er leyst omanfyri 07Vestur. Felags fyri hesi trý liðini er, at tey hesa ferð skulu dyst­ast ímóti liðum, sum bæði sam­ bært støðutalvuni og úrs­ litunum seinastu ferðirnar mugu roknast at vera greiðir favorittar. Longu í kvøld skal KÍ í Gundadal at spæla ímóti B36. Hóast tað gongur illa at vinna stig hjá KÍ, so er tað merkisvert, at liðið fýra tær seinastu ferðirnar hevur skorað trý mál tríggjar ferðir og eina ferð tvey mál. Tað vil siga, at tað er í verjupartinum, at tað haltar. Tað man vera sann­líkt, at onkrar skiftingar vera gjørdar hesa ferð. Hjá B36 er eingin orsøk at skifta fólk. Fimm tær sein­ astu ferðirnar hevur talan verið um úrtøku,og í álop­ inum, sum skal vísa seg ímóti skinklandi KÍ verjuni hava Adeshina Lawal og Lukaz Cieslewicz seinastu ferðirnar verið sera stinnir. Hóast 5-0 avsmurningin í Streymnesi sunnudagin, so er ÍF framvegis á silvur­ pláss­inum. Hesa ferð kemur illa sperda 07Vestur á vitjan. Dánjal á Lakjuni hevur bíðað eftir kjansinum, er tætt at teimum fyrstu ellivu. Øssur Dalbúð og Jan Ó. Ellingsgaard koma heim úr Danmark. Fritleif í Lambanum er so mikið illa skadd­ur í beininum, at hann verður ikki førur fyri at spæla aftur í ár. Hjá 07Vestur er Eli Falkvard Nielsen tøkur aftur eftir leikbann. Miðverjin Emil Mikkelsen er so mikið skaða­plágaður, at tað er lítið sann­líkt, at hann verður før­ ur fyri at spæla. Mikukvøldið vann Víking­ ur fyri fyrstu ferð nakran­tíð á útivølli ímóti 07Vestur. Víkingarnir vóru sera misnøgdir við seinna gula kortið, sum Atli Gregersen fekk. Miðverjin er leik­bann­ aður ímóti AB, sum hevur all­ ar sínar spælarar tøkar. Í TB vóru teir ógvuliga vónbrotnir eftir 2-1 tapið í Sørvági. Nú fær TB vitjan av NSÍ, sum mikukvøldið tapti fyri fyrstu ferð síðani á ólav­ søku. – Vit gloyma 2. hálvleik ímóti EB/Streymi og fokusera á næstu avbjóðingina, sigur Heðin Askham. Tá ið NSÍ í triðja umfari vitjaði við Stórá, var úrslitið málleysur javnleikur. Triði síðsta umfar í næst­ bestu deildini er á skránni hetta vikuskiftið. B68 er sjey stig frammanfyri FC Suðuroy, sum kappast við Skála um uppflyting. Harvið er møguleiki fyri, at tofta­menn longu í morgin fáa trygd fyri atgongu­merkjunum til bestu deildina. Hetta verð­ur veru­leiki, um B68 vinnur í morgin, og tað verður møguleiki, um kappingar­neyt­arnir til upp­flyt­ing ikki vinna fulla úrtøku. B68 skal til Klaksvíkar at dystast við teir næst­ bestu hjá KÍ, og hini bæði liðini, sum kappast um at flyta upp, eru eisini á útivølli. FC Suðuroy skal spæla ímóti EB/ Streymi, sum er undir niður­flytingarstrikuni, og Skála skal sunnudagin spæla á útivølli ímóti B71. Tað er mest sum greitt, at sand­oy­ingar næsta ár skulu niður í triði bestu deildina. Í fjør fluttu B68 og FC Suðuroy niður úr bestu deildini. Í Leirvík fær Víkingur í morgin vitjan av B36, og HB fær vitjan av TB, sum við trivaligum 5-2 heima­ sigri á Víkingi í síðsta um­fari lyfti seg upp um strik­una. joannes@sosialurin.fo Á trappuni til teir bestu Mynd: Álvur Haraldsen