Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur NSÍ vann 6-3 í stigum á EB/Streymi Hóast EB/Streymur kundi fegnast um ein 5-1 stórsigur á NSÍ mikukvøldið, so gjørdist NSÍ tann samlaði vinnarin í hesum kappingarárinum. Tvær ferðir møttust liðini á heimavøllinum hjá NSÍ, og í báðum førum gjørdist talan um NSÍ-sigrar. Í 7. umfari vann NSÍ 2-0 við Løkin í Runavík, og í 20. umfari vann NSÍ 1-0 á fyribils heimavøllinum á Svangaskarði. H E S A V I K U N A Rene Tórgarð: 3 Hevði eina týdningarmikla bjarging í seinna hálvleiki, tá Magnus meddaði til. Spældi annars væl, men hevur trupul­leikar í útspælinum. Okkurt útspark endaði millum áskoðararnar. Gert Hansen: 2 (▼46.) Kom ikki ikki væl frá uppgávuni og tað var sjónligt, at høgri bakkurin var skaddur. Mátti av vøllinum í hálvleikinum. Marni Djurhuus: 5 Tað er torført at koma í tankar um eina tí einastu villu, sum Marni gjørdi í dystinum. Ótrúliga tryggur í sínum verjuspæli og NSÍ kom illa nokk til eitt skot í dystinum. Pætur Dam Jacobsen: 5 Spældi somuleiðis ótrúliga væl. Gjørdi onkran sjónligan feil í uppspælinum, men spældi annars so gott sum feilfrítt. Sterkur í rennitvídystunum. Rógvi E. Nielsen: 5 Spældi framúr væl á vinstra bakki í fyrra hálvleiki, og eins væl á høgta bakki í seinna hálvleiki. Stóð sterkur í myndini í verjustøðu og spældir við sjálvsáliti. Brian Olsen: 3 Stríddist við miðvøllin hjá NSÍ og í verjustøðu gekk væl, men tað bleiv ikki umsett til so nógv fram eftir vøllinum. NSÍ hevði bóltin nógv og tí rann miðvøllurin fyri tað mesta aftaná. Niels Pauli Danielsen: 4 Skoraði tvey mál og tað í sær sjálvum er flott. Avrikið var ikki meiri enn næstbest. Tað var lítið pláss á miðvøllinum, so tað bleiv til nógvar nærdystir og minni bóltspæl. Levi Hanssen: 4 (▼87.) Fekk eitt mál og leverar altíð yvir miðal. Tað gjørdi hann eisini móti NSÍ. Hann átti lut í mongum nærdysti og fleiri skjótálopum. Hans Pauli Samuelsen: 5 (▼89.) Dagsins spælari við Margáir. Legði upp til til trý mál og átti triðseinasta fótin á hinum báðum málunum. Snúningspunktið á miðvøllinum og setti skjótálopini í gongd. Fantastiska effektivur. Leif Niclasen: 4 Skoraði eitt mál og rakti stongina í fyrra hálvleiki. Trívist í skjótálopunum, men kom ikki heilt upp í gear og gjørdi brotssparkið, sum NSÍ fekk. Gunnar Zachariasen: 4 Skoraði eitt mál og var lívligur á fremsta plássinum. Fekk ikki so nógv burtur í fyrra hálvleiki, men var eyðsýndur í seinna hálvleiki við sínum kviku dribblingum. Jóhannes Hansen: 4 (▲46.) Kom inn á vinstra bakk og gjørdi tað framúr væl. Sterkur í verjustøðu og kom framvið hvørja ferð hann fekk møguleikan. Smæddist ikki hóast unga aldurin. Arnar Dam: (▲87.) Kom inn seinastu minuttirnar, men ov stutt tíð til at gera eina meting Hanus Olsen: (▲89.) Kom inn seinastu minuttirnar, men ov stutt tíð til at gera eina meting Avrik: tøl 1 til 6 EB/Str. 5 (1) NSÍ 1 (1) Tróndur Arge – við Margáir EB/Streymur hevur vunnið tríggjar teir seinastu dystir­ nar við málúrtøkuni 14-1. Einsamalla málið, ið er komið í móti er upp á brotsspark. Sostatt hevur EB/Streymur av álvara fingið vind í seglini nú hol er sett á seinasta trið­ ingin í landskappingini. Lagt er nú upp til stóran toppdyst í Gundadali, tá odda­liðið HB og EB/Streymur spæla. Heldur EB/Streymur fram at spæla, sum teir hava gjørt seinastu tríggjar dystir­ nar, so er ein lítil møguleiki fyri, at tað verður spenningur um FM heitið. Í Runavík vilja tey bara gloyma seinna hálvleik av dyst­inum. NSÍ er farið frá at vinna seinna hálvleik móti KÍ 3-0, til at tapa heili 4-0 í seinna hálvleiki móti EB/ Streymi. Hans Pauli í serflokki Stóri spælarin á vøllinum við Margáir mikukvøldið var liðskiparin hjá sunda­ lags­monnum, Hans Pauli Samuelsen. Hann átti lut í øll­ um fimm málunum, sum EB/ Streymur fekk á degnum. Tað byrjaði við, at hann legði bóltin innfyri til Niels Paula Danielsen, sum stútaði EB/Streym á odda. Síðani javnaði NSÍ upp á brotsspark, sum Leif Niclasen gjørdi móti Jann Martini Mortensen. Hvørki Leif ella Rene Tórgarð, mál­verji hjá EB/Streymi, vóru nøgdir við dømingina og fingu gult kort fyri at reaktión­ina. Helst mundi Jann Martin verða »smartur«, tá hann eitt sindur lætt, men ikki heilt uttan orsøk, datt inni í brots­ teiginum. Í seinna hálvleiki stóð tað Hans Pauli og EB/Streymur á øllum. Í seinna hálvleiki skoraði EB/Streymur ikki færri enn fýra mál. Onkur av teimum vóru góð og onk­ur vóru verjuvillur. Besta málið mundi Gunnar Zachariasen skjóta, tá hann úr spíksum buldraði bóltin upp í nettakið. Á miðvøllinum var Hans Pauli skaparin aftan fyri øll málini. Hann spældi sum heild ein góðan dyst, hóast hann ikki var so sjónligur í fyrra hálvleiki. Hans Pauli var besti mað­ urin á vøllinum. Heðin spældi kortini skeivt Trý ting, sum eyðkenna EB/ Streym eru steypasigarnir, vánaliga byrjanin upp á lands­kappingina, fyri síðani koma fyri seg, og so eru tað skjót­álopini. Tað fantastiska kontra-spælið, sum hevur søkk mangt eitt lið. Tað er undrunarvert, at Heðin Askham, fyrrverandi venjari hjá júst EB/Streymi so seint sum í fjør, greiddi sína uppgávu so illa, tí málini hjá EB/Streymi vóru sum eftir bólkini. Skjótálop ella skjót spæl. – Vit satsa ov nógv í dag, ásannar venjarin hjá NSÍ, sum somuleiðis viðgekk, at hann hevði fingið av júst somu skuffu, sum EB/Streym gav mangum liði í fjør. – Vit mugu bara gloyma seinna hálvleik. Vit koma sjálv­andi at tosa um støð­ ur­nar, ið geva mál, men nú mugu vit bara koma víðari frá hesum, sigur venjarin hjá NSÍ. EB/Streymur sum FM vinnari? Tað er ótrúliga nógv, sum skal koppa rættan veg, um EB/ Streymur skal geva HB kapp­ ing um FM steypið. Faktist so nógv, at tað nærmast er ógjørligt. Sum formurin er í løtuni, so kundi hetta verið byrjanin til hevnisøkuna fyri 2006, tá HB vann fleiri stig inn á EB/Streym og vann FM. Um vit siga, at EB/Streym­ ur vinnur í Gundadali, og at HB fær eitt stig á Argjum í útsetta dystinum komandi mikukvøld. So er munurin seks stig og HB hevur útidystir móti ÍF og NSÍ eftir. Men tað inniber, at EB/Streymur skal vinna allar fimm dystirnar. sum eru eftir. Teir eru umframt HB komandi vikuskiftið, KÍ á úti­vølli, Víkingur heima, B36 heima og AB úti. Ógjørligt, næstan, men tað søgdu tey helst eisini í 2006 um HB. trondur@sosialurin.fo EB/Streymur hevur fingið vind í seglini og bjóðar nú HB upp til dans um vikuskiftið. Hans Pauli Samuelsen var í serflokki flúgvandi Sundalags­ menn eru