hósdagur 19. september 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 13. september 2013 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Víkingur fekk sjey stig ímóti 07 Vestur Tað gjørdist talan um sjey stig til
Víking ímóti 07 Vestur í hesum kappingarárinum. Seks av teimum hevur Víkingur
tryggjað sær í august og í september. Fyri stuttum vann Víkingur 3-1 á heimavølli
í Sarpugerði í Norðragøtu, og ígjár gjørdist talan um ein 1-0 sigur á útivølli. Í 7.
umfari gjørdist tó bert talan um ein 2-2 javnleik á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Kristian Joensen: 3
Tvey av málunum koma úr
spískum vinklum, men í báðum
førum er talan um hørð skot.
Kundi annars ikki gera nakað við
hini málini.
Jónhard Frederiksberg: 2
Spældi sum restina av verjuni
væl undir miðal. Plagar at spæla
í minsta lagi miðal væl, men hesa
ferð gekk ikki. Fekk heldur ikki
sett sín dám á framrætta spælið.
Andras Brixen Vágsheyg:
2
Kom ikki væl frá uppgávuni. Tapti
lykla nærdystir og megnaði ikki
at steðga skjótálopunum hjá EB/
Streymi.
Jens Joensen: 3
Kom eitt vet meiri livandi frá
uppgávuni enn restin av verjuni.
Ruddaði onkrar týdningarmiklar
bóltar vekk, men sum heild var
talan um ov vánaligt avrik.
Einar Tróndagjógv: 2
Hevði stórar trupulleikar í
verjustøðu. Púra vekk í 2-1
málinum hjá EB/Streymi og hevði
sum heild stórar trupulleikar.
Orsøkin til 2-talið er framrættaða
spælið, har hann hevur sína
styrkju.
Karl Løkin: 2
Lítið sjónligur og lítið skapandi
á miðvøllinum. Hevur sum
uppruddari uppgávu at halda
eyga við Hans Paula, og hinum og
tað riggað als ikki.
Magnus H. Olsen: 3
Fær ein eitt betri karakter enn
Karl, tí hann var meiri sjónligur
í framrættaða spælinum. Hevur
eitt dundurskot og nakrar góðar
skapandi avleveringar.
Pól Jóhannus
Justinussen: 4 (▼66.)
Besti maður hjá NSÍ, men bleiv
útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki,
tí hann skuldi sparast. Var einasti
spælarin, sum kann verða nøgdur
við sítt avrik á NSÍ liðnum.
Árni Frederiksberg: 2
Átti eitt frálíkt skot, sum
brast í stongina, men annars
megnaði hann ikki at skapa
fleiri møguleikar. Ein av hansara
vánaligu dystum.
Jann Martin
Mortensen: 2 (▼64.min)
Fekk lítið og einki burtur úr í
dystunum, fyri uttan at hann
fekk brotssparkið, sum førdi til
einsamalla málið hjá NSÍ.
Klæmint A. Olsen: 3
Skoraði einsamalla málið hjá NSÍ
upp á brotsspark. Brotssparkið
var framúr gott, men tað var
ikki nógv annað um avrikið hjá
Klæminti, sum var tað.
Andy Olsen: 2 (▲64.)
Gjørdi ongan mun, tá hann kom
á vøllin. EB/Streymur var greitt
omaná leikliga, og Andy megnaði
ikki at gera nakað við tað.
Haraldur R. Højgaard: 2
(▲66.)
Fekk einki burtur úr
innskiftingini. Kom inn á fremsta
plássið, men fekk einki at arbeiða
við, og kundi tí heldur einki gera.
Avrik: tøl 1 til 6
Skjótálopini
hjá EB/
Streymi. Tey,
skjótálopini,
eru ikki til at hava við
at gera, tá teir fremstu
hjá sundalagsmonnum
stuttleika sær. Flott!
Vindurin
við Margáir.
Nú er slutt
við at
leggja vøllir, har tað er
nógvur vindur. Hann
var ikki avgerandi í
gjár, men órógvaði.
Kristian Joensen
Jens Joensen Andras Brixen
Jónhard Frederiksberg Einar Tróndargjógv
Magnus H. Olsen Karl Løkin
Pól Jóhannus Justinussen
(Haraldur R. Højgaard, 66.)
Árni Frederiksberg Jann Martin Mortensen
(Andy Olsen, 64.)
Klæmint A. Olsen
René Tórgarð ■
Pætur D. Jacobsen Marni Djurhuus
Gert Hansen Rógvi E. Nielsen
(Jóhannes Hansen, 46.)
Levi Hanssen Niels Pauli Danielsen
Brian Olsen
(Arnar Dam,87.)
Leif Niclasen ■ Hans Pauli Samuelsen
(Hanus Olsen, 89.)
Gunnar Zachariassen
EB/Str. - NSÍ 5-1 (1-1)
1-0: Niels Pauli Danielsen 8.
1-1: Klæmint A. Olsen br 42.
2-1: Gunnar Zachariassen 49.
3-1: Niels Pauli Danielsen 60.
4-1: Levi Hanssen 67.
5-1: Leif Niclasen 90.+2.
Dómari: Petur Reinert
07V - Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Finnur Justinussen 81.
Dómari: Alex Troleis
Myndir: Álvur Haraldsen
So bragdaði hjá Víkingi
Eftir at hava tapt tveir teir fyrstu dystirnar eftir steypasigurin, so bragdaði endiliga
hjá Víkingi, tá teir mikukvøldið við tíggju monnum vunnu 1-0 á 07 Vestur
Tróndur Arge
Leingi hendi at kalla einki
í dystinum og tað var lítið
undirhald fyri áskoðararnar
í fyrra hálvleiki. Tað var eis
ini støðan langt inn í seinna
hálvleik. Líka til, at Atli
Gregersen fekk sítt seinna
gula kort fyri at sparka ein
bólt vekk.
Atli Gregersen velur at
taka eitt málspark skjótt.
Hetta
er
dómarin
ikki
nøgdur við, og sigur at
málsparkið skal sparkast
av nýggjum. Tá bólturin,
sum Atli hevur spælt út,
kemur aftur velur hann at
sparka hann av vøllinum, tí
Geza Turi hevur fingið ein
nýggjan bólt. Hetta verður
mett til eitt gult kort, sum
so merkir, at Atli Gregersen
ikki verður við móti AB
sunnudagin.
Nú var upplagt, at 07
Vestur legði gestirnar undir
trýsti og fór eftir øllum
trimum
stigunum,
sum
kundi geva 07 Vestur eina
vón um at bjarga lívinum í
bestu deildini.
So bleiv ikki, tí Finnur
Justinussen finnur málið
fyri tíðina, og tað gjørdi
hann eisini, tá hann sendi
eitt innlegg úr høgru í mál.
Sostatt slapp Víkingur
við skrekkinum, meðan 07
Vestur nú ongan realist
iskan møguleika hevur at
yvirliva.
trondur@sosialurin.fo
Eftir at hava tapt tveir
teir fyrstu dystirnar eftir
steypasigurin, so bragdaði
endiliga hjá Víkingi
Mynd: Álvur Haraldsen