Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 108 · 20. september 2013 5 og gjørdi tað, hon kundi fyri at rætta bilin upp. – Eg visti, at eg mátti ikki nerta bremsuna, annars ánaði eg ikki, hvat eg skuldi gera, minnist Annleyg. – Harfrá er bara alt svart, inntil bilurin stendur í bønum. Haldi, at eg var vekk eina lítla løtu. Eg var ørkymlað og visti ikki, hvar eg var; eg vaknaði upp einsamøll í bilinum, sum stóð úti á bønum á øllum fýra hjólunum. Eg var ræðslusligin og ringdi beinanvegin 112 og fekk boðað frá, hvussu mong vit vóru. Klokkan var beint farin av 7. – So hoyrdi eg róp, og fólk komu oman til mín í bilinum. Tey spurdu, um nakar annar enn eg var í bilinum, áðrenn hann fór útav. Hendan spurningin endur­tóku tey upp í saman, sum trúðu tey mær ikki, at Katrina og Luddi vóru horvin. Eg loysti trygdarbeltið og reisti meg upp og vildi royna at leita. Men tað vildu tey ikki lova mær. Eg varð førd niðan í ein bil, sum stóð uppi á vegnum. Eg skuldi bara sita har og bíða, minnist Annleyg. Finnið Ludda! – Onkur teirra fór at leita í myrkrinum, og tey funnu Katrinu við lyktini í einari fartelefon. Hon lá slongd nokkso langt frá bilinum. Tað var øgiliga ringt at sita har og bara bíða. Eg skilti sum frá leið, at vit vóru gliðin í mótkoyrandi breyt, har vit høvdu rent á ein mótkoyrandi bil. Men eg visti ikki, hvussu støðan var hjá nøkrum av hinum. Tann, sum fann Katrinu, fortaldi, at hon, tá tey funnu hana, var so mikið vakin, at hon segði navnið á Ludda, og at tey eisini máttu leita eftir honum. So tað er Katrinu fyri at takka, at Luddi er á lívi í dag, eru Annleyg og Luddi samd um. – Eg varð funnin beint við hegnið og lá við høvdinum niður í váta lendið millum Fjarða. Eg var í ørviti og bardist øgiligt fyri at fáa tey at sleppa mær, sigur Luddi, at sær er sagt. – Har komu fýra sjúkrabilar, ein í part til okkum trý og ein til føraran í mótkoyrandi bilinum. Tað føldist, sum tað gingu tímar, til sjúkarbilar komu fram, helst hevur hálkan darvað. Katrina fór í fyrsta sjúkrabilinum, Luddi í øðrum og eg í tí triðja, sigur Annleyg. – Eingin vildi siga mær nakað í sjúkrabilinum. Tað gjørdi meg bangna, tó at tað ivaleyst var fyri at verja meg, og helst hevur eingin reiðiliga vitað. Køld inn á bein Komin á sjúkrahúsið kendi Annleyg í fyrra lagi, at hon var bítandi køld inn á bein, tó at hon lá undir fleiri dýnum og teppum. Í øðrum lagi føldi hon ringa pinu niðarlaga í rygginum, eins og beinini læstust, og hon ikki fekk gingið. Katrina og Luddi vórðu sjálvandi raðfest hægri at fáa kannað, skannað og so framvegis. Álvarsemið í støðuni gjørdist alt meiri greitt fyri Annleyg. Men eingin fekst at siga henni, hvat var hent, og hvussu systirin og Luddi livdu. Tað mátti merkja, at støðan var ring, helt hon. – So komu mamma, babba, fleiri skyldfólk og vinkonur Katrinu – eitt satt meldur av fólki. Vit lógu øll í hvør sínari stovu á intensiv deild, greiðir Annleyg frá. mynd: privat mynd: privat