hósdagur 19. september 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 108 · 20. september 2013
4
VIKUSKIFTI
Hevði hon bara
sitið í hasum
forbrenda
trygdarbeltinum
Ein ferð í bili av Glyrvum til Havnar ein vetrarmorgun í fjør
endaði vanlukkuliga. Her greiða Annleyg Hansen og Ludvík
Christiansen frá lagnulødda túrinum til Havnar
– Eg átti ein hálvvaksnan hvølp. Sacha
var ein tekkilig blanding av labrador,
puddil og border collie. Hendan hós
morgunin, 26. januar 2012, skuldu vit
tværeinar fara suður til djóralækna at
fáa hana koppsetta. Í seinastu løtu gjørdi
sjeikur mín, Ludvík Christiansen, av at
koyra við mær heldur enn at fara við
bussinum suður í Maskinskúlan, sum
hann var vanur. Vit gjørdu so eitt rend
inn í sjálvtøkuna í bankanum. Tá ringir
Katrina, systir mín, og bað okkum líka
koma eftir sær, tí hon vildi eisini koma
við at vitja systkinnabarn okkara í
Havn, greiðir Annleyg Hansen frá.
Mótsetningar og tó
So eru tey klár at koyra, Annleyg í før
arasessinum, Luddi undir hennara lið,
og Katrina beint aftanfyri Annleyg við
hvølpinum í fanginum.
– Katrina hevði ilt í hálsinum, so tá
vit steðgaðu á bensinstøðini í Skálabotni
at keypa bensin, keypti eg Katrinu háls
bomm av slagnum Halls – tey vit tí
sterkasta myntsmakkinum. Tað eru tey
bestu fyri hálsin, halda vit.
– Katrina og eg vóru góðar systrar,
tó at vit vóru ógvuliga ólíkar. Hjá okk
um hava vit kanska ein heldur harð
ligan málburð, men tað býr einki ilt
í tí. Katrina kundi virka avvísandi, tá
mann ikki kendi hana. Men kom mann
at kenna hana, var hon øgiliga bleyt og
samkennandi. Hon var tann fyrsta, sum
eg fór til, um nakað var, og hon var mín
besti vinur. Tó at vit kundu klandrast
viðhvørt, var tað altíð lætt at gera tað
gott aftur við Katrinu. Hon hevði ikki
reiðiliga funnið sína hill, hevði tikið
FHS og umhugsaði, hvat hon skuldi
fara í holt við, greiðir Annleyg frá.
Katrina var elsta systirin, 19 ár,
harnæst kom Annleyg, sum var 13
mánaðir yngri. Tær áttu ein beiggja,
Agnar, sum tá var 15 og eina lítlasystur,
Rannvør, sum bert var fimm. Tey trý
elstu systkinni búðu hjá pápanum á
Glyvrum. Mamman var árið fyri flutt
til Havnar við yngstu systrini.
– Hon sat nú á baksetrinum við
hálvvaksna hvølpinum í føvninginum.
Hon plagdi at siga, at hon hataði hatta
djórið, men í veruleikanum var hon fitt
og góð við Sachu, minnist Annleyg.
Sera hált
Á veg innaftur í bilin varnaðust Luddi
og Annleyg, at tað var ógvuliga hált,
so hált at Annleyg mundi gliðið um
koll. Hon gjørdist eitt sindur illa við.
Tað var bert ein mánaður, síðan hon
hevði fingið koyrikort, og hon var
tilvitað um, at hon ongantíð hevði lært,
hvussu mann handfer ein bil, sum fer á
glið. Hon setti sær fyri at koyra øgiliga
varliga og ið hvussu er ikki skjótt. Tá
tey komu inn aftur í bilin, sat Katrina
og tosaði í telefon við Sonnu, sum hon
skuldi vitja.
– Onkrastaðni millum Skálabotn og
vegin til Funningsbotn flennir Katrina
í telefonina á sín vanliga argandi
máta, at »Annleyg hevur keypt mær
hálsbomm, eg rokni við, at tey smakka
at hundanum til.« Tað kann ljóða løgið
fyri onnur, men millum okkum báðar
var tað bara kerliga meint og okkara
skemt. Men beint tá var tað, at tað
hendi, greiðir Annleyg frá.
Ikki bremsa
Tað hendi alt so knappliga. Annleyg
minnist bara, at hon føldi bilin glíða
Katrina var elsta systurin, Annleyg
13 mánaðir yngri, síðani beiggin
Agnar og lítlasysturin Rannvør